Kvæðasavn

Finnur hin fríði

Uppskrift: CCF 26C, 1, pp. 544-549, FK 28C, 8, pp. 135-154.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
ein býr jallur í Noregi,
Ólav nevni eg hann.

- Nú siglir edilingur av Norði,
blíður rennur byrur millum borða.

2. Tógva eigir hann synir sær,
báðar kann eg væl nevna,
Hálvdan og hann Finnur hin fríði
kunnu væl dreingjum stevna.

3. Hálvdan var sá eldri bróðir,
Finnur var sá yngri,
tó at hann var vakrari,
fell honum forlag tyngri.

4. Hálvdan vóks í faðirs garði,
við tað fór hann fram,
tóktist ei heilur liva tann dag,
hann blóðgaði ikki mann.

5. Hálvdan vóks í faðirs garði,
søgur ganga frá,
tóktist ei heilur liva tann dag,
hann blóðgaði ikki ein ella tvá.

6. Hálvdan vóks upp í faðirs garði,
við alskyns mekt og meingi,
Finnur fór á leikvøllir
burt við jalsins dreingir.

7. Upp vóks hann á leikvøllum
so fagur sum nøkur kvinna,
so var hans hár á herðar lagt,
sum moyar reyðargull spinna.

8. Upp vóks hann á leikvøllum
við alskyns mekt og prýði,
øllum var hann yvir vón,
tí kallaðist Finnur hin fríði.

9. Upp vóks hann á leikvøllum
undir reyðum skildi,
lærdi allar listir tær,
ið riddarin kjósa vildi.

10. Upp vóks hann á leikvøllum
burtur hjá øðrum sveinum,
hvønn tann dag teir reiðir vóru,
stóð teim stríð av meini.

11. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær konu at biðja
enn berja okkur so stórum.«

12. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær konu at biðja
enn berja okkur so sára.«

13. Finnur er á leikvøllum
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær mín javnlíka?
tað havi eg hugsað leingi.«

14. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær svá?
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stendur hugur á.

15. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stendur hugur á,
hoyrt havi eg gitið Írlands kong,
so væna dóttur ár.

16. Hoyrt havi eg gitið Írlands kong,
so væna dóttur ár,
hana tykjum vær sómi tær,
kanst tú hana fá.

17. Írlands kongur dóttur eigir,
føgur er hon í brúnum,
flættað hár á herðar er lagt
við silkibondum snúnum.

18. Írlands kongur dóttur eigir,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrú kinn,
sum droyri drýpur á snjó.

19. Írlands kongur dóttur eigir
mektiga og so mæta,
einans er hon arvingi
til góðs og landa at gæta.

20. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagra summarsól,
sum føgur skín um várið.

21. Hon kann alt við hondum gera,
sømir væl eini kvinnu,
hon kann bók og rúnarmál,
og reyðargull at spinna.«

22. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tær segið frá,
biðja skal dóttur Írlands kongs,
tað standi hvat av ið má.«

23. Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
gekk so fyri faðir sín
við reyðar kinnar og bleikar.

24. Finnur stendur á hallargólvi,
leggur við faðir ráð:
»Nú lystir meg til Írlanda,
og kongins dóttur at fá.«

25. »Fátt er tær av hyggi komið,
tú hevur tagt so leingi,
kongur hevur av lívi tikið
so mangar reystar dreingir.«

26. Finnur stendur á hallargólvi,
tók hans orð við reiði:
»Tó skal eg til Írlanda,
eg komi ei aftur úr teirri.«

27. Finnur stendur á hallargólvi,
skortar hann ei fíggja:
»Nú lystir meg til Írlanda
kongins dóttur at síggja.«

28. Finnur so til orða tekur,
talar so for seg:
»Falli eg á Írlandi,
Hálvdan, hevn tú meg.«

29. Svaraði hans sæla móðir,
kinnar bar hon so reyðar:
»Fellur tú á Írlandi,
syrgi eg meg til deyða.«

30. So letur Finnur hin fríði
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

31. So letur Finnur hin fríði
byggja skipin stór,
bæði letur hann í tey laða
virtur og so bjór.

32. So letur Finnur hin fríði
byggja skipin sín,
bæði letur hann í tey laða
virtur og so vín.

33. Finnur letur snekkju smíða
við so lítlari ró,
av gulli málar hann borðini,
tey glógva for oman sjó.

34. Finnur letur snekkju smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvri vóru bitar.

35. Bræddir vóru hans brandar,
seglini vóru ný,
gyltir leika hans veðurringar
so hátt í miðal ský.

36. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokkur,
stavnur og stýri av reyðargulli,
og so var segl í toppi.

37. Summir bóru mat í skip,
summir bóru vápn,
vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt.

38. Vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt,
hildu út av Noregi,
og tað var alt so brátt.

39. Vindur upp síni silkisegl
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Írland.

40. Hegar ið hans snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.

41. Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Finnur hin fríði
sínum fóti á land.

42. Fyrstur stígur Finnur hin fríði
sínum fóti á land,
albrynjaðar herkempur
hvør undir sína hond.

43. Albrynjaðar herkempur
hvør undir sína hond,
dreingir ræðu tey tjøld at slá
skamt frá sjóvarstrond.

44. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir tóku sín knørr í neystið.

45. Gingu teir frá strondum niðan,
vóru í jarni klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
teir vóru at ongum ræddir.

46. Mitt í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

47. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Írlands kongur við borði sat
við mann og hundrað fimm.

48. Finnur gekk í høllina inn,
áður var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

49. Finnur stendur á hallargólvi,
hann ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Írlands kongur,
tú gev mær dóttur tína.«

50. Svaraði tá Írlands kongur,
hann heldur á búnum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi?«

51. »Ólavur jall er faðir at mær,
Hálvdan eitur mín bróðir,
sjálvur eiti eg Finnur hin fríði,
frú Gortra er mín móðir.«

52. Allir hennara ríku frændur
halda so miklan mun,
»Hon er ein útvald kongsdóttir,
men tú ert ein jalsson.«

53. Finnur stendur á hallargólvi,
tók hans orð við gamni:
»Hesin sami jalssonur
hann tykist vera tín javni.«

54. Finnur stendur á hallargólvi,
dreingir leggja í minni:
»Sig mær kongur nei ella ja,
eg biðji ei annað sinni.«

55. Svaraði hann Írlands kongur:
»Vilt tú tey boð tiggja,
far teg aftur til Noregis,
so vænur í orni at liggja.«

56. Finnur stendur á hallargólvi,
hann vildi ei megin loyna,
ætlaði kongi banasár
og odd í hjálmin royna.

57. »Vilt tú ikki tína dóttur
geva mær at gifta,
eg bjóði tær ei onnur boð,
enn lív frá londum skifta.«

58. Finnur brá við breiðaborð,
er mær ei á tí hól,
oddurin kom í búgvið borð,
og niður í hallargólv.

59. Finnur brá við breiðaborð,
vá hann til so fast,
inntil hans tað góða svørð
í tógvar lutir brast.

60. Tóku Finn hin fríða,
løgdu hann í bond,
teir spardu hvørki stál ei jarn
alt um hans ljósu hond.

61. Vóru undir hans hvørji hond
ikki minni enn fimm,
áður teir høvdu Finn hin fríða
í myrkastovu inn.

62. Vóru undir hans hvørji hond
ikki minni enn tólv,
áður teir høvdu Finn hin fríða
á myrkastovu gólv.

63. Settu hann í myrkastovu
einum manni til handa,
hann hevur so mangan óvinin,
nú stendur hans lív í vanda.

64. Tóku teir hin fríða Finn,
settu hann í jarn,
tað var frúgvin Ingibjørg
hon fekk bæði angist og harm.

65. Fram gekk frúgvin Ingibjørg
inn fyri faðir sín,
berføtt í einum náttserki
undir eitt høvuðlín.

66. Tað var frúgvin Ingibjørg,
hon fellur á síni knæ:
»Ger tað fyri manndóm tín,
tú gev tann riddara mær.«

67. »Tað tykir tínum vinum og frændum
vera miklan mun:
tú ert ein útvald kongsdóttir,
hann er ein jalsson.«

68. »Eg vil einki av ríkinum hava
uttan míni skarlaksklæði
og hann Finn hin fríða,
vit skulum av landi bæði.

69. Eg vil einki av ríkinum hava
uttan mín sokk og skó,
tjena mær fyri øl og mat
og liva sum fátækt fljóð.«

70. Reiður rendi hann hana burt,
vildi hana ikki hoyra:
»Sømir tað ei mín bitra brand
at rjóða í kvinnu droyra.«

71. Reiður rendi hann hana burt,
tungan ræð at ljóða:
»Sømir tað ei mín bitra brand
at rjóða í kvinnu blóði.«

72. »Hoyr tað mín hin sæli faðir,
sjálvur skalt tú ráða:
sendi eg Hálvdani sterka boð,
tá stendur títt lív í váða.«

73. Heitur hon á sín lítin svein,
hon klæðir hann væl í skrúðir:
»Eg havi roynt teg á øllum lutum,
tú hevur verið mær trúur.«

74. Heitir hon á sín lítin svein,
hon klæðir hann væl í skreyt:
»Eg havi roynt teg í øllum lutum
og allarmest í treyt.

75. Tú skalt fara til Hálvdans sterka
og bera honum boð til handa:
hans er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum vanda.

76. Hans er bróðir í myrkastovu
staddur í stórari neyð,
stendur í veði Írland alt,
tann fagra rósin reyð.

77. Hans er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum váða,
stendur í veði Írland alt
um Ingibjørg at fáa.«

78. Síðla er um aftanin,
alt gekk fólk at sova,
njósnarasvein av høllini gekk,
hann festir nú hurð í klova.

79. Vindur upp síni silkisegl
gulli vovin við rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregs land.

80. Hegar ið hans snekkja
kendi fagurt land,
kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand.

81. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig frúnnar sendisvein
sínum fóti á land.

82. Uppi í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

83. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hálvdan sterki á borði sat
við mann og hundrað fimm.

84. »Ver vælkomin sendisvein
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.«

85. »Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindi
higar í dag til tín.

86. Tín er bróðir í myrkastovu
staddur í stórari neyð,
stendur í veði Írland alt,
tann fagra rósin reyð.

87. Tín er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum vanda,
stendur í veði Írland alt
Ingibjørg til handa.«

88. Hálvdan so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hvat hevur hann til sakar gjørt,
hví situr hann har?«

89. »Hann legði ást við kongins dóttur,
satt so segi eg tær,
tað hevur hann til sakar gjørt,
tí situr hann har.«

90. Tá varð hann reiður Hálvdan sterki
bæði av grimd og bræði:
um tey høvdu sín vilja framt,
líkabørn vóru tey bæði.

91. Tá varð hann reiður Hálvdan sterki,
hann sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

92. Tá varð hann reiður Hálvdan sterki,
skeyt sínum borðum fram,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi rann.

93. Hálvdan sínum borðum skeyt
bæði av ilsku og reiði,
ótøld vóru tey silvursteyp,
ið sundur gingu í teirri.

94. Hálvdan sprakk úr hásæti,
søgur ganga frá,
uttarlaga á hallargólvi
har komst hann fótum á.

103. Gingu teir frá strondum niðan,
eingin man tað vara,
brendu inni konur og børn,
ið hvar teir komu til garða.

104. Tí svaraði hann Írlands kongur,
login leikar hátt:
»Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví verði eg brendur á nátt?«

105. Hálvdan so til orða tekur,
mælir fyri munni á sær:
»Tað visti tú, Írlands kongur,
at bróður átti eg mær.«

106. Tí svaraði hann Írlands kongur
av so tungari neyð:
»Finnur er í myrkastovu,
hann er ikki deyður.«

107. Tað var reystur Hálvdan sterki,
ið sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Írlands kong
sundur í lutir tvá.

108. Hann kleyv reystan Írlands kong
sundur í lutir tvá,
síðan fullu partarnir
á brennandi bál.

109. Hálvdan reikar um borgina,
hann nær ei inn at ganga,
klývur upp hurðar av seigum jarni,
hann loysir upp reystan fanga.

110. Finnur leyp úr myrkastovu,
hann var til ilsku fúsur:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað myrka hús.

111. Finnur leyp úr myrkastovu,
kinnar bar hann so baldar:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað jarnið kalda.«

112. Hálvdan so til orða tekur
á hesum sama sinni:
»Eg havi allar skattir lokið
og brent hann brádliga inni.«

113. Gingu teir í moynnarsal
fyri tað sprundið ljósa:
»Vilt tú meg ein høvdinga
ein fyri øllum kjósa?«

114. Svaraði frúgvin Ingibjørg
(nú er eftir tað versta):
»Hevði tú vegið Vínkongarnar,
tá skuldi tú meg festa.«

115. »Til Vínlands er so long ein leið,
streymar og brattar bylgjur,
hoyr tú Hálvdan, bróðir mín,
hagar skalt tú mær fylgja.«

116. Svaraði Hálvdan bróðir hans,
stóð har skamt ífrá:
»Eg eri so glaður at fylgja tær
sum fuglur á villini bráð.«

117. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Vínland.

118. Hegar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand.

119. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Finnur hin fríði
sínum fótum á land.

120. Fyrstur stígur Finnur hin fríði
sínum fótum á land,
albrynjaður Hálvdan bróðir
undir hans høgru hond.

121. Ganga teir frá strondum niðan
av so grimmum alvi,
rekkar tríggir á nesi sita,
teir leika títt við talvi.

122. Svaraði hann Finnur fríði:
»Eg geri tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin,
roysni vil eg royna.«

123. Tórstein hvarv á nesi burt,
hann var maður hin versti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.

124. Finnur hann brá honum ímót
av so grimmum alvi,
treiv um fyrsta Vínkongin,
hann sleit hann av um nalva.

125. Ívint hvarv á nesi burt,
hann var maður hin versti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.

126. Rólant hvarv á nesi burt,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan borgar
í flogdreka líki.

127. Skapti seg í flogdreka líki,
hann fleyg í loft við veingjum,
pílur fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.

128. Hegar ið Finnur hetta sær,
mannspell var at meini,
skapti hann seg í varglíki,
hann feldi alvæl fleiri.

129. Fuglar tveir í lofti fljúgva,
fast við knúgvum banga,
hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum trumur ganga.

130. Fuglar tveir í lofti fljúgva,
fast við knúgvum bróta,
hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum trumur skjóta.

131. Eitur spýði tann ljóti dreki
niður á Finnins brynju,
ikki var hann við vápnum vegin,
tí læt hann synja.

132. Eitur spýði tann ljóti dreki
niður á Finnins troyu,
ikki var hann við vápnum vegin,
og tó mátti hann doya.

133. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann mátti tala,
sendi hann frúnni Ingibjørg,
hann bað hana liva sæla.

134. Reyðan ring av armi dró,
tó hann fleyt í blóði,
sendi hann frúnni Ingibjørg,
tí hinum væna fljóði.

135. Hálvdan brá í loftið upp
av so grimmum alvi,
treiv um triðja Vínkongin,
hann sleit hann av um nalva.

136. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður,
fyrr enn við Írland.

137. Hegar ið hans snekkja
kendi fagurt land,
kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand.

138. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Hálvdan sterki
sínum fótum á land.

139. Fyrstur stígur Hálvdan sterki
sínum fótum á land,
tá var frúgvin Ingibjørg
gingin niður til strand.

140. Tá var frúgvin Ingibjørg
gingin niður til strond:
»Hvar er hann Finnur hin fríði,
hann stígur ei fyrstur á land?«

141. Tá svaraði Hálvdan sterki
fyri munni á sær:
»Her hevur tú tann reyða ring,
ið Finnur sendi tær.

142. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann kundi tala,
sendi tær, frúgvin Ingibjørg,
hann bað teg liva sæla.

143. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann fleyt í blóði,
sendi tær, frúgvin Ingibjørg,
tí hinum væna fljóði.

144. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
sprundið tú hitt ljósa,
vilt tú tær ein høvdinga
her fyri øllum kjósa.«

145. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
kinnar bar so reyðar:
»Eg lovi ongan høvdinga
eftir Finnins deyða.«

146. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
frá man frættast víða:
»Eg lovi ongan ediling
eftir hann Finn hin fríða.«

147. Tríggjar nætur í ríkinum
hon svav á Hálvdans armi,
inntil ta hina fjórðu,
tá sprakk hon kyk av harmi.

148. Tríggjar nætur í ríkinum
hon svav hjá Hálvdans síðu,
inntil ta hina fjórðu,
tá sprakk hon kyk av kvíðu.

149. Tað var Hálvdan sterki,
læt byggja eina borg,
hann sleit sína ævi á Írlandi
við trega og tunga sorg.

150. Hann sleit sína ævi á Írlandi
við trega og tungari neyð,
alla sína ævina
hann syrgdi bróður síns deyð.

(c) Dansifelagið í Havn