Kvæðasavn
Grimmars kvæði
Uppskrift: CCF 51A, 2, pp. 218-229, FK 48A, 12, pp. 115-143.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
Fyrsti táttur
1. Viljið tær nú lýða,
meðan eg føri fram,
Grimmar nevni eg kongin tann,
ið vanda gerning kann.
2. Grimmar kongur í Garðaríki
hann ber reyðan krans,
tað ríður so mangur í hans garð
til Hildu, dóttur hans.
3. Hilda droymdi dreymarnar,
duldi tá so leingi:
»Eystan fleyg ein svartur fuglur,
hann tók meg undir sínar veingir.«
4. Grimmar ráddi henni dreymin tann,
tó at honum beyð tann harm:
»Eystan man tann kongur koma,
hann leggur teg á sín arm.«
5. Tað var á ein halgan dag,
dreingjum fell væl í tíma,
kongur vil til leiðing fara,
hagar vil eg rýma.
6. Grimmar fór í leiðing burtur
við sínar mangar sveinar,
Hilda skal bera krúnuna,
meðan faðirin er ikki heima.
7. Haraldur kongur í Onglandi
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær nú javnræði mítt?
Tað havi eg hugsað leingi.«
8. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær svá?
Best munnuð tær vita við tygur,
hvør tygara hugur stár á.
9. Best munnuð tær vita við tygur,
hvør tygara hugur stár á,
Grimmar kongur í Garðaríki
væna dóttur ár.
10. Grimmar kongur í Garðaríki
eigur sær dóttur mæta,
hon er einans arvingin
til guls og landa at gæta.
11. Grimmar kongur dóttur eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrúkinn,
sum droyrin drýpur á snjó.«
12. »Er hon so von í øllum lutum,
sum tit sigið frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á.«
13. Haraldur læt sær snekkju smíða
við so lítla rógv,
við gulli málaði hann borðini,
tey glógva fyri oman sjógv.
14. Haraldur læt sær snekkju smíða,
sum tær munnuð vita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvri vóru bitar.
15. Bræddir vóru brandar,
skorin er hvør stokk,
stýri og stavn av reyðargulli,
og so er segl í topp.
16. Bræddir vóru brandar,
og skorin er lyfting blá,
siglir so Haraldur, Onglands kongur,
føgur skín sólin á.
17. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar tey ei á bunkan niður
fyrr enn í Garðaríki.
18. Hann tók sær havn í Garðaríki,
sum Grimmar fyri ráðar,
har vóru stræti við silvurmerki,
broddar alt við stál.
19. Tók sær havn í Garðaríki,
frøknis hugur full,
plantaðir stóðu víngarðar,
stroyddir við reyðargull.
20. Haraldur gekk frá strondum niðan
í tann manna múgva,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.
21. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
mær tókti, sum reyður logi
leikti um riddarans kinn.
22. Uppi í miðjum grasagarði
akslaði hann síni bond,
mær tókti, sum reyður logi
leikti um riddarans hond.
23. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hilda fyri á borði sat
við manna hundrað fimm.
24. Haraldur gekk í hallina inn,
áður var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
25. Haraldur gekk í hallina inn,
ber upp kvøðu sína:
»Sit heil, frægur Grimmar kongur,
gev mær dóttur tína!«
26. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
heldur á búnum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvar ert tú borin í landi?«
27. »Harald skalt tú nevna meg,
her til víggja at stá,
Gormundur kongur í Onglandi
er frægur faðir vár.
28. Gormundur kongur í Onglandi
er frægur faðir vár,
hjálpi mær faðir av himmiríki,
sum kvinnur havið tær mál!«
29. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
heldur sær á gleim:
»Bíða mín, frægur ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«
30. »Eg føri ei gull av Garðaríki,
mentarsnót, við tær,
hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!«
31. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
stendur við hallar gátt:
»Bíða mín, frægur ferðagarpi,
til faðir mín kemur brátt!«
32. Hann tók krúnu av Hildu høvdi,
frøknis hugur full,
setir hann hana á borgararm,
hon glógvar sum reyðargull.
33. Fimmti mans frá borðum leyp,
á hann skuldu herja,
Haraldur ræð í randarsveita,
teir skuldu frúur verja.
34. Svaraði hennara sæla móðir,
situr silki og tvinnar:
»Hoyr tað, Haraldur, Onglands kongur,
hetta manst tú minnast!«
35. Hann tók Hildu, Grimmars dóttur,
av so tungari trá,
bar hana so til strandar niður
mót teirra bylgju blá.
36. Bar hana so til strandar niður
mót teirri bylgju blá,
og fest var tað kongabarn,
hann firraði har londum frá.
37. Hvørjumegin stavnarnar
tað brá so fagur litur,
sum hon Hilda, Grimmars dóttir,
í lyftingini situr.
38. Vant upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
39. Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.
40. Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sína manna á land,
og so Hilda, Grimmars dóttir,
undir hans høgru hond.
41. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð hon Hilda, Grimmars dóttir,
heim til hallar leidd.
42. Tað var hann Haraldur, Onglands kongur,
fellur upp á síni knæ,
meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,
til ektar festi sær.
43. Hann læt sær til brúdleyps laða
bæði væl og leingi,
reið so mangur hovmaður í
sum fjøður á fuglaveingi.
44. Tað var brúdleypið búgvið væl,
einki mátti tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólvhundrað á hvørji.
45. Tríati vóru silvursteyp,
annaðslíkt í skálum,
tað leyp av í kongins høll,
tá ið alt var sett á máli.
46. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.
47. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Haraldur og hans vív.
48. Tríati vóru kerti tendrað
og hartil voksljús,
fylgdu teirri ríku frúu
inn í svøvnhús.
49. Har var organ í garði troðin,
harpur og mikil meingi,
Gormundur kongur og hirðin øll
tey fylgdu teim til seingir.
50. Tey vóru ikki leingi saman,
snart bar teim til fíggja,
áttu børn og ólu sær
tá ungu synir tríggjar.
51. Sjúrður er tann elsti,
hann ber faðirs merki;
tað er annar av Haralds arvum
nevndur Halgir sterki.
52. Gormundur var yngstur
og síðstur av øllum teim,
tá leið ikki longur um,
enn nú kom Grimmar heim.
53. Grimmar kemur á kvøldi heim,
hann sær merkin stór:
»Hvør er her frá høllum farin,
síðan eg heiman fór?«
54. Svaraði hansara dýra drotning,
situr silki og tvinnar:
»Her er eingin frá høllum farin
uttan ein fátæk kvinna.
55. Her kom kongur frá Onglandi,
klæddur var hann í skreyt,
flutti burt Hildu, tygara dóttur,
borgir upp hann breyt.
56. Her kom kongur av Onglandi
við hvøssum slíðrabrandi,
svørji við meg og ei við Gud,
slíkur er eingin í landi.
57. Her kom kongur av Onglandi,
hann helt á eggjateini,
svørji við meg og ei við Gud,
slíkur er eingin í heimi.«
58. So varð Grimmar kongurin
reiður við tað mál,
hann breyt yvir borðinum
forgylta mjaðarskál.
59. Grimmar kongur í Garðaríki
sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.
60. Grimmar kongur í Garðaríki
móður var av ekka,
hann gat ei á sjey náttum
tann brúna mjøðin drekka.
61. Enntá mælti Grimmar kongur
av so tungum stríði:
»Eg kvitti ikki til Onglands vestur,
meðan eg eri á lívi.«
62. Nú skal falla niður um stund,
og ljóði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt,
og tygur leggið í minni!
Annar táttur
63. Haraldur liggur í síni song
onkun morgun snimma:
»Nú lystir meg í Garðaríki
mín einkarmág at finna.«
64. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
mælti fyri sær:
»Kvittar tú í Garðaríki,
eg skal fylgja tær.«
65. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað má ei so vera,
báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki gera.
66. Gormundur skal eftir vera,
goyma guls og landa,
Sjúrður og Halgir skulu fylgja mær,
fremstir í víggi standa.«
67. So letur hann Haraldur kongur
búgva skipin sín,
bæði læt hann á tey laða
virtur og so vín.
68. Letur laða í bæði borð
virtur og so vín,
um enn hann siglir fimtan vetur,
skortar hann ei slíkt.
69. Summi bóru vatn í skip,
summi bóru vákn,
tá var teim til byrjar búgvið
á teirri somu nátt.
70. »Tykkum gevi eg mjøð at drekka,
kátir drekkið vín!«
Grátandi snúðist Hilda
aftur í borgir sín.
71. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ikki á bunkan niður
fyrr enn í Garðaríki.
72. Higar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkeri
á so hvítan sand.
73. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
Sjúrður og Halgir, synir hansara,
undir hans hvørji hand.
74. Haraldur gekk frá strondum niðan,
við ærum var hann klæddur,
gullrein hjálm á høvdi bar,
hann var av ongum ræddur.
75. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar fyri á borði sat
við manna hundrað fimm.
76. Haraldur gekk í hallina inn,
glaður við sína list:
»Sit heil, frægur Grimmar kongur,
tú veit mær vetrarvist!«
77. Tí svaraði Grimmar kongur,
helt á búnum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvar ert tú borin í landi?«
78. »Harald skalt tú nevna meg,
her til víggjar at stá,
Gormundur kongur í Onglandi
var frægur faðir vár.«
79. Tí svaraði Grimmar kongur,
tóktist komin í vanda:
»Hvør eigur hesar miklu garpar,
fyri breiða borði standa?«
80. »Hilda hevur, dóttir tygara,
borið tá í heim,
vit tað, reystur hernaðtreystur,
eg eri faðir at teim!«
81. »Ver vælkomin, mín einkarmágur,
gott er at taka til náðar,
eg veit tað ongan føddan vera,
ið okkum vinnur báðar.
82. Ófriður gongur á mítt land
undir lindarsveita,
hoyr tað Haraldur, Onglands kongur,
vilt tú dugnað veita?«
83. Ófrið vilti hann á sítt land
undir lindarskildri,
glaður Haraldur, Onglands kongur,
dugnað veita vildi.
84. Haraldur legðist í hernaðin út
mót teirri bylgju blá,
mangan reystan høvdingan
hann firraði londum frá.
85. Hann vann undir Grønlandi
herskipini sjey:
»Viti hann, reystur hernaðtreystur,
eg skal hava tvey.«
86. Svaraði Sjúrður, sonur hansara,
fáir finnast slíkir:
»Siglum aftur til Onglanda
og ikki til Garðaríki!«
87. Tí svaraði Haraldur kongur
tók hans orð við reiði:
»Tó skal eg í Garðaríki,
eg komi ikki aftur úr teirri.«
88. Svaraði Halgir, sonur hansara,
í øðrum orði tá:
»Svikini vóru á konginum,
tað kundi eg væl sjá.«
89. Níggju vann hann herskipini
bæði við gleði og gleim,
frægur snúðist Haraldur
í Garðaríki heim.
90. Grimmar kongur í Garðaríki
illa gjørði tað,
reisti borg av svikum upp,
meðan kongurin burtur var.
91. Reisti borg av svikum upp
við tað virðin full,
innan er hon við tigulsteinar,
uttan við reyðargull.
92. Hagar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.
93. Fyrstur stígur Haraldur kongur
sína manna á land,
tá var sjálvur Grimmar kongur
riðin niður til strand.
94. »Tak nú við, mín einkarmágur,
herskipunum sjey,
vit tað, reystur hernaðtreystur,
eg skal hava tvey!«
95. »Sjúrð bjóði eg til fosturs hjá mær
við alskyns mekt og prýði,
Haraldur, gakk í breiða høll
við tínum dreingjaliði!
96. Sjúrð bjóði eg til fosturs hjá mær,
vil hann tey boð tiggja,
sessi mær at sita næst,
í mínum herbergi at liggja.«
97. Haraldur setst í hásæti,
glaður uttan ekka,
Grimmar talar til falsaran:
»Gev teim sterkt at drekka!«
98. So skonkti hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur
fram úr sessi sín.
99. Grimmar talar til falsaran,
hirðin tekur at sovna:
»Tað skal kosta høvur títt,
letur tú mjøðin dovna.«
100. So skonkti hann falsarin
mjøðin inn í høll,
fyrstur sovnaði Haraldur,
síðan hirðin øll.
101. Falsarin gongur fyri Grimmar kong,
sigur honum frá:
»Nú er sovnaður Onglands kongur
við alt tað lið, hann ár.«
102. Grimmar talar til sínar menn:
»Leggið eld í borg,
fyrri voldi mær Haraldur
trega og tunga sorg!«
103. Svaraði hansara dýra drotning,
ræð fyri borði standa:
»Brenn ikki kong av Onglandi,
tú eyk ikki Hildu vanda!«
104. Enntá mintist Grimmar kongur,
hvat verið hevði fyrr,
kyndi eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.
105. Legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brendi so kong av Onglandi
við alt hans valda lið.
106. Fyrstur vaknaði Haraldur
fast av miklum móði,
brá við hvøssum slíðramæka,
timbrið yvir sær hjó.
107. Haraldur kongur av Onglandi,
sterkur til rygs og handar,
mátti hann, bjartur buðlungsgarpi,
fastur í báli standa.
108. Hagar ið Sjúrður hetta hoyrdi,
hans var faðir í trongd,
feldi niður hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.
109. Haraldur stendur í báli fastur,
brendur er til kníggja,
ei tykist hann til neyð at kenna,
hann fær sín son at síggja.
110. Grimmar talar til týðingarnar,
biður tá ørvur skjóta:
»Latið hann ikki, Sjúrð hin unga,
Garðaríki njóta!«
111. Iðin legði ørv á strong,
tann vegin vildi verða,
hann skeyt bjarta buðlungsson
millum rygs og herða.
112. Hann sleit úr sær blóðiga ørv,
setti á ørvustrong,
sendi aftur í Grimmars her,
hann feldi nýtan drong.
113. Tað var Sjúrður, Haralds arvi,
í víggi har hann stendur,
sparir ikki sín bitra mæka,
hann vegur á leysar hendur.
114. Haraldur stendur í báli fastur,
brendur er hann til handar,
ei tykist hann til neyð at kenna,
hann sá sín son so standa.
115. Grimmar talar til sínar menn,
biður tá ørvur skjóta:
»Latið hann ikki, Sjúrð hin unga,
Garðaríki njóta!«
116. Iðin var tann, ið bogan spenti,
við tað hann leyp á føtur,
hann skeyt bjarta buðlungsson
yvir hjartarøtur.
117. Hann sleit úr sær blóðiga ørv
yvir hjartarót:
»Væl hevur faðir mín føtt meg upp,
nú bjóði eg ikki bót.«
118. Hann sleit úr sær blóðiga ørv,
setti á ørvustrong,
sendi aftur í Grimmars her,
hann feldi merkisdrong.
119. Haraldur stendur í báli fastur,
brendur er hann valla,
nú tóktist hann til neyð at kenna,
hann sá sín son at falla.
120. Haraldur tók sín bitra mæka,
tað var helst av sorg,
níggju mílir varpaði hann
út av glæstriborg.
121. »Verði tín eingin njótandi,
standi av váði og vandi,
uttan hin yngsti arvi mín,
Gormundur av Onglandi!«
122. Aftur sigldu Haralds menn
við ryggiligum alvi,
frætti hin ungi Gormundur,
hann sat í rúnartalvi.
123. Aftur sigldu Haralds menn
við ryggiligari trá,
frætti hin ungi Gormundur,
hann sat síni móður hjá.
124. Mælti hin ungi Gormundur,
bæði vænur og vitur:
»Hatta er ikki faðir mín,
í lyftingini situr.«
125. »Tegi, mín hin yngsti arvi,
eyka mær ongan vanda,
hann kemur ikki livandi
aftur til Onglanda!«
126. Hon tók upp teir slíðrarnar,
ið gjørdir vóru av flein,
tá sá hon við sínum eygum
allan vørildar heim.
127. Hon tók upp teir slíðrarnar,
ið gjørir vóru av tann,
hon sá Harald, Onglands kong,
í báli har hann brann.
128. »Grimmar kongur í Garðaríki
hevur brent tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg,
ongum háttri minni.
129. Grimmar kongur í Garðaríki
brendi tín faðir á báli,
níggju hundrað riddarar,
tínar raskar brøður báðar.«
130. Hvør sum alskar dyggan drong,
við tað hann stillir happi,
lindin tann, um Hildu var,
í níggju lutir brast.
131. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
eyka tær ongan vanda,
tín skal eingin kongur forsmá,
so leingi eg má standa!
132. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
eyka tær ongan váða,
tín skal eingin kongur forsmá,
so leingi eg má ráða!«
133. Nú skal falla niður um stund,
eg ljóði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp triðja tátt,
tygur leggið í minni!
134. Nú skal falla niður um stund,
koma dømi at enda,
til Sjúrð keisar av Sakslondum
hagar skal frøðið venda.
Triði táttur
135. Sjúrður keisar var á leikvøllum,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær nú javnræði mítt?
Tað havi eg hugsað leingi.«
136. »Gormundur ungi í Onglandi
hann eigur móður mæta,
hon er klók og kunsturlig
til guls og lands at gæta.
137. Gormundur kongur í Onglandi,
hagar viljum vær tær vísa,
har manst tú ta drotning fá,
hon kann títt lív væl prísa.«
138. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á.
139. Hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á,
biðja móður Gormunds unga,
eg vil tá drotning fá.«
140. So letur hann Sjúrður keisar
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
141. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
142. Hagar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.
143. Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrstur steig Sjúrður keisari
sínum fótum á land.
144. Sjúrður keisar gekk frá strondum niðan
í teirri manna múgvu,
kinnin var reyð sum hummarsklógv,
eygað sum í dúgvu.
145. Uppi í miðjum grasagarði
akslaði hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
146. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Gormundur fyri á borði sat
við manna hundrað fimm.
147. Sjúrður keisar gekk í hallina inn,
bar upp kvøðu sína:
»Sit heil, ungi Gormundur,
tú gev mær móður tína!«
148. Tað var hin ungi Gormundur,
ræður so orðum at tala:
»Leið mína móður í hallina inn,
hon kann væl fyri seg svara!«
149. Tað var Hilda, Grimmars dóttir,
inn í hallina gekk,
Sjúrður keisar situr í hásæti,
ymsar litir fekk.
150. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sjálv skalt tú nú svara
Sjúrð keisara av Sakslondum,
sum síðst mundi okkur vara.«
151. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
í fyrsta orði tá:
»Best manst tú, mín sæli sonur,
av slíkum hava ráð.«
152. Snarliga raktu tey
sínar hendur yvir borð,
fagurt var at lýða
á teirra festnarorð.
153. Síðan lótu til brúdleyps laða
snart og ikki leingi,
har reið so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
154. Tey lótu sær til brúdleyps laða,
ikki mátti tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað úr hvørji.
155. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.
156. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sjúrður keisar og hans vív.
157. Har var organ í garði troðin,
harpur og mikil meingi,
Gormundur ungi og hirðin øll
tey fylgdu teim til seingjar.
158. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey áttu svein,
hann var á stundum gitin væl,
og so var hann borin í heim.
159. Frúgvin ræð seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
inntil at teim stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
160. Sveipar hon hann í klæði væl,
gott er at taka til evna,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon nevna.
161. Tí svaraði Sjúrður keisari:
»Til tess høvum vær frætt,
hann verður ikki vígamaður,
kallaður verður úr ætt.«
162. Gormundur klæðir fríðan fót
onkun morgun snimma:
»Nú lystir meg til Garðaríki
mín móðurfaðir at finna.«
163. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
mælti so fyri sær:
»Um enn tú finnur tín móðurfaðir,
tú vinnur honum lítið av.
164. Ilt kom tær á hyggju upp,
tí tú hevur tagað leingi,
faðir mín hevur av lívi tikið
mangar reystar dreingir.«
165. Glógvurnar kastar hon á hans bak,
hon andaði í hans munn,
hon myntist við unga arva sín,
tí henni vóru svikin kunn.
166. So letur hann Gormundur
búgva skipini stór,
letur nú laða í bæði borð
virtur og so bjór.
167. Letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín,
um enn hann siglir í fimtan vetur,
skortar hann ei slíkt.
168. Vindur hann upp síni silkisegl,
fá finnast slíki,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn í Garðaríki.
169. Tað var ein tann smalumaður,
goymdi at síni geit,
hann sær skip á havi koma,
at havnum vil tað leita.
170. Sveinin rekur smalurnar
fram á grønan vøll,
so akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll.
171. Síðan akslaði kápu blá,
hann gekk í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari enn tær eruð øll.
172. Eg eri meg á einum luti
vísari enn tær eruð øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum mjøll.«
173. »Sær tú skip eftir havi koma,
sum tú fyri mær nevnir,
tað er hin ungi Gormundur,
hann vil sín faðir hevna.«
174. Grimmar gongur í grasagarð,
reyðargull bar á hendi,
ristir ramar illgerningar,
út í havið sendi.
175. Svaraði tá tann lítli svein,
tóktist komin í vanda:
»Hvaðani eru hesir avrekshestar,
ið eftir sjónum ganga?«
176. »Hatta eru eingir hestar,
tóast tað sýnist tær,
hatta eru Grimmars illgerningar,
sendar móti mær.«
177. Tá var veður á sjónum hart,
bylgjan reisti frá grunni,
voldi tað vándi Grimmar kongur,
so vánda gerning kundi.
178. So var veður á sjónum hart,
sandur á tiljum lá,
aldan reis úr hvørji ætt,
so fell tann bylgjan blá.
179. So var veður á sjónum hart,
ódnir mátti kalla,
so stýrdi hann Gormundur,
at hvørgum borði hallar.
180. Tríggjar dagar Gormundur
í eysturmála stóð,
so stýrir hann buðlungsson,
úr skjúrtu vant hann blóð.
181. So var veður á sjónum hart,
ógvuligt var at líta,
so stýrdi hann Gormundur,
at av dreiv mjøll hin hvíta.
182. Gormundur tók sítt rúnukelvi,
hann kastar út fyri borð,
ikki mátti illgerning vaksa,
megnað vóru hans orð.
183. Gormundur tók sítt rúnukelvi,
kastar út á sjó,
minka tók tá aldan,
tá stiltist væl á ló.
184. Grimmar gongur í grasagarði,
reyðargull á hendi,
loysir út tær ørnir tvær,
út í havið sendi.
185. Ørnir tvær av landi flugu,
settust niður á sjó,
Gormundur tók mót báðum teim,
hann vakti kalvablóð.
186. Ørnir tvær av landi flugu,
settust á saltan sjó,
Gormundur tók mót báðum teim,
hann steig úr lyfting fram.
187. Hann tók sær havn í Garðaríki,
sum Grimmar fyrir ár,
har vóru stræti við silvurmerki,
broddar alt við stál.
188. Hann tók sær havn í Garðaríki
við tá virðin full,
plantaðir stóðu víngarðar,
stroyddir við reyðargull.
189. Fyrstur steig hann Gormundur kongur
sína manna á land,
skipaði tá eitt átjan hundrað
upp á hvítan sand.
190. Tað var ungi Gormundur,
skyldi frá strondum ganga,
Grimmar vilti burt borgina,
hann kom í sterkan vanda.
191. Gormundur reikar um víðan vøll,
tað var helst av sorg,
hann leit seg til vinstru hond,
burtur var horvin borg.
192. Tá eykaðist Gormundi
meiri angist og vandi,
tá ræð hann í tríggjar dagar
í kolmyrkri ganga.
193. Gormundur reikar um víðan vøll
av so miklari sorg;
»Allir einglar í himmiríki
vísi mær á borg!
194. Veit tað faðir í himmiríki,
livi eg og ikki doyggi,
eg skal lata kirkju smíða,
syngja í skara moyggja.
195. Eg skal lata kirkju smíða
mitt í Onglands ríki,
eingin tann á Suðurlondum
skal vera hennara líki.
196. Eg skal lata kirkju smíða
við so mikið noss,
í hennar hvørjum hyrningum
at rista Guðis kross.«
197. Gormundur reikar um víðan vøll,
sigist í hesum tátti,
har fann hann tann bitra mæka,
ið hans faðir átti.
198. Gormundur reikar um víðan vøll,
tá slapp hann úr vanda,
hann leit seg til høgru hond,
sá sterkar borgir standa.
199. Gormundur gekk í hallina inn,
glaður við sína list:
»Sit heil, frægur Grimmar kongur,
tú veit mær vetrarvist!«
200. Tí svaraði Grimmar kongur,
heldur á búnum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvar ert tú borin í landi?«
201. »Gormund skalt tú nevna meg,
her til víggja at stá,
Haraldur kongur í Onglandi
var frægur faðir vár.«
202. »Ver vælkomin, mín dótturson,
gott er at taka til ráða,
eg veit tað ongan føddan vera,
ið okkur vinnur báðar!«
203. »Hoyr tú tað nú, Grimmar kongur,
tað tali eg til tín,
eg havi ongar sømdir tikið
eftir faðir mín!
204. Tí kom eg av Onglandi,
eg búddist ei við frið,
statt upp, reystur Grimmar kongur,
brynja út alt títt lið!«
205. Grimmar hvarv úr sessi burtur,
hann er maður versti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.
206. Grimmar hvarv úr sessi burtur,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan borgar
í flogdreka líki.
207. Gormundur greiddi glógva sín,
brá hann sær á hendi,
skapti hann seg í ørnalíki,
fast mót Grimmari rendi.
208. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við knúgvum banka,
hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum trummur ganga.
209. Hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum trummur ganga,
tað var Grimmar í Garðaríki,
Gormundur av Onglandi.
210. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar gekk.
211. Inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann,
tá møddist hann Grimmar kongur,
tann hin raski mann.
212. Gormundur tók tá Grimmar kong,
setti á grønan vøll
einki sást á honum fall,
uttan tungan var so snjøll.
213. »Gera skal boð til Onglanda,
lýða á Hildu náðir!«
segði Gormundur við móður sína,
»køld eru konu ráð.«
214. Hilda tók mót brøvunum,
ljómin av henni skín:
»Hví man hin ungi Gormundur
senda bragdarboð til mín?«
215. Tað var Hilda, Grimmars dóttir,
mælti fyri sær:
»Grimmar kongur í Garðaríki,
væl unti tú mær.
216. Latið hann dýrar eiðir svørja,
eg man hetta valda,«
segði Hilda um faðir sín,
»illa man kongur halda!«
217. Grimmar kongur í Garðaríki,
við tað var hann fegin,
níggju gjørdi hann rangar eiðir,
allar á einum degi.
218. Sleptu Grimmari konginum,
so er sagt ífrá,
svørji tann eið á mína trúgv,
hann var nú verri enn áður.
219. Hann brá seg í varglíki,
hann fleyg í loft við veingjum,
pílur fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
220. Hagar ið Gormundur hetta sá,
vænti spell var á meiri,
skapti seg aftur í ørnalíki,
hann feldi hálvæl fleiri.
221. Fuglarnir enn í lofti flúgva,
saman við knúgvum banka,
hoyrast mátti innan halla
rætt sum trummur ganga.
222. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
møddist ungi Gormundur,
tann hin raski mann.
223. Hilda tók sín yngsta son,
andar í hans munn,
hon myntist við unga arva sín,
tí henni vóru svikini kunn.
224. Haraldur fleyg av Onglandi,
við tað hann troysti alva,
miðjan treiv hann Grimmar kong,
hann sleit hann av um nalva.
225. Svaraði ungi Gormundur
av so tungum stríði:
»Hví tókst tú okkara móðurfaðir
so brádliga burt av lívi?«
226. »Vesællur ver tú, kellingarson,
til tess havi eg frætt,
hann var ikki dugandi maður,
kallaður var úr ætt!
227. Hevði hann dripið mín faðir sum tín,
ei skift teir ringar reyðar,
eingin kongur í heiminum
skyldi tolt so harðan deyða.«
228. Gormundur settist í Grimmars stól,
so er greint fyri mær,
Haraldur fór til Onglanda,
var so kongur har.
(c) Dansifelagið í Havn