Kvæðasavn

Báta táttur

Uppskrift: FK 225A, 36, pp. 162-166.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið leingi,
gjørd um bóndan av Upplondum
og aðrar reystar dreingir.

2. Gjørd um bóndan av Upplondum,
hans líka eg ikki finni,
so lystir honum at kapprógva,
sum leikar í streymi stinna.

3. Gjørd um bóndan á Upplondum,
hann vilja vit ikki happa,
Sperðilin hann á sundinum sprongdi,
við sínar forgyltu knappar.

4. Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í hav,
bóndin vekir upp kempur sínar,
hann ætlar sær út í hav.

5. Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í fjall,
bóndin vaknar av blundi upp,
hann fór í stóra hjall.

6. Bóndin vaknar av blundi upp
og mestur fellur í fátt:
»Undarligt hevur fyri mær borið
í alla hesa nátt.

7. Eg droymdi, at mín stóri Skrokkur
mól fyri mínum hondum,
so droymdi eg, at Silvurnálin
sigldi við silkibondum.

8. Eg droymdi, at mín góða skúta
var av kempum full,
so droymdi eg, at Silvurnálin
skein sum reyðargull.

9. Eg droymdi, at mín góða skúta
mundi eftir havinum dreya,
so droymdi eg, at Silvurnálin
skein sum gullið reyða.«

10. Bóndin biður sínar menn
ikki leingi bíða:
»Eg havi droymt ein dreym í nátt,
eg hugsi, vit koma at stríða.

11. Klæðið tykkum so snarliga
fyri uttan pjak,
eg havi droymt ein dreym í nátt,
betýðir eitt ódnartak.«

12. Seinast vakti hann ta sterku kempu,
hann bar gull til merki,
Haraldsskjold av Miklagarði,
Sjúrður og Virgar sterki.

13. Kempurnar vóru til ferðar búnar,
av so góðum treysti,
so tóku teir tann stóra Skrokk
og ryktu hann út úr neysti.

14. Tóku teir tann stóra Skrokk
líka fyri bakkan niður,
bóndin rópar á sínar menn:
»Slíkt eru kempusiðir.«

15. So løgdu teir frá landi út,
væl má mær ríman falla,
út undir tann stríða streym
og dikst undir Stóraskalla.

16. Svaraði kempan á stýriborðsbøgi,
glaður foruttan ekka:
»Vit skulu gera eitt ódnartak,
fyrr enn vit av skálum drekka.«

17. Svaraði bóndin av Upplondum,
hann uttan um seg lítur:
»Takið mær hesa Silvurnál,
frammi fyri bátinum flýtur!«

18. Allir løgdu árar í kav,
vørrir frá grunni bullu,
Skrokkur rendi eina langa leið,
teir kallaðu hann Kempurullu.

19. Bóndin biður sínar menn
leggja árar í kav:
»Takið mær Sperðilin nýgjørdan
og støkkið hann tvørtur av!«

20. Tað er henda Silvurnál,
heim ígjøgnum íðuna kemur,
hin veiki svør við sína trú,
hann ikki árina nemur.

21. Tað sótu tvær kempur á toftubekki,
tær mældu fyri sínum munni,
dumstrið hoyrdist í homrum upp,
tá vørrin veltist frá grunni.

22. Dumstrið hoyrdist í homrum upp,
tá ið vørrir veltust frá grunni,
bóndin rópar á sínar kempur:
»Nú hava vit leikin vunnið.«

23. Allir løgdu árar í kav,
tá mundi Skrokkur ganga,
heim ígjøgnum tann breiða barm
og dikst undir Boðatanga.

24. Tann rætta kempa sat aftur á læri,
hann hevði stýrið á Steppa,
bóndin tapti á Kunoyargalvi,
nevið sum framman á Freppa.

25. Seglini vóru av silkibondum,
togini av akurull,
kempan aftur á bakborðslæri,
eyguni glógva sum gull.

26. Tann fyrsti bátur, at landi legði,
tað var ein rættilig skúta,
eg gav honum eitt vakurt navn,
eg kalli hann Mariusúta.

27. Tann onnur skúta, at landi legði,
í Seyrvágum er hon smíðað,
eg gav henni eitt vakurt navn,
eg kalli hana Royndin fríða.

28. Tann triði bátur, at landi legði,
hann hevði so mikið mál,
eg gav honum eitt annað navn,
eg kallaði hann Silvurnál.

29. Tann fjórði bátur, at landi legði,
eg kallaði hann Askarremmu,
eingin leggur mið av honum,
ei heldur so fagra stemma.

30. Tann fimti bátur, at landi legði,
hann var undan Skarði,
høvdu tit hann á flógva møtt,
so høvdu tit verri farið.

31. Drógu teir bátin í neystið niðan
alt fyri uttan vanda,
hvar skulu slíkir pumpuringar
í roysnisverkum standa.

32. Drógu teir bát í neystið niðan
alt fyri uttan sorg,
glaður snúðist Ólavur bóndi
aftur í sína borg.

(c) Dansifelagið í Havn