Kvæðasavn

Gongurólvs kvæði

Uppskrift: CCF 29C, 1, pp. 595-602, FK 31C, 9, pp. 40-57.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
Ingibjørg hevur os fróskap kent,
rímar um reystar dreingir.

2. Ingibjørg hevur os fróskap kent,
rímar um reystar dreingir,
fornar kempur av Noregi,
sum gitið man verða leingi.

3. Illgerðsteinur og Ódnarbjørn
brøður vóru tveir,
tað er mær av sonnum sagt,
fyri Noregi ráddu teir.

4. Illgerðsteinur og Ódnarbjørn
brøður vóru báðir,
tað er mær av sonnum sagt,
fyri Noregi mundu teir ráða.

5. Illgerðsteinur kemur inn árla morgun,
biður sín bróður snara:
»Hoyr tú, Ódnarbjørn, bróðir mín,
vit skulu á skógvin fara.«

6. Riðu teir á skógvin burt
eina morguntíð,
funnu upp á eitt fagurt træ,
tað lá í grønari líð.

7. Riðu teir á skógvin burt
eina morgunstund,
funnu upp á eitt fagurt træ,
tað lá í grønari lund.

8. Teir funnu upp á eitt fagurt træ,
tað lá í grønari líð,
svørji eg tann eið við mína trúgv,
teir lótu har knørr úr smíða.

9. Knørrur varð bygdur á Norðmýri,
gott var í honum evni,
átjan alin og fjøruti
var kjølurin millum stevna.

10. Knørrur varð bygdur á Norðmýri
við so nýtum orðum,
seks alin og fjøruti
var breiður millum borða.

11. Teir lótu byggja ein feigan knørr,
vænan og so langan,
hvíta fjøður við munn á sær
og ringdan seym til ranga.

12. Teir lótu byggja ein feigan knørr,
vænan og so stóran,
hvíta fjøður við munn á sær
og rongdan seym til róðra.

13. Knørrur varð bygdur á Norðmýri
mánað fyri jól,
nevndur var teirra stýrimaður,
hann æt Snarifór.

14. Vant hann upp ein hvítan dúk,
út í havið setti,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.

15. Tá steig mangur feigur fótur
út av Noregis landi,
teir hildu so í havið út,
sum sólin fagurt brandi.

16. Hann loysir æl av útnyrðingi,
brakar í súðum hátt,
seggi seg við grunnið vóð
bæði dag og nátt.

17. Teir løgdu inn í Íslandi
í einum havnarkitta,
góðan høvdu teir viljan til
formannin at skifta.

18. Teir lógu inni í Íslandi
í einum havnarlagi,
tóku hin unga Gongurólv.
hann kemur nú fyrstur í kvæðið.

19. Tað var um ein halgan dag,
fátt var fólk á gongd,
har kom fram ein gamal maður
við ungum soni í hond.

20. Ein kom maður av bergi oman,
maður av Tannamýri:
»Gerið so væl við mín yngsta son,
hann kann væl knørrin stýra!«

21. Tá var veður á sjónum hart,
Rólvur gekk til stýrið,
aldan breyt í húnbor hátt,
tá bliknaðu dreingir dýrir.

22. Tá var veður á sjónum hart,
tað tognaði seymur í rongum,
Ísland var sum fuglur á sjón,
teir liðu út frá londum.

23. Tá var veður á sjónum hart,
dreingir hildu í hond,
Ísland var sum fuglur at sjá,
tá aldan fjaldi land.

24. Tá var veður á sjónum hart,
bitarnir sundur ganga,
viltust norð í Trøllabotn,
teir vistu so lítið til fanga.

25. Tá var veður á sjónum hart,
tað brakar í bondum og borðum,
viltust norð í Trøllabotn,
so fátt kann feigum forða.

26. Tá var veður á sjónum hart,
bognaði knørrur av øllum,
viltust norð í avdalin,
tí har vóru fleiri trøll.

27. Risin kemur úr fjalli oman,
trívur um stavnar báðar:
»Eg eigi vatn og víkarlag,
hvør vil sínum ráða.

28. Eg eigi vatn og víkarlag,
hvør vil sínum ráða.«
Eg svørji tann eið við mína trúgv,
hann sló teir brøður báðar.

29. Upp steig fyrsti av monnum Rólvs,
skuldi upp at ganga,
hann varð sligin av tiljum deyður,
misti lív og anda.

30. Upp steig annar av monnum Rólvs,
skuldi upp at gá,
hann varð snart av fótum kiptur,
lagdur hinum hjá.

31. Upp steig triði av monnum Rólvs,
hann gekk har fram eftir,
risin vá mann á hvørjum hátti,
tríggir livdu eftir.

32. Eg fái ei við orðum greint
teirra tungu neyð,
tað lá væl eitt tólv hundrað
fram eftir bunka deytt.

33. Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,
Gongurólvur tann triði,
løgdu gull í barm á sær,
teir gingu frá deyðum liði.

34. So gingu teir átta dagar,
frystir jørð við føtur,
hvør ið kemur í tílíka neyð,
hann bíður tað ikki bøtur.

35. So gingu teir átta dagar,
frystir við jøkil valla,
hvør ið kemur í tílíka neyð,
mugu væl kempur kalla.

36. Niður settist Ódnarbjørn,
kólna tók hendur og føtur.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»eg bíði tað ikki bøtur.«

37. Niður settist Ódnarbjørn,
kólna tók hond og fót.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»eg bíði tað ikki bót.«

38. »Verði tær tess eyðið,
tú manst til Noregis vitja,
heilsa bæði vinir og frændur,
eg man eftir sitja!

39. Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis heim,
heilsa bæði vinir og frændur,
kanst tú málagrein!

40. Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis vítt,
heilsa bæði vinir og frændur,
gloym ikki roysni títt!«

41. Tað var reystur Gongurólvur,
bukkar seg niður til knæ.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»nú havi eg byrðar tvær.«

42. Enn gingu teir átta dagar,
frystir við jøkilstræti,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann missir gleði og kæti.

43. Enn gingu teir átta dagar,
frystir við jøkilbein,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann missir gleði og gleim.

44. Enn gingu teir átta dagar,
frystir við jøkil valla,
hvør ið kemur í tílíka neyð,
mugu væl kempur kalla.

45. Niður settist Illgerðsteinur,
kólna tók hond og fót.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»eg bíði tað ikki bót.«

46. Niður settist Illgerðsteinur,
kólna tók hendur og føtur.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»eg bíði tað ikki bøtur.«

47. »Verður tær tess eyðið,
tú manst til Noregis vitja,
heilsa bæði vinir og frændur,
eg man eftir sitja!

48. Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis heim,
heilsa bæði vinir og frændur,
kanst tú málagrein!

49. Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis vítt,
heilsa bæði vinir og frændur,
lova ikki roysni mítt!«

50. Niður settist Illgerðsteinur,
deyður fell honum til kníggja.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»nú havi eg byrðar tríggjar.«

51. Enntá eykaðist Gongurólvi
mikil meiri vandi,
tá mátti hann í átjan dagar
í kolmyrkri ganga.

52. Enn gekk Rólvur átjan dagar,
enn er søgan sonn,
hann sá ikki svartan fugl
á hvítari fonn.

53. Enn gekk Rólvur átjan dagar
langa leið og drúgva,
eld sær hann í hørðum fjøllum,
stórar neistar flúgva.

54. Gróv hann gull í heyggin niður,
tekur trøllum at blótast:
»Ligg her ævi og allan aldur,
eingin skal teg njóta!«

55. Gróv hann gull í heyggin niður,
tekur trøllum at banna:
»Ligg her ævi og allan aldur,
njóti teg eingin manna!«

56. Gróv hann gull í heyggin niður,
meinti, tað skuldi ei saka,
svaraði eitt á baki hans:
»Eg skal tað burtur taka.«

57. Rólvur hugsar við sjálvum sær:
»Úti fari eg ikki at standa,
antin her búgva fólk ella trøll,
her fari eg inn at ganga.«

58. Rólvur gekk í hallina inn,
sum stór sat kona við eld:
»Vesælvætti, dvølst hjá mær,
og verm tín frosin feld!

59. Vesælvætti, dvølst hjá mær,
verm tíni frosnu bein,
kemur hann Rosmar risin heim,
hann setir teg á sín tein!«

60. Hon rívur av honum frosnar hosur,
setir at eldi at tiðna,
tá lá gler við beinið inni,
ikki var gullið linað.

61. Hon rívur av honum frosnar hosur,
setir at eldi at 'tada',
rivnaði eitt stykki úr herðum hans,
ið glerið hevði matað.

62. »Tað síggi eg á tíni bjørtu brún,
at tú ert av menskum monnum,
sig mær, frægur, eiti títt,
hvaðani er tú av sonnum?«

63. »Eg eri alin av Íslandi
við alskyns mekt og prýði,
nevndan hoyrdi eg faðir at mær,
Máur av Tannamýri.

64. Eg eri alin av Íslandi
við alskyns mekt og teiti,
nevndan hoyrdi eg faðir at mær,
Máur á Mýri eitur.«

65. »Er tað satt í hvørjum orði,
tú hevur fyri mær nevnt,
mangt hevur teg av leiðini borið,
óbeint hevur tú stevnt.

66. Er tað satt í hvørjum orði,
tú hevur fyri mær svorið,
samborin eru vit systkin tvey
bæði til kals og konu.

67. Eg eri vond við trøllagleim,
mær er ikki yvir at dylja,
tær er komin vandi á hendur,
hvar skal eg teg, Rólvur, hylja?«

68. Hon ballaði hann innan í nøkur gráskinn,
hon hevði ei onnur klæði,
feldi hann so í tætta urð,
sum í steini væri.

69. Rólvur liggur í tættari urð,
tá líður at trølla táttur,
oman skruddu dalir og fjøll,
tá risin kom heim mót náttum.

70. Rólvur liggur í tættari urð
við so lítið veldi,
oman skruddu dalir og fjøll,
tá risin kom heim á kvøldi.

71. »Mann havi eg av reki mist,
hoyr tú, Hildan svinna,
ein kom sá maður av hundrað tólv,
eg kundi ikki finna.

72. Mann havi eg av reki mist,
ein av hundrað tólv,
tá stóð eg fyri aftan stýrið,
hoyrdi nevndan Rólv.

73. Eg gangi ei so út ella inn,
eg kenni av beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
so greið tær snart av hondum!«

74. »Fátt man mær til krásir vera,
eg siti heima ein,
kráka fleyg yvir ljóar í dag,
hon feldi mannabein.

75. Krákan fleyg yvir ljóar í dag
við mannabein í munni,
hon kastaði inn, eg kastaði tað út,
tað snarasta sum eg kundi.«

76. »Eg gangi ei so út ei inn,
eg kenni av beiskum ranni,
her er í mítt helli komið
eittans bein úr manni.«

77. Hon legði hendur um risans háls,
kallar hann søta sín:
»Hvussu mundi tú verið við,
um enn komin var bróðir mín?«

78. Risin so til orða tekur:
»Lat tað nú so vera,
eg skal svørja tær tryggan eið,
eg skal honum einki gera!«

79. Lyfti hon Rólv úr tættari urð
fram á gólvið at standa,
svørji eg tann eið á mína trúgv,
tá var Rólvur í vanda.

80. Tók hann Rólv á knæ sítt upp
av so tungari neyð,
ei var klappan á holdum mjúk,
tá brotnaðu rivini sjey.

81. Tók hann Rólv á knæ sítt upp
av so tungari kvíðu,
ei var klappan á holdum mjúk,
tá brotnaðu riv í síðu.

82. Tekur hon Rólv av risans knæ,
setir niður á gólv:
»Ikki stendst barni klappan tín,
fáum kanst tú hóv.«

83. Hann legði fram eina oksasíðu,
vant var frá at ganga,
Rólvur kendi fárligt merki
á hesum kosti standa.

84. Áka nevni eg risan tann,
ið nógv átti gull at ráða,
flutti knørr í fjallið niðan
við reystar brøður báðar.

85. Hann flutti knørr í fjallið niðan
við sínar brøður báðar,
við lívi skildi hann teir at,
tí hann vildi eina ráða.

86. Hann flutti knørr í fjallið niðan,
trøllini tey eru sterk,
hevði tað menskur maður gjørt,
tá var tað eitt roysnisverk.

87. Rólvur kemur út árla morgun,
myrkt var honum for eygum,
hann sær knørr í fjalli uppi
bundnan við bondum beygum.

88. Seks vintur tað gisti hann
í tí risans ranni,
inntil tann hin sjeynda,
tá legði hann ást við Svannu.

89. Tað er frúgvin Ingibjørg,
er gingin fyri risan at standa:
»Eg veit tær eingi sviðri ráð,
tú flyt hann burtur av landi!«

90. Tók hann hann á bak sítt upp,
gullkistu íhjá,
bar hann so til strandar oman
mót teirri bylgju blá.

91. Risin fór í ein bøttan bjálva,
har vóru í og inni,
har vóru átjan kópaskinn
og aldanshúðir tvinnar.

92. Risin fór í ein bøttan bjálva,
har vóru í og úti,
har vóru átjan kópaskinn
og tvinnar aldanshúðir.

93. Níggju nætur við grunnið vóð,
nú tekur bjálva at leka:
»Hevði eg ikki svorið tær tryggan eið,
her skuldi eg teg etið.«

94. Tá var dagur í havinum,
sólin tekur at troyggja,
aðrari hondini beltið skar
og bjálvan av sær floyggja.

95. Tá var dagur í havinum,
Rólvur tók at longta,
aðrari hondini beltið skar
og bjálvan av sær slongdi.

96. Hann loysir æl av útnorðri,
tað glymur á hamra húðum,
hann kom ikki fyrr á Moyggjaland,
enn sólin roðar á búðum.

97. »Nú havi eg flutt teg á tað land,
tú sært bæði sól og mána,
far væl, Rólvur Upsaljall,
eg kann ikki við teg tala!«

98. »Takk havi tú, fostri mín,
tú flutti meg til manna,
tá ið tú kemur til hallar heim,
heilsa Urðarsvannu!«

99. Tá stakk tár av risans kinn
sum hagl í skørpum æli:
»Far væl, Rólvur Upsaljall,
eg kann ikki við teg tala.«

100. »Takk havi tú, fostri mín,
tú flutti meg til heim,
tá ið tú aftur í hellið kemur,
heilsa fostru heim!

101. Tá ið tú skamt frá landi kemur,
lít teg upp í eystur,
har skal tú síggja jomfrú ta,
ið gevur tær fullgott treyst!«

102. Hann leit seg upp í sól og mána,
ræð tá aftur at ganga,
stendur í miðjum Írlandshavi,
merkir ein stóran dranga.

103. Moyggjar komu inn árla morgun,
siga frúnni frá:
»Mann síggi eg at borgum ríða,
miklan í brynju blá.«

104. »Síggja tit mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá,
leiðið tann mann í hallina inn,
sjálv vil eg hann sjá!«

105. Fyrstu nátt í borgum svav
á ríku frúnnar arm,
eg svørji tann eið við mína trú,
ei brast moyggjarnavn.

106. Árla var um morgunin,
allar vilja hann skoða,
summar vildu royta hans hár,
summar for bakkan toga.

107. Summar vildu royta hans hár,
summar for bakkan kasta,
uttan hin væna Lindinmjá,
hon bað ikki Rólvin lasta.

108. Aðru nátt í borgum svav
hjá ríku frúnnar síðu,
svørji eg tann eið við mína trú,
hans hendur fóru ikki víða.

109. Árla um morgunin Rólvur klæðist,
allar vilja hann skoða,
summar vilja royta hans hár,
summar for bakkan toga.

110. Summar vilja royta hans hár,
summar for bakkan kasta,
uttan hin væna Lindinmjá,
hon bað ikki Rólvin lasta.

111. Triðju nátt í borgum svav
á ríku frúnnar arm,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
tá brast moyggjarnavn.

112. »Heinta mær Skúgv av Stokkanesi
við sítt nevið ljóta,
hann skal flyta Rólv yvir hav,
má eg hann eina njóta!

113. Heinta mær Skúgv av Stokkanesi
við sítt nevið blúgva,
hann skal flyta Rólv yvir hav
so langa leið og drúgva!

114. Heinta mær Skúgv av Stokkanesi
við sítt nevið hvíta,
hann skal flyta Rólv yvir hav,
so vænt er á at líta!«

115. Har kom ein fuglur, sum fyrr var nevndur,
fleyg yvir himmal ein,
hvar hann settist á slætta mark,
hann merkir spor í stein.

116. Har kom ein fuglur, sum fyrr var nevndur,
fleyg við harða fjøll,
hvar hann settist á slætta mark,
hann merkir spor í vøll.

117. Har kom ein fuglur, sum fyrr var nevndur,
settist á fold og 'dorg',
hvar hann kemur á slætta mark,
hann merkir snoypuspor.

118. Náttina eina og dagarnar tvá
mundi hann við honum bróta,
sá í miðjum Írlandshavi
ein feitan oksa flóta.

119. Náttina eina og dagarnar tvá
mundi hann við honum renna,
inntil tann hin triðja
tá mundi hann Tróndheim kenna.

120. Náttina eina og dagarnar tvá
mundi hann við honum fara,
setti á tað hægsta fjall
í Tróndheimi var.

121. Hann kom ikki fyrr til Tróndheim niður,
enn fátt var fólk á gangi,
møtti hann síni sælu systur
við ungum soni í fangi.

122. Hann kom ikki fyrr til Tróndheim niður,
enn fátt var fólk á orði,
Ólavur kongur í Noregi
hann drekkur mjøð yvir borði.

123. Rólvur gekk í hallina inn,
ikki hevði verið fyrr,
uttarlaga sær sessin tók
ytst við hallardyr.

124. Tí svaraði Ólavur kongur,
letur so orðum byrja:
»Fyrst er at geva manni mat,
síðan tíðindi spyrja.«

125. Svaraði ein av sveinunum,
gitir so aftur svara:
»So er at siga frá tíðindum,
tí maður kann siga frá ferðum.«

126. »Eg kom meg so langt av leið
frá øllum kristnum monnum,
eg sá ikki svartan fugl
á snjóhvítum fonnum.

127. Í heygnum fjaldi eg mikið gull,
fáan veit eg mín maka,
hvør sum her í durum treingist,
eg unni honum væl at taka.

128. Seks vintur í Trøllabotni,
vil eg fyri tær greina,
har legði eg fyrst mítt giftarmál
við míni systur eina.

129. Tríggjar nætur á Moyggjalandi,«
letur so orðum víkja.
»Har við bygdist heimurin,
at kvendið fekk sín líka.

130. Tríggjar nætur á Moyggjalandi,«
letur so orðum byrja.
»Har við bygdist heimurin,
at kvendið fekk sín vilja.

131. Stundum havi eg við skýggjum farið,
stundum niðri við grund,
hvør í míni fótspor stígur,
lær ikki alla stund.

132. Stundum havi eg við grunnið farið,
stundum uppi við ský,
hvør í míni fótspor stígur,
lær ikki allan tíð.

133. Stundum havi eg við grunnið farið,
stundum við skýggja gangi,
hvør í míni fótspor stígur,
lær ikki at tí leingi.«

134. Tí svaraði Gongurólvur,
gerst nú nýtur drongur:
»Heinta mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur!«

135. Tí svaraði Ólavur kongur
alt fyri uttan ekka:
»Um enn tú livir annaðslíkt,
eg gevi tær kost og drekka.«

136. Tí svaraði Gongurólvur,
gerst so nýtur drongur:
»Heinta mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur!«

137. Tí svaraði Ólavur kongur,
ræður aftur at svara:
»Um enn tú livir annaðslíkt,
eg gevi tær kost og klæði.«

138. Tí svaraði Gongurólvur,
gerst so nýtur drongur:
»Heinta mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur!«

139. Skírdu teir hin unga Rólv,
vænan og so fríðan,
tá hann kom úr funti upp,
tá læt Rólvur lív.

140. Tí varð hann kallaður Gongurólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
tá sólin roðar í kav.

(c) Dansifelagið í Havn