Kvæðasavn

Artal kongur í Atlandi

Uppskrift: CCF 35, 2, pp. 33-46, FK 35, 10, pp. 61-94.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

1. Havið tær eina rímu hoyrt,
inni hevur ligið leingi,
Artal kongur í Atlandi
hann vinnur reystar dreingir.

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,
stíga teir á sínar hestar, teir springa,
hoyrast mátti langt av leið, tá ið teirra sporar ringja,
vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

2. Havið tær eina rímu hoyrt,
sum inni hevur ligið enn,
Artal kongur í Atlandi
hann vinnur reystar menn.

3. Tað varð sagt av Artal kongi,
sum væl kann við svørði berja,
tað hevur hann til óviljan,
til Gudmund kong at herja.

4. Artal situr í breiðu borg,
hann talar til sínar dreingir:
»Hvat vitið tær um Gudmund kong?
Og dyljið tað ikki longur!«

5. »Tað er sagt frá Gudmund kongi
og allar hansara menn,
hann ríður út av Oldursborg
og fellir hundrað í senn.«

6. Tað var frægi Artal kongur,
talar til dreingir stinnar:
»Antin hann fellir hundrað ella meir,
so skal eg hann tó finna.«

7. »Kelling býr í fjallinum uppi,
hon er bæði klók og vís,
kanst tú fáa av henni lært,
so vinnur tú góðan prís.«

8. Árla var um morgunin,
tá ið dagurin tekur at tynna,
Artal heldur í fjallið upp
ta gomlu kelling at finna.

9. »Hoyr tú, kelling, vís og klók,
vilt tú meg nakað læra
av tí stóra rúnarlisti,
eg skal tær gott betala.

10. Lær meg til at rúna,
lær meg til at fljúga,
mikið skalt tú fáa í verð,
meir enn mannamúga!«

11. Kellingin fer eftir rúnarbók
til Artal kong at læra,
lærdi hann bæði ilt og gott
av sínum kunstri harða.

12. Hon lærdi hann at rúna,
so lærdi hon hann at flúgva,
hann kundi tá so ljótur vera,
sum Sátans andir smúgva.

13. »Hoyr tú, Artal kongurin,
nú má tær einki baga,
far tí, hvar tú fara vilt,
eingin ger tær skaða!«

14. »Hoyr tú, kelling, gamli toppur,
eg skal tær viljan gera,
fylg nú mær til hallar heim
til drotningsnavn at bera!«

15. Bæði fóru til hallar heim
á teirri somu stund,
setir hana í gyltan stól
bæði til garð og grund.

16. Artal setist hjá kelling niður,
letur so lýða upp:
»Eg skal ekta kellingina,
tann gamla og stóra topp.«

17. Artal tekur kellingina
sjálvum sær til festi,
læt so reiða brúdleyp til
helst út av tí besta.

18. Alt var komið til hallar heim,
sum kelling Toppa átti,
uttan reysta rúnarbók,
sum mest tað gera mátti.

19. Artal gongur á salin út,
vita hvat dugir at flúgva,
Toppa stendur og lýðir á,
hvat hann kann til at smúgva.

20. »Hoyr tú, adal Artal mín,
tú hvess so væl tín mæka,
Gudmund kongur vil deyða meg,
tú skalt hann av lívi taka!«

21. Hann tekur til at flúgva tá
upp í tað høga ský,
tá fekk eingin av at vita,
hann kom fyri Ríkalands bý.

22. Artal helt í loftið upp,
hann gekk so væl til hand,
hann kom niður standandi
á Gudmunds Ríkaland.

23. Kongurin ríður út árla morgun,
hyggur um seg so víða,
hann sær henda Artal kong
á leikvøllunum ríða.

24. »Hoyr tú, Artal kongurin,
sig mær satt ífrá,
hvat eru tíni ørindi
higar til landa vára?«

25. Tað var Artal kongurin,
hann rættir út sín mæka:
»Tað eru míni ørindi
teg sjálvan av lívi taka.«

26. Gudmund tók sær vákn og spjót,
nýggja brynju blá,
so var hann við hjálmi klæddur,
sum ei skal bíta á.

27. So var hann við vákni búgvin,
tykist væl at líta,
har var svørðið við eitur hert,
gjørt av silvuri hvíta.

28. Stórur er hann í útreiðini,
sum fáur torir at síggja:
»Kom tú fram, tú Artal kongur,
her er ikki at flýggja!«

29. Fyrstu ferð teir saman riðu,
alt for uttan vanda,
svørðið mundi hjá Artal kongi
fast í brynju standa.

30. Av svørði fekk hann sárið stórt,
so blóðið rann á vøll:
»Eg eigi so vænan fosturson,
hann situr heima í høll.«

31. Hann hevði fingið sárið stórt,
fyri gekk hjálmur reyði:
»Hákun situr heima í høll,
hann hevnir víst mín deyða.«

32. Aðra ferð teir saman riðu,
Gudmund tá høggið gav,
høggið kom á hestin tá,
hann kleyv hann um miðju av.

33. Upp leyp Artal kongurin
við so miklari fart:
»Nú skal taka til listir tær,
sum kelling hevur lært.«

34. Hann settist á ein annan hest,
dvølst nú ikki longur:
»Kom nú fram, tú Gudmund kongur,
vita, hvøssu gongur!«

35. Triðju ferð teir saman riðu,
tá varð hvølt í leyv,
høggið kom av miklum alvi,
hjálm av høvdi kleyv.

36. Hartil svaraði Gudmund kongur:
»Hetta er ei tað besta,
tað kenni eg á sjálvum mær,
tú ert av djevlinum versta.

37. Eg havi allan sigur vunnið,
hvar ið eg fram reið,
nú tekur aldur at boyggja meg,
eg vinni ei av monnum meir.«

38. Fjórðu ferð teir saman riðu
við tann tunga vanda,
svørðið gekk hjá Gudmund kongi
av ímillum handa.

39. »Fá tær nú eitt annað svørð,
meðan eg leggi til ráð,
tað má vera spott fyri meg
ein váknleysan at slá!«

40. Hann tók sær eitt annað svørð,
sum dvørgar høvdu smíðað:
»Komið nú saman fimtu ferð,
áðrenn dagur tekur at líða!«

41. Hartil svaraði Gudmund kongur,
skeyt tað orðið fram:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
tú verður mín banamann.«

42. Fimtu ferð teir saman riðu
fast av miklum dundur,
tá kleyv Artal Gudmund kong
miðja helvtina sundur.

43. Gudmund liggur á grønum vølli,
hann rennir so mikið blóð:
»Hilda skal nú fylgja mær,
tað hitt væna fljóð.«

44. Hákun kom av hallini út,
hann sá tað sorgargildi:
»Annað skal tær verða lagt
enn Hildu fljóð at fylgja.«

45. Hákun rópar á sínar menn,
biður snart upp standa:
»Latið ikki Artal kong
sleppa í sínar landar!«

46. Artal sá tann stóra her,
manga kempu mæta,
snarliga letur hann venda nú
aftur til landa at gæta.

47. Artal fleyg í loftið upp
við búgvið svørð í hand,
hann kom niður standandi
á ríka Atland.

48. Hann kom niður á Atlands ríki,
tað var í ein fart,
fyri stóð hon kellingin,
sum hetta hevði lært.

49. »Vælkomin higar, Artal mín,
setst nú mær íhjá,
hvat er títt í ferðini,
tað skalt tú siga frá.«

50. »Eg havi verið á Ríkalandi,
dripið Gudmund sterka,
Hákun hevnir honum aftur,
hann brýtur bugans verki.«

51. Kelling so til orða tekur,
sum flættað hevur skegg:
»Um hann kemur at hevna hann,
vit geva honum nógv.

52. Verið ei við friðum búgvin,
gangið so inn og út,
ger teg væl til vákna búgvin
bæði til skjøld og spjót!«

53. So var hann í Atlandi,
hann búddist ei fyri gott,
inntil tað líður betur um
til Hákuns annan tátt.

Annar táttur

54. Hákun situr í Oldursborg,
kongur á Ríkalandi,
fáir eru í vørildini,
sum beita honum á brandi.

55. Hákun situr í Oldursborg,
fáir finnast slíkir,
tað er eingin í vørildini,
sum vera kann hans líki.

56. Hákun situr í Oldursborg,
ræður fyri ríkum landi,
tað er eingin í vørildini,
sum beitir honum á brandi.

57. Tað er eingin í vørildini,
sum beitir honum á brandi,
tað segði ein so ræðimaður,
uppvaksin í kongins landi.

58. Hákun situr í hásæti,
talar til dreingir stinnar:
»Nú lystir meg til Atlanda
Artal kong at finna.«

59. Hákun stendur á síni borg,
bindur upp hjálmin góða:
»Fari eg til Atlanda
at standa í mannablóði.«

60. Hann læt sær tað liðið samla,
lendra manna tjóð,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skínur sól.

61. Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
valdi sær út av Ríkalandi
tólv túsund mans og meir.

62. Tólv letur hann herskipini
út á sjógvin ganga,
annaðslíkt skal eftir koma
undan tí loynitanga.

63. Tólv letur hann herskipini
út á sjógvin gá,
annaðslíkt skal eftir koma
við skjøld og brynju blá.

64. Hákun heldur í havið út,
aldan reisist í sjógv,
brýtur hart um bæði borð,
tá fekk skutur nógv.

65. Hákun heldur í havið út,
so strangan byrin fekk,
tordi ikki segl at føra,
so stokkur í kavið gekk.

66. Hákun heldur í havið út
við sín stóra flota,
harður streymur og sterkur vindur
teimum kom ímóti.

67. Stórar sjógvar skipið fekk,
mastrar gingu undir,
fullvæl visti Hákun ungi,
skipinum stýra kundi.

68. So var veður á sjónum hart,
ódnin mátti bella,
so stýri hann Hákun ungi,
hvørgum borði hella.

69. So var veður á sjónum hart,
ódnum mátti líta,
meðan stýrdi Hákun ungi,
frá dró bjøllin hvíta.

70. Brýtur hart um bæði borð,
tað brakar í hvørjum bjálka,
heilir slongdust kongins garpar
í ymsi borð at spjálka.

71. Bylgjan breyt, og aldan treyt,
hart mót knørrum rendi,
illgerningar í havið komu,
teir sóu for ongum vendi.

72. Svaraði ein, á bunka stóð,
av so miklum vanda:
»Hvat er hetta fyri hestarið,
sum eftir havi ganga?«

73. »Hatta eru eingir hestar,
ei heldur nøkur ross,
hetta eru illgerningar,
reistar eftir oss.

74. Sterkar eru illgerningar,
reistar eftir oss,
tó skal eg við fagurt orð
seta Gudi kross.«

75. Hákun í ta rúnarbók,
sum hann hevði borið synd,
burtur fleyg fyri skipinum,
rætt sum fjøður í vind.

76. Her var líkt at sigla
sum við villivond,
Hákun eftir bunkanum fer,
tekur sær stýri í hond.

77. Hákun stendur við stýringina,
ymsar litir fekk,
har var bæði knak og brak,
tá ið skútan beinan gekk.

78. Átjan dagar Hákun ungi
í eysturmála stendur,
tá ið hann stýrdi tí breiða knør,
í blóði vant tá hendur.

79. Átjan dagar Hákun ungi
í eysturmála stóð,
tá ið hann stýrdi tí breiða knør,
úr skjúrtu vant hann blóð.

80. Tá ið hann stýrdi tí breiða knør,
úr skjúrtu vant hann blóð:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð.«

81. So var veður á sjónum hart,
aldan reisist úr sjó,
tað voldi hann Artal kongur,
við illgerningar stóð.

82. Artal kongur illgerningar
út í havið sendi,
Hákun við tí somu reiði
teimum tá aftur vendi.

83. Sterkar sendir hann illgerðir
honum í havið út mót,
ei læt Hákun lystra tað,
hann sperti inn for fót.

84. Ei læt Hákun lystra tað,
hann sperti inn for fót,
sendi inn til Atlanda
til Artal kong ímót.

85. So hart heitti í havið út,
sterkari aftur sendi,
illgerðsmaður í havi var,
hann kundi fyri sær venda.

86. Hákun vendi rúnirnar
og greiðir fyri sær ferð,
stýrir so á landið upp,
sum Artal kongur er.

87. Letur hann sínum akkerum fella
á so hvítan sand,
Hákun kongur við miklari ferð
hann treður fyrstur á land.

88. Hákun fyrstur á landið gekk,
so allur tann stóri skari,
óttast tekur Artal kongur
bæði til góðs og ræði.

89. Artal kongur til strandar gekk,
tekur teim væl ímót,
biður teim frið og góðan grið,
og fellur teim for fót.

90. »Hoyr tú, Hákun kongurin,
tú ert mín besti frændi,
hvøssu gekk um ferðin tín
higar at hesum landi?«

91. »Illa var statt í havinum,
sum eg má tað fyri halda,
hetta mundi tú, Artal kongur,
sjálvur mær tað valda.«

92. »Hoyr tú, Hákun ungi,
íhvat eg nú tali til tín,
hví komst tú við øllum skipum
higar heim til mín?«

93. Hartil svaraði Hákun ungi:
»Hetta má vera tað sama,
tá ið tú vart á Ríkalandi,
har vart tú mín faðirs bani.

94. Dvølst nú ikki leingi við,
tú gyrð títt mannalið,
eg eri tí til landa komin,
ei at búgva við frið!«

95. Klæddir vóru Hákuns menn
allir í hjálminum reyða:
»Standið væl og manniliga,
hevnið mín faðirs deyða!«

96. Artal klæðir eitt tólvhundrað,
annaðslíkt aftrat,
so teir stóru risarnar
hann har ímóti læt.

97. »Kelling, tú skalt sita nær
og síggja, hvøssu gongur,
gerst mær ilt í nøkrum verki,
tá bíða ikki við tí longur!«

98. Riðu teir saman á grønum vølli,
av bar barnagaman,
stórir vóru herirnir,
tá ið teir komu til saman.

99. Hákun rennur í herin fram
við alt sítt mannalið,
fellir niður eitt tólvhundrað
so glaður í grønari líð.

100. Hákun rennur í herin fram
so glaður um morgunstund,
fellir niður eitt tólvhundrað
so glaður í grønari lund.

101. Tað var Artal kongurin,
tekur á stáli stjálpa,
kelling roynir sínar rúnir,
lítið kann henni hjálpa.

102. Tað var Hákun ungi,
her um vildi hann greina:
»Hvar er Artal kongurin?
Nú vil eg hann royna.«

103. Artal stendur á borgarhall,
rópar út so hátt:
»Fari nú fyrsti stóri risi,
ger av honum kátt!«

104. Risin tekur at renna hart,
ei mundi hann seg eira,
hann fell niður í djúpan dal,
hann stóð ikki upp aftur meira.

105. Fram kom annar tann stóri risi,
hann var ei tess minni,
so kom hann á leikvøllin
mót Hákun kong at finna.

106. Vesæligur var hann at stríða
og stóru til at síggja,
ikki vildi Hákun ungi
undan honum flýggja.

107. Hákun brá sítt góða svørð,
tað upp í veðrið setti,
høggið kom á risan fast,
hann kleyv hann av um belti.

108. »Ligg nú deyður á grønum vølli,
klovin í lutir tvá,
kom nú fram, tú Artal kongur,
her skal eg teg sjá!«

109. Møttust teir á grønum vølli,
av bar barnagaman
Hákun ungi og Artal kongur,
nú barst teimum saman.

110. Til tað svaraði Hákun ungi,
ei var mikil vandi:
»Tú skalt hava tað fyrsta høgg
her í tínum landi.«

111. »Hvøssu skal eg høgga til,
og hvøssu skal eg stinga?
Eg skal fáa mær hestin tann,
sum væl kann til at springa.«

112. Artal setst á hestabak,
helt seg at kunna til,
so spældi hann undir honum
sum eitt ótamt fyl.

113. Hesturin springur í loftið upp
vildi av sær kasta,
kelling rópar á grønum vølli,
bað hann sita fastan.

114. Tað var reysta herkempa,
og svaraði so fyri seg:
»Eg havi dripið risar tveir,
samlíkt drepi eg teg.«

115. »Tá ið eg var so ungur sum tú,
tá mundi eg nakað duga,
nú tekur aldur at boyggja meg,
harfyri má eg grúa.«

116. Hákun letur á reiði renna,
svør um tað hvíta lín:
»Nú skal eg mær bøtur fáa
fyri sæla faðir mín.«

117. Artal skuldi í lofti flúgva,
royna tey kellingsráð,
so hevði kelling rúnir lært,
eingin var dugur á.

118. Artal skuldi í lofti flúgva,
royna sítt foriga verk,
so hevði Hákun rúnað hann,
ei var maktin tá sterk.

119. »Statt nú væl, og høgg so fast,
nú skulum vit vápin bera,
her skal gjalda roysni stórt,
hvør annan í lutir skera.«

120. Kelling sær pá henda leik
av so tungum vanda,
hon sær Artal kongin tá
sjálvan í stríði standa.

121. Sær hon Artal kongin tá
fast í stríði at standa,
Hákun brá sínum bitra brandi
við álvi og stórum vanda.

122. Hákun brá sínum bitra brandi
við álvi og stórum vanda,
kleyv so Artal kongin tá
av um lívið langa.

123. Tað var Hákun kongurin,
hann helt so væl sítt lyfti,
hann drap so kelling, gomlu Toppu,
í tí sama syfti.

124. »Ligg nú, kelling, gamla Toppa,
Artal kongi hjá,
so tað alt tað valda lið,
sum her er fallið frá!«

125. So var sagt frá Hákun unga,
sum stríðið hevði vunnið,
vigið so mangar herkempur,
kong og kelling brunnið.

Triði táttur

126. Nú skal leggja niður um stund,
vilja nú leggja í minni,
senda so boð til Ringarálv,
higar til lands at finna.

127. »Hoyr tú, fríði Finnur,
vilt tú vera mítt besta?
Eg skal bjóða Ringarálvi
higar at landi at gesta.«

128. Finnur setst á hestabak
á teirri somu stund,
ríður so til Ringarálv
so glaður í grønari lund.

129. »Vert vælkomin, Finnur fríði,
higar heim til mín,
drekk nú, hvat tær betur lystir,
mjøðin ella vín!«

130. »Mær er ei um brúna mjøð,
minni um klára vín,
eg eri sendur frá Hákun unga,
hann biður teg finna sín.«

131. Hartil svaraði Ringarálv,
hann heldur á silvurbúnum knívi:
»Eg skal finna Hákun unga
og taka hann so av lívi.«

132. Finnur so til orða tekur,
hann vildi ei undan flýggja:
»Tú vinnur einki á Hákun unga,
tað fái eg at síggja.«

133. Álvur tekur sítt hvassa spjót,
sum hann hevði fingið frá dvørgi,
hann høgdi til við miklum alvi,
so eldur stóð í bjørgi.

134. Tá ið Finnur hetta sá,
at bjørgið tók at loga:
»Tú ert ikki í hvørjum verki,
hvat sum dreingir duga.«

135. »Sit væl, Finnur fríði,
sit her væl og leingi,
meðan eg ríði til Oldursborg
at royna reystar dreingir.«

136. Finnur sprakk á føtur snart,
hann vildi ikki longur bíða,
fór so aftur til Ríkaland,
so snarliga mundi ríða.

137. »Sit væl, Hákun kongurin,
væl í góðum evni,
nú kemur hann Ringarálvur
sínari systur at hevna.«

138. Hákun víkur út árla morgun,
búgvin var við frið,
har var komin Ringarálvur
við sínum valdra lið.

139. Tá ið Hákun hetta sá,
at herurin kom til borg,
valdi tá út eitt hundrað mans
for uttan nakra sorg.

140. Sjálvur Hákun fyrstur gekk,
tá var sum tað vildi,
síðan hetta fræga hundrað mans
honum eftir fylgdi.

141. Hákun rennur í herin fram,
ei var tað barnagaman,
tá varð buldur á Ríkalandi,
tá ið slíkir funnust saman.

142. Tá ið slíkir saman funnust,
ríkir garpar og reystir,
so hann Ringur kellingsbróðir,
sum Hákun drap við treysti.

143. »Tú drapst Toppu, mína systur,
tað gekk mær hart ímóti,
harfyri eri eg higar komin
at fella teg við spjóti.«

144. Møttust teir á grønum vølli,
har vóks upp stríðið langa,
so fullu teimum høggini tung,
rætt sum trummur ganga.

145. Teir høgdust títt, teir lívdu lítt,
eldur fleyg á baki,
hvørgin vildi undan flýggja,
hvørgan kundi tað raka.

146. Svaraði hann Ringarálvur,
er gyrður við rúnir sterkar:
»Lat meg síggja buðlung tín,
eg leggi tað væl til merki!«

147. Hákun setir út buðlungs drong
ta fyrstu ferð at ganga,
tá ið Ringur at síggja hann fekk,
har kundi hann ikki standa.

148. Ringarálvur fúsur gerst,
tá hann sær buðlung ríða
ógvuliga við svørðinum tá,
hann tóktist for langt at bíða.

149. Burtur hvarv tann buðlungs drongur
og aðrir garpar fleiri,
ikki kundi Ringarálvur
síggja hann aftur meira.

150. Hákun setir út buðlungs drong
ta aðru ferð at ríða:
»Gyrð nú teg við váknum væl
mót Ringarálv at stríða!«

151. Ringarálvur fúsur gerst,
tá ið hann sær buðlung ganga,
vápnleysur mundi hann tá
á grønum vølli standa.

152. »Kom nú fram, tú buðlungs drongur,
eg vil tær ikki meina,
vit skulum nú á grønum vølli
roysnisverkið royna.«

153. Burtur hvarv tann buðlungs drongur,
tá ið hann Ringar sá,
fleyg so langt av garði burt,
hann sást ikki aftur tá.

154. Hartil svaraði Hákun ungi,
var klæddur alvæl ný:
»Ræddir eru buðlungs dreingir,
teir tora ei síggja stríð.«

155. Hákun setir út buðlungs drong,
triðja og fjórða til:
»Venda tit aftur á miðjari leið,
so sapli eg báðar niður.«

156. Fram riðu teir buðlungs dreingir,
sum hann sjálvur sendi,
so vóru teir til stríðið fúsir,
at báðir aftur vendu.

157. Tá ið Ringar hetta sá,
at buðlungar vóru flýddir:
»Her kemur eingin higar í dag,
sum meg torir at síggja.«

158. Vreiður gjørdist Hákun ungi,
tá ið hann hetta sá:
»Kom nú her á banan út,
eg má teg sjálvan sjá!«

159. Møttust teir á grønum vølli,
av bar barnagaman,
eldur goysti, og eitur spruttar,
tá teir rendu saman.

160. Hetta sóu so mangir menn,
tá eldur fleyg á baki,
tungt hava teir við stríðið sítt,
sum eru hvør annans maki.

161. Hartil svaraði Hákun ungi,
tá hann fekk slíkt at hoyra:
»Sig mær navn og eiti títt,
áðrenn eg stríðist meira!«

162. Svaraði reysti Ringarálvur,
sum tagdi í eina stund:
»Eg skal siga tær eiti mítt
her í grønari lund.

163. Sjálvur eiti eg Ringarálvur,
borist mót buðlunga merki,
kappin tann, ið reystur var,
høvdingskongur sterki.

164. Kappin tann, sum reystur var,
frægðarfaðir tín,
Gudmund kongur á Ríkalandi
var faðirsbróðir mín.

165. Tisla kallast móðir mín,
er komin frá Svøríkis landi,
Raðal eitur faðir mín,
so sigi eg satt frá sannum.«

166. Hákun kastar vákn á vøll,
lystir ei longur at stríða:
»Hvøssu skal tað vorðið vera,
Ringur, bróðir mín?

167. Nú skal lata stríði av
bæði snart og brátt,
fara so til hallar heim
at drekka mjøðin kátt.«

168. Hákun situr í Oldursborg,
drekkur mjøð og vín,
glaður býður hann sínum monnum
øllum at drekka til sín.

169. Drekka mjøð og klára vín,
halda seg væl glaðar,
Ringur skal til Atlanda
moyggjafrúur at klæða.

170. »Hoyr tú, Ringur, besti bróðir,
hvat eg nú sigi tær,
bið tær frúgv í Atlandi,
eg gevi so gott eitt far.

171. Skipið stórt fyri bryggju liggur,
set tí seglið á,
strika so ei á bunkan niður,
fyrr enn tú landið fár.«

172. Vant hann upp síni silkisegl,
bæði gul og blá,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn á Atlands vág.

173. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ringarálvur
sínum fótum á land.

174. Fyrstur steig hann Ringarálvur
sínum fótum á land,
so akslar hann kápu blá,
gongur niðan frá strand.

175. Uppi í miðjum grasgarði
har akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

176. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hilda frúgv á borði sat,
gull bar henni á kinn.

177. »Sit væl, frúgvin Hilda,
tú drekk bæði mjøð og vín,
tað eru míni ørindi
higar at biðja tín.«

178. »Eg havi sitið í míni hall
fyri uttan allar sveinar,
fáir hava higar komið,
biðið meg so eina.«

179. Ringur talar aðra ferð,
leggur sær betur í minni:
»Sig mær antin nei ella ja,
eg biði ei triðja sinni.«

180. Leingi tagdi Hilda frúgv,
tonkti seg til ráð,
hvat hon skuldi Ringarálvi
til andsvar aftur fá.

181. »Hoyr tú, frægi Ringarálvur,
tað verður ikki í vetur,
jallurin situr á Longulund,
honum líkst mær betur.

182. Jallurin situr á Longulund,
eingin er hansara líki,
so er hann mær í hjarta kærur,
eg kann hann ikki svíkja.«

183. Ringur stendur á hallargólvi
við slíðrabundnum knívi:
»Eg skal mær til Longulund
at taka hann av lívi.«

184. »Um enn tú fert til Longulund
ímóti jallinum at stríða,
vita skalt tú, Ringarálvur,
til skalt tú ikki bíða.«

185. Ringur stendur á hallargólvi,
talar hart og skarpt:
»Eg havi mangar slíkar vegið,
sum kongar hava lært.«

186. Ringur fór til Longulund
upp á tann sama dag,
hevði við sær brynju og svørð,
og ikki gloymdi hann tað.

187. So gekk hann í hallina inn
við vreiði og miklum huga,
sjálvur jallur inni sat,
sum báðir tyktust at duga.

188. »Hoyr tú, jallur í Longulund,
her skulum vit gista,
hevur tú frúgv til handar tikið,
sum mær líkst nú at festa?«

189. Vreiður varð hann jallurin,
tá ið hann fekk tað at vita,
hann kundi ikki við friðum tá
í gyltum stóli sita.

190. Jallurin leyp á gólvið fram,
hann tekur í Ring so fast,
bæði borð og borðstólar
tað brutu teir í ein hast.

191. Bardust teir í hallini inni
av so miklum alv,
bæði borg og borgarlið
tá undir teimum skalv.

192. Bardust teir í hallini inni
av so miklum váða,
ikki kundi jallurin tá
nakran sigurin fá.

193. Stríddust teir í hallini inni,
hvørgin vildi flýggja,
Ringur tók so fort hará,
so hann fell niður til kníggja.

194. Bæði við álvi og tungum vanda,
størsta stríðið inni,
ikki kundi jallurin tá
nakran sigurin vinna.

195. Hann tók jallin í Longulund,
fór so við tí neyð,
varpaði hann niður á hallargólv,
skildi hann sundur í sjey.

196. Hann tók jallin í Longulund,
fór ikki við tí alv,
varpaði hann so á hallargólv,
skildi hann sundur í tólv.

197. Ringur tekur jallins høvur,
syftir upp á sítt bak,
so fer hann til Hildu frúgv
bæði við knak og brak.

198. Kastar hann høvur á Hildu knæ,
ei var mjúkt at strúka:
»Antin skal eg festa teg
ella skilja títt høvur frá búki!

199. Vilt tú nú ikki gifta teg,
sum her gár søgur frá,
ella skalt tú, Hilda frúgv,
snarliga deyðan fá!«

200. Tað var frúgvin Hilda,
so illa vart hon við,
tá ið hon hetta at hoyra fekk,
í óvit fell hon niður.

201. »Hoyr tú, frægi Ringarálv,
tú hevur boðið mær bakið,
tú hevur dripið jallin tann,
sum var mín besti maki!«

202. »Tú vilt ei at brigda mær
her í hesari ferð,
mangan havi eg slíkan mann
niður felt við svørð.

203. Hoyr tú, frúgvin Hilda,
her skal eg teg festa,
so skal eg til brúdleyps ætla,
ikki longur fresta.«

204. Frúgvin rætti hondina fram,
so læt hon tað gera:
»Nú skulu vit til brúdleyps ætla,
meðan tað skal so vera.«

205. Lótu tá til brúdleyps ætla
við so mikið meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

206. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var ei at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
tólv hundrað á hvørji.

207. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
bæði gingu í eina song,
Ringar og hans vív.

208. Gingu so bæði í eina song,
Ringar og hans vív,
síðan hvør, sum biðin var,
haðan heim til sín.

Fjórði táttur

209. Nú skal leggja niður um stund,
vilja tær leggja í minni,
so skal kvøða um jallins faðir,
sum stríðast fór á sinni.

210. Holdi talar til sínar menn,
biður teir taka til evni:
»Nú skal taka svørð í hond
til Ringarálv at hevna.«

211. Svaraði hansara væna frúgv,
slíkt vildi hon ikki hoyra:
»Herjar tú á Ringarálv,
eg síggi teg ei aftur meira.«

212. Svaraði Holdi gamli,
hann tekur við svørðið at spæla:
»Hevði tú ikki mín hústrú verið,
eg skuldi teg lagt í dvala.«

213. »Um enn tú letur meg høgga,
um enn tú letur meg skjóta,
Ringur verður bani tín,
tú mást fyri honum róta.«

214. Svaraði Holdi gamli,
hann letur á reiði renna:
»Tá ið eg komi úr vígginum,
tú skalt á báli brenna.«

215. »Tað tykist eg at síggja,
sum mær kann ganga ímóti,
tú brennir ikki nakra frúgv,
tá tú liggur deyður fyri spjóti.«

216. Reiður varð hann Holdi tá,
vildi hana ikki hoyra:
»Illa sámir svørðið mítt
at leggja við kvinnu droyra.«

217. Holdi snýst av hallini út
við tí somu fart,
velur sær eitt tríhundrað,
tað gekk honum nakað snart.

218. Setast teir á hestar,
og setast teir at ríða,
kvitta so til Ringarálv,
hvør vildi ikki eftir øðrum bíða.

219. Ringur stendur á síni borg,
sær hann út so víða:
»Her kemur Holdi, gamli kallur,
við miklum heri at stríða.

220. Her kemur Holdi, gamli kallur,
klæddur alvæl ný,
tó skal eg mót honum ríða,
ikki undan flý.

221. Hoyr tú, Holdi, gamli kallur,
hvat eg sigi tær,
hvat eru tíni ørindi
higar til landa vár?«

222. Svaraði Holdi, gamli kallur,
heldur í hjálmin reyða:
»Tað eru míni ørindi
at hevna mín jallins deyða.«

223. Svaraði Holdi, gamli kallur,
heldur á gyltum mæka:
»Tað eru míni ørindi
teg sjálvan av lívi taka.«

224. Ringur velur av sínum monnum
fimmti vallara sveina,
harímót kall til stríðið fer,
sær sjálvum til sømdir royna.

225. Saman riðu herirnir,
har vóru tá báðir sterkir,
rivu upp eikir úr seigum við,
løgdu so til tess merki.

226. Ringur rennur í herin fram,
so vreiður var hann tá,
ikki ein av Holdans monnum
har kundi líta á.

227. So rennur hann á grønum vøll,
sum hestar gramla á gróti,
ikki tordi Holdi gamli
halda tá harímóti.

228. So renna teir á grønum vølli,
tróðu jørð til kníggja,
har varð sagt um Holda gamla,
undan mátti flýggja.

229. Holdi heldur í fjallið upp,
snart brá hann avstað,
Ringur koyrir á bakið hans,
teim bar væl í lag.

230. Tá ið hann kom í fjallið upp,
sær hann meiri vanda,
stóran royk og høgan loga
sær fyri eygum ganga.

231. »Her er vandi fyri hond,
tað tykist meg nú at kenna,
skal eg leypa í heita bál,
og lata meg sjálvan brenna.

232. Betri er at falla fyri hvassa svørð
enn brenna nú í eldi,
tá verður riðið út um stund,
eg komi ei aftur á kvøldi.«

233. Holdi vendi sær ímót,
hann tordi ikki longur halda,
Ringur reiðir honum svørðið mót,
dýrt við jarnið kalda.

234. »Tá ið eg var á ungum aldri,
gjørdist mín skjøldur lættur,
nú tekur elli at grípa meg,
tað fer nú at frætta.«

235. Ringur strýkur á heiðinmark,
gyrdi seg við sítt svørð:
»Koma nú tínir stríðsmenn djarvir,
ella raka teir ferð?«

236. Saman riðu herirnir,
sum har var sagt ífrá,
Ringur gevur øllum teim
so snarliga banasár.

237. For uttan Holdi gamli,
sum longst livdi eftir av øllum,
tá bað hann um frið og grið
so teim borgum øllum.

238. »Tú komst her við miklum heri,
tonkti at vinna frama,
eg fari ei til hallar heim,
fyrr enn eg síggi tín bana.

239. Tú komst her við miklum heri,
tonkti at vinna eyð,
eg fari ei til hallar heim,
fyrr enn eg síggi tín deyð.«

240. Tað var frægi Ringarálvur,
sínum svørði brá,
so høgg hann til Holda gamla,
hann kleyv hann í lutir tvá.

241. Ringur tekur at ganga tá
langa leið so drúgva,
hann sær eld í fjalli brenna,
høgar neistar flúgva.

242. Ringur hugsar við sjálvum sær:
»Eg eri í stórum vanda,
antin her búgva fólk ella trøll,
eg skal til hellið ganga.«

243. Ringur gekk í hellið inn,
fátt varð honum til meina,
risin situr við stoktum krási,
spritar upp á teinar.

244. Ringur gekk í hellið inn,
fátt varð honum til frama,
risin sat í gyltum stóli
við breiðum skjøldi og bana.

245. Ringur gekk í hellið inn,
hann sá sín veg so tranga,
stórir bjálvar og víðir ketlar
hann sær í helli hanga.

246. Stórir bjálvar og víðir ketlar
sær fyri eygum hanga,
óttast mundi Ringur tá
mót slíkum trøllum ganga.

247. Risin reistist úr sessi upp,
stórur var hann at síggja,
tekur upp ta stóru stong,
leggur sær á kníggja.

248. Hann lyftir hana betur upp,
sum hann var vanur at taka:
»Hoyr tú, frægi Ringarálvur,
sømir tær henda mæka?«

249. Risin reiggjar jarnstongini,
tað var í ein hast,
hon kom eftir endanum,
í bjørginum stóð hon fast.

250. Risin rykkir hart og skarpt,
tað kundi ikki ganga,
so hevði Ringur rúnað hana
fast í bjørgið standa.

251. So hevði Ringur rúnað fast,
ei gjørdist hann lættur,
risin var í tøkum tungur,
opin fell hann aftur.

252. Ringur brá sínum bitra brandi,
tað vil eg nú greina,
rakti risan á brynjubak,
hann kleyv hann fast í beinið.

253. Risin rópar eitt ódnarróp,
fast mundi tað gella,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur smella.

254. Risin rópar eitt ódnarróp
fast av orðum langa,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.

255. Risin rennur í hellinum,
einki fær hann til svørð:
»Nú skal taka mín breiða bana,
tílíka rakar tú ferð.«

256. Ringur rennir á risan fast,
ei var undan at flýggja,
høggið kom á risan fast,
hann kleyv hann av um kníggja.

257. Risin datt í hellið niður,
hann læt ikki á sær finna,
setir stubban niður í jørð,
hann bardist ei tess minni.

258. Risin stendur á stubbunum,
hevur tað orðið fagra:
»Líka skal eg stríðast enn,
um enn eg eri lægri.

259. Tá ið eg hevði bæði bein,
mundi eg nakað duga,
nú tekur maktin at svekkja meg,
harfyri má eg grúa.«

260. Tað var frægi Ringarálvur,
sínum svørði brá,
høgdi so til risan fast,
hann hevði hans høvur frá.

261. Ringur hugsar við sjálvum sær:
»Nú er ikki longur at bíða,
eg skal taka tað reyðargull,
heim til hallar ríða.«

262. Ringur tekur tað reyðargull,
leggur sær á hest,
ríður so til hægstu hall,
sum hann kundi allarbest.

263. Ringur kvittar av skógum heim
alt for uttan sorg,
kátur smýgur Ringarálvur
aftur í sína borg.

264. Kátur smýgur Ringarálvur,
sum hann tað full mátti,
setist aftur í sína borg,
sum hann sjálvur átti.

265. Ringur eigur ein fosturson,
sum væl hann gera mátti,
hann setir hann aftur í borgina,
sum Holdi gamli átti.

266. Nú er leingi kvøðið,
nú er um at venda,
Ringur situr á sínari borg
allar ævir til enda.

(c) Dansifelagið í Havn