Fríggjakvøldið 9. oktober 2015, kl. 20:00 byrjar barnadansurin hjá Dansifelagnum í Havn í Norðurlandahúsinum aftur.

Fyrsta kvøldið er eingin skrá - vit dansa og kvøða brot úr ymsum kvæðum, sangum og lættari vísum, soleiðis at okkurt er til allar aldursbólkar. Teimum longru kvæðunum kvøða vit vanliga eini 15-30 ørindi úr, eins og vit eisini taka lættari tilfar sum t.d. Veturin kom og Burtur á heiði so tey minstu børnini eisini kunnu vera við. Dansurin endar kl. 21:00 og miðskeiðis er ein støðgur við kaffi, the og sunkisti.

Í heystfrítíðini er eingin dansur, men fríggjakvøldið 23. oktober, kl. 20 heldur dansurin fram. Síggið skránna fyri veturin undir Skrá - barnadansurin, 2015-16.

Tiltakið við barnadansi hevur verið afturvendandi síðani Norðurlandahúsið læt upp í 1983. Børn úr 2 ára aldur og upp í tannáringaaldur møta væl upp - ofta saman við foreldrum, ommum, abbum ella eldri systkjum - og summi halda fram heilt upp í vaksna lívið. Eisini dáma summum vaksnum so væl løtuna, at tey møta upp við læntum børnum - ella heilt uttan børn.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

 

Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið í Føroyum