Kvæðasavn

Gátu ríma

Uppskrift: CCF 17, 1, pp. 426-427, FK 19, 6, pp. 173-176.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Gestur villur frá høllini gongur,
blindur er hann og fáur,
møtir hann einum gomlum manni,
allur í hærum gráur.

2. Møtir hann einum gomlum manni,
allur í hærum gráur:
»Hví ert tú, Gestur blindi, villur,
hví ert tú so fáur?«

3. »Tað er ei so undarligt,
at eg eri tungur til máls:
illa volda gátur mær,
ímorgin missi eg háls.

4. Tað er ei so undarligt,
at eg eri fáur og stríður:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg lív.«

5. »Hvøssu mikið reyðargull
vilt tú geva mær,
inn gangi eg fyri Heiðrik kong
og gátur kenni har.«

6. »Tólv merkur í reyðargulli,
tað skal verða títt,
gongur tú inn fyri Heiðrik kong
og loysir høvur mítt.«

7. »Far tú tær í grasgarðar
og ráð fyri tínum bú:
eg skal mær fyri Heiðrik kong
og gátur kenna nú.«

8. »Tríati eru gáturnar,
git mær eina av teim:
(hvøssu eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim?)«

9. »(Vita man eg gátuna,
eg giti ta fyrstu av teim:)
toran eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim.«

10. »Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir grannar:
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan?

11. Hugur mín og hugur tín
teir eru eingir grannar,
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan.

12. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður:
liggja úti á útskerum
og hava ei faðir og møður?

13. Eystfall og vestfall
mega væl kallast brøður,
liggja úti á útskerum,
og hava ei faðir og møður.

14. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvat man tað nú vera:
bleytt sum dún og hvítt sum fonn
og hart sum hornið harða?

15. Hoyri tú tað, Gestur blindi,
eg gátuna kenna man:
sjógvurin er bæði bleytur og harður,
hvítt stendur brim á land.

16. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veksur sá viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður?

17. Glerpípan í homrum uppi,
hon er eingin viður,
rótin horvir til himmals upp
og skarðið horvir niður.

18. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir skógvir,
høgdir verða á hvørji helgu,
er tó viður nógvur?

19. Skeggið er á hvønsmans høku,
tað er eingin skógvur,
rakað verður á hvørji helgu,
er tó viður nógvur.

20. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður,
vaksa báðir í eini høll,
hvørki hava faðir ella møður?

21. Torvkongul og brennistein
teir eru einir brøður,
vaksa upp í eini høll
og hava ei faðir ella møður.

22. Súgvin gongur til sína skemmu,
glymur á grønari grund,
galtar grynta, grísar stynja,
hvør av sínum munni.

23. Vita man eg gátuna,
eg sigi tað alvæl satt:
hamari er í hvørji smiðju,
hann fellur rætt og slætt.

24. Vita man eg gátuna,
er mær ei á tí hól:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á land og sjó.

25. Vita man eg gátuna,
eg fari ei við tí hátt:
Óðin ríður sínum hesti
bæði um dag og nátt.

26. Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út úr høll,
brendist inni Heiðrik kongur
og harhjá hirðin øll.

27. Óðin gjørdist villini fuglar,
fleyg sær út í hav,
brendi inni Heiðrik kong
og alt tað lið, har var.

(c) Dansifelagið í Havn