Dansifelagið í Havn varð sett á stovn í oktober 1952, og er elsta dansifelag í landinum. Tað hevði verið vanligt við føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum, men nøkur fólk hildu hetta vera ov óskipað og tóku seg tí saman at gera eitt rættiligt dansifelag. Tá felagið varð sett á stovn, taldi tað 20 limir. Nú eru omanfyri hundrað limir í Dansifelagnum í Havn. Dansur er í Hornahúsunum hvørt fríggjakvøld kl. 22.00 í vetrarhálvuni, frá seinast í oktobur til føstulávint. Dansifelagið í Havn skipar eisini, saman við Norðurlandahúsinum, fyri barnadansi. Hesin er somuleiðis hvørt fríggjakvøld kl. 20.00-21.00 í Norðurlandahúsinum. Dansitíðin byrjar við aðalfundinum hjá felagnum, sum vanliga er fyrsta fríggjakvøld eftir heystfrítíðina, og tá er eisini høvi hjá nýggjum limum at tekna seg. Fólk, sum ikki eru limir í Dansifelagnum í Havn, eru sjálvandi eisini vælkomin at møta upp til einstøk av teimum vanligu dansikvøldini.

Skrá

Vegleiðandi skrá eru fyri regluligu dansikvøldini - bæði fyri dansin í Hornahúsunum og fyri barnadansin í Norðurlandahúsunum. Skráirnar síggjast undir menupunktinum Skrá. Onnur lættari kvæði, vísur og tættir, sum ikki standa á skrá, verða eisini tikin tá tíð er til tess.

Limagjald

Limagjaldið er í løtuni 300 krónur um árið og skal tað gjaldast í sambandi við aðalfundin í oktobur inn á konto 6460-150.899.9 í BankNordik. Fyri at gerast limur skal man vera fyltur 14 ár - ung undir 20 ár og fólk undir útbúgving gjalda ikki limagjald.