Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.
Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.
Limabræv er júst sent limum felagsins.
Vegna almennu tilmælini, ið mæla frá tiltøkum fram til 17. januar, verður eingin dansur 15. januar 2021 - hvørki í Norðurlandahúsinum ella í Hornahúsunum. Vit byrja eftir ætlan aftur 22. januar.
Vegna smittustøðuna í Føroyum um jólini verður eingin dansur 8. januar 2021 - hvørki í Norðurlandahúsinum ella í Hornahúsunum. Vit byrja eftir ætlan aftur 15. januar.
Fríggjakvøldið 23. oktober kl. 21:00 verður árligi aðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum.
Fríggjakvøldið 9. oktober 2020 byrjar barnadansurin í Norðurlandahúsinum aftur. Tað eru Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið, ið í felag skipa fyri barnadansinum. Hetta er fyrsta dansikvøld í vetur, næstu ferð dansað verður er 23. oktober.
Fríggjakvøldið 26. oktober 2018, kl. 21:00 verður ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum. Skrá eftir viðtøkum felagsins.