Kvæðasavn
Gormunds kvæði
Uppskrift: CCF 50A, 2, pp. 177-199, FK 47A, 12, pp. 12-66.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
(I)
1. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg gangi í dans,
kvøði um Gormund á Frankaríki,
tríggjar brøður hans.
Gyltan spora við mín fót eg spenni,
so temji eg mín gangara góð
og lati renna.
2. Honum kom fylgjandi Atlar kongur,
tann hin sterki stokkur,
so kom Haraldur, bróðir hans,
tann hin føri kroppur.
3. So kom Haraldur, bróðir hans,
tann hin menskur mann,
triði eitur Høgni reysti,
og sterkur so er hann.
4. Gormundur situr í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka vera?
Hugsað havi eg leingi.«
5. Gormundur situr í hásæti
og talar til sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka vera?
Hugsað havi eg enn.«
6. Allir tagdu innan tanna,
og eingin tordi at svara
uttan Haraldur, bróðir hans,
hann tordi tó orð at mæla.
7. Uttan Haraldur, bróðir hans,
hann tordi tó orðið at mæla,
fyrstur hann av brøðrunum
ræður til at svara.
8. Til svaraði Haraldur,
tann hin sterki alvi:
»Væna veit eg frúnna tá,
hon gersimi á gólvi.«
9. Hartil svaraði Atlar kongur,
so tók hann uppá:
»Væna veit eg frúnna tá,
kanst tú hana fá.
10. Væna veit eg frúnna tá,
kanst tú hana fá,
Hákun kongur í Danmark
so væna dóttur ár.
11. Hon má vera von og vitug,
við silki so er hon klædd,
hon kann ikki slíta
for uttan skarlak reytt.
12. Hon er vorðin og tekkilig,
sum víðum má ganga gitið,
hon kann allar rúnarlistir,
í høga torni situr.
13. Alt kann hon við hondum gera,
og sámir væl tí kvinnu,
bók kann hon og rúnarmál,
og reyðargull kann hon spinna.
14. Alt kann hon við hondum gera,
sum frúgvar læra má,
hon kann bæði at lesa og skriva
bók og rúnarmál.
15. Hákun kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram av kongins borði.
16. Hákun kongur dóttur eigur
væna og so vísa,
bæði klók og kynstrilig,
kann sítt lov væl prísa.
17. Henni buddust mangir menn,
kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond,
hon segði burtur allar.
18. Henni buddust mangir menn,
riddarar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond,
hon bað teir sita heima.«
19. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendur mær hugur á.
20. Hana skal eg biðja,
tað stendur mær hugur á,
antin tað gongur við ella mót,
so skal eg hana fá.«
21. So letur hann Gormundur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
22. So letur hann Gormundur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
23. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.
24. Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigin úr neysti.
25. Bræddir reyðir brandar,
borðini tey vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðalský.
26. Bræddir reyðir brandar,
skorin var hvør stokkur,
stevnið og stýrið av reyðargulli,
so var segl í topp.
27. Vindur hann upp síni silkisegl
bæði væl og leingi,
so sigldi hann til Danmarkar,
tað klingaði í hvørjum streingi.
28. Vindur hann upp síni silkisegl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Danmarks vág.
29. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Gormundur
sínum fótum á land.
30. Fyrstur steig hann Gormundur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.
31. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin tað gongur hann
í høgar hallir inn.
32. Og so búgvin tað gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hákun kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.
33. Allar setir hann sínar menn
fram á hyggjubekk,
fyrstur sjálvur Gormundur
í hallina hann tá gekk.
34. Fyrstur sjálvur Gormundur
í hallina hann tá gekk,
kongurin sat í hásæti
og ymsar litir fekk.
35. Gormundur gekk í hallina inn,
sum fyrr hevur verið siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
36. Gormundur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reysti kongurin,
tú gev mær dóttur tína!«
37. Leingi tagdi kongurin,
tyktist vera komin í vanda:
»Sig mær navn og eiti títt,
hvar ert tú av landi?
38. Sig mær snart títt eiti,
hvat tú hevur til veldi,
um tað verður til lukku lagað,
tú gistir her á kvøldi!«
39. Snarliga svaraði honum aftur
á teirri somu stund:
»Reistur eri eg frá Frankaríki
og eiti Gormund.«
40. Leingi sat hann kongurin
og tonkti seg til ráð,
hvøssu hann skuldi Gormundi
eitt hániligt andsvar fá.
41. »Eg havi leingi kongur verið
í mínum veldi,
aldrin gevi eg mína dóttur
nøkrum gorkalli.
42. Eg havi leingi kongur verið
yvir mínum landi,
aldri gevi eg mína dóttur
nøkrum heidnum dreingi.
43. Eg havi leingi kongur verið
og staðið fyri land og ríki,
ei gevi eg mína dóttur
tí versta gorkalssvíki.«
44. »Eg eri eingin gorkallur,
tóast tú talar tað svá,
hevði eg ikki gjørt fyri tína dóttur skyld,
tú skuldi lívið á.«
45. »Tú fært ikki mína dóttur,
hvat tú mælir um,
pakka teg aftur til Frankaríki,
verri enn nakar hund!«
46. »Eg eri eingin verri hund,
hvat tú biður meg rýma,
eg skal koma tær aftur um bak
við svørð og skjøld og brynju.
47. Fari eg aftur til Frankaríki
nú á hesari stund,
koma skal eg aftur í borg
at leggja garð og grund.
48. Tá skalt tú ongar sømdir vinna
og lítið vita til ráð,
festa skal eg tína dóttur,
títt lív skal standa í váða.
49. Eg skal taka mínar tríggjar brøður,
blóð skal av teim rína,
eg skal við mínum bitra brandi
í títt lívið týna.
50. Taka skal eg mínar tríggjar brøður,
blóð skal av teim røgga,
eg skal við mínum bitra brandi
teg í lutir høgga.
51. Taka skal eg mínar tríggjar brøður,
væl skal tað av ganga,
antin skalt tú lívið láta
ella mær til handa.«
52. Tað var Gormundur franski,
sínum svørði tá brá,
reiggjaði høgg til Hákun kong,
tá bað hann um náð.
53. Eina vóru teir innan halla,
so varð sagt ífrá,
ikki kundi Hákun kongur
burt av hallini gá.
54. Gormundur tekur sínar brøður,
gongur við teir í ráð:
»Skal eg festa dóttur tína,
og lívið skalt tú fá.«
55. Illa tyktist Hákun kongur
sær í borg at standa,
harðir lótust Frankisbrøður
tætt at honum ganga.
56. »Lovar tú mær ikki festi,
tað standist hvat av ið má,
vita skalt tú, Hákun kong,
lív skalt tú ikki fá.«
57. Tað var Gormundur
vildi høgga kongin í ennið,
honum avráddi Haraldur kongur,
tað hitt góðmenni.
58. »Hoyr tú, Gormundur, bróðir mín,
hví gerst tú so vígin?
Vilt tú nakrar sømdir vinna,
mást tú fara við blíðum.«
59. »Hoyr tað, Hákun kongurin,
hví ert tú so bráð?
Sært tú ikki mítt kongamerki
eg beri her uppi á?«
60. »Væl síggi eg títt kongamerki
bæði við gleði og gavn,
hví segði tú ikki eiti títt
og so títt konganavn?
61. Ert tú kongur í Frankaríki,
so ert tú mín frændi,
so gevi eg tær mína dóttur,
eg teg ikki fyrr kendi.«
62. Tað var reysti Hákun kongur,
tekur so uppá:
»Við góðum og við blíðum
skalt tú mína dóttur fá.«
63. Tað var reysti Hákun kongur,
tók síni orð at skifta:
»Eg kann ikki mætari kong
mína dóttur gifta.«
64. »Hoyr tað, Hákun kongurin,
lat nú einki spara,
heintið frúnna í hallina inn,
og sjálv má fyri seg svara!«
65. Frúgvin varð leidd í hallina inn
á sítt faðirs veldi,
so skein hennara gula hár,
sum skygdi av tignareldi.
66. Frúgvin varð leidd í hallina inn
fram fyri faðir sín,
so skein hennara gula hár,
sum gullið glógvar í skrín.
67. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
nú skalt tú biðlinum svara,
Gormundur kongur av Frankaríki
vil teg til ektar hava!«
68. Tað var frúgvin Ljósavá,
hon rekkir hvíta hond,
lystiligt var at lýða á
við teirra fastnarbond.
69. Tað var frúgvin Ljósavá,
hon rekkir hond yvir borð,
lystiligt var at lýða á
við teirra fastnarorð.
70. Tað var frægur Gormundur kongur,
tekur sær frúnna at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.
71. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
72. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.
73. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var tá teirra lív,
bæði gingu í eina song
Gormundur og hansar vív.
74. Gingu so bæði í eina song
Gormundur og hansar vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
75. »Hoyri, fáur er tín ráð,
og eingin kann vera tín líki,
tú skalt fylgja mær sjálvum eftir
higar til Frankaríki.«
76. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki mátti frúgvin Ljósavá
á beru jørðini ganga.
77. Perlur og so reyðsilki
tað var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Ljósavá
niður til strondina leidd.
78. Teimum fylgdi fagurt lið
alt fyri uttan mein,
kongurin fylgdi síni dóttur
á ytsta sjóvarstein.
79. Hákun velur Gormundi kongi
bæði gull og fæ,
so siglir hann til Frankaríki,
glaður og fróur hann var.
80. Vant hann upp síni silkisegl,
forgylt var lyfting at síggja,
so helt Gormundur í havið út
við brúður og brøður tríggjar.
81. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir teir minnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frankaríki.
82. Føgur var tann snekkjan
og kendi so fagurt land,
kastar sínum akkerum
á so hvítan sand.
83. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Gormundur
sínum fótum á land.
84. Fyrstur steig hann Gormundur
sínum fótum á land
og so frúgvin Ljósavá
undir hans høgru hand.
85. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Ljósavá
á beru jørðini ganga.
86. Perlur og so reyðsilki
var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Ljósavá
niðan frá strandini leidd.
87. Frúgvin sat við Gormunds borð,
sum drotning vera má,
drekkur mjøð og klára vín,
síðst hon svøvnin sá.
88. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
føðir ein svein so baldan.
89. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
føðir ein svein so fínan.
90. Tað var tá, sum oftum er enn,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
91. Tað var tá, sum oftum er enn,
duld eru døpul huga,
frúgvin er gingin í høgaloft,
føðir ein svein so prúðan.
92. Svein varð borin til kirkjuna,
væl má sømdir falla,
svaraði frúgvin Ljósavá,
Hákun bað hon kalla.
93. Svein varð borin frá kirkju heim
aftur til móður sína,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.
94. Svein varð borin frá kirkju heim,
sett á móður knæ,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.
95. Svein varð borin frá kirkju heim,
sett á sín móður fang,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og sprang.
96. Svein varð borin frá kirkju heim,
síni móður hjá,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull, hon ár.
97. Meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull, hon ár,
áðrenn hann nam á gólvi ganga,
dró hann skarlaksklæði.
98. Gormundur var keisari
yvir Frankaríki,
Ranild æt teirra annar sonur,
og fáir finnast slíkir.
(II)
99. Gormundur setst í hásæti
um eina so morgun snimma:
»Nú lystir meg til røðu um tað,
sum dreingir hava í minni.«
100. Gormundur situr í hásæti
um eina morgun snimma:
»Lystir tykkum til Sakslanda
Hermund kong at finna?«
101. Haraldur svaraði snarliga aftur,
á hallargólvi stár:
»Eg fari mær til Sakslanda
í hetta sama ár.«
102. Atlar kongur og Høgni báðir
og tá góvu svar:
»Far tú teg til Sakslanda,
men vit skulum fylgja tær.«
103. Gormundur stendur á hallargólvi
og mælir so fyri ferð:
»Farið tit til Sakslanda,
og eftir tað skal eg verða!
104. Farið tit til Sakslanda
í hørðum stríði at standa,
sjálvur skal eg eftir verða
at goyma góðs og landa!
105. Havið við tygum tað góða svørð,
brynju og hjálmin blá
og so mikið reyðargull,
sum tykkum lystir at fá!
106. Nú skal samla liðið saman,
byggja sær knørrin sterka,
og sigla so til Sakslanda
at royna sær roysnisverk.
107. Nú skal lata sær knørrin byggja,
gera seg so væl klæddar,
sigla so til Sakslanda
og vera fyri ongum ræddir.«
108. Haraldur kongur læt byggja knørr
á teirri somu stund,
reisir upp við miklum alvi
á Frankaríkis grund.
109. Haraldur kongur læt byggja knørr
væl í góðum evni,
átjan alin og fjøruti
var kjølur ímillum stevni.
110. Haraldur kongur læt byggja knørr,
sum gylt var upp í rá,
navnið hevði tað heiðurligt,
og tað æt Rumsin snarabrá.
111. Langt so hevði tað bugsprytið,
og skipið sum ein reiði,
trýsinstjúgu alin høgur er,
og tretivu so er hann breiður.
112. Hann hevði latið sær snekkju bygt,
og um tað fagurt orð:
»Sitið nú, allir mínir brøður,
glaðir við innan borða!«
113. So letur hann Haraldur kongur
síni skipin búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
114. So letur hann Haraldur kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
115. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.
116. Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigin úr neysti.
117. Bræddir reyðir brandar,
og skorin var hvør stokk,
stevn og stýri av reyðargulli,
so var seglið í topp.
118. Bræddir reyðir brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
uppi í miðalský.
119. Vundu teir upp síni silkisegl,
alt við gulli snarað,
hildu so í havið út,
til Sakslanda at fara.
120. Haraldur heldur í havið út,
og skútan gekk við ferð,
visti ei av hesum verki,
hvat teir høvdu í gerð.
121. Tá ið teir komu í miðja hav,
tá býðst meiri vandi,
bylgjan breyt at stóru rá,
og einki sóu teir landið.
122. Bylgjan brýtur um bæði borð,
skipið tekur at hella,
Haraldur gongur á bunkanum,
og tá mundi teim bella.
123. Haraldur gongur á bunkanum
og tykist at vera í vanda:
»Hoyr tú, Høgni, bróðir mín,
lat meg við stýrið standa!«
124. Haraldur stendur við róðrinum,
og stór er skipins reiði,
tá var ferðin ljót at síggja,
bylgjan hon brýtur breiða.
125. Haraldur stendur við róðrinum
og stýrir skipinum frá,
tá var ferðin ljót at síggja,
bylgjan hon brýtur breiða.
126. Haraldur stýrir herskipinum
av so miklum vanda,
heilar mundu bylgjurnar tá
líka yvir bunkan ganga.
127. Átta dagar Haraldur kongur
í eysturmáli stóð,
tá ið hann stýrdi tí breiða knørr,
úr skjúrtu vant hann blóð.
128. Átta dagar Haraldur kongur
í eysturmáli stendur,
tá ið hann stýrdi tí breiða knørr,
í blóði vant hann hendur.
129. Meðan hann stýrdi tí breiða knørr,
úr skjúrtu vant hann blóð:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
og ei verður ferðin góð.«
130. So var veður á sjónum hart,
øllum mátti tað bella,
meðan stýrir Haraldur kongur,
at hvørgum borði at hella.
131. So var veður á sjónum hart,
ógvuligt at kalla,
meðan stýrir Haraldur kongur,
at hvørgum borði at halla.
132. Haraldur stýrir skipinum
so beinan vegin fram,
allur hansara fagri litur
út um kinnar rann.
133. Haraldur stýrdi skipinum,
og væl kann fyri seg greiða,
hvør, sum siglir Norðsjógvin,
hann má fyri seg reiða.
134. Atlar leyp í togini upp,
fimur var hann at ganga,
rópar til Harald, bróður sín:
»Nú síggi eg landið.«
135. Altar leyp í togini upp,
fimur var hann til fóts:
»Nú síggi eg Saksland,
vær fáum nú góða troyst.«
136. Veðrið tók at stillast tá,
og stýrdu skipum til land,
lótu síni ankør falla
á tann hvíta sand.
137. Kastaðu sínum ankørum
har á tann hvíta sand,
fyrst so stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.
138. Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
slerdi sínar herbúðir
so skamt við sjóvarstrand.
139. Sveinur hyggur út árla morgun,
niður til strandar sær:
»Eg síggi knørr fyri bryggjum fljóta,
tey munnu vitja vár.«
140. Gongur so fyri kongin inn
og sigur tá honum frá:
»Eg sær knørr for strondum liggja,
herin landa tá.«
141. »Gakk tú teg til strandar oman,
spyr teir tíðindi ný:
eru teir komnir at halda frið
ella at reiðast til stríð?«
142. Sendisvein gekk til strandar oman,
sigur teim tíðindi frá:
»Hvat eru tygara ørindi?
Og greinið mær um tað!«
143. Haraldur ráddi fyrstur at svara,
bar tað upp á sinni:
»Tað eru míni sonnu ørindi
Hermund kong dóttur at biðja.«
144. »Hoyr tað, frægur Haraldur kongur,
hvat eg sigi tær frá:
Hvessbrandur av Svøríki
vil Hermunds dóttur fá!«
145. Hartil svaraði Haraldur kongur,
so tók hann uppá:
»Hann skal ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«
146. Sendisvein gekk frá strondum niðan
alt for uttan pínu:
»Kongur er komin av Frankaríki,
biður um dóttur tína.«
147. »Her býðst mær tann størsti vandi,
hvat teir finna við spjóti,
Hvessbrandur er tann frægari maður,
har ræður hann ímóti.«
148. Haraldur hvessir sínum spjóti
bæði væl og leingi:
»Er hann reystur Hvessbrandur,
tó skal eg á hann streingja.«
149. Til svaraði Høgni,
hann mælir um seg so víða:
»Eg skal meg í bjørtu brynju,
lat meg fyri teg stríða!«
150. Haraldur hugsar við sjálvum sær:
»Mær sømir ei slíkt verk:
gjarna tú stríðast fyri meg,
og tú ert væl so sterk.«
151. Til tað svaraði Høgni,
hann mælir fyri munni sínum:
»Hoyr tað, Haraldur, bróðir mín,
tú læna mær brynju tína!«
152. »Tú skalt fáa brynju góða,
sum einki svørð kann bíta,
hestin skalt tú fáa við,
sum tú fast á skalt sita.
153. Tú skalt fáa svørðið tá,
ið mikið er tað vert,
tað er av tí bara stáli,
í eitur er tað hert.«
154. »Er tað nú so álítiligt,
sum tú mær býður til handar,
so manniliga skal eg fyri teg
fyrstur ímót Hvessbrandi standa.«
155. Uppi í miðjum grasagarði
har aksla teir síni skinn,
og so búnir so ganga teir
í høgu hallina inn.
156. Og so búnir ganga teir
í høga hallina inn,
sum Hermundur kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.
157. Haraldur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Hermundur kongur,
gev mær dóttur tína!«
158. Kongurin svaraði honum aftur
av so miklum vanda:
»Sig mær navn og eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi!«
159. »Nevndur eri eg Haraldur,
og prinsur frá Frankisland,
kongasæti í Afrika,
sum eg væl stýra kann.«
160. Leingi sat hann kongurin
og tonkti seg til ráð,
hvøssu hann skuldi Haraldi kongi
eitt vinligt andsvar fá.
161. »Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,
tú nýtur ikki mítt ja,
Hvessbrandur av Svøríki
vil mína sælu dóttur fá!
162. Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,
tú nýtur ikki mín vilja,
Hvessbrandur av Svøríki
vil teg av við lívið skilja!«
163. Hartil svaraði Haraldur kongur
av so vreiðum sinni:
»Er hann so sterkur, Hvessbrandur,
munnu vær hann ikki vinna.«
164. »Hvessbrandur hann er ógvuligur
av so miklum alvi,
hann er høgur fimm alin
upp frá fótum til nalva.
165. Hvessbrandur hann er ógvuligur
og er vaksin yvir allar menn,
hann kann fella við sínum svørði
væl hundrað niður í senn.«
166. Høgni leyp á hallargólv,
var grimur og harður til víggja:
»Heinta mær Hvessbrand í hallina inn,
nú vil eg hann síggja!«
167. »Hoyr tað, frægur Haraldur kongur,
tað vil eg fyri tær greina,
Hvessbrandur situr í høgalofti
við øllum sínum sveinum!«
168. Hvessbrandur kemur í hallina inn
og slerdi so fótum í gátt:
»Eg skuldi vegið fýra sum tú,
um teir vóru átta.«
169. Tá ið Hermundur hetta hoyrdi,
sprakk hann yvir breiða borð,
Haraldi avráddu kongins vinir
at hava tað væna fljóð.
170. Høgni dregur sær brynju pá
um eina so morgun snimma:
»Farum vit á leikvøllin
við váknum saman at finnast!«
171. Høgni klæddist árla morgun
og dregur sær brynju pá:
»Tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«
172. Hvessbrandur leyp um hallina
og tókti seg at vera skjótan:
»Tað skulu eingir Frankisbrøður
frúnna av mær njóta.«
173. Til tað svaraði Høgni,
var grimur og harður til víggja:
»Tá ið vit koma á vøllin út,
fært tú annað at síggja.«
174. Árla var um morgunin,
tá ið dagur var í høll,
Høgni var tá fimur og fús
út á grønan vøll.
175. Hvessbrandur dró sær brynju pá
tann sama morgun snimma,
fór so út á leikvøllin
tann Høgna reysta at finna.
176. Hvessbrandur leyp av hallini út,
sítt svørð av skeiðum dró,
kom so á tann leikvøllin,
sum Høgni fyri stóð.
177. Lystiligt var at lýða á,
hvøss' mong var tungan snjøll,
løgdu sínum bardøgum
so skamt fyri kongins høll.
178. Hvessbrandur rópar á Høgna
av so miklum vanda:
»Tú skalt hava fyrsta høgg
her í hesum fræga landi.«
179. Tá kendi hann Hvessbrandur
sær tað høggið so tunga,
illa tóktist at standa tá,
um enn hann var ungur.
180. Høgni gav tað fyrsta høgg
bæði fyri góðs og garðar,
rakti við hjálm á høvdinum,
so hann feyk tá til jarðar.
181. Hvessbrandur leyp av hestinum,
dvaldist ei leingi eftir,
hann tók upp sín góða hjálm,
sær aftur á høvur sítt setti.
182. Hvessbrandur gav tá fyrsta høgg
av ilsku og miklum vreiði,
høgdi so til Høgna reysta
og aktaði hann tá at doyva.
183. Høgni vendi sínum hesti við,
og væl kundi hann seg akta,
Hvessbrandur rakti í saðilin,
tóast tað einki sakti.
184. Høgni gav tað annað høgg,
og tá mundi hann megi royna,
brynjan rivnaði tríggjar spannir
av hans akslarbeini.
185. Haraldur rópar á bróður sín,
hann sær tað høggið vanda:
»Statt væl, Høgni, bróðir mín,
mót hasum Hvessbrandi!«
186. Hvessbrandur bannaði fyri svørðinum
og so tí høgginum vanda:
»Tú hevur givið mær sárið stórt,
so illa tykist meg standa.
187. Tá ið eg var í Svøríki,
tá drap eg risar sjey,
av øllum ert tú sterkari,
tí verður tú mær at deyða.
188. Tá drap eg risar sjey
allar av einum landi.«
Hvessbrandur hugsar við sjálvum sær:
»Tú verður mær ein at grandi.«
189. Hvessbrandur høgdi annað høgg,
ymsar litir hann fekk,
høgdi so pá Høgna helt,
at brynjan sundur gekk.
190. Tað var Høgni franski,
hann gav tað høggið triðja,
tá fekk Hvessbrandur banasár,
og kleyv hann av um miðju.
191. Høgni sprakk av sínum hesti,
væl má dreingir duga,
høgdi so høvdið av Hvessbrandi
og bant við saðilsbuga.
192. »Her hevur tú, bróðir, Hvessbrands høvur,
sum eg høgdi frá,
ber tað nú fyri kongin inn,
og lat hann tað nú sjá!«
193. Haraldur kongur for kongin inn
og tyktist einki at bella:
»Her er høvdið av Hvessbrandi,
sum aktaði okkum at fella.
194. Her er høvdið av Hvessbrandi,
sum mangur hevði undan flýggjað,
hvar er nú Valda, dóttir tín?
Nú vil eg hana síggja.«
195. Kongurin gekk til sína dóttur
og sigur henni frá:
»Hvessbrandur misti høvur sítt,
og hann Høgni høgdi tað frá.«
196. Svaraði hon frúgvin Valda,
heldur á ringinum reyða:
»Haraldur frá Frankaríki
honum lystir meg at eiga.«
197. Inn kom valdi Haraldur kongur,
ræður at frúnni at standa:
»Tú skalt vera mín festarmoy,
vit ráða fyri Afrikalandi.«
198. Haraldur tekur Valdu frúgv
og sjálvum sær til at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.
199. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur ein hovmaður
sum fjøður á fuglaveingi.
200. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.
201. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Haraldur og hansara vív.
202. Gingu so bæði í eina song
Haraldur og hansara vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
(III)
203. Tey vóru sær á Sakslandi
væl í fullar vikur tvá,
áðrenn tey reiddust til strandar oman
at stýra Frakkland tá.
204. Tað var frægi Hermundur kongur,
tykist væl at gera:
»Høgni er ein reystur maður,
hann skal nú eftir verða.
205. Høgni er ein reystur maður,
men eingin kann hann fiksera,
vil hann eftir í Sakslandi,
og kongur so skal hann verða.«
206. Haraldur gekk til strandar oman,
leiddi sína frúgv so kera,
Høgni var eftir í Sakslandi,
kongakrúnu at bera.
207. Hermundur samlar gull og fæ,
sín sælu dóttur til handa,
alt so mikil herklæði
hann læt at strondini ganga.
208. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Valda
á berari jørðini ganga.
209. Perlur og so reyðsilki
var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Valda
niður til strandar leidd.
210. Fagurt var tað mannaliðið,
ið teim var fylgi heim,
Hermundur fylgdi sínari dóttur
á ytsta sjóvarstein.
211. Høgni sínum brøðrum fylgdi
oman at snekkjuni fríðu:
»Heilsið nú aftur til Frankaríki,
sum míni orðin skal lýða!«
212. Svaraði frúgvin Valda,
hon tekur til orða svá:
»Áðrenn eg sleppi til Frankaríki,
eg komi á veguskál.«
213. Vant hann upp síni silkisegl
alt við gullið tað svara,
sigldi so í havið út
til Sakslanda frá at fara.
214. Vant hann upp síni silkisegl,
skútan gekk so snara,
hildu so líka mót havi út,
til Frankaríkis at fara.
215. Tá ið teir komu á miðja hav,
tá býðst meiri vandi,
skipið dreiv av leiðum langt,
og einki sóu teir landið.
216. Skipið dreiv av leiðum langt
um tað breiða hav,
myrkar stundir komst teim fyri,
kendu ikki nátt fyri dag.
217. Tá kom skipið drívandi
at einum so villini landi,
kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand.
218. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
teir slerdu sínar herbúðir
so skamt frá sjóvarstrand.
219. Risin kemur úr fjalli oman
við sigurtalv í hand:
»Tað visti eg av mínum rúnum,
at skipið tað kom til land.«
220. Risin kom úr fjalli oman,
sigurtalvið hann bar,
so gekk hann at strondini,
sum Haraldur kongur var.
221. So gekk hann at strondini,
sum Haraldur mundi vera:
»Antin skalt tú lívið láta
ella telva um brúður kera.
222. Hoyr tað, reysti Haraldur,
her skal eg teg elva,
antin skalt tú lívið láta
ella um bjarta brúður telva!«
223. Hartil svaraði Haraldur kongur,
tyktist hart á standa:
»Eg fáist ikki við at telva talv,
at koma í slíkan vanda.«
224. »Vilt tú ikki, Haraldur kongur,
talvið við meg nú leika,
eg kann best til sovorðið verk,
og so á eldi at steikja.«
225. Til tað svaraði Haraldur kongur
við reyðar kinnir og bleikar:
»Eg skal biðja Atlar bróður
talvið fyri meg leika.«
226. Tað var hesin bjarnarisi
væl kann hann leikin elva:
»Hoyr tað, Atlar franski,
vit skulum trý talv telva.«
227. Risin illur og fúsur gerst,
mælir um tað so títt:
»Tað skal kosta Valdu frúgv
ella høvur mítt.«
228. Risin tekur sigurtalvið,
setir so upp fyri seg,
biður so Atlar franska kong
at »leika tað móti meg«.
229. Risin setir upp tað fyrsta talvið
skjótt og ikki so leingi,
bjarnatussi mátið fekk
av tí reysta dreingi.
230. Risin setir upp tað annað talvið
bæði skjótt og snart,
bjarnarisi mátið fekk,
og tað mundi ganga skarpt.
231. Til tað svaraði bjarnarisi
av so miklum alvi:
»Eg kann ongan sigur vinna,
hvar eg komi í talvi.«
232. Til tað svaraði bjarnarisi
við so miklum elvi:
»Eg kann ongan sigur vinna,
hvar ið eg komi at telva.«
233. Risin setir talvið upp
av tungari hjartans neyð:
»Tapi eg nú triðja talvið,
tá biðist ikki fyri mín deyð.«
234. Leikaðu teir á terningin,
sigur á talvborðum rann,
Atlar kongur á Frankaríki
triðja talvið vann.
235. »Hoyr tað, hann Haraldur, bróðir mín,
eg vann talvini trý,
risin hevur sorgina fingið,
og hann skal missa sítt lív!«
236. Hartil svaraði Haraldur kongur,
heldur á brynju sterka:
»Hann skal upp í togini fara
og heingjast til at turka.
237. Takið hann nú snarliga,
og dvøljist ikki so leingi!
Hann skal eftir øðrum fóti
upp í togini heingjast.«
238. Tá ið risin hetta hoyrdi,
gráta so mundi hann tá:
»Tit skulu fá bæði gull og silvur,
latið meg lívið fá!«
239. »Tú komst her so ilskufús
at telva um brúður bráð,
nú skal eg við svørðinum
títt høvur høgga nú frá.«
240. »Tit skulu fáa bæði gull og silvur,
meir enn sum eg kann valda,
sleppa tit mær úr hesari neyð
og lata meg lívið halda.«
241. »Tú komst her so ilskufús
at telva mót okkara vilja,
vit skulum nú á somu stund
teg av við lívið skilja.«
242. So rann tár av risans kinn
sum hagl úr stórum æli:
»Loysið meg úr hesi neyð,
eg skal tygum tað væl betala!
243. Hoyr tú, Atlar franski,
vilt tú geva mær lív,
eg vísi tær til Gjøtlanda,
har er so vænt eitt vív!
244. Eg vísi tær til Gjøtlanda
kongins dóttur at festa,
hana skalt tú njóta at har
sum kongaveldið tað besta.
245. Tit skulu fáa bæði brynju og hjálm,
svørð og gullið reyða,
hvar ið tit koma í víggi fram,
eingin verður tykkum at deyða.
246. Hvar ið tit koma í víggi fram,
eingin skal tykkum nakað gera,
tit skulu fáa so mikið gull,
sum tríggir gangarar bera.
247. Gullið liggur heima í míni høll,
sum loysa kann kongar tríggjar,
vilja tit loysa lívið mítt,
alt skal eg tykkum tá flýggja.«
248. Haraldur talar til bróður sín,
spyr hann so til ráð:
»Hvat skulu vit at risan gera?
Latið hann lívið fá!«
249. »Hoyr tað, breiði bjarnarisi,
væl skal tað so vera,
tú mást svørja okkum trygdareið,
trúgvur mást tú vera!«
250. »Hoyrið tað, Atlar og Haraldur,
væl skal tað so vera!«
So svór hann teim trygdareið:
»Trúgvur skal eg vera.«
251. Risin tekur talv í hand:
»Nú er ikki at sýsa,
komið nú heim í helli mítt,
eg vil tykkum gullið vísa!«
252. Risin skundaði síni ferð,
glaður hann slapp tá úr gildi,
Atlar kongur og Haraldur kongur
báðir eftir fylgdu.
253. Teimum fylgdi Valda frúgv
hasum breiða tussa eftir,
líka fort at hellisdurum,
bæði frægir og føttir.
254. Risin gekk í hellið inn
og Franskisbrøðra lið,
hann beyð teimum sessin og sætið:
»Setið tykkum niður!«
255. Tá vaknar upp tann risakona
og reisist uttar við eld:
»Verið vælkomnir, ungir menn,
mær til krásir í kvøld!«
256. Hon tók upp tveir jarnteinar
av so góðum huga,
leggur teir í heita bál
inn í reyðan loga.
257. »Vælkomin higar, Valda frúgv,
ber sigur og sterkar rásir,
tú skalt steikjast við heita bál
okkum til aftanskrásir.«
258. Risin tekur í sína konu:
»Ei má tað so vera,
eg havi svorið teim trygdareið,
eg skal teim einki gera.«
259. »Hvat býðst tú, mín gamli risi,
at gera tað so fátt?
Setum teir heldur á sprytið upp
at steikja okkum til nátt!«
260. »Ikki steikjast nú hesir menn,
tað kanst tú einki valda,
eg havi svorið teim trygdareið,
tað má eg væl halda.«
261. Tað var henda risakona,
hon tyktist eingin royva,
hon treiv eftir jarnstongini,
allar vildi hon doyva.
262. Hon treiv eftir jarnstongini,
skuldi til teir reiggja,
risin loftaði høgginum,
so hvørgin skuldi doyggja.
263. Risin fekk um jarnstongina,
og bæði hart at toga,
neistar fuku um hellið tá,
sum glitra av reyðum loga.
264. Bæði tókust at toga hart,
hvørki vildi tá lúta,
hann rak hana um hellið langt
og trýsti á hennara búk.
265. Risin tekst við sína konu,
tað mesta sum hann kundi,
Haraldur reikar um hellið tá
og leingist nú um stundir.
266. Risin tekst við sína konu,
Haraldur má at lúra:
»Tú ert mær ókrút,
eg kann teg ikki stýra.«
267. Risin tekur jarnleinkjur,
bindur sína konu við trú:
»Eya meg!« segði Haraldur kongur,
»hvat ger Bjarni nú?«
268. Risin tekur jarnleinkjur,
bindur sína konu so fast,
ei var tað við hondum hógv,
at beinið tá sundur brast.
269. Risin tekur jarnleinkjur
og bindur so konu sína,
kastar so hana á hellisgólv
og hana liggja har og rína.
270. Haraldur runt um hellið reikar,
biður risan ei longur pjaka:
»Skulu vit fáa bæði gull og silvur,
tá mást tú skunda teg nakað.«
271. »Tit skulu fáa bæði gull og silvur,
hvat í staðin gekk,
fyri tit frelstu lívið mítt,
fyri tað, sum eg fekk.«
272. Risin tekur tað reyðargull
og samlar saman í høll,
laðar so á gangarar tríggjar,
reiðir út á vøll.
273. Hann fekk Atlari brynju og hjálm,
so tað góða svørð,
reiðir so at til strandar oman,
sum gitið má vera í ferð.
274. Haraldur gekk til strandar oman
við bjarta brúður á armi,
risin reiðir til strandar oman,
móður og troyttur av harmi.
275. Haraldur skeinkir mjøð úr skál,
glaður fyri uttan ekka,
rættir breiða bjarnarisa,
biður hann koma og drekka.
276. »Hoyr tað, breiði bjarnarisi,
eg skal teg aldri svíkja,
vilt tú vísa mær vegin fram
aftur til Frankaríki!«
277. Risin drekkur mjøð úr skál
við teim kinnum reyðu:
»Tú skalt sigla beinan vegin,
rætt sum vindur nú feyar.«
278. »Takk havi tú, bjarnarisi,
væl skal eg tað gera,
far teg aftur til konu tína,
sum bundin inni má vera!«
279. Vant hann upp síni silkisegl
við gull og glaskar reyðar,
sigldi so til Frankaríki,
rætt sum vindurin feyar.
280. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frankaríki.
281. Føgur var tann snekkjan,
hon kendi fagurt land,
kastaði sínum akkerum
á so hvítan sand.
282. Kastaði sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur hann Haraldur kongur
sínum fótum á land.
283. Fyrstur stígur hann Haraldur kongur
sínum fótum á land
og so frúgvin Valda
undir hans høgru hond.
284. Gormundur hann tekur
í frúnnar Valdu hond:
»Vælkomin, Haraldur, bróðir mín,
her á Frankisland!«
285. Svaraði reysti Gormundur,
mælir so fyri sær:
»Hvar er hann Høgni, bróðir tín,
kom ikki aftur við tær?«
286. »Høgni situr á Sakslandi,
sum gitið er um tað leingi,
Hvessbrand hevur hann niður felt,
aðrar reystar dreingir.
287. Høgni situr í Sakslandi,
kongur her at ráða,
gull fekk eg frá risanum,
lív um talv at vága.
288. Gull fekk eg frá risanum,
tað stóð mær at velja.«
So mundi hann Gormundi
tíðindini telja.
289. Ganga teir frá strondum niðan
alt for uttan ekka,
snakkaðu mikið um risan tann,
sum teimum gullið fekk.
290. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki mátti frúgvin Valda
á berari jørðini ganga.
291. Perlur og so reyðsilki
tað var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Valda
niðan frá strondini leidd.
292. Skiftu bæði gull og silvur,
hartil góðs og garðar,
Haraldur skuldi við Valdu frúgv
til Afrikalandið fara.
293. Skiftu bæði gull og silvur,
so tað reyðargullband,
og Haraldur skuldi við Valdu frúgv
so líka til Afrikaland.
294. »Sit væl, Gormundur, bróðir mín,
so glaður í Frankaríki,
eg verði kongur í Afrika,
so fáur verður okkara líki!«
295. Haraldur sigldi til Afrikaland,
so hann tað fullvæl mátti,
setti seg aftur í stólin tann,
sum Ranild kongur átti.
296. Haraldur ræður fyri Afrikalandi
við sítt káta lív,
Atlar skal fara til Gjøtland
at festa so vænt eitt vív.
297. Atlar skal fara til Gjøtland
for uttan fólk og frakt,
hann leit upp á tey orðini,
sum risin hann hevði sagt.
298. Atlar fekk bæði brynju og hjálm,
svørð og gullið reyða,
so siglir hann til Gjøtlanda,
sum risin honum segði.
299. »Gormundur bróðir skal fylgja mær
til Gjøtlands kongaríki,
eg trúgvi gott tí bjarnarisa,
um hann má meg ikki svíkja.«
300. So bygdi hann sín knørr,
sum gitið má verða so leingi,
sigldi so til Gjøtlanda,
tað hurrar í hvørjum streingi.
301. Kastar hann sínum ankørum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Atlar kongur
sínum fótum á land.
302. Fyrstur steig hann Atlar kongur
sínum fótum á land,
síðan Gormundur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
303. Uppi í miðjum grasagarði
har akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgu hallina inn.
304. Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Jakil kongur á borði sat
við monnum og hundrað fimm.
305. Atlar stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, Jakil kongurin,
tú gev mær dóttur tína!«
306. Leingi tagdi kongurin,
tyktist vera komin í vanda:
»Sig mær navn og eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi?«
307. »Komin eri eg frá Frankaríki,
Atlar kongur nevndur,
risan havi eg í talvi vunnið,
tí eri eg higar sendur.«
300. So bygdi hann sín knørr,
sum gitið má verða so leingi,
sigldi so til Gjøtlanda,
tað hurrar í hvørjum streingi.
301. Kastar hann sínum ankørum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Atlar kongur
sínum fótum á land.
302. Fyrstur steig hann Atlar kongur
sínum fótum á land,
síðan Gormundur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
303. Uppi í miðjum grasagarði
har akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgu hallina inn.
304. Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Jakil kongur á borði sat
við monnum og hundrað fimm.
305. Atlar stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, Jakil kongurin,
tú gev mær dóttur tína!«
306. Leingi tagdi kongurin,
tyktist vera komin í vanda:
»Sig mær navn og eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi?«
307. »Komin eri eg frá Frankaríki,
Atlar kongur nevndur,
risan havi eg í talvi vunnið,
tí eri eg higar sendur.«
308. Jakil kongur til orða tekur,
og mælir hann so fyri sær:
»Hvør er hesin ferðagarpur,
sum higar fylgdi tær?«
309. »Hetta er sjálvur Gormundur,
tann elsti bróðir mín,
sum ræður fyri Frankaríki
og slítur tað hvíta lín.«
310. Kongurin so til orða tekur:
»Ei skal slíkum spara,
leiðið nú frúnna í hallina inn,
og sjálv skal fyri seg svara!«
311. Leidd varð frúgvin Hilda
har í hallina inn,
eingin tordi av kongins monnum
at skoða ta føgru kinn.
312. »Vælkomin, mín sæla dóttir,
tú skalt nú biðlinum svara,
Atlar kongur frá Frankaríki
vil teg til ektar hava.«
313. »Takk havi tú, sæli faðir,
tú spurdi meg tað til ráð,
mær legðist hugur á Atlar kongi,
áðrenn sum eg hann sá.«
314. Atlar tekur sær har í Hildu hand,
letur sær hana festa,
snarliga letur til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.
315. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur ein hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
316. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað á hvørji.
317. Har var mikið manna komið,
sum væl mundi ganga til,
Gormundur hægstur fyri øllum var,
hvat sum vera vil.
318. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Atlar og hansara vív.
319. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott so var teirra lív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
320. Atlar hevur sær jomfrú fest,
sum sigist í hesum tátti,
setti seg so aftur í stólin tann,
sum Jakil kongur átti.
321. Atlar ræður fyri Gjøtlandi,
sum gitið man verða leingi,
tað var Gormundur franski,
fer aftur til sínar dreingir.
(IV)
322. Tað leið ikki langt tá um,
sum gitið má verða leingi,
upp tá vuksu Gormunds synir
at stríðast mót kongins dreingir.
323. Tað leið ikki longur um,
sum gitið má verða enn,
upp so vuksu Gormunds synir
at stríðast ímót kongins menn.
324. Upp tá vuksu Gormunds synir,
teir bóru sær svørðið á,
teir høvdu bæði korðu og hjálm
og hartil brynjuna blá.
325. Tað var hildi Hákun,
hann var vaksin í kongins høll,
tá ið hann var fimtan ár,
tá bestóð hann øll.
326. Hákun kastar vákn á vøll,
hann lystir ikki longur at leika,
hann gár fyri sín sæla faðir
við reyðar kinnir og bleikar.
327. »Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur svá,
bæði klók og kynstrug, stór,
og kann eg hana fá.
328. Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur vísa,
bæði klók og kynstrug, stór,
hon kann sítt lív væl prísa.
329. Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur svinna,
hon er klók og kynsturlig,
um eg kann hana vinna.
330. Grimmar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram fyri kongins borði.
331. Henni buðust mangir menn,
bæði kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond,
hon segði so burtur allar.
332. Henni buðust mangir menn,
riddarar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond,
hon bað teir sita heima.
333. Hon er von og tekkilig,
sum so ganga søgur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendur mær hugur á.«
334. Til tað svaraði Gormundur,
hann segði, sum hevði frætt:
»Reiðrarisi í Onglandi
hann tekur frúnna í akt.«
335. Hákun vendi seg snarliga við,
á hallargólvi hann gekk:
»Eg skal fáa mær svørðið tað,
tín bróðir frá risanum fekk.
336. Eg skal fáa mær svørðið tað,
sum bítur á stáli sum steini,
síðan skal eg høgga tað
í reiðrarisans beinið.«
337. So snart fór boð til Gjøtlanda
og sømdi ei tá ferð,
sendi boð eftir brynju og hjálmi
og so tí góða svørði.
338. Hákun fekk tá svørðið tað,
sum bítur so væl á steini,
so reið hann í markina út,
hann búðist tað at royna.
339. Hákun var so raskur ein maður,
sum gitið má verða enn,
hann høgdi sundur so stóran stein,
og fimtan alin var hann.
340. Hákun var so raskur ein maður,
sum gitið má verða leingi,
hann høgdi sundur so stóran stein,
í hundrað partar sprongdi.
341. Hákun hann hugsar so við sjálvum sær:
»Nú er ikki longur at dvølja,
nú skal eg fara til Onglanda
Grimmars dóttur at gilja.«
342. So letur hann Hákun ungi
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
343. So letur hann Hákun ungi
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
344. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tóast hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.
345. Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigið úr neysti.
346. Bræddi reyðar brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðalský.
347. Bræddi reyðar brandar,
skorin var hvør stokkur,
stevnið og stýrið av reyðargulli,
so var seglið í toppin.
348. Vant hann upp síni silkisegl
bæði væl og leingi,
sigldi so til Onglanda,
tað klingar í hvørjum streingi.
349. Vant hann upp síni silkisegl,
gull og glæstribrand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
350. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur hann Hákun ungi
sínum fótum á land.
351. Fyrstur steig hann Hákun ungi
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.
352. Reiðrarisi kemur til strandar oman
við glavint og svørð í hond:
»Hvat vilja hesi vesaligu skrípi
higar til Ongland?«
353. »Tú gert einki, reiðrarisi,
at brigda mær tí orð,
tá ið vit finnast váknum saman,
tú kanst væl falla til jørð.«
354. »Tú gert einki brigda mær
við nøkru vesaligu hót,
høggi eg til við mín bjarta brand,
tað sker í hjartarót.«
355. Tað var ið hann reiðrarisi,
hevði ikki fleiri orð,
hann tók til sín bitra brand
og so sítt góða svørð.
356. Reiðrarisi gav tá høggið tunga
við so miklu fart,
Hákun hætti seg hann ímót,
hann gekk honum væl so skarpt.
357. Til tað svaraði reiðrarisi
av so grimu og ilskuvreiði:
»Tú ert mær ein harður hálsur,
eg kann teg ikki doyva.«
358. »Tað skal eingin reiðrarisi
sigur nú av mær vinna,
svørðið er frá bjarnarisa,
og væl kann stálið stinna.
359. Svørðið er frá risanum,
tað bítur væl stál sum klæði,
tú skalt ikki, reiðrarisi,
longur vera í ræði.«
360. Tað var reysti Hákun ungi,
sínum svørði brá,
so klývur hann reiðrarisa
sundur í lutir tvá.
361. Hákun tekur sítt blóðuta svørð:
»Nú er ikki at dvølja,
eg skal meg á slotið upp
Grimmars dóttur at gilja.«
362. Tað var reysti Hákun ungi,
gekk frá strondum niðan,
møtir hann Grimmar konginum
so mitt í borgarliði.
363. »Væl, Grimmar kongur, higar komin,
væl má eg tær tað siga,
hvat var hatta forgjørda trøll,
sum mær beyð av at stríða?«
364. »Hatta var tá trøllið tað,
sum mær má tykjast við,
hatta var sjálvur reiðrarisi,
sum altíð heldur stríð.«
365. »Hoyr tað, Grimmar kongurin,
tú skalt ikki fyri honum frykta,
eg havi dripið reiðrarisa,
hann sundur í hveiti siktað.
366. Eg havi dripið reiðrarisa
og skilt hans høvur frá,
eg begeri tína dóttur
at festa mær omaná.«
367. »Hevur tú dripið reiðrarisa,
sigur tú mær tað satt,
verdugur ert tú mína dóttur,
alt hvat best tú mátti.«
368. Tað var Grimmar kongurin,
hann vendi seg snarliga við,
so fór hann til sína dóttur,
bæði Hákun og hans lið.
369. »Hoyr, frúgvin Álunvá,
at eg skal ráða tí nú,
tú skalt eiga Hákun kong,
gifta teg við so trú!
370. Sit væl, mín hin sæla dóttir,
sveipt í hvítan lín,
Hákun kongur frá Frankaríki
er komin at biðja tín!«
371. Svaraði frúgvin Álunvá
fyrsta orðið tá:
»Mær legðist hugur á Hákun kongi,
fyrst sum eg hann sá.«
372. Tað var Hákun kongurin,
hann tekur sær frúnna at festa,
snarliga letur til brúdleyps ætla,
letur ikki longur fresta.
373. Lótu tá til brúdleyps ætla
við so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
374. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað á hvørji.
375. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Hákun og hansara vív.
376. Gingu so bæði í eina song
Hákun og hansara vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
377. Hákun klæðist árla morgun,
hann búðist ei longur at vera:
»Nú skal sigla til Frankaríkis
við gullið og alt sum við meira.«
378. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum tá prangað,
ei mátti frúgvin Álunvá
á berari jørðini ganga.
379. Perlur og so reyðsilki
tað var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Álunvá
niður til strandina leidd.
380. Vant hann upp síni silkisegl
við gull og vovin snór,
sigldi so av Onglandi
við alt tað gullið og bjór.
381. Vant hann upp síni silkisegl,
og fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frankaríki.
382. Føgur var tann snekkjan,
hon kendi so fagurt land,
kastaði sínum akkerum
á so hvítan sand.
383. Kastaði sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig frúgvin Álunvá
undir hans høgru hand.
384. Hann var komin at landinum,
sum ei var búgvin við frið,
komin var hann vándi Svøríkis kongur
við alt sítt valdra lið.
385. Hann var komin tá á Frankisland,
sum ófriður var,
har var lagstur Svøríkis kongur
við alt sítt lið, hann ár.
386. Atlar kongur og Haraldur
høvdu frætt um Svenskin so víða,
har komu teir við skip og frakt
til Frankaríkis at stríða.
387. »Verið vælkomnir, faðirbrøður,
og her býðst so lítið gott,
higar er komin Svøríkis kongur
við alt sítt lið, hann átti!
388. Verið vælkomnir, faðirbrøður,
her býðst so lítil frið,
komin er hann Svøríkis kongur
við alt sítt valdra lið!
389. Hoyr tað, Atlar og Haraldur,
tó skal eg um tað nevna,
hetta er sjálvur Svøríkis kongur,
vil Hvessbrands deyða hevna!«
390. Hákun leiddi sína brúður bjarta
á sítt faðirs slot,
so reið hann mót Svøríkis kongi
við sítt vreiða mót.
391. Svøríkis kongur við miklum heri,
við tólv túsund mans,
hundrað í hvørjum hyrningi,
og so riðu teir um Frans.
392. Hákun læt sær einki lystra
og reið ímóti tí øllum,
tólv túsund valdi hann sær
at stríðast mót gørpum snjøllum.
393. Ranild vildi aldri víkja,
gjørdi sítt svørðið til reiða,
so reið hann mót Svøríkis kongi,
mangan mundi hann doyva.
394. Atlar kongur og Haraldur
ei so lupu teir undan,
litu tó pá risans orð,
vóru glaðir í góðum stundum.
395. Har vóru allir Frankisbrøður,
gitið er roysni at royna,
uttan Gormundur franski,
hann voktaði slotið heima.
396. Møttust teir á víðum vølli,
hvørgin helt vil flýggja,
tá royndi Hákun megi sítt
og læt tó á sær síggja.
397. Hákun gevur høggini tung
og letur fyri sær rapla,
hvørgin heltin flýggja vil,
og hvørgin vildi tapa.
398. Ranild rennur í herin fram,
har var mannatrongd,
høgdi frá sær við báðar síður
og ruddi so fyri sær gongd.
399. Atlar rennur í herin fram
við risans svørði í hand,
fellir mangan reystan riddar
við sín bitra brand.
400. Haraldur rennur í herin fram,
manndómsverkið vann,
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.
401. Svøríkis kongur tokar í herin fram,
heitir á hilmars menn,
fellir niður av Frankismonnum
væl seks hundrað í senn.
402. Hákun tokar í herin fram,
heitir á hilmars ljóð,
fellir niður av Svøríkis kongi
væl tá hundrað tólv.
403. Høgga títt, teir líva lítt,
hvør tonkti um sítt vív,
tað var mangur av Svenskinum,
sum tá mundi láta lív.
404. Høgga títt, teir líva lítt,
sum hvør tað mesta kann valda,
mangur reystur lívið læt,
men brynjur brustu baldar.
405. Høgga títt, teir líva lítt,
væl má fyri teim renna,
tað vóru allir Frankisbrøður,
møði tóktust at kenna.
406. Tað var ið hann Hákun ungi
klývur brynjuna balda:
»Hetta er eitt langsamt stríð,
vær kunnu tað ikki úthalda.«
407. Høgga títt, teir líva lítt,
har var so mikil rýggja,
fullu so niður av báðum pørtum,
hvørgin vildi flýggja.
408. So riðu teir Frankisbrøður
beinan vegin fram,
kluvu hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann.
409. Fram kom ein av Svenskinum,
var øgiligur at síggja,
hann mundi vera fimtan alin
høgur upp til kníggja.
410. Ranild hann reið honum ímóti,
svørðið á hann strongdi,
høgdi hann av um kníggjum tá,
hann røkk hann ikki longur.
411. Tá ið Svenskurin hetta sá,
at høvuðskempan fell frá,
óttaðist mikið um Frankisbrøður
at ríða ímóti tá.
412. So lótu teir Frankisbrøður
ímóti herinum síga,
tað var eingin av Svenskinum,
ímót teim tordi líta.
413. So riðu teir Frankisbrøður
beinan vegin fram,
teir kluvu so hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann.
414. Kluvu hvønn um tvørar herðar,
sum ímóti teimum rann,
eftir stóð hann Svøríkis kongur
við sín sjeynda mann.
415. Tað var ið hann Hákun ungi,
tekur á reiði renna,
Svøríkis kongur og salin
á heita báli brenna.
416. »Taka skulum vær Svøríkis kong
og leggja hann í bond,
hann skal ikki livandi sleppa
aftur til Svøríkis land.«
417. »Hoyrið tær, allir Frankisbrøður,
vilja tit geva mær grið,
fáa skulu tit reyðargull,
og halda so skal eg frið.
418. Vilja tit loysa lívið mítt
og sleppa mær til mítt land so gott,
friðin skal eg altíð halda,
í hvat mær gongur ímót.«
419. »Hvat vildi tú til Frankaríkis,
tín skammfulli kroppur,
trøllini í Svøríki
tey sova ikki hvørja nátt.
420. Trøllini í Svøríki
tey liggja ikki altíð heima,
leypa tá so víðum um
til ymsi lond at royna.
421. Leypa tá so víðum um
til ymsi lond at stríða,
tú skalt ikki, Svøríkis kongur,
longur á stundum bíða.«
422. So tóku teir Svøríkis kong
og høgdu hans høvur frá,
tað var eingin av Svenskinum,
sum eftir livdi tá.
423. Riðu teir úr vígginum
glaðir for uttan sorg,
drukku mjøð og klára vín
glaðir teir komu í borg.
424. Har vóru allir Frankisbrøður
manndóms verk at vinna,
drukku mjøð og kláran vín
glaðir á hvørjum sinni.
425. Glaðir sótu teir Frankisbrøður,
drukku mjøð og vín,
skiftu teir tá landanna
sundur ímillum sín.
426. Væl kundu teir váknum kanna,
sløkt høvdu allan vanda,
Atlar kongur og Haraldur
sigldu aftur til sína landa.
427. Ranild hugsar við sjálvum sær:
»Nú er av tað versta,
nú skal sigla til Svøríki,
adilsprund at festa.«
428. Ranild sigldi til Svøríki,
sum hann tað fullmátti,
settist aftur í stólin tann,
sum Svøríkis kongur átti.
429. Víðan er gitið um Frankisbrøður,
eingin er teirra líki,
hann finst ikki her í landi,
ei nøkrum kongaríki.
430. Teir høvdu verið við mangari helt,
strítt av hørðum sinni,
bjarnarisi og reiðrarisi
gongur teim aldrin av minni.
431. Lopið hava teir víðan um
til manga handa ríki,
sodan eru Frankisbrøður,
fáir teir finnast slíkir.
432. So lítið tyktu teir um Svøríkis menn,
sum kvæðið ljóðar til enda,
reystan riddar at fella niður,
hvør ikki annan tá kendi.
433. Ranild varð kongur í Svøríki,
so er fyri mær talt,
Hákun keisar í Frankaríki,
kvøðið er um tað alt.
(c) Dansifelagið í Havn