Print

Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1H, 1, pp. 191-214, FK 1H, 3, pp. 72-150.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú umrøða.

Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2. Sigmund so nevni eg
tann jalsins son,
tað var hin unga Hjørdis,
hon var hans kona.

3. So glaðiliga drekka teir
í ríkinum jól,
so týðuliga seta teir
sín teknarstól.

4. Ófriður gekk á
ta heilu høll,
so menniliga vardu teir
hin ríka kongins fjøll.

5. Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
hin ríka kongins lond.

6. Ófriður gekk á
hin ríka kongins lond,
leggja teir sínar bardagar
suður við sjóvarstrond.

7. Ríða teir í bardagar,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
bæði við sorg og mein.

8. Ríða teir í bardagar,
lata har sítt lív,
eftir livir Hjørdis,
Sigmundar vív.

9. Hjørdis akslar sær
kápu blá,
so gekk hon á vøllin fram,
sum Sigmundur lá.

10. »Ligg nú heilur Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgar tíð
komin at vitja tín.

11. Hoyr tú reysti Sigmundur,
søti mín,
er tað nakað grøðandi
sárini tíni?«

12. »Seint manst tú Hjørdis
fáa til tey ráð
at geva mær tey smyrslini,
sum grøða kunnu míni sár.

13. Hundings synir í randargný
skaðan gjørdu har,
eitur var í svørðinum
teir bóru móti mær.

14. Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt svørð tá
í tógva lutir gekk.

15. Tá ið eg fekk tað
annað sár,
illa neit at hjartanum,
tað hyggi at tí gár.

16. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera,
ungan son vit fá'.

17. Tað ið tú hevur í vón hjá tær,
tað er sveins barn,
tú føð tað væl við alvi upp,
tú gev tí Sjúrðar navn.

18. Av sonnum eg tað
sigi nú til tín:
hesin sami sonurin
skal hevna deyða mín.

19. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesa svørðslutir tvá.

20. Frænur heitir ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.

21. Eg kann ikki Hjørdis
longur tala við teg,
tí hetta man vera deyðastund,
ið komin er á meg.«

22. Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennar hirðkonur
tær stóðu henni hjá.

23. Allar hennar hirðkonur,
tær stóðu henni við,
tá ið frúgvin Hjørdis
fell í óvit niður.

24. Tað var tá sum oftum enn,
tað kom á so brátt:
kongin søkti helsótt
á teirri somu nátt.

25. Ikki kostaði Hjørdis
minni til enn tá,
børuna av reyðargulli
lat hon Sigmundi slá.

26. Børuna av reyðargulli
lat hon honum gera,
krossin av tí hvíta silvri
merki til at bera.

27. Eystantil undir heyginum,
ið dreingir reika á fold,
har gróvu teir tað ljósa lík
niður í døkka mold.

28. Eystantil undir heyginum,
ið dreingir reika at tala:
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara.

29. Grátandi fór nú Hjørdis,
í sínum sali at sitja,
Hjálprek kongur fyrstur var
ið frúnna mundi vitja.

30. Sigmundur kongurin
frá Hjørdisi gekk,
Hjálprek kongurin
frúnna aftur fekk.

31. Frúgvin lat seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at teirri stundini leið,
hon føðir ein svein so baldan.

32. Frúgvin lat seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundini leið,
hon føðir ein svein so fríðan.

33. Tað var tá sum ofta er enn,
at duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
hon føðir ein ungan svein.

34. Sveipar hon hann í klæði væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrð so bað hon nevna sær
hin gævuliga svein.

35. Hann voks upp í ríkinum
til gævuligan mann,
Hjálprek kongurin
fostraði hann.

36. Hann voks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
gjørdist hann í høggum tungur,
hann bardi kongins dreingir.

37. Hann var sær á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið kappin kjósa vildi.

38. Hann var sær á leikvøllum
burtur við aðrar sveinar,
hvørja ta tíð teir reiðir vóru,
stóð eitt stríð av meini.

39. Hann var sær á leikvøllum,
hann millum manna herjar,
rívur upp eikikelvi stór,
hann lemjir summar til heljar.

40. Niður setast sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at hevna,
enn berja os so stórum.«

41. Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyða,
hann sortnaði rætt sum mold.

42. Kastar hann svørð og herklæði,
hann listir ei longur at leika,
gongur so inn fyri móður sína
við reyðar kinnar og bleikar.

43. »Hoyr tað sæla móðir mín,
sig mær satt ífrá:
hvussu var hann at navni nevndur,
ið mín faðir vá?«

44. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá'.

45. Tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá',
tað verður ei, meðan tú livir,
tú sømdir av teim manst fá.«

46. Sjúrður svarar síni móður
alvæl sum hann kundi:
»Ofta hava vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

47. Hjørdis gongur at kistuni,
sum øll var í gulli drigin:
»Her sært tú tey herklæði,
sum tín var faðir í vigin.«

48. Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv goymdi gull og fæ,
tekur upp tað blóðigu skjúrtu,
og kastar honum á knæ.

49. Tekur hon teir svørðslutir,
Sjúrði hon teir fær:
»Hetta gav tín sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.

50. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
tær eitt annað javngott
svørð av teim at slá.

51. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú bera
hesar svørðslutir tvá.

52. Frænur heitir ormurin,
á Glitraheiði liggur:
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.

53. Gakk tú fram at fossinum,
kasta stein í á,
kjós tær hest til handar tann,
sum ikki víkur ífrá.«

54. Gekk hann sær at fossinum,
kastaði stein í á,
hann tók tann av hestunum,
sum ikki veik ífrá.

55. Hann var valdur í ríkinum,
av øllum var hann bestur,
síðan var hann kallaður,
Grani Sjúrðar hestur.

56. Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna

57. Tað var hin ungi Sjúrður
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði øllum,
og tók sær svørð í hond.

58. »Hoyr tað frægi Sjúrður,
tú ert so menskur ein mann,
hvørt stendur ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?«

59. »Hoyr tú tað nú Regin,
higar stendur mín ferð,
ger mær tað tú Regin smiður,
smíða mær nú eitt svørð.«

60. »Ver vælkomin, ungi Sjúrður
tú hevur verið mær kærur,
dvølst tú í ríkinum nakra tíð,
tú ver í nátt hjá mær.«

61. »Eg kann ikki, Regin smiður,
dvøljast her hjá tær,
Hjálprek kongur saknar meg
úr hásætinum hjá sær.

62. Smíða tú mær svørðið
virðuliga og væl,
bæði má eg vega við tí
jarn og so stál.

63. Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarn og so stein.«

64. Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tíggju næturnar,
hevði hann tað í gerð.

65. Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin aðra ferð.

66. Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.

67. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
og tók sær svørð í hond.

68. »Ver vælkomin Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugur og hjarta,
tú verður til víggja førur.

69. Smíðað havi eg tær svørð
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn og so stein.«

70. Sjúrður gongur at stórum stiðja,
royndi alv so fast,
sundur hans svørð tá
í tógva lutir brast.

71. »Deyða ert tú Regin,
av mær verð,
fyri tú vildi svíkja meg
í tíni vápnagerð.«

72. Báðar tekur hann svørðslutirnar,
kastar honum á knæ,
skalv tá Regin smiður
sum eitt liljublað.

73. Báðar legði hann svørðslutirnar
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin
sum á liljuvond.

74. »Smíða skalt tú annað svørð,
men smíðar tú tað svá,
vita skalt tú Regin,
lív skalt tú ei fá.

75. Svørðið skalt tú gera
so reiðuliga hart,
bæði skal eg vega við tí
stál og so jarn.«

76. »Smíði eg tær annað svørð
og verður tað ei svá,
hjartað úr orminum,
tað leggi eg treytir á.

77. Hoyr tað, ungi Sjúrður,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum,
tað vil eg hava í verð.«

78. Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.

79. Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin aftur á ferð.

80. Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
Síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.

81. Tað var hin ungi Sjúrður,
reið fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði
og tók sær svørð í hond.

82. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð.«

83. Sjúrður gongur at stiðjanum,
høggur alt við fart,
hvørki mátti røkka, ei støkka,
so var svørðið hart.

84. So høggur hann Sjúrður
fastliga til,
sundur kleyv hann stiðjan
og stabban við.

85. Tað rennur ein á frá kelduni upp,
onnur skamt ífrá,
Gramm kallar hann svørðið,
á hallargólvi lá.

86. »Hoyr tað frægi Sjúrður
tú far og kann um vív,
fyri tílíkan høvdinga
vildi eg latið lív.«

87. »Hoyr tú tað nú Regin,
hetta sigur tú mær,
men annað býr í hjartanum,
Regin smiður, á tær.«

88. »Inn tað, frægi Sjúrður,
siga skalt tú mær,
nær tú ríður á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær.«

89. »Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at finna,
síðan ríði eg á Glitraheiði,
men tað fýsir meg minna.

90. Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at fella,
so fari eg á Glitraheiði,
tí mær man einki bella.«

91. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
ei skortar honum eyð,
reið hann tá í randargný,
hann hevndi sín faðirs deyða.

92. Allar vá hann Hundings synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund í ríkinum var,
hann reið á Glitraheiði.

93. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
ríður fram yvir skóg,
møtti honum gamalur maður,
hann settist niður á lón.

94. Har kom maður á vøllin fram,
eingin ið hann kendi,
eyga hevði eitt í heysi,
finskan boga í hendi.

95. »Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú ert so reystur ein mann,
hvørt stendur nú ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?«

96. »Eg reið fyrst í randargný
teir Hundings synir at finna,
nú ríði eg á Glitraheiði,
roysnisverk at vinna.«

97. »Hoyr tú reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær,
hvør er hesin vesæli maður,
í fylgi er við tær?«

98. »Regin smiður kallast hann,
ormsins bróðir hann er,
tí havi eg hann við mær
á hesi míni ferð.«

99. »Hvør bað teg grava
hesar gravir tvær?
deyðan man hin sami maður
hava ætlað tær.«

100. »Regin legði mær ráðini
at grava gravir tvær,
tí hann er mín vinmaður
við mær á hesari ferð.«

101. »Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær,
hann er vesti svíkjari
og deyða vil hann teg.

102. Væl mást tú Sjúrður
akta har uppá
at tú ikki deyðan skalt
at hesum ormi fá.

103. Grava tú ta triðju,
tú grava hana skamt ífrá,
ein mun av eitrinum
lívir hon tær tá.

104. Grava tú enn ta fjórðu,
har longur fram,
upp úr grøvini
skalt tú vega hann.

105. Grava skalt tú ta fjórðu,
tú grava hana har íhjá,
síðan skalt tú Sjúrður,
á jørðini stá.«

106. Ormur er skriðin av gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður setist á Grana bak,
hann býr seg til at ríða.

107. Ormur er skriðin av gullinum,
tykist hava grið,
Sjúrður trívur um benjarkolv,
hann býr sítt svørð nú til.

108. Tríati favnar var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru hans bæði bøksl,
men búkur á homrum lá.

109. Uppi vóru hans bæði bøksl,
men búkur á homrum lá,
tað var hin reysti Sjúrður,
hann sínum svørði brá.

110. Sjúrður gav so vænt eitt høgg,
tað øllum tókti undur,
tá skalv bæði leyv og lund
og allar vørildar grundir.

111. Tá skalv bæði leyv og lund
og allar vørildar grundir,
Sjúrður brá sínum bitra brandi,
hjó hann um miðju sundur.

112. Tað spurdi ormurin,
tá ið hann í brotum lá:
»Hvør er hin hugdjarvi,
ið høgga torir svá?«

113. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
kona hans var hon.«

114. »Hoyr tú tað nú Sjúrður,
hvat eg tali til tín:
hvør fylgdi tær ta longu leið
higar nú til mín?«

115. »Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er hin vesti svíkjari,
deyða vildi hann teg.«

116. Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
»Drepa skalt tú Regin smið,
tóat hann er mín bróðir.

117. Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vegið meg,
hann er vesti svíkjari,
deyða vil hann teg.«

118. Tað var Regin smiður,
talaði so fyri sær:
»Fái eg nú Sjúrður
tað ið tú lovaði mær?«

119. Sjúrður stakk til hjartað,
tó vegurin var trangur,
steikti hann tað á teini,
ið tríati alin var langur.

120. Sjúrður gjørdist á hendi heitur,
hann brá sær í munn,
fuglar og so alskyns djór
vóru honum á máli kunn.

121. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sitja í eik:
»Sjálvur skalt tú Sjúrður
eta av tíni steik.«

122. Sjúrður steikti hjartað
og tað av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð.

123. Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár
í spori sum hann stóð.

124. Tað var hin ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundur í luti tvá.

125. Mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

126. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
hann bindur upp á Grana bak
gullkistur tólv.

127. Tólv gullkistur legði hann
hvørjumegin klakk,
sjálvur settist hann omaná,
so er mær frásagt.

128. Síðan settist Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk um lyngheiðir,
og reiður var hann tá.

129. Hesturin rennur í oyðumørk,
leiðin var honum ei kunnig,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir so køldum runni.

130. So treður hann Grani
grót rætt sum vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
á ríka kongins høll.

131. Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp annan tátt,
og víðari leggja í minni

II. Brynhildar táttur

1. Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd er í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað brast í Buðlans tíð.

Grani bar gullið av heiði,
Grani bar gull av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2. Í fornum døgum kongur ráddi,
Buðla skulum vær nevna,
átti sær so væna dóttur,
borin til gott at evna

3. Kongur ræður fyri langari lund,
bjarti Buðli kallast,
tívin telur málm og ring
við sínar hirðir allar.

4. Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna líð,
kallast Brynhild Buðla dóttir,
tað hitt væna vív.

5. Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna lund,
kallast Brynhild Buðla dóttir,
tað inniliga sprund.

6. Brynhild situr á Hildarfjalli
hon er dóttir Buðla,
teir søgdu so frá í bragdar tátti,
ljós fann av henni skugga.

7. Brynhild situr á Hildarfjalli,
mitt í faðir síns veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað var sum at líta at eldi.

8. Brynhild situr í stólinum,
kembur hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.

9. Brynhild situr í salinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðla dóttir
vera javnlíka sín.

10. Hana bóðu mangir menn,
konga synir og jalla,
Brynhild var so biðlavond,
hon segði teir burtur allar.

11. Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann í høgaloft
fyri dóttur sína inn.

12. »Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
at tú noktast hvørjum manni,
ið tær býðst til handa.

13. Hvør leingi vilt tú, dóttir mín,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvønn at eiga,
higar kemur í borg?«

14. »Tegið, tegið, faðir mín,
tær talið ikki svá:
ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá.

15. Ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá,
eystan fyri londini,
har stendur mín hugur á.

16. Sjúrður heitir sami maður
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar hann í heim.«

17. »Undarliga hevur tú
tær ástir við tær lagt,
at tú unnar mannin tann,
ið tú hevur ikki sætt.«

18. »Tað hava mær nornir skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur unti eg Sjúrð,
eg ei við eygum hann sá.«

19. Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur mjøðin reina:
»Hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins sveinar?

20. Hoyr tað mín sæla dóttir,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn?«

21. »Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn,
tí hann fellir heidningar
hundrað um í senn.

22. Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins garpar,
saðil hans og brynja hans,
tey glógva sum gullið bjarta.

23. Hoyrt havi eg frásagt
snildu hans og bragdi,
tá ið hann tann frænarorm
við svørðinum niður lagdi.

24. Hoyrt eg havi frá tí sagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vann tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

25. Tá ið hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá.

26. Sjúrður vá tann frænarorm,
tí er hann so ríkur,
eingin maður á Húnalondum
honum kann vera líkur.«

27. »Hoyr tað mín sæla dóttir,
legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulum tann mikla mann
av sínum landi fá.«

28. »Tú skalt lata mær salin
í oyðum mørkum gera,
við so lítlari tænastu
skal eg harinni vera.

29. Tú skalt seta mær gullstólin
í oyðumørk at stá,
sum teir kunna dvørgar tveir
best við rúnum slá.

30. Sum teir kunna dvørgar tveir
best við rúnum slá,
bæði við royk og váðaloga,
sum salinum brennur á.

31. Hesin sami váðalogi,
hann man meg so verja,
eingin uttan Sjúrður frægi
har torir á at herja.«

32. Hann lat henni salin tann
í oyðumørk so gera,
við so lítlari tænastu
hon skuldi harí vera.

33. Hann lat henni salin tann
í oyðum mørkum slá
bæði við royk og reyðan loga,
sum salinum brennur á.

34. Og so miklan váðaloga
lat hann harum vera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera,

35. Og so miklan váðaloga
lat hann harum slá,
ikki máttu dvørgarnir
við svikunum ná.

36. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongsins høll.

37. Árla var um morgunin,
sólin brágar í brún,
ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún.

38. Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún,
Brynhild situr í stólinum
hon ber gull á brún.

39. Buðli kongur í salin gongur
biður frúgv við svari:
»Komin er hann Gunnar kongur
niðan úr Júka garði.

40. Hoyr tú Brynhild, dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja.«

41. Buðli kongur á gólvi stendur,
stiðjar seg við borð,
Brynhild unga, dóttir hans,
hon talar ikki eitt orð.

42. Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlans borg,
hon gongur á Hildarheyg.

43. Grímur og Høgni Júkason,
teir møttust á grønum vølli,
moyar hvukku í Hildarsali,
tá skelvur høga Buðlans høll.

44. Grímur og Høgni Júkason,
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga,
mitt í faðirs síns landi.

45. Settist aftur í gyltan stól,
hon smílist undir lín:
»Hvør, ið heldur á váðalogan,
hann skal vera mín.«

46. Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrð av øðrum londum
sær til sorgar tíð.

47. Sjúrður vaknar árla morgun,
telur frá sínum dreymi,
so var hann í víggi førur,
sum áin rennur í streymi

48. »Meg droymdi, at Grani
í reyðum loga stóði
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið blóð.

49. Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
eg spardi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum vølli
so mikil rann mannadroyri.

50. Meg droymdi, tað brast lindin mín,
gull og búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á gyltum hjálmi smelti.«

51. Sjúrður klæðist árla morgun
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
og mangt var hann har vís.

52. Tað søgdu honum ígðurnar,
uppi sitja í lund:
»Væn er Brynhild Buðla dóttir,
hon stundar á tín fund.«

53. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
»Væn er Brynhild Buðla dóttir,
hon væntar á tín leik.«

54. So frætti tað Sjúrður
eystur í sítt land:
»Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er biðlavond.«

55. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar til Víggrím Gunnarsson:
»Tú saðla mær hestin fríða.«

56. Út var loystur gangarin,
ið Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á meðal síðu.

57. Út var leiddur gangarin
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

58. Gullbúnar handskarnar
dregur hann sær á hand,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram.

59. So reið Sjúrður Sigmundarson,
víðan vegin fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

60. Tólv gullringar
hevði hann haríhjá,
drotningaringin reyða
setti hann omaná.

61. Tólv gullringar
dregur hann sær á hand,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongsins land.

62. So gongur hann Grani
á gróti sum á vøll,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongsins høll.

63. So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongsins land.

64. Hann reið sær so niðarlaga
við Júka gørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

65. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

66. Við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann,
tí hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.

67. Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,
kinnar ber hann so baldar:
»Eg visti tað onga kvinnu vera,
mín gangara tordi at halda.«

68. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg.«

69. »Eg steðgi ikki mínari ferð,
alt meðan mín gangari rennur,
eg fari mær á heygin fram,
sum váðalogin brennur.

70. Eg steðgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heygin fram
at skoða tað væna sprund.«

71. Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram,
enn váðalogan at síggja.

72. Merkismaður orðum talar,
tungan mælir at inna:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrú vinna.«

73. Grímur ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so balda,
hann vendi sínum hesti frá,
tá ið hann skuldi í bálið halda.

74. Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Eg beri tað merki í mín skjold,
eg skal nú harí ríða.«

75. Eingin reið á Brynhildar heyg
uttan Sjúrður snari,
gekk um royk og váðaloga
hann og hestur hans Grani.

76. So stígur hann Grani
á foldina fast,
innarlaga við heygsdyr
tá hóvsporið brast.

77. So stígur hann Grani
drýstuliga fram,
heitur var tá eldurin,
ið Sjúrði um lendar brann.

78. Sjúrður kvittar á Brynhildar heyg,
sum eingin tordi fyrr,
við sínum svørðinum
kleyv hann heygsdyr.

79. Og við sínum svørðinum
kleyv hann lokur frá,
sá hann hvar tað væna vív
í herklæðum lá.

80. Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann hvar tað væna vív
eina í seingini liggur.

81. Hann sá hvar hitt væna vív
í herklæðum svav,
hevði hann upp sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.

82. Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,
hon hyggin um seg leit:
»Hvør átti henda bitra brand,
ið brynju av mær beit?«

83. Upp vaknar hon Brynhild,
víða um seg sær:
»Hvør er sá hin djarvi drongur,
ið sprettir brynju av mær?«

84. »Sjúrð skalt tú nevna meg
Sigmundar svein,
tað var drotning Hjørdis,
hon bar meg í heim.

85. Riðin eri eg av øðrum londum
higar nú til tín,
Sjúrður heiti eg Sigmundarson,
veldiga søta mín.«

86. Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
»Ver vælkomin av øðrum londum
higar nú til mín.

87. Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvør vísti tær leið
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?«

88. »Tað søgdu mær fuglar tveir
gjøgnum grøna lund:
væn er Brynhild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund.

89. Tað søgdu mær fuglar tveir
har á mínari leið:
væn er Brynhild Buðladóttir,
tí eg higar reið.«

90. »Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
ver nú ei so bráður,
gakk tær fyrst í faðir míns garð
og tak at honum ráð.«

91. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
bæði var vænur og vitur:
»Tú hevur so lítil góðráðini
at faðir tínum tikið.

92. Tú hevur so leingi Brynhild
stundað á mítt mál,
eg fari ikki til faðir tín
at taka av honum ráð.«

93. Hann legði sínar ástir saman
við tað mentar sprund,
tá var Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

94. Blíður legði hann armarnar
yvir Brynhildar háls,
eg svørji tann eið á míni trú,
har býr ikki undir fals.

95. Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
»Hetta skal vera tað fyrsta
várt elskógar band.«

96. Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drotningaring.

97. Tólv gullringar
setti hann henni á arm:
»Hetta skal vera tað annað
várt elskógar band.«

98. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei fíggjar,
bindur upp í Brynhildar flættu
gullringarnar tríggjar.

99. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ikki eyð,
hann var sær í moyarsali
mánarnar sjey.

100. »Brynhild, tak mær saðil og boksl,
ring og brynju síða,
eg havi lítil ørindi
burt annanstað at ríða.«

101. »Sit tú heldur her við frið
og leika við mær í talvi,
Júki kongur dóttur eigir,
so sterk við trølskum alvi.

102. Tú manst verða av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú manst eignast Guðrunu,
mín manst tú ikki njóta.«

103. »Tað tykir mær undarligt
slíkt skal meg ikki henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tær Brynhild venda.«

104. Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
»Júki kongur dóttur eigir,
við ástir man teg tøla.

105. Hoyr tú tað nú Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
ríð tú ikki til Grimhild,
tí hon er av svikum full.«

106. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl.«

107. Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við.

108. Bæði heil og happadrúgv
skiljast vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni.«

109. Til tess svaraði Sjúrður,
hin gævuligi drongur:
»Aldri tú, mín veldiga søta,
mær úr huga gongur.«

110. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt seg í saðilboga,
hann kysti frúnna Brynhild
fast av heilum huga.

111. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kom har ríðandi í garð,
úti sjálvur Buðli kongur
fyri honum var.

112. »Ver vælkomin Sjúrður
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.«

113. »Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
gev mær ungu Brynhild,
onkadóttur tína.«

114. »Ver vælkomin Sjúrður,
tú tarft ei boðini senda,
fullvæl eg tíni forløg veit,
hvør tær skal ganga til enda.

115. Tú manst verða av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú manst eignast Guðrunu,
og Brynhild ikki njóta.

116. Hevur tú Brynhild lovað trú,
væl manst tú vilja halda
Guðrun blandar valmanna drykk,
tað man sútir valda.«

117. »Undarlig eru tey orðini,
tað man meg ei henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tíni Brynhild venda.«

118. Tí svaraði Buðli kongur,
tekur um hjarta at køla:
»Júki kongur dóttur eigur,
við ástum man teg tøla.«

119. »Tað tykir mær undarligt,
og ei man tað meg ná,
at eg skal mínar ástir
frá tíni Brynhild slá.«

120. »Hoyr tú tað nú Sjúrður,
ger tær ei ta skomm,
ríð tær ikki so niðarlaga
hjá Júkagørðum fram.

121. Ríð tú ikki so niðarlaga
við Júkagarðar fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

122. Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram.

123. Gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram,
tí hon sær ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.«

124. Hann fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl.«

125. Sjúrður reið á skógin burt,
alt fyri uttan váða,
hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar.

126. Hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar,
eldin goysti, eitur spýði,
tá stóð lív í váða.

127. Sjúrður situr á Grana baki
hann tykist ei leið at finna,
Grani bæði beit og sló,
hann leitst til ymsa kinnar.

128. Hestin vilti hon undir honum,
hann mátti ei finna leið,
síðan mátti Sjúrður venda
til Júkagarðar heim.

129. Burtur hvarv hitt illa djór,
burt úr Sjúrðar eygum,
sá hann hvar ið Grimhild sat,
væl løgd við bondum beygum.

130. Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

131. Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

132. »Sjúrður, steðga tíni ferð
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg.

133. Væn er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
rósur og so liljur,
tær lýsa av hennara kinn.«

134. »Væn er Guðrun dóttir tín,
tað er tær væl betri,
hon er ikki meira Brynhild lík,
enn summar líkist vetri.«

135. »Gakk tú nú í høllina inn,
fátt verði tær á vási,
tú drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási.«

136. Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki bláum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum smáum.

137. Tað var Grimhild Júka drotning,
hon talar til dóttur sína:
»Gakk tú tær í kjallara,
tú blanda mjøð og vín.

138. Gakk tú tær í kjallaran,
og blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat tú har útí.«

139. Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar so snjalla:
»Hava tað ið annar eigir,
tað man lukkast valla.

140. Nógvir eru í várum londum
kongasynir og jalla,
girnast tann, ið onnur eigir,
tað man lukkast valla.«

141. Hon hevði upp sína høgru hond,
gav Guðrunu høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

142. »Tig tú Guðrun dóttir mín,
mangt má smæðin lissa,
betri var tó sjálv at biðja,
enn góðan mann at missa.«

143. Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat hon har útí.

144. Alt so mikið óminni
lat hon har útí,
bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.

145. Drekka for so dýran dramm,
drakk av horninum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann hann eingin.

146. Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt
og brúður úr buðlungs hjarta.

147. Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi hann aftur ker,
hann mintist ei á frú Brynhild
og ikki hvar hann er.

148. Guðrun drakk tá afturímót
til tann dreingin mæta,
Sjúrði kom einki annað í hug
enn Guðrunu vil hann hava.

149. Tað er vonda frú Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
»Gakk tú tær í skemmu inn
og reið fyri gesti tínum.«

150. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók sær frú at festa,
snarliga lat til brúdleyps ætla,
hann lat ikki leingi fresta.

151. Drukkið var teirra brúdleypið
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.

152. Fimti vóru voksljós brend
fyri teim vønu eingjum,
kongurin og hirðin øll
fylgdu teim at seingjum.

153. Sjúrður gekk í skemmu upp,
til Guðrunar vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ilt í sinni.

154. Brynhild gekk av Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðrunu,
men Sjúrður misti lív.

155. Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinni man fljóta:
»Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta.«

156. Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
»At hava tann, ið onnur ár,
tað skal lukkast valla.«

157. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru fljóð.

158. Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru vív.

159. Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin sjúka.

160. Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin tunga.

161. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
hvør er snótin stríð:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei eignast so vænt eitt vív?«

162. Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
ei hon vildi nýta tað vatn,
sum rann av Brynhildar hári.

163. Hon gekk sær í ánna út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon átti tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.

164. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann harður,
tí hon átti Sjúrð svein,
sum høvur yvir allar bar.

165. »Henda sama reyða ring,
tú sært á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann eg í stríði tínum.«

166. Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
av so tungum stríði:
»Fyri títt orð skal Sjúrður doya,
um eg verði á lívi.

167. Tað at tú neytst tann mikla kappa,
tað var ei mítt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áður enn tú hann sá.«

168. »Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlans frama,
ríkum kongi tú gavst teg í vold
og nú havi eg tann sama.«

169. »Tú tarft ikki falssnóta
brigda mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doya,
um eg liva má.«

170. »Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
sá er eingin í Júkagørðum,
ið ræður um Sjúrðar lív.«

171. Syrgjandi gekk frú Brynhild
í sín sal at sitja,
Gunnar kongur frægur og fúsur
hennar reið at vitja.

172. Brynhild gekk til seingina
á teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrði
so vonda eina stund

173. Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
hitt inniliga sprund.

174. »Tað er eingin hunskur riddari,
ið gjørt hevur sum tú,
tú hevur svikið fljóðið tað,
tú fyrstur lovaði trú.«

175. »Hoyr tað mín hin veldiga søta
kenn mær einki um,
vendur var mær hugurin
frá hesum ástum tínum.«

176. Tað fyrsta Brynhild mundi
Sjúrð við eygum sjá,
tá mundi tað væna vív
eina unga dóttur fá.

177. Til tess svaraði Brynhild
fyrst á orði tá:
»Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá.«

178. Tóku Áslu Sjúrðardóttur,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana londum frá.

179. Mangur hevur høttur notið
fyri fagurt vív,
nú er komið at evstu stund,
at Sjúrður missir lív.

180. Sjúrður var ein avrekskappi,
hann brá sítt svørð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyða,
sum tær skulu fáa at hoyra.

181. Brynhild situr í sínum sali
við so tungum móði,
hvørki mátti mæla ella sitja
hitt inniliga fljóðið.

182. Gunnar gekk í høllina inn
við hvøssum slíðraspjóti:
»Hann skal harðan deyða tola,
ið tær hevur gjørt ímóti.«

183. »Tað var hon Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevur tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.«

184. Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð fyri stokki,
ippist nú ráð at illari dáð,
so kaldur er kvinnu tokki.

185. »Ei fært tú nakað indi av mær,
ei tarft tú tað trá,
fyrr tú hevur tann Sjúrð svein
tikið burt londum frá.«

186. »Hoyr tað mín hin veldiga søta,
tí vil eg einki trúgva,
at tú vilt honum Sjúrði unga
svik til handar snúgva.«

187. Gunnar so til orða tekur:
nú man tað so vera.
»Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera.«

188. »Ei fært tú nakað indi av mær,
ei tarft tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta.«

189. »Hoyr tað mín hin veldiga søta
tú elvir mær miklan vanda,
hvussu skal eg Sjúrð av lívi fá,
sum einki svørð kann granda.«

190. Tí svaraði Høgni Júkason,
hann gjørdist í kinnum bleikur:
»Tað eru fullir fimtan vetur,
síðan vær fremdum leik.«

191. Brynhild setist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Júkungar
burt á skógin ríða.

192. Brynhild situr í stólinum,
spælir við gyltum knívi:
»Tit komið ei aftur í mína høll,
meðan Sjúrður er á lívi.

193. »Hoyr tað Brynhild Buðladóttir,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulum Sjúrð hin unga
av sínum lívi fá.«

194. »Tit gevið Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burt
alt fyri uttan ekka.«

195. »Tú bið hann býta saðil,
tú bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat sum tú kanst best.«

196. Sjúrður gongur í høllina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðladóttir
fyri í stólinum situr.

197. Sjúrður stendur á hallargólvi
við gyltan skjøld í hendi,
Brynhild unga Buðladóttir
eyguni frá honum vendi.

198. Sjúrður so til orða tekur,
kappin tann hin reysti:
»Tá ið eg komi av skógi heim,
tá skal eg teg festa.«

199. Til tess svaraði Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
»Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í eini høll.

200. Svaraði Brynhild Buðladóttir,
sorg um hjarta ber:
»Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú festir ikki meg.«

201. Tá var rómur í buðlungs høll,
sveinar ríða út.
Brynhild sat eftir í gyltum stóli,
hon fellir tár á dúk.

202. Buðli kongur til orða tekur
bæði av móði og ekka:
»Fáið Sjúrði hjálm og svørð
og hornið úr at drekka.

203. »Eingin unnar so øðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heiminum byggja.«

204. Tí svaraði Buðli kongur,
hann heldur á ringinum reyða:
»Hoyr tað Brynhild dóttir mín,
hví elvir tú Sjúrði deyða?

205. Minnist tú Brynhild dóttir mín,
minnist tú ta tíð,
drótt tú Sjúrð av Norðlondum
ígjøgnum grøna líð.

206. Minnist tú tað Brynhild,
sæla dóttir mín,
tú drótt Sjúrð av Norðlondum
á Hildarheyg til tín.«

207. Buðli kongur av sali gongur
henda morgun snimma,
eftir situr Brynhild
við hond upp undir kinni.

208. Ríða teir á skógin burt,
Sjúrður í teirri ferð,
hann visti ei av svikunum
teir høvdu í ráðagerð.

209. Brynhild stendur í høllini,
sær hon út so víða,
Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
fyri Júkungunum ríður.

210. Brynhild settist í gyltan stól,
av so miklari pínu,
møðig fellir hon tárini
á báðar armar sínar.

211. Brynhild grætur møðiliga,
tað hitt væna vív:
»Far væl Sjúrður Sigmundarson,
eg síggi teg ei á lívi.«

212. Ríða teir í skógin burt,
glaðir fyri uttan ekka,
teir góvu Sjúrði salta krás,
og hartil einki drekka.

213. Drekka teir úr sínum horni
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar horn
heima á Júka lofti.

214. Drekka teir úr sínum horni
alt fyri uttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú listir hann at drekka.

215. Drekka teir úr sínum horni,
glaðir fyri uttan sút,
Sjúrður loysir hjálmabond,
hann stígur úr saðli út.

216. Sjúrður sá ikki svikara vón,
hann steig úr saðli út,
skundaði sær at kelduni,
glaður fyri uttan sút.

217. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

218. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

219. Høgni stakk og Gunnar hjó
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikið níðingsverk,
teir tóku hann Sjúrð av lívi.

220. Høgni stakk og Gunnar hjó
mest av Brynhildar ráðum,
hevði hann vitað av svikum fyrr,
maður var hann fyri báðum.

221. Tungan tók at mæla
bæði av ilsku og reiði:
»Hevði eg vitað av svikum fyrr
maður var eg fyri fleiri.«

222. Tungan tók at mæla,
har hann lá á vølli:
»Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri øllum.«

223. Teir skiftu síni klæðini,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

224. Ikki vildi Grani ganga
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snari Sjúrður
honum á herðar neig

225. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
førdu hann heim á skildi,
tað hevur so mangur latið lív
helst av kvinnu veldi.

226. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður hon vaknaði,
fyrr enn blóð um beðin fleyt.

227. Visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á beði lá,
tað var ei so undarligt,
við sorg hon í tað sá.

228. Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
hon lat so orðum fara:
»Síðst mundi eg Gunnar kongur
svikini av tær vara.«

229. Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá.

230. Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tekur til orða svá:
»Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um eg liva má.«

231. Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakkinum reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.

232. »Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða.«

233. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði á lívi.«

234. Brynhild hevði manga nátt
sovið á Sjúrðar armi,
nú hevði hon hans deyða volt,
kyk springur hon av harmi.

235. Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður lat sítt lív,
tað man merkjast á ástini,
at Brynhild hon var fríð.

236. Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

237. Tað er satt sum talað er,
at mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

238. Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.

III. Høgna táttur

1. Guðrun situr í Júkagørðum,
sorgina ber so tunga,
hon lovast ongum edilingi
eftir Sjúrð hin unga:

Grani bar gullið av heiði o.s.fr.

2. Guðrun situr í Júkagørðum
við trega og tungum meini,
hon lovast ongum edilingi
eftir tann Sjúrð svein.

3. Artala gongur í høllini,
biður saðla sær hest:
nú skal ríða í Júka garðar,
frú Guðrunu at festa

4. Árla var um morgunin,
sólin roðar á tanga,
síggja teir ein so miklan kappa
at borgararmi ganga.

5. Guðrun situr yvir breiða borði,
kom henni mangt í huga,
teir gingu bæði út og inn,
hendan kappa at skoða.

6. Guðrun so til orða tekur,
skortar hon ei fíggjar:
»Eg skal mær av høllini út
henda kappa at síggja.«

7. Guðrun gekk av høllini út
við so nýtum orðum:
»Tað glógvar so gull á hesum kappa,
sum Sjúrður reið í forðum.«

8. Artala gongur í høllina inn,
hann bæði er vænur og vitur,
sum hon Guðrun Júka dóttir
yvir breiða borði situr.

9. Guðrun so til orða tekur:
tað er ei at dylja:
»Hvat eru tíni ørindi,
hvat tykist tú vilja?«

10. Artala so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
»Tað eru míni ørindi,
Guðrun, tín at biðja.«

11. Guðrun situr yvir breiða borði,
glógvar í gulli reyða:
»Eg lovist ongum edilingi
eftir Sjúrðar deyða.«

12. Artala stendur á hallargólvi,
hann er nýtur drongur:
»Siga skalt tú mær nei ella ja,
eg spyrji teg ikki longur.«

13. Leingi sat Guðrun Júkadóttir,
hugsaði um tað tá,
hon hevði lovað hevna Sjúrð,
so leingi hon liva má.

14. Guðrun so til orða tekur,
tikin til góðar at evna:
»Hvussu heitir tú kappin reysti,
hvussu skal eg teg nevna?«

15. Tí svaraði Artala,
ið gull bar sær á hond:
»Tú skalt nevna meg Artala kong,
ið ræður fyri Húnalondum.«

16. Guðrun steig upp skundiliga,
hon rætti fram ljósa hond:
»Gjarna fylgi eg Artala kongi
aftur á Húnalond.«

17. Guðrun steig upp skundiliga,
hon rættir hond yvir borð,
fagurt var at lýða
á teirra festnarorð.

18. Artala kongur í Húnalandi,
sigist í bragda tátti,
festi frúnna Guðrunu,
ið Sjúrður frægi átti.

19. Artala klæðist árla morgun,
hann gull ber sær á hand,
førir hann frúnna Guðrunu
við sær á Húnalond.

20. Artala klæðist árla morgun,
so er greint fyri mær,
og hana frú Guðrunu
hann førir í høll við sær.

21. Livdu saman í ríkinum
alt fyri uttan mein,
áttu børn, ólu av sær
unga sonin ein.

22. Guðrun var leingi á Húnalandi,
kinn bar hon so reyða,
nú leggur hon ráðini upp
at hevna Sjúrðar deyða.

23. Tað er hon Guðrun Júkadóttir
letur blanda vín,
Høgna og Gunnar og øllum brøðrum
býður hon heim til sín.

24. Artala kongur í Húnalandi
kátan mjøðin blandar,
býður hann øllum Júkabrøðrum,
teim stendur nú lív í vanda.

25. Gunnar gongur í høllina inn,
man so orðum stýra:
»Nú skulum vær til Húnalands
Júkagarpar fýra.«

26. Svaraði Grimhild móðir hans:
»Mær tykir tað eingin tattur,
at tit ríðið á Húnaland,
ið eingin kemur aftur.«

27. Tí svaraði Gunnar kongur,
tekur til orða svá:
»Tó skulum vær á Húnaland,
tað standist hvat av ið má.

28. »Meðan tú fert á Húnaland
at drekka mjøð og vín,
Gíslar og Hjarnar vera eftir
báðir hjá móður síni.«

29. Gíslar og hann Hjarnar,
Júkungarnir báðir,
ríða teir til Húnalands
móti móður ráði.

30. Gíslar og hann Hjarnar,
Júkungarnir tveir,
ríða teir á Húnaland —
fátt kann forða feigum.

31. Upp stóð Grimhild drotningin,
hin svinna og hin sæla:
»Kvittar tú á Húnaland,
lat meg fylgja tær.«

32. »Eg kann ei síggja, móðir mín,
at tíni eygun gráta,
báran brýtur á blómukinn,
tað kann eg ikki sjá.«

33. Svaraði Grimhild drotningin
í fyrsta orði tá:
»Tak tú hetta rúnarkelvið
og passa væl uppá.

34. Tak tú hetta rúnarkelvið
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.«

35. Sólin skín á heiðina,
hon skyggir á skjøldin fríða,
so var sagt, at Høgni kongur
skuldi undan ríða.

36. Tað er Høgni Júkason,
hann ríður seg fram við strond,
møtir hann eini sævarkvinnu
á teim hvítu sondum.

37. »Heil og sæl, tú sævarkvinna,
sig mær av tí satt:
eg ríði nú á Húnaland,
komi eg heilur aftur?«

38. »Hoyr tað, Høgni Júkason,
eg sigi tær av tí satt:
ríður tú á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.

39. Hoyr tað Høgni Júkason,
eg sigi tær døpur mein:
um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú heim.«

40. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hjó hann hesa sævarkvinnu
sundur í lutir tvá.

41. Tekur hann hennar blóðiga høvur,
kastar út á sund;
kroppin skjýtur hann eftir,
sukku tey bæði í grund

42. »Ligg nú har tú vonda veittur,
tú hin illa kvinna,
eg skal ríða á Húnaland
sigur av kappum vinna.«

43. Tað er hann Høgni Júkason,
ríður hann fram við strond,
møtir hann einum sævarmanni
á teim hvítu sondum.

44. »Heilur og sælur mín sævarmaður,
sig mær av tí gleim:
eg ríði meg á Húnaland,
komi eg heilur heim?«

45. »Hoyr tað Høgni Júkason,
eg sigi tær av tí gleim,
væl mást tú ríða á Húnaland,
tí heilur kemur tú heim.«

46. So letur Høgni Júkason
búgva skipini sín,
bæði letur hann í tey laða,
virtin og so vín.

47. Oman skúgva teir flotdrekan
fram úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalarhæli,
loypur so fram og goysti.

48. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavnur og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

49. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
gyltir leika veðurringar
upp í miðjan ský.

50. Høgni vindur segl í rá,
teir út í havið fara,
grátandi vendi Grimhild
aftur í Júka garðar.

51. So grætur Grimhild drotningin,
tað hitt væna vív:
»Far væl Høgni sonur mín,
eg síggi teg ei í lívi.«

52. Grimhild fyri munni mælir:
Høgni reisir á ferð,
»Eg kenni væl Guðrunu dóttir mína,
er roynd í ráðagerð.«

53. Sigldu teir frá landinum
út á saltan sjógv,
Høgni tekur jarnárar tvær,
hann setist sjálvur at rógva.

54. Ein kom maður í høllina inn,
Guðrunu sigur frá:
»Eg síggi skip av havi koma,
seglini gul og blá.«

55. Guðrun so til orða tekur,
øll í gulli skín:
»Vera man Gunnar og Høgni,
ið koma at vitja mín.«

56. Guðrun gongur í grasagarð,
hon reyðargull bar á hendi,
ramar risti hon illgerningar,
og út í havið sendi.

57. Vaksa tók tá veður,
byrur lá av londum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.

58. Vaksa tók tá veður,
sandur á tilju lá,
aldan breyt í bæði borð,
so fell tann bylgja blá.

59. Mælti tá ein lítil sveinur,
tóktist komin í vanda:
»Hvaðan eru hesir avrekshestar,
ið eftir sjónum ganga?«

60. Høgni so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hetta er Guðrunar illgerningar
ristar móti mær.

61. Hetta eru eingir hestar,
ei heldur onnur ross,
tað er Guðrunar illgerningar,
ristar móti oss.«

62. Guðrun gongur í grasagarð,
reyðargull ber á hendi,
loysir hon út ørnir tvær
og út í havið sendi.

63. Ørnir tvær av landi koma,
setast á saltan sjó,
vaksa tekur veður í ský,
aldan brýtur á ló.

64. So var veður á sjónum hart,
at aldan reis frá grunni,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
sum illgerningar kundi.

65. So var veður á sjónum hart,
tá bliknaðu dreingir dýrir,
Gunnar gekk í lyftingina,
Høgni stóð við stýrið.

66. So var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
stýrir so Høgni Júkason,
at frá dreiv mjøllin hvíta.

67. Høgni tekur sítt rúnarkelvi,
floygir tað út fyri borð,
ikki mátti illgerning vaksa,
so megnað vóru hans orð.

68. Høgni tekur sítt rúnarkelvi,
kastar tað út á sjó,
minka tók tá aldan,
tað stiltist væl á ló.

69. So var veður á sjónum hart,
tað reyk bæði sjógvur og sandur,
tó var sagt, at Júkagarpar
slitu upp undir landið.

70. So var veður á sjónum hart,
tað hurrar í hvørjum streingi,
tóku teir havn í Húnalandi,
tí fullvæl dugdu dreingir.

71. Tá ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
kasta teir sínum akkerum
á tann hvíta sand

72. Kasta teir sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fótum á land

73. Fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fótum á land,
Høgni og Hjarnar og allir brøður
upp á hvítan sand.

74. Gingu teir frá strondum niðan,
so er greitt fyri mær,
gingu so allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.

75. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

76. Uppi í miðjum grasagarði
teir klæddust í brynjur dýru,
gingu so í høgar borgir
teir Júkagarpar fýra.

77. Tað var Gunnar og Høgni,
heim í garðin fóru,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri teimum stóð.

78. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
úti stendur hon Guðrun,
hon fagnar væl brøðrum sínum.

79. Guðrun so til orða tekur,
glað fyri uttan ekka:
»Gangið tit í høllina inn
tann brúna mjøð at drekka.«

80. Tað var Høgni Júkason,
hann inn í høllina steig
tá sá hann á Guðrunu,
at ilt undir kinnum beið.

81. Guðrun so til orða tekur,
eg geri tað ei at loyna:
»Fáið mær higar skjold og svørð
frá øllum tykkum at goyma.«

82. Mælti tað Guðrun drotningin
við hógv og hyggin orð:
»Tær kastið svørð og herklæði,
tær stígið yvir borð.«

83. Svaraði Høgni Júkason,
hann heldur á brýndum knívi:
»Eingin fær mítt svørð og skjøld,
meðan eg eri á lívi.«

84. Tí svaraði Gunnar kongur,
hann heldur á brýndum mæka:
»Sjálvur skal eg vápnini goyma,
tað man ongan saka.«

85. Guðrun so til orða tekur,
bar um hjarta trá:
»Mætari maður Sjúrður var,
á gullsaðli lá.«

86. Guðrun so til orða tekur,
ilskan í henni breyt:
»Minnist tú nakað Sjúrð hin unga,
tú legði mær á skeyt?«

87. Svaraði Høgni Júkason,
hann lítur á ringin reyða:
»Ei er blítt á brúnaskorum,
hon minnist á buðlungs deyða.«

88. Guðrun so til orða tekur,
hon letur av tungu falla:
»Minnist tú nakað Sjúrð hin unga,
tú førdi mær heim til hallar?«

89. Svaraði Høgni Júkason,
hann lítur á ringin sín:
»Ei er blítt á brúnaskorum,
hon minnist á Sjúrðar lík.«

90. Inn kemur Guðrun árla morgun,
ilt er skap at eggja,
borð stóð breitt við silkidúk
og bjór fyri reystar seggir.

91. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt íbland.

92. Tá ið hon hevði blandað teim
mjøðin út í vín,
tá so mikið óminni
letur hon har útí.

93. Og so mikið óminni
letur hon har útí,
ber so inn fyri Høgna
og biður hann drekka til sín.

94. Hyggin hyggur Høgni tá
at fingurgulli góða,
sveitka tekur hans fingurgull,
tað rodnaði rætt sum blóð.

95. Tað er Høgni Júkason,
hann kendi ta svikalist,
biður nú Guðrun systur sína
drekka av skálum fyrst.

96. Guðrun stendur á hallargólvi,
hon rodnar rætt sum blóð,
hon hvolvdi um tað silvurker,
á breiðum borði stóð.

97. Kongurin klappar sær á knæ,
sum søgur ganga frá,
Gunnar, Høgna og allar brøður
hann setur nú sær íhjá.

98. Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drukku mjøð og klára vín,
glaðir á hvørjum sinni.

99. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at eingin ertir teim.

100. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at eingin ertir saman.

101. Guðrun krevur sín unga son
bæði við mekt og mæti:
»Eg vil geva tær gull og fæ,
stillar tú Høgna kæti.«

102. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann gjørdi tað hon bað,
hann gekk at tí borðinum,
sum Høgni fyri sat.

103. Sveinur gekk at borðinum,
duldan hon hann dró,
hevði hann upp sína høgru hond,
Høgna á nasar sló.

104. Gekk hann fram at borðinum
og Høgni á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
at drekkjan var óró.

105. Høgna rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
kappin varð tá óstiltur,
svik vóru honum ei kunn.

106. Tað var Høgni Júkason,
hann reiður borðum skeyt,
allur hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

107. Tað var Høgni Júkason,
hann reiður sprakk borðum frá,
mitt á miðjum hallargólvi
komst hann fótum á.

108. Høgni upp frá borði steig,
snarliga hann sær vendi,
meðan hann greiddi mækan til,
ígjøgnum sveinin rendi.

109. Høgni upp frá borði steig
og sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.

110. »Eg man ei í Húnalandi
drekka tann mjøð við grandi,
ótøkk havi mín móðurdóttir,
ið so sín son upp vandi.«

111. Guðrun gongur fyri Artala kong
og sigur honum frá:
»Deyður er vár ungi sonur,
helst av Høgna ráði.

112. Eg man ei í Húnalandi
longur við tær gæta,
um tú gert ikki miklar sømdir
eftir tann dreingin mæta.

113. Eg man ei í Húnalandi
longur við tær stýra,
um tú gert ikki miklar sømdir
eftir tann sonin dýra.«

114. »Hoyr tað Guðrun søta mín,
tað vil eg ikki trúgva,
at tú vilt nakað tínum brøðrum
svik til handar snúgva.

115. Tá ið teir vógu Sjúrð svein,
tað voldu í stríði tínum,
tá var Gíslar lítið barn
heima hjá móður síni.«

116. Svaraði Guðrun Júkadóttir:
tað skal eg nú valda,
»Gíslar og hann Hjarnar ungi,
báðir skulu gjalda.«

117. »Hoyr tað mín hin veldiga søta,
legg mær til tess ráð,
hvussu vit skulum Høgna sterka
av sínum lívi fá.

118. Tað er ei lítið avreksverk
Høgna at ganga ímót,
hvar hann er í víggi staddur,
har hevur hann høvur á spjót.«

119. »Taka skal tríggjar aldirshúðir,
rýða í mannablóði,
har skal yvir Høgna leypa,
troyttur av miklum móði.

120. Hoyr tað reystur Artala kongur,
tað skalt tú ikki gloyma:
sláa skal tær fyri hallardyr
og fast við jarni soyma.«

121. Tað var Artala kongur,
ei hann tað nú gloymdi,
hann sló tær fyri hallardyr,
og fast við jarni soymdi.

122. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir nú um tann vanda:
»Nú skal Gíslar, bróðir mín,
fyrstur á húðum ganga.«

123. Høgni upp frá borði steig,
ei mundi hann orðum spara,
ein av øllum Júkagørpum
hann ræður fyri hinar svara.

124. Høgni so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
»Gíslar og Hjarnar heim skulu fara
sína móður at gleða.

125. Gíslar og Hjarnar báðir vóru
heima hjá móður síni,
tá ið eg og Gunnar
tóku Sjúrð av lívi.«

126. Guðrun so til orða tekur:
tó skulum vit tað valda,
»Gíslar, Hjarnar og allir brøður
líka skulu gjalda.«

127. Gíslar og hann Hjarnar
mundu á húðum ganga,
allir sóu teir niður falla,
eingin upp aftur standa.

128. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir nú um tann vanda:
»Nú skal Gunnar, bróðir mín,
aftur á húðum ganga.«

129. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon voldi teim sorg og sút,
øvutur bardist Gunnar kongur
av glastriborgini út.

130. Tað var reystur Gunnar kongur,
í stórari trongd var staddur,
klývur hurðar úr seigum jarni,
hann mundi ei vera ræddur.

131. Gunnar kongur á húðir sprakk,
elvist nú meiri vandi,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.

132. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
hon mælir um tann vanda:
»Nú skal Høgni bróðir mín
síðstur á húðum ganga.«

133. Høgni so til orða tekur,
hann heldur á búnum brandi:
»Betri var í Júkagørðum
at drekka mjøðin blandi.«

134. Tað var Høgni Júkason,
var staddur í stórari trongd,
feldi niður tólv hundrað,
hann ruddi fyri sær gongd

135. Høgni tekur brandin tá,
tað vil eg fyri tykkum tína,
gongur so í loftið fram,
hann mintist á móður sína.

136. Mælti tá Høgni Júkason,
hann studdist við dragið svørð:
»Tó skal ganga á aldirs húðum,
og vita hvussu fer.«

137. Høgni sprakk yvir aldirshúðir,
hann lat tað so vera,
honum barst ikki fóturin við,
tað tókti honum einki at gera.

138. Høgni sprakk yvir húðirnar,
hann fekk ei bana her,
hann kom niður á grønan vøll
og studdist við skjold og svørð.

139. Høgni sprakk yvir aldrishúðir,
hann býst ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Artala kongins lið.

140. Høgni stendur í grasgarði,
bindur upp hjálmin sín:
»Áður enn dagur at kvøldi kemur,
í blóði drekkum vær vín.«

141. Høgni tokar í herin fram,
við bitrum brandi í hendi,
eg svørji tann eið á mína trú,
hann mangan sveitan rendi.

142. Høgni tokar í herin fram,
mátturin í honum veks,
hann sparir ei sín bitra brand,
hann vegur fimm og seks.

143. Høgni ríður í herin fram,
hann býst ei við frið,
hann legði niður á Húnalandi
alt Artala kongsins lið.

144. Legði hann niður alt hans lið
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgni Júkason,
hann hopar til hallarveggjar.

145. Vegið fekk hann alla tá,
frá man frættast víða,
síðla var um aftanin,
tá løttu teir av at stríða.

146. Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Høgna standa,
ei høvdu ráðini dugað.

147. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv.

148. Árla var um morgunin,
ið sólin roðar í fjøll,
løgdu teir sínum bardøgum
skamt frá kongsins høll.

149. Høgni reið av høllini út,
hann býst ei við frið,
enn stóð brynjað fyri honum
alt Artala kongsins lið.

150. Tað var Høgni Júkason,
hann ríður teim ein ímót,
hvør ið kom tá fyri hans hond,
tá hevði hann høvur á spjót.

151. Høgni ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
hann fellir niður av Húnamonnum
tíggju fyri hvørja sipan.

152. Vegið fekk hann Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgni Júkason,
hann hopar til hallarveggjar.

153. Guðrun kemur út árla morgun,
sól tók fagurt at branda,
heilan sær hon bróður sín
á leikvøllunum at ganga

154. Guðrun so til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Hoyr tað Høgni bróðir mín,
tú skalt á skógin ríða.«

155. »Tú skalt burtur á skógin ríða,
eystur um Hildará,
har skalt tú tey undur síggja,
ið tú í forðum vá.«

156. Høgni reið á skógin burt
eystur um Hildará,
har mundi hann tey undur síggja,
ið hann í forðum vá.

157. Høgni stendur á grønum vølli,
víða um seg hyggur,
mikið var tá buðlungs lík,
á gullbørum liggur.

158. Høgni stendur á grønum vølli,
slíkt er mikið undur,
mikil hestur, stórur og sterkur,
loypur har á grundum.

159. Høgni stendur á grønum vølli,
honum kom mangt í huga,
hann sá høvur við hestins búk
bundið við saðilboga.

160. Tungan tók at mæla,
hon lat so orðum víkja:
»Illa gjørdi tú Høgni tað,
at tú ræð meg at svíkja.

161. Mær unti Brynhild Buðladóttir
tað hitt væna vív,
mær unti Guðrun Júkadóttir,
harfyri lat eg lív.

162. Brynhild unti mær so væl,
hon sprakk eftir mín deyða,
Guðrunu skiftið tit gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

163. Heim til hallar ríð tú nú
bæði við gleði og gleim,
eg fari aftur á heiðin skóg
so vítt yvir vørild og heim.«

164. Høgni reið til hallar heim,
hann býst ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Artala kongsins lið.

165. Høgni reið í herin fram,
hann letur av brandi rúka,
fótur ei nertur við jørðina,
hann treður á manna búkar.

166. Hundar goya, úlvar túta,
ørnin hyggi læsti,
hundrað heilt og hartil hálvt
hann fellir í hvørjum kasti.

167. Tað var Guðrun Júkadóttir,
heldur at tí gaman,
meira ið Høgni høggur sundur,
meira renna teir saman.

168. Tað var Høgni Júkason,
hann gav tí fullvæl gætur,
teir ið hann um dagin drepur,
teir lívgar hon upp um nætur.

169. Tí svaraði Høgni Júkason:
»Her elvist ein illur siður,
leiðist mær nú í Húnalandi,
at høgga trælar niður.«

170. Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Høgna ríða,
ei hava svikini dugað.

171. Hon glør við eygum, glettir á tonn,
við kjaftinum mundi hon gapa,
gjarna hevði hon Høgna gloypt,
eingi kundu svikini bata.

172. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon heitir á sveinin sín:
»Gakk tú tær eftir longu Gevu
og bið hana koma til mín.«

173. Hann var fimur á fótunum,
ið boðini skuldi bera,
øll letur hon klæði hans
við rósur og liljur skera.

174. »Hoyr tað Geva langa,
eg sigi tær satt ífrá,
deyður er Guðrunar ungi son,
helst av Høgni ráði.

175. Hoyr tað Geva langa,
tú ert ein kempa sterk,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk.«

176. Geva so til orða tekur,
hon talar um sín vilja:
»Tað er ikki eins mans verk
hans høvur frá búki at skilja.«

177. Høgni reið mót Gevu fram
við bitrum svørði í hendi,
hann hevði upp sín bitra brand,
ígjøgnum Gevu rendi.

178. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystu longu Gevu
sundur í lutir tvá.

179. Tað er hon Guðrun Júkadóttir,
hon bryggjar og blandar vín,
býður nú Tíðriki Tatnarsyni
heim í høll til sín.

180. Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar
haðan á tann grøna skóg,
ið Tíðrikur fyri var.

181. »Vælkomin Guðrunar lítil svein
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.«

182. »Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindi
higar í dag til tín.

183. Onnur havi eg ørindi,
higar í dag til tín,
tað er hon Guðrun Júkadóttir,
býður tær heim til sín.«

184. Tíðrikur hvarv av vølli burt,
so er greint fyri mær,
snarliga kom í Artala borg,
sum Guðrun fyri var.

185. »Vælkomin Tíðrikur Tatnarson,
so væl eg á teg troysti,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt manndómsroysni.«

186. »Hoyr tað Guðrun Júkadóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
hvussu skal eg Høgna av lívi taka,
ið einki svørð kann granda.«

187. »Bæði silvur og reyðargull
vil eg geva tær tá,
um tú Høgna Júkason
klývur í lutir tvá.«

188. Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,
hann er maður hin vesti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti

189. Høgni reið mót honum fram,
við so stórari ferð,
møtti honum Tíðrikur Tatnarson,
hann gav honum sár av svørði.

190. Høgni brá sínum bitra brandi,
kappin tann hin mesti,
sló so Tíðrik Tatnarson
opnan niður av hesti.

191. Tíðrikur hvarv av vølli burt,
fáir finnast slíkir,
brá hann sær á loftið upp
í flogdreka líki.

192. Eitur spýði hin svarti dreki,
niður á Høgna brynju,
hann var ei við vápnum vegin
harfyri lat hann synja.

193. Tungt er tað í heiminum
stórar sorgir at bíða,
eitur bar hann í brynju síni,
so fast í hjarta man svíða.

194. Høgni snúðist haðan burt,
hann bardist ikki longur,
eitur gongur at hjartanum,
tá følnaði nýtur drongur.

195. Tað var Høgni Júkason,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Artala kongur
fyri honum stóð.

196. »Eg havi einki sár á mær,
grið vil eg ei tiggja,
lænið mær eina jalsdóttur
í nátt á armi at liggja.«

197. Svaraði Guðrun systir hans,
hon heldur hann fyri háð:
»Fáið honum svínahirðidóttur
at sova hans armi á.«

198. Tí svaraði Artala kongur,
mundi hann at honum hyggja:
»Hoyr tað Høgni Júkason,
ta bøn skalt tú tiggja.«

199. Tí svaraði Artala kongur,
hann tekur til orða svá:
»Fáið honum eina jalsdóttur
at sova hans armi á.«

200. Fingu teir honum jalsdóttur
at sova hans armi á,
hann gat svein við jalsdóttur
sum søgan sigur frá.

201. »Hoyr tað Helvík jalsdóttir,
eg sigi tær orðum hátt:
gitið man Artala kongur hava
svein á hesi nátt.

202. Eignast vit ein ungan son,
tung man sorgin falla,
hoyr tað Helvík jalsdóttir
Høgna skalt tú hann kalla.

203. Tú eigur tær ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara onkarbarn
og legg í vøggu tína.

204. Tú eigur tær ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
ver tú tær í øllum klók,
tú gakk tær síðari út.

205. Tað er hon Guðrun systir mín,
hon kann svikalist,
hon biður teg Helvík jalsdóttir,
ganga av durum fyrst.

206. Tú skalt biðja hana undan ganga,
tí hon ber høvur hægri,
tú skalt ganga aftaná,
tí tú ert ein mun lægri.

207. Eignast vit ein ungan son,
lat tað vera svá:
bið hann Høgna hevna mín,
um hann liva má.

208. Tak tú hetta rúnarbelti,
tú bint um tínar lendar,
tað kann læsa lásum upp
og tínar sútir rinda.

209. Hoyr tað Helvík jalsdóttir,
eg geri tað ei at loyna,
fá tað várum unga syni,
tá ið hann kann at goyma

210. Eg gevi tær bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við mín jalsdóttir,
og hevn so væl mín deyða.«

211. Tá segði Høgni Júkason:
»Nú verður ikki longur,
eitur gongur at hjartanum,
so følnaði nýtur drongur.«

212. Helvík leit at síggja á,
tá ið Høgni mundi doya,
Síðan gróv hon dreyg í heyg,
sum dreingir í dalinum hoya.

213. Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
upp stóð unga jalsdóttir,
men Høgni lat sítt lív.

214. Tær ganga sær við børnunum
níggju mánar sínar,
til at teirra stundum leið,
tær føða sveinar fríðar.

215. Helvík unga sonin ár,
borin til gott at evna,
síðan bað hon presti bera,
Høgna bað hon nevna.

216. Guðrun unga sonin ár,
tung man sorgin falla,
síðan lat hon presti bera,
svein biður hon hann kalla

217. Tá ið tær høvdu á songum ligið,
lætta tekur vandi,
nú er at teim stundum komið,
tær skulu av durum ganga.

218. Sótu tær inni mánan ein,
sótu tær inni tvá:
»Hoyr tað unga jalsdóttir,
tú skalt fyrst útgá.«

219. Tí svaraði unga jalsdóttir:
»Tað skal eg um valda,
tú bert hægri krúnuna,
tí skalt tú fyrst útganga.

220. Helvík átti sær ungan son,
hann vildi Guðrun pína,
tekur hon Guðrunar unga son
og leggur í vøggu sína.

221. Tað gjørdi Helvík jalsdóttir,
tykir hon í tí tattur,
leggur hon sín hin unga son
í Guðrunar vøggu aftur.

222. Guðrun gekk í høllina inn,
hon víða um seg sá,
tekur sín hin unga son
og sneiðir høvur frá.

223. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon voldi sær stóran harm,
tað vil eg av sonnum siga,
hon drap sítt onkarbarn.

224. Høgni voks upp í ríkinum
til gævuligan mann,
Artala kongur í Húnalandi
mundi fostra hann.

225. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað var Høgni Høgnason,
hann lystur á skógin ríða.

226. Høgni reið á skógin burt,
sum søgur ganga frá,
møtir hann síni sælu móður
fyri eystan Hildará.

227. Helvík so til orða tekur,
hon smílist undir lín:
»Tað svørji eg á míni trú,
at tú ert sonur mín.«

228. Høgni so til orða tekur:
»Tí vil eg ikki trúgva,
eg havi ei sæð eina lægri konu
kunna betra at ljúgva.«

229. »Tak tú henda lítin knív,
hygg ið væl hann bítur,
sker so meg í armin mín,
vita um í hjartað nýtur.«

230. Hann tók henda lítin knív,
hugdi ið væl hann beit,
skar hann hana í armin sín,
tað fast í hjartað neit.

231. Mælti tað Høgni Høgnason,
hann smílist undir lín:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín.«

232. »Hoyr tað Høgni sonur mín,
eg sigi tær satt ífrá,
Høgni bað teg hevna sín,
um tú liva má.

233. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sorgir rinda.«

234. Tí svaraði hans sæla móðir,
ið tungu bar so snjalla:
»Eg gevi tær tað búna svørð,
ið faðir tín søkti úr fjalli.

235. Og tær gevi eg bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við mín sæli sonur
og hevn tín faðirs deyða.«

236. Hann kom ikki at skógi heim
fyrr enn síðla á kvøldi,
Artala kongur yvir borði sat
við alt sítt dreingjaveldi.

237. Sveinur gekk í høllina inn,
hann skuldi ljósið skara,
hann brendi gjøgnum fótablað,
hann mundi tað ikki vara.

238. Sveinur skuldi ljósið skara,
er mær ei á tí hól,
ljósið brendi í fótablað
niður í hallargólv.

239. Tí svaraði Artala kongur,
riður í brosti rennur:
»Hvat hugsar tú sveinur so djúpt,
tú gáar ei, at tú brennur.«

240. »Tað hugsi eg, Artala kongur,
at tú hevur miklan eyð,
man tó verða á tínari ævi,
at tú tiggur vatn og breyð.«

241. »Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nógvan eyð,
tað verður ikki meðan eg livi,
at eg tiggi vatn og breyð.«

242. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða:
»Vilt tú nakað Artala kongur
í dag á skógin ríða?«

243. Tí svaraði Artala kongur
somu morgunstund:
»Gjarna vil eg fylgja tær
ígjøgnum grønu lund.«

244. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at roða,
nú lystur hann at gullbjørgi
sítt reyðargull at skoða.

245. Ríða teir á skógin burt,
glaðir í huga full,
vísti hann honum á húsið tað,
ið lagt var innan við gull.

246. Tí svaraði Artala kongur
og tekur til orða svá:
»Hoyr tað nú harra svein,
tú skalt her fyri inngá.«

247. Tí svaraði harra Svein:
»Tað skal eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
fyrstur skalt tú innganga.«

248. Tað var reystur Artala kongur
hann inn í húsið sá,
Høgni smeldi hurð í lás
og snúðist so haðan ífrá.

249. Høgni fyri uttan stendur,
glaður uttan sút,
læsti hann aftur við rúnarbelti,
hvørki teirra náddi út.

250. »Bæði hevur tú gull og fæ,
og hartil nógvan eyð,
vilt tú nakað Artala kongur
tiggja vatn og breyð?«

251. »Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nógvan eyð,
gjarna vil eg nú harra svein
tiggja av tær vatn og breyð.«

252. Inni svølti hann bæði tey
hjá tí gullinum reyða,
tað gjørdi Høgni Høgnason,
so hevndi hann faðir síns deyða.

253. Tað var Høgni Høgnason,
ið mikið gull mundi fá,
hann kom ikki aftur í gullbjørgið,
fyrr enn kongurin turrur lá.

254. Høgni gisti sína móður
síðla dags á kvøldi,
síðan reið hann haðan burt
til kongin í Danaveldi.

(c) Dansifelagið í Havn