Print

Kvæðasavn

Lokka táttur

Uppskrift: CCF 13D, 1, pp. 373-375, FK 15D, 6, pp. 30-37.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Risin og bóndin leikaðu leik,
risin vann og bóndin veik.

Hvat skal mær harpan undir mína hond,
vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.

2. »Eg havi lúkað treytir mín',
nú vil eg fáa sonin tín.

3. Eg vil hava sonin frá tær,
uttan tú goymir hann fyri mær.«

4. Bóndin heitir á sveinar tvá:
»Biðið Óðin fyri meg inngá.

5. Heitið á Óðin Æsakong,
tá man goymslan gerast long.

6. Eg vildi, mín Óðin væri til,
vita hvussu goymslan ganga vil.«

7. Áður enn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Óðin inn fyri borð.

8. »Hoyr tú Óðin, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.«

9. Óðin fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

10. Óðin biður vaksa brátt,
akurin upp á eini nátt.

11. Óðin biður vera svein
mitt í akri aksið eitt.

12. Mitt í akri aksið eitt,
mitt í aksi byggkorn eitt.

13. »Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín.

14. Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.«

15. Risin hevur hjarta hart sum horn,
ripar nú fangið fult við korn.

16. Ripar nú korn í fang á sær,
og bitran brand í hendi bar.

17. Og bitran brand í hendi bar,
hann ætlar at høgga sveinin har.

18. Tá var sveini komin til sút,
byggkorn kreyp úr neva út.

19. Tá var sveini komin til pína,
Óðin kallar hann til sín.

20. Óðin fór við sveini heim,
bóndi og brúður fagna teim.

21. »Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mín.«

22. Bóndin heitir á sveina tvá:
»Biðið Hønir fyri meg inngá.

23. Eg vildi, mín Hønir væri til,
vita, hvussu goymslan ganga vil.«

24. Áður enn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Hønir inn fyri borð.

25. »Hoyr tú Hønir, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.«

26. Hønir fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

27. Hønir gongur á grønari grund,
svanir sjey teir flugu um sund.

28. Fyri eystan flugu svanir tveir,
niður hjá Hønir settust teir.

29. Hønir biður nú vera svein
mitt í knokki fjøður ein'.

30. »Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín.

31. Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.«

32. Skrímslið loypur á grønari grund,
svanir sjey teir flugu um sund.

33. Risin fell tá á sítt knæ,
tann fremsta svanin fekk hann har.

34. Tann fremsta svanin hann av beit,
hálsin niður í herðar sleit.

35. Tá var sveini komin til sút,
fjøður smeyg av kjafti út.

36. Tá var sveini komin til pína,
Hønir kallaði hann til sín.

37. Hønir fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.

38. »Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mín.«

39. Bóndin heitir á sveinar tvá:
»Biðið Lokka fyri meg inngá.

40. Eg vildi mín Lokki væri til,
vita, hvussu goymslan ganga vil.«

41. Áður enn teir høvdu hálvtalað orð
tá var Lokki inn fyri borð.

42. »Tú veitst einki av mínari neyð,
Skrímslið ætlar mín sonar deyð.

43. Hoyr tú Lokki, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.

44. Goym hann væl, so sum tú kanst,
lat ikki Skrímslið fáa hann.«

45. »Skal eg goyma sonin tín,
tá mást tú lúka treytir mín'.

46. Tú skalt lata neystið gera,
meðan eg man burtur vera.

47. Víðan glugga sker tú á,
jarnkelvi legg tú har íhjá.«

48. Lokki fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

49. Lokki gongur eftir sandi,
sum skútan fleyt fyri landi.

50. Lokki rør á ygsta klakk,
so er í fornum frøði sagt.

51. Lokki hevur ei fleiri orð,
ongul og stein hann varpar fyri borð.

52. Ongul og steinur við grunni vóð,
snarliga hyggin hann flundru dró.

53. Dregur hann eina, dregur hann tvá,
hin triðja hon var svørt at sjá.

54. Lokki biður nú vera svein
mitt í rogni kornið eitt.

55. »Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín.

56. Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.«

57. Lokki rør nú aftur at landi,
risin stendur fyri honum á sandi.

58. Risin mælti so orðum brátt:
»Lokki, hvar hevur tú verið í nátt?«

59. »Lítla man eg hava ró,
flakkað og farið um allan sjó.«

60. Risin oman sín jarnnakka skjýtur,
Lokki rópar, at illa brýtur.

61. Lokki talar so fyri sær:
»Risin, lat meg fylgja tær.«

62. Risin tók sær stýri í hand,
Lokki rør nú út frá land.

63. Lokki rør við langa leið,
ikki vil jarnnakkin ganga úr stað.

64. Lokki svør við sína trú:
»Eg kann betur at stýra enn tú.«

65. Risin setist til árar at ró,
jarnnakkin fleyg um allan sjó.

66. Risin rør við langan favn,
næstum Lokka aftur í stavn.

67. Risin rør nú á ytsta klakk,
so er í fornum frøði sagt.

68. Risin hevur ei fleiri orð,
ongul og stein hann varpar fyri borð.

69. Ongul og steinur við grunni veður,
snarliga hyggin hann flundru dregur.

70. Dregur hann eina, dregur hann tvá,
hin triðja hon var svørt at sjá.

71. Lokki svør á sína list:
»Risin, gev mær henda fisk.«

72. Risin svaraði og segði nei:
»Nei, mín Lokki, tú fært hann ei.«

73. Hann setti fisk millum knía á sær,
taldi hvørt korn, í rogni var.

74. Taldi hvørt korn í rogni var,
hann ætlaði fanga sveinin har.

75. Tá var sveini komin til sút,
kornið kreyp úr neva út.

76. Tá var sveini komin til pína,
Lokki kallar hann til sín.

77. »Set teg niður fyri aftan meg,
lat ikki risan síggja teg.

78. Tú mást leypa so lættur á land,
ikki merkja spor í sand.«

79. Risin rør nú aftur til land,
beint ímóti hvítan sand.

80. Risin rør at landi tá,
Lokki snýr jarnnakka frá.

81. Risin skjýtur afturstavn á land,
sveinur loypur so lættur á land.

82. Risin sær seg upp á land,
sveinur stendur fyri honum á sand.

83. Sveinur leyp so lættur á land,
ikki merkti spor í sand.

84. Risin leyp so tungur á land
upp til knía niður í sand.

85. Sveinur leyp sum hann kundi betst,
leyp ígjøgnum faðirs neyst.

86. Hann leyp ígjøgnum faðirs neyst,
risin eftir við fullgott treyst.

87. Risin stóð í glugga fastur,
jarnkelvið í heysi brast.

88. Lokki var tá ikki seinur,
hjó av risanum annað beinið.

89. Risin heldur at tí gaman,
sárið grøddi snart til saman.

90. Lokki var tá ikki seinur,
hjó av risanum hitt annað beinið.

91. Hjó av honum hitt annað bein,
kastaði millum stokk og stein.

92. Sveinur hyggur á við gaman,
hvussu risin leyp bæði sundur og saman.

93. Lokki fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.

94. »Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymslan mín.

95. Nú er uppi goymslan mín,
eg havi lúkað treytir tínar.

96. Eg havi hildið trú fyri vist,
nú hevur risin lívið mist.«

(c) Dansifelagið í Havn