Boðast skal frá at aðalfundur felagsins verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 22. oktober 2021, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Til ber sum vant eisini at skriva seg upp at skipa í vetur, og nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg. Bræv er sent limum felagsins.

Nevnast kann, at Kjartan Ólavsson stendur á skrá at kvøða aftaná aðalfundin 22. oktober. Harumframt er Grettis kvæði á skrá til fríggjakvøldið 29. oktober.

Hugnakvøld verður eftir ætlan 12. november 2021, kl. 21:00 í Hornahúsunum.

Ársveitslan verður leygarkvøldið 19. februar 2021 og er hetta eisini seinasta dansikvøld.

Harumframt er dansifelagið boðið til Dals í sambandi við 50 ára stovningarveitslu hjá Stígum Fast tann 6. november. Møguleiki verður at gista í Dali. Vónandi verður undirtøkan góð. Tekningarlisti verður
frammi á aðalfundinum. Annars kunnu limir tekna seg til túrin við at ringja til Birgir tel 222000 ella Heina tel 551313.

Heitt verður á limirnar um at gjalda limagjaldið á kr. 300 á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Limir, sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir útbúgving, gjalda ikki limagjald.