Print

Boðað verður frá at aðalfundur felagsins verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 23. oktober 2015, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Umframt vanligu skránna til aðalfundin, verður eisini ein drekkamunnur og høvi verður hjá nýggjum limum at tekna seg. Harumframt verður høvi at skriva seg upp at skipa í vetur. Tá fundurin er liðugur, verður farið upp á gólv. So skjótt skráin er liðug, verður hon løgd út her á síðuna. Fyrsta regluliga dansikvøld er 30. oktober 2015, kl. 22:00.

Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 9. oktober 2015, kl. 20:00. Ársveitslan verður leygarkvøldið 5. februar 2016, kl. 20, og er hetta eisini seinasta dansikvøld.

Landsdansistevnan 2016 verður tann 21. mai 2016 í Klaksvík. Nærri kunning um hetta seinni.

Víðvíkjandi limagjaldi

Heitt verður á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og limagjalda 2015-16. Limir, sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir útbúgving, gjalda ikki limagjald.