Kvæðasavn
Angankári
Uppskrift: CCF 34A, 2, pp. 23-25, FK 34A, 10, pp. 33-37.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá var hin blindi Bavint snildi
riðin burtur á vøll.
Har var leikur, har var troðið,
har vóru trodnar organspípur
millum Jútland og Rípur.
2. Tá var hin blindi Bavint snildi
riðin í skógin fram,
møtir honum mikil kempa,
meiri enn menskur mann.
3. »Far tú teg til hallar heim
at siga riddara frá,
nú man koma gripur á ferð,
sum eitur Angankári!
4. Far tú teg til hallar heim
at siga riddara reyða,
bið hann mær til matar ætla
tríati talið seyða!
5. Oksan ein og geitir fimm
og flikkini tólv av svíni
bið hann mær til matar ætla
fyrstu máltíð mína!
6. Flikkini tvey og gæsnar sjey,
tríati seyðatal,
bið hann mær til matar ætla
av tann Dynjadal!«
7. Hann fór seg til hallar heim
at siga riddara frá:
»Nú man koma gripur á ferð,
sum eitur Angankári.«
8. Allir veggir svignaðu,
har hann kom í tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.
9. Allir beinkir brotnaðu,
har hann gekk í sæti,
Sjúrður hugsar við sjálvum sær:
»Slíkt er trøllalæti.«
10. Sjúrður so til orða tók,
leit sær undan skildri:
»Sig mær, frægur Angankári,
hvat tú higar vildi!«
11. Tí svaraði Angankári,
læt sær máli byrja:
»Fyrst er at geva manni mat,
og síðan tíðindi spyrja.«
12. Oksakroppin át hann upp
og ellivu svínaflikki,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áðrenn hann kravdi drekka.
13. Oksan ein og geitir fimm
lógvaði hann á tíni,
tunnubreyð og laksir sjey
og flikkini tólv av svíni.
14. Hann vildi ei av kerum drekka,
ei av smáum skálum,
teir máttu honum á stongum vega
tey stóru bryggjukar.
15. Tí svaraði Sjúrður,
leit sær undan skildri:
»Sig mær, reystur Angankári,
hvat tú higar vildi!«
16. Tí svaraði Angankári:
»Eg geri tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni við teg at royna.
17. Vit skulum berjast í Tyrnisdal,
har býr maðkur og mý,
har skín eingin sól á
uttan hægsta summarstíð.
18. Vit skulum berjast í Tyrnisdal,
har býr maðkur og mýra,
ikki heimi í borgunum,
sum kattar liggja og klórast.«
19. Riðu teir í Tyrnisdal
fast av miklum móði,
tá sprakk hestur Angankára,
Grani sveittaði blóði.
20. Niður settist Sjúrður
og kendi sær møði í hand:
»Lova mær, frægur Angankári,
at binda mítt hosuband!«
21. »Gjarna lovi eg, Sjúrður,
tær at hvíla teg;
hvar veitst tú so fræga kempu,
berjast kann við meg?«
22. Upp leyp Bekkur Berintsson
á sín annan fót,
so høgg hann til Angankára,
egg í beinið tók.
23. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar gekk.
24. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann.
25. Inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann,
tá fell Bekkur Berintsson,
tann hin raski mann.
26. Burtur fóru ørvurnar,
tær bóru ei seint at,
tær komu upp úr jørðini,
sum Virgar fyri sat.
27. »Sjúrður sendi meg til tín
at bjarga nakað sær.
Mimmaring er tað besta svørð,
tú greið úr hendi mær!
28. Sjúrður sendi meg til tín
at bjarga sínum lívi,
hann stendur í Tyrnisdal
í tí tunga stríði.
29. Hann stendur í Tyrnisdal
í tí tunga verki,
bað teg læna sær svørðið tað,
ið átti Virgar sterki.«
30. Aftur komu ørvurnar,
tær bóru ei seint at,
komu upp úr jørðini,
sum Sjúrður fyri sat.
31. Niður settist Angankári,
kendi sær møði í hand:
»Hoyr tað, Sjúrður Fávnisbani,
tú hevur lænað brand!
32. Tá ið tú hevur felt meg til jørð,
tað er tær eingin munur,
tað var mær av sonnum sagt,
eg eri tín systursonur.«
33. »Tó ið tú ert mín systursonur
og so mín onkabróðir,
eg giti ikki grøða teg,
tað voldi á hesum móði.«
34. Tað var frægur Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann hjó reystan Angankára
sundur í lutir tvá.
(c) Dansifelagið í Havn