Kvæðasavn

Tístrams táttur

Uppskrift: FK 182, 33, pp. 64-68.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað var áður í fyrndini,
saman untust tvey,
Tístram og hon Ísin frú,
av harmi sprungu tey.

Burt skal eg ørind ríða,
hvør er mær betri?
Blanki ella Brúni?
Brúni ella Reyði?
Burt skal eg ørind ríða.

2. So var teirra ástir kær,
so var lagt í minni,
tað mátti ei annað úti vera,
tá ið annað tað var inni.

3. So var teirra ástir kær,
so er komið til mín,
tey lótu ikki hugin av
falla millum sín.

4. Faðir hans og móðir
tala um sín vilja,
hvat tey skuldu til ráða fá,
teirra ástir at skilja.

5. Svarar tað Tístrams móðir,
hon var í ráðum vánd:
»Nú skal lata brævið skriva,
senda yvir lond.

6. Nú skal lata brævið skriva,
senda yvir lond,
Fraklands kongur dóttur eigur,
giftast honum í hond.

7. Vil hann ikki hansara dóttur
sær til ektar gifta,
bjóða honum ei onnur kor,
enn lív frá londum skifta.«

8. Gingu tey í grasagarði
við miklum ástarbragdi,
søtan kossin kysti hann hana,
hendur um hálsin lagdi.

9. »Lat tær góðan hugin siga,
aftur skal eg koma,
elska tær ikki annan mann,
heldur enn eg mær konu!

10. Lat tær góðan hugin siga,
aftur komi eg víst,
elska tær ikki annan mann,
heldur enn eg mær vív!«

11. Tístram og hans fluttmenn
settu segl á vond,
teir fóru um tann sama dag
eystur í Frakland.

12. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Frakland.

13. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig harri Tístram
sínum fótum á land.

14. Úti í miðjum grasgarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

15. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Fraklands kongur við borðið sat
við manna hundrað fimm.

16. Hann fekk honum tey dýru brøv,
perlur dró av hendi:
»Harri, her eru brøvini tey,
mín faðir og móðir sendu.«

17. Kongur gár for sína dóttur,
leitar við hana ráð:
»Her er komin ein ungur maður,
tílíkan eg ongan sá.

18. Higar er komin ein ungur maður,
tílíkan eg ongan sá,
spyrjast um, mín sæla dóttir,
um tú vilt hann á.«

19. Hon var øll á lofti,
heldur seg so glaða,
hon kom har at borðinum,
sum Tístram fyri sat.

20. Hon kom har at borðinum,
sum Tístram fyri sat,
eingin sá hana gráta,
men allir sóu hana læa.

21. »Vilt tú ikki mína dóttur
tær til ektar gifta,
eg bjóði tær ei onnur kor
enn lív frá londum skifta.«

22. »Frættir tað ikki Ísin frúgv
eystur í síni lond,
at eg lovist tíni dóttur,
giftist tær í hond.«

23. Tóku teir harra Tístram
av so tungum stríði,
tað var mær av sonnum sagt,
fyri Ísin frú læt hann lívið.

24. Aftur sigla Tístrams menn
við so lítið geingi,
bæði eldur og brúnur roykur
logar um teirra streingir.

25. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
sjálv var gingin Ísin frú
niður til sjóvarstrand.

26. Sjálv var gingin Ísin frú
niður til sjóvarstrand:
»Hvar er harra Tístram,
hví kemur hann ikki í land?«

27. Svarar tá ein av sveinunum
av so tungum stríði:
»Tístram kongur á Frakland
fyri teg læt hann lívið.«

28. Ísin frú og hennar fluttmenn
settu segl í vond,
tað var á tann sama dag
eystur í Frakland.

29. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig hon Ísin frú
sínum fótum á land.

30. So loyniliga gekk hon frá strondum niðan,
eingin var við hana varur,
brendi inni konur og børn,
hvar hon kom at garði.

31. Svaraði tá Fraklands kongur,
login leikar so hátt:
»Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví eri eg brendur í nátt?«

32. Svaraði hon Ísin frú
av so tungum stríði:
»Tú tókst harra Tístram
so brádliga burtur av lívi.«

33. Tí svaraði Fraklands kongur,
login leikar við honum:
»Sá er seggur í vørildini,
ið eigur góða konu.«

34. Tað var enntá Ísin frú,
svaraði honum ann:
»Sá er seggur í verøldini,
ið hevur ein góðan mann.«

35. Tað var enntá Ísin frú,
fram við bátinum gekk,
hon kom har at gálganum,
sum Tístram fyri hekk.

36. Tekur hon harra Tístram,
setir í grønan vøll,
tað var mær av sonnum sagt,
tungan var ikki snjøll.

37. Hon sprakk av harmi eftir hann,
tann hin ríka frú,
svørji tann eið á mína trú,
tað hendir ongum nú.

(c) Dansifelagið í Havn