Vælkomin til heimasíðuna hjá Dansifelagnum í Havn. Síðan er enn í gerð, men longu nú er ymiskt at finna.

Her síggjast nýggjastu tíðindini frá Dansifelagnum í Havn.

Boðað verður frá at aðalfundur felagsins verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 23. oktober 2015, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Fríggjakvøldið 9. oktober 2015, kl. 20:00 byrjar barnadansurin hjá Dansifelagnum í Havn í Norðurlandahúsinum aftur.

Dansifelagið er biðið um at dansa fyri uml. 400 kórfólkum í Dansifrøi leygarkvøldið 31. mai 2014. Møtið fjølment í vanligum klæðum kl. 21:30 í Dansifrøi.

Leygardagin 3. mai 2014 tók Dansifelagið í Havn upp brot úr 9 kvæðum.

Leygardagin 11. apríl kl. 16:00 verða gjørdar sjónbandaupptøkur av brúðarvísunum og vísum og kvæðum til brúðardans.

Formaðurin í Sláið Ring, Jónleif Johannesen, hevur heitt á okkum um at kvøða brot úr donsku brúðarvísuni til tiltak í Gamla Bókahandli týskvøldið 18. november, frá kl. 19:30.