Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.

Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.

Fríggjakvøldið 14. januar verður bæði barnadansur í Norðurlandahúsinum (kl. 20) og dansur í Hornahúsunum (kl. 22). Lesið nærri um koronafyrivarni niðanfyri.

Fríggjakvøldið 7. januar kl. 22:00 skipar Dansifelagið í Havn fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Vit hava ein drekkamunn kl. 22:00 og fara so upp á gólv stutt aftaná. Lesið koronafyrivarni niðanfyri!
Barnadansurin í Norðurlandahúsinum 7. januar er avlýstur
Barnadansurin og jólahaldið í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið eru AVLÝST

Fríggjakvøldið 19. nov. byrjar dansurin í Norðurlandahúsinum og í Hornahúsunum aftur. Luttakarar 12 ár og eldri skulu hava koronapass - og í Norðurlandahúsinum skal tað vísast.

Dansurin 12/11 er avlýstur vegna støðuna við koronusmittu - bæði í Norðurlandahúsinum og í Hornahúsunum. Ætlandi verður dansað aftur 19/11. Skráin sæst undir "skrá" her á síðuni,