Print
Barnadansurin og jólahaldið í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið eru AVLÝST
Vit hava hildið barnadansin sbrt. ferðsluljós-reglunum hjá landsstýrinum, ið siga, at øll 12 ár ella eldri skulu vísa koronapass. Seinnapartin í gjár varð sligið fast, at Pál Weihe hevur givið Norðurlandahúsinum boð um, at øll børn undir 12 ár eisini skulu vísa negativa koronaroynd fyri at sleppa inn hóast tað hjá myndugleikunum stendur, at tey eru undantikin. Eftir umrøðu eru vit komin til ta niðurstøðu, at tað tí ikki ber til at skipa fyri árliga jólahaldinum og so slettisikki við so stuttum skotbrái, tí vit vilja ikki venda tvey ára gomlum á veg til jólahald í hurðini av tí at tey ikki hava fingið við, at tey skulu hava negativa koronaroynd.
Dansurin í Hornahúsunum verður sum ætlað, har luttakarar skulu hava koronapass.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól 🎄
 
Fyrst í komandi árið verður kunngjørt, hvussu verður við barnadansi í januar 2022.