Kvæðasavn

Finnboga ríma

Uppskrift: CCF 47G, 2, pp. 160-162, FK 44G, 11, pp. 122-126.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Finnbogi stendur á Siguloy,
nú lystir honum at biðja moy.

Nøríkismenn,
dansið væl í friðum,
stillið tykkum allar
riddarar, Nøríkismenn,
dansið væl í friðum!

2. Finnbogi stendur á Sigulgrund,
nú lystir honum at biðja sprund.

3. Finnbogi gekk sær fram við strand,
skútan lá har út fyri land.

4. Finnbogi niður í skútuna stígur,
skútan niður um nøglu nígur.

5. Finnbogi siglir á oynna eystur,
stendur á bunka drongur reystur.

6. Hann kastar síni ankør á Skopunar sand,
Álvur bóndi er riðin til strand.

7. »Hoyr tað, Álvur, eg tali til tín,
tú skalt læna mær órið títt!

8. Tú skalt læna mær órið títt
at goyma fart og ferðarfrítt.«

9. »Gjarna vil eg læna tær órið mítt
at goyma fart og ferðarfrítt.

10. Gjarna vil eg læna tær órið títt
at goyma fart og ferðarfrítt.

11. Hvat heldur vilt tú, kempan høg,
kyka eld ella søkja løg?«

12. Heldur sýntist kempan høg
at kyka eld enn søkja løg.

13. Finnbogi leyp eftir eld og fur,
brendi tann við, sum ikki var turr.

14. Álvur skreiðir øksi við lær,
Finnbogi hugsar við sjálvum sær.

15. Øksin kom seg niður í gólv,
ræður nú Finnbogi aftur á Álv.

16. Finnbogi sínum svørði brá,
hann kleyv Álvins høvur frá.

17. Kleyv hann Álvins høvur frá,
gróv hann niður í slúkin grá.

18. Gróv hann niður í slúkin grá,
gekk til songar og fekk sær náðir.

19. Hann svav har, til sól skein bjørt,
sum hann hevði einki havt gjørt.

20. Finnbogi við sín rósinkrans
heldur nú ferðina heim til Sands.

21. Í Trøðum sótu moyggjar tvær,
við so sára grótu tær.

22. Sára græt hon Guðrun Skor,
svímaði niður for skemmuborð.

23. »Hoyr tað, brúður, halt teg káta!
Eg vil ikki síggja teg gráta.«

24. Hann gjørdi einki annað har,
ta ungu moy til strandar bar.

25. Frættist tað í onnur lond:
Finnbogi hevði dripið mann.

26. Nú býr sorg og mikil sút,
Finnbogi skal av landi út.

27. Hann vindur upp seglini gul og blá,
sigldi øllum londum frá.

28. Vindur upp seglini gul og blá,
kastar síni ankar á Berinarvág.

29. Finnbogi gongur á breiða fjall,
har var fyri Gýðin jall.

30. Finnbogi tekur í jallsins hand:
»Eg biði um frið til Føroyaland.«

31. »Tú hevur dripið Føroyamann,
Álvur bóndi eitur hann.

32. Tú skalt fara at ríða ein dyst,
berjast skalt tú við blámann fyrst.«

33. Finnbogi upp í bringu treiv,
búkin niður í nalva reiv.

34. Finnbogi tekur í jalsins hand:
»Eg biði um frið til Føroyaland.«

35. »Tú hevur dripið Føroyamann,
Álvur bóndi eitur hann.

36. Tú skalt fara á Tarvatjørn,
berjast skalt tú mót hvítabjørn.

37. Tú skalt fara á Sandagarð,
øll tíni klæði legg tú har!

38. Øll tíni klæði legg tú har!
Ikki hevur tú hvast á tær.

39. Tá ið tú kemur á sjóvarstein,
ver í silkiskjúrtu ein!«

40. Tá ið hann kom á Sandagarð,
øll síni klæði legði hann har.

41. Finnbogi tekur sín lítin knív,
sýir tann inn í skjúrtu sína.

42. Tá ið hann kom á Sandagarð,
dýrið fall for honum í knæ.

43. Djúrið fall for honum í kav,
Finnbogi gav tí trantaslag.

44. Finnbogi gav tí trantaslag,
so fór tað á vatnið og svam.

45. Ymsi undir og ymsi á,
djúrið upp av vatni brá.

46. Finnbogi tekur sín lítin knív,
stakk hann upp í bjarnar lív.

47. Stakk hann upp í bjarnar skinn,
helt fyri uttan, læt bløða inn.

48. Djúrið tað sakk niður í sand,
nú loypur Finnbogi upp á land.

49. Finnbogi tekur í jalsins hand:
»Eg biði um frið til Føroyaland.«

50. Tað søgdu allir við sær sjálvum:
»Hatta er betri maður enn Álvur.«

51. Tá ið teir hetta høvdu frætt,
allir søgdu, hann gjørdi rætt.

52. Sigldi hann aftur á Siguloy
við teirri føgru vænu moy.

53. Sigldi hann aftur á Sigulgrund
við teirri føgru vænu sprund.

(c) Dansifelagið í Havn