Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.

Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.

Fríggjakvøldið 19. nov. byrjar dansurin í Norðurlandahúsinum og í Hornahúsunum aftur. Luttakarar 12 ár og eldri skulu hava koronapass - og í Norðurlandahúsinum skal tað vísast.

Dansurin 12/11 er avlýstur vegna støðuna við koronusmittu - bæði í Norðurlandahúsinum og í Hornahúsunum. Ætlandi verður dansað aftur 19/11. Skráin sæst undir "skrá" her á síðuni,

Dansurin 29/10 og 5/11 er avlýstur vegna støðuna við koronusmittu - bæði í Norðurlandahúsinum og í Hornahúsunum. Ætlandi verður dansað aftur 12/11, tá hugnakvøld eftir ætlan verður í Hornahúsunum. Nærri kunning seinni.

Boðast skal frá at aðalfundur felagsins verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 22. oktober 2021, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Til ber sum vant eisini at skriva seg upp at skipa í vetur, og nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg. Bræv er sent limum felagsins.