
Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.
Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.
Fríggjakvøldið 7. oktober 2022 byrjaði barnadansurin aftur og fríggjakvøldið 21. oktober byrjaði dansurin í Hornahúsinum aftur við aðalfundi. Skrá fyri veturin er nú tøk.
Nevndin
hevur júst sent limunum limabræv (antin umvegis teldupost ella
umvegis vanligt bræv). Týdningarmiklastu boðini í limabrævinum
eru um ársveitsluna, ið verður 19. februar 2022 kl. 20:00 í
Sjónleikarhúsinum.
Fríggjakvøldið 14. januar verður bæði barnadansur í Norðurlandahúsinum (kl. 20) og dansur í Hornahúsunum (kl. 22). Lesið nærri um koronafyrivarni niðanfyri.
Fríggjakvøldið 7. januar kl. 22:00 skipar Dansifelagið í Havn
fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Vit hava ein drekkamunn kl.
22:00 og fara so upp á gólv stutt aftaná. Lesið koronafyrivarni
niðanfyri!
Barnadansurin í
Norðurlandahúsinum 7. januar er avlýstur
Barnadansurin og jólahaldið
í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið eru AVLÝST