Fríggjakvøldið 7. oktober 2022 byrjaði barnadansurin aftur og fríggjakvøldið 21. oktober byrjaði dansurin í Hornahúsinum aftur við aðalfundi. Skrá fyri veturin er nú tøk.

Fríggjakvøldið 7. oktober 2022 byrjaði barnadansurin aftur í Norðurlandahúsinum. Sum vant er hann fríggjakvøld kl. 20-21, og øll eru hjartaliga vælkomin! Vegleiðandi skrá sæst her á heimasíðuni: skrá fyri barnadansin.

Fríggjakvøldið 21. oktober var ársaðalfundur felagsins og farið varð upp á gólv aftaná, har ymiskt var kvøðið. Deiligt at síggja nógv fólk aftur, bæði kend og nýggja andlit! Vegleiðandi skrá fyri veturin er gjørd og liggur hon á heimasíðuni: skrá fyri dansin í Hornahúsinum. Hendan skráin er bara vegleiðandi, og møguligar broytingar verða dagførdar her á síðuni. Eisini verða onnur lættari kvæði kvøðin, sjálvt um tey ikki standa á skrá - serliga tá skiparar fáa forfall, men eisini í øðrum førum. Seinasta dansikvøld vóru Brestis kvæði, Jákupsa skegg, Sinklar, Huldugentan, Sigmundsvise og Veðratátturin kvøðin, hóast bert Brestis kvæði var á skrá.

Við vón um ein góðan dansivetur, og at síggja nógv bæði kend og nýggj andlit til dans bæði í Norðurlandahúsinum og í Hornahusunum.