Kvæðasavn

Finnboga ríma

Uppskrift: CCF 47F, 2, pp. 158-160, FK 44F, 11, pp. 117-121.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Finnbogi situr á Sigulsgrund,
nú lystir hann at biðja sprund.

2. Finnbogi situr á Sigulsoy,
nú lystir hann at biðja moy.

3. Finnbogi gekk seg niður til strand,
skútan flýtur har for land.

4. Finnbogi inn á skútu stígur,
skútan upp um naglan nígur.

5. Báran brýtur goyst um grund,
hann náddi ikki á Høvdasund.

6. Finnbogi við sín búgvin brand
hann dettur nú inn á Skopunar land.

7. Hann dettur nú inn á Skopunar land,
Álvur er gingin niður til strand.

8. »Álvur, læna mær loftið títt
at goyma mín fart og ferju frítt!

9. Álvur, læna mær loftið eitt
at goyma mín fart og ferju greitt!«

10. »Tú skalt fáa loftið mítt
at goyma tín fart og ferju frítt!«

11. Ferjan stendur har undir vegg,
fýra spannir fyri skegg.

12. Fýra spannir fyri skegg,
hon banar hvønn, sum kemur for høgg.

13. Tað var Álvins fyrsta orð,
hann biður breiða dúk á borð.

14. Tað var Álvins annað orð,
hann biður bera mat á borð.

15. Tað var Álvins triðja mál,
hann biður bera drekkaskál.

16. Tá var teimum fátt til orð,
ið teir drukku mjøð á borð.

17. Tá var teimum fátt til mál,
ið teir drukku mjøð av skál.

18. Har var hvørki eldur ei ljós,
Finnbogi sat í myrka hús.

19. Finnbogi blæs í brand í búr,
brenniviður er illa turr.

20. Álvur skreiðir øksi við lær,
Finnbogi hugsar við sjálvum sær.

21. Finnbogi hugsar við sjálvum sær:
»Hasa manst tú ætla mær.«

22. Álvur reiggjar øksi hátt,
Finnbogi bar seg undan brátt.

23. Ferjan kom har niður í gólv,
nú loypur Finnbogi aftur á Álv.

24. Finnbogi við síni longu bein
hann dregur nú Álvin fram á stein.

25. Finnbogi var í hondum bráð,
hann høggur nú Álvins høvur frá.

26. Hann høggur nú Álvins høvur frá,
hann gróv hann so í Grikkilsá.

27. Hann gróv hann so í Grikkilsá,
hann gekk til songs og fekk sær náðir.

28. Finnbogi svav, til sól skein bjørt,
sum hann hevði einki havt gjørt.

29. Finnbogi við sín búgvin brand
heldur nú ferðini heim á Sand.

30. Finnbogi við sítt búgvið svørð
heim í Traðir helt hann ferð.

31. Inn kemur Guðrun og rópar á gátt:
»Finnbogi, hvar hevur tú verið í nátt?«

32. Finnbogi svarar henni so brátt:
»Í Skopun havi eg verið í nátt.

33. Í Skopun búði ein menskur mann,
Álvur bóndi so æt nú hann.

34. Sjáldan skiljast vinir væl,
eg fór so um, eg sló hann í hel.«

35. Í skemmu vóru møðgur tvær,
fast at gráta tóku tær.

36. So tá græt hon Guðrun Skor,
hon svímaði niður for skemmuborð.

37. Tað gjørdi Finnbogi, meðan hann var har,
ta yngru moyggj til strandar bar.

38. Hann sigldi so aftur til Sigulsoy
við teirri vonu føgru moy.

39. Hetta ryktast víða um land:
Finnbogi hevur dripið mann.

40. Hetta ryktast víða um hall,
haðan inn for Hákun jall.

41. Nú yppist sorg og mikil vandi,
Finnbogi hann skal út av landi.

42. Nú yppist sorg og mikil sút,
Finnbogi skal av landi út.

43. Finnbogi gekk seg niður til strand,
skútan flýtur har for land.

44. Finnbogi inn í skútu stígur,
skútan upp um naglan nígur.

45. Hann legði inn á Tóravág,
síðan helt hann londum frá.

46. Síðan helt hann londum frá,
hann kastar ankar á Bernar vág.

47. Finnbogi gekk um Breiðafjall,
haðan inn for Hákun jall.

48. Finnbogi tekur í jallins hond,
hann biður um frið til Føroyaland.

49. Jallurin svarar honum so tvist:
»Tú skalt berjast við blámann fyrst.«

50. Finnbogi upp í bringu trívur,
búkin niður í nalvan rívur.

51. Finnbogi upp í bringu treiv,
búkin niður í nalvan reiv.

52. Finnbogi tekur í jallins hond,
hann biður um frið til Føroyaland.

53. »Tú skalt teg á Tarvatjørn,
berjast har við hvítubjørn.

54. Tá ið tú fert um sundagarð,
øll tíni klæði legg tú har!

55. Øll tíni klæði legg tú har,
ikki hav tú hvast á tær!

56. Tá ið tú stígur um jarðarmein,
tú ver í silkiskjúrtan ein!«

57. Tá ið hann fór um sundagarð,
øll síni klæði legði hann har.

58. Finnbogi hevði ein lítin knív,
hann seymaði hann innan skjúrtan sín.

59. Dýrið fell for honum í knæ,
jallurin gav tí eitt trantaslag.

60. Ymsi undir, og ymsi á,
bjørnin út á vatnið brá.

61. Bjørnin brá úr vatni upp,
nú svimur Finnbogi niður til botn.

62. Finnbogi tók sín lítin knív,
hann stakk hann upp í bjarnar lív.

63. Hann stakk upp í bjarnar skinn,
hann helt for uttan, læt bløða inn.

64. Dýrið sakk har niður í sand,
nú svimur Finnbogi aftur á land.

65. Tað søgdu allir uttan jallin sjálvur:
»Hatta er mætari maður enn Álvur.«

66. Finnbogi førdi kongi skatt,
allir søgdu, hann gjørdi rætt.

(c) Dansifelagið í Havn