Barnadansurin í Norðurlandahúsinum 7. januar er avlýstur
Av tí at smittutølini eru sera høg júst nú, av tí at testingin hevur verið sera óstøðug seinastu dagarnar og av tí at eingin av luttakandi børnunum undir 12 ár eru koppsett, so hava vit tíverri - í samráð við Norðurlandahúsið - valt at avlýsa barnadansin komandi fríggjakvøld.
Um vit enn eru á 'gula' tilbúgvingarstignum komandi fríggjakvøld, so er tó ætlanin at dansa barnadans 14. januar. Nærri verður upplýst her á síðuni fyrst í komandi viku, hvussu verður við møguligum krøvum um koronapass, kanningar o.t.
Vit vóna at øll hava havt eini góð jól og ynskja øllum eitt gott 2022 - og við eini inniligari vón og ynski um, at dansinum verður betri umstøður lagaðar í 2022