Fríggjakvøldið 7. januar kl. 22:00 skipar Dansifelagið í Havn fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Vit hava ein drekkamunn kl. 22:00 og fara so upp á gólv stutt aftaná. Lesið koronafyrivarni niðanfyri!
Á vegleiðandi skránni er:

Helst verður okkurt annað, lættari fyrifallandi eisini kvøðið 🙂

Koronafyrivarni:

Føroyar eru á 'gula' tilbúgvingarstignum. Hetta merkir, at øll sum møta skulu fylgja hesum:
1. Vera liðugt koppsett (min. 2 prik) ella hava eina nýggja PCR test (max 72 tímar) ella hava havt korona seinasta árið,
OG
2. Møta IKKI um a) viðkomandi hevur sjúkueyðkenni, b) viðkomandi er í heimauppihaldi t.d. vegna uttanlandsferð, c) hevur verið í samband við smittaðan seinastu vikuna (eisini sjálvt um viðkomandi ikki er settur í formligt sóttarhald)