Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.

Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.

Tann 24. oktober 2014 var aðalfundur, og fitt var møtt av fólki.

Ársaðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 24. oktobur 2014, kl. 21:00.

Fríggjakvøldið 10. oktober 2014, kl. 20:00 byrjar barnadansurin í Norðurlandahúsinum aftur. Eingin skrá er fyrsta kvøldið. Eingin barnadansur er í heystfrítíðini, men 24. oktober kl. 20:00 heldur barnadansurin fram sum vanligt. <a href="/index.php?amp;view=article&amp;id=36&amp;catid=10&amp;Itemid=124">Skrá, barnadansur 2014-15</a>.

Fríggjakvøldið 13. juni er Dansifelagið biðið um at dansa fyri einum stórum ferðalagi - felagið fær pening fyri ómakin. Møtið fjølment kl.20:30 á Hotel Føroyum í føroyskum klæðum.

Dansifelagið er biðið um at dansa í Tutl handlinum á Káta horninum mentanarnáttina. Møtið kl. 20:30 í Tutl í vanligum klæðum.

Týsdagin 13. mai 2014 kl. 22:00 er Dansifelagið biðið um at koma og dansa fyri Landsverk. Heitt verður á fólk at møta fjølment í føroyskum klæðum í Listaskálanum - felagið fær pening fyri tað.