Fríggjakvøldið 14. januar verður bæði barnadansur í Norðurlandahúsinum (kl. 20) og dansur í Hornahúsunum (kl. 22). Lesið nærri um koronafyrivarni niðanfyri.

Fríggjakvøldið 14. januar kl. 20 skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum. Á vegleiðandi skránni er (brot úr): Ormurin langi, Regin smiður, Kall og svein ungi, Harpu ríma, Sankta Mortan, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom. Í steðginum verður te, kaffi og sunkist at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Lesið um koronafyrivarni niðanfyri.
 
Fríggjakvøldið 14. januar kl. 22 skipar Dansifelagið fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Byrjað verður við einum drekkamunni kl. 22:00, og síðani verður farið upp á gólv. Á vegleiðandi skránni er: Bynne L.: Norska løva (Stígum Fast), Róald J.: Grindavísan útsett vegna forfall (Kvæði, vísur og tættir), Elin M. O.: Harra Pætur og Elinborg (Vísur til brúðardans), og Gunnar R.: Elverhøj útsett vegna forfall (Danske kæmpe- og folkeviser). Um onkur fær forfall, so verður okkurt annað fyrifallandi kvøðið. Lesið um koronafyrivarni niðanfyri.
 
KORONAFYRIVARNI:
  • Í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.
  • Fólk við sjúkeyðkennur mugu ikki møta.
  • Fólk, sum skulu halda seg frá størri mannamúgvum, mugu ikki møta (t.d. 'aðrar kontaktir' hjá smittaðum ella fólk sum hava verið uttanlands og enn ikki hava fingið negativt svar uppá 2. dags testina).