Print
Nevndin hevur júst sent limunum limabræv (antin umvegis teldupost ella umvegis vanligt bræv). Týdningarmiklastu boðini í limabrævinum eru um ársveitsluna, ið verður 19. februar 2022 kl. 20:00 í Sjónleikarhúsinum.
Dansifelagið hevur 70 ára stovningardag í ár, og hetta verður eisini hátíðarhildið á ársveitsluni. Í hesum sambandi hava vit boðið umboðum fyri kommununa, fyri Sláið Ring og fyri Norðurlandahúsinum í veitsluna eins og vit hava boðið Eysturoyar dansifelagi og Vága dansifelagi í veitsluna sum gestir.
Vit heita í hesum sambandi á limir felagsins at melda seg til veitsluna sum skjótast við at skriva seg upp á listan leygardagin í Hornahúsunum ella siga Heina frá á 551313 í seinasta lagi mánadagin 14. februar. Gjaldið á kr. 250 fyri veitsluna kann antin flytast á konto felagsins 6460-150.899.9 ella rindast til Heina við uppmøting. Runtsivalsstríðið verður fyrsta kvæðið, sum kvøðið verður.

Korona

Í dansi og veitslu koma vit tætt uppá hvønn annan, og tí verður heitt verður á øll um at taka eina snarkanning við hús fyri at tryggja, at eingin er sjúkur við korona - tó skulu tey, ið hava havt korona seinastu 6 vikurnar áðrenn veitsluna, ikki kanna seg. Negativ kanning ella koronapass skal tó ikki vísast fyri at sleppa til veitsluna.
Vit gleða okkum til veitsluna, og vóna at limir felagsins møta fjølmentir at halda dagin saman ❤