Kvæðasavn

Grimmars kvæði

Uppskrift: CCF 51C, 2, pp. 242-254, FK 48C, 12, pp. 173-205.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Haralds táttur

1. Grimmar kongur í Garðaríki
hann ber høgan krans,
tað ríður so mangur út í hans garð
for Hildu, dóttur hans.

2. Hilda droymdi dreymin tann,
hon duldi hann ikki leingi:
»Sunnan kom ein hvítur fuglur,
hann tók meg undir veingir.«

3. Hilda droymdi dreymin tann,
hon duldi hann ei fyri dvørgum:
»Sunnan kom ein hvítur fuglur,
hann bar meg yvir bjørgum.«

4. Grimmar ráddi dreymin tann,
tóast hann beið tess harm:
»Sunnan kemur ein kristin kongur,
hann leggur teg hos sín arm.«

5. Grimmar ráddi dreymin tann,
tóast hann beið tess kvíðu:
»Sunnan kemur ein kristin kongur,
hann leggur teg hos sín síðu.«

6. Grimmar fór á skógvin burt
at samla gull og fæ,
hann læt Hildu krúnu bera,
meðan hann burtur var.

7. Grimmar fór á skógvin burt
við so lítlan gleim,
hann læt Hildu krúnu bera,
inntil hann kom heim.

8. Haraldur situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

9. Haraldur situr í hásæti,
talar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.«

10. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

11. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Grimmar kongur
væna dóttur ár.

12. Grimmar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

13. Grimmar kongur dóttur eigur,
væna og so mæta,
einans er hon arvingur
til guls og landa at gæta.

14. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

15. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit sigið frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.

16. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Grimmar kong,
tað stendst hvat av ið má.«

17. So letur Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

18. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

19. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Grimmars land.

20. Løgdu har at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
har vóru strætir av reyðargulli,
breiddar út av stál.

21. Kastaðu síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

22. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

23. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

24. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hilda drotning við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

25. Haraldur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

26. Haraldur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, Hilda, Grimmars drotning,
gev mær dóttur tína!«

27. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló so upp við gleim:
»Bíða nú, frægur ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«

28. »Hvørki gull ei Garðaríki
skattar tú við tær,
men hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!«

29. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló so upp við gleim:
»Bíða mín, frægur ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«

30. »Hvørki gull ei Garðaríki,
mentarsnót, við tær,
men vita tað, Hilda, Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!«

31. Tað er enn sum ofta var,
ilt er á at herja,
sveinar riðu í randarný,
teir vildu frúnna verja.

32. So fór Haraldur, Onglands kongur,
siðiliga fram,
hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki mann.

33. So fór Haraldur, Onglands kongur,
hóvliga við,
hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki lið.

34. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
elvdi sær meiri harm,
hann tók Hildu gullkrúnu,
hann setti á borgararm.

35. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
elvdi sær meiri kvíðu,
hann tók Hildu gullkrúnu,
hann setti á borgarsíðu.

36. Hann tók Hildu gullkrúnu
við frægum armi full,
setti hana so á borgararm,
hon skín sum reyðargull.

37. Svaraði Hilda, Grimmars drotning,
silki situr og tvinnar:
»Far væl, Haraldur, Onglands kongur,
á hatta manst tú minnast!«

38. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,
á berum jørðum ganga.

39. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niður til strandar leidd.

40. Millum báðar stavnarnar
skín so fagur litur,
sum hon Hilda, Grimmars dóttir,
í lyftingini situr.

41. Millum báðar stavnarnar
skín so fagurt á,
sum hann Haraldur, Onglands kongur,
frúnni situr hjá.

42. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.

43. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

44. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

45. Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
so hon Hilda, Grimmars dóttir,
undir hans høgru hand.

46. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,
á berum jørðum ganga.

47. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niðan til hallar leidd.

48. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
læt ikki longur fresta,
brádliga læt til brúdleyps ætla,
tók sær frú at festa.

49. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.

50. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív.

51. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.

52. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

53. Tað er enn, sum oftum var,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føddi tveir ungar sveinar.

54. Sveipar hon teir í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Sjúrður og Halgir kalla.

55. Teir vórðu bornir frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta teir
enn alt sítt gull í skrín.

56. Gormundur var tann yngsti,
síðst varð borin í heim,
tá leið ikki longur um,
enn tá kom Grimmar heim.

57. Grimmar kemur av skógnum heim,
eykast meiri kvíða,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgarsíðu.

58. Grimmar kemur av skógnum heim,
eykast meiri harm,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgararm.

59. Grimmar kemur av skógnum heim,
sær tey merki stór:
»Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?«

60. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala
uttan hansara dýra drotning,
hon ræður fyrst at svara:

61. »Her kom kongur av Onglandi
við hvøssum slíðraknívi,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hans líki er ei í lívi.

62. Her kom kongur av Onglandi
við hvøssum slíðrabrandi,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hans líki er ei í landi.

63. Her kom kongur av Onglandi,
klæddur væl í skreyt,
hann tók burt Hildu, tína dóttur,
borgir upp hann breyt.

64. Her kom kongur av Onglandi,
fór hóvliga við,
hann tók burt Hildu, tína dóttur,
blóðgaði ikki lið.

65. Her kom kongur av Onglandi,
fór hóvliga fram,
hann tók burt Hildu, tína dóttur,
blóðgaði ikki mann.«

66. Tí svaraði Grimmar kongur,
snarliga hann sær vendi:
»Illa var statt í Garðaríki,
teir kundu ikki verja eitt kvendi.«

67. Grimmar gekk í hásæti
av so tungari trá,
hann kundi ei á sjey náttum
tann brúna mjøðin sjá.

68. So var reystur Grimmar kongur
sjúkur og sárur av ekka,
hann kundi ei á sjey náttum
tann brúna mjøðin drekka.

69. Tí svaraði Grimmar kongur
av so tungum stríði:
»Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda er á lívi.«

70. Tí svaraði Grimmar kongur,
tung gerst dømin vond:
»Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda ríkir ond.«

71. Haraldur klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg til Garðaríki
mín verfaðir at finna.«

72. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
svarar so frá sær:
»Kvittar tú til Garðaríki,
lat meg fylgja tær!«

73. Tá svaraði Haraldur kongur
fyrsta orða tá:
»Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki sjá.«

74. Tí svaraði Haraldur kongur,
skortar hann ikki fíggja:
»Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki síggja.«

75. »Tú drístar teg upp á brynju tína,
gjørd er av silvuri hvíta,
so væl kenni eg mín sæla faðir,
so brádliga man hann teg svíkja.«

76. »Gormundur hann skal eftir vera
at goyma guls og landa,
Sjúrður og Halgir fylgja mær,
fremstir í herin standa.«

77. So letur Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

78. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
høgt í miðjan ský.

79. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Garðaríki.

80. »Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgin stár,
her eru strætir av reyðargulli,
breiddar av við stál!«

81. Kastaðu síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

82. Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
Sjúrður og Halgir, synir hans,
undir hans høgru hand.

83. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

84. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

85. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

86. »Ver vælkomin, Haraldur kongur,
higar nú til mín,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg væntaði tín!

87. Ver vælkomin, Haraldur kongur,
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva!«

88. Ófrið vilti hann á sítt land
undir lindarsveita
at vita, um Haraldur, Onglands kongur,
dugnað vildi veita.

89. Ófrið vilti hann á sítt land
undir lævarskildri,
glaður Haraldur, Onglands kongur,
dugnað veita vildi.

90. Haraldur helt í havi út
móti tann lindarskara,
oyðir skipini tvey og trý,
eftir havi fara.

91. Tað er reystur Haraldur kongur,
skortar ei gullið reyða,
kongurin reystur, í herin treystur,
óttast ei for deyða.

92. Níggju vann hann herskipini
bæði við gleði og gleim,
síðan sigldi Haraldur kongur
til Garðaríkis heim.

93. Svaraði Sjúrður, sonur hans,
fáir finnast slíkir:
»Siglum aftur til Onglanda,
men ikki til Garðaríki!«

94. Tá svaraði Haraldur kongur,
sló so upp í gleim:
»Siglum snart og skundiliga
til Garðaríkis heim!«

95. Sjúrður so til orða tekur,
skortar ikki fíggja:
»Svikini vóru á Grimmar kongi,
tað kundi eg væl síggja.«

96. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Garðaríki.

97. »Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
her eru strætir av reyðargulli,
breiddar av við stál.«

98. Kastaðu síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

99. Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
Sjúrður og Halgir, synir hans,
undir hans høgru hand.

100. Tað var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi hann tá,
hann læt borg av svikum gera,
meðan hann burtur lá.

101. Tað var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi hann har,
hann læt borg av svikum gera,
meðan hann burtur var.

102. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

103. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

104. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.

105. »Tær gevi eg nú, Grimmar kongur,
herskipini sjey,
eg og frægir ferðagarpar
vit skulu hava tvey.«

106. Tá svaraði Grimmar kongur,
tykist vera í vanda:
»Hvør er faðir at ferðagørpum,
her fyri borði standa?«

107. Tí svaraði Haraldur kongur,
sló so upp í gleim:
»Eg eri faðir at ferðagørpum,
Hilda hevur borið í heim.«

108. »Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,
vil hann tað boð tiggja,
ovast yvir mítt borð at sita,
í mínum herbúgv liggja.

109. Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,
vil hann tað boð lova,
ovast yvir mítt borð at sita,
hjá sjálvum mær at sova.

110. Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær
við alskyns mekt og prýði.
Haraldur, gakk í breiðan hall
so kátur við dreingjaliði!

111. Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær
við alskyns mekt og teiti.
Haraldur, gakk í breiðan hall
so kátur við dreingjaleiti!«

112. Grimmar biður falsaran
skeinkja teim eitur í vín:
»Ber so inn fyri Harald kong,
bið hann drekka til sín!«

113. So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur
fram úr sessi sín.

114. So skeinkir hann falsarin
mjøðin fram í høll,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur,
síðan hirðin øll.

115. Falsarin gongur for kongin:
»Nú er liðið sovnað.«
»Tað skal kosta hálsbein títt,
letur tú mjøðin dovna.«

116. Enntá mintist Grimmar kongur,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.

117. Legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brendi inni Harald kong
og alt hans valdra lið.

118. Haraldur vaknar í bálinum,
tyktist vera í treyt,
hann brá upp sín bitra brand,
takið yvir sær breyt.

119. Tað var reystur Haraldur kongur,
skuldi burt at ganga,
so hevði kongurin rúnað hann
fastan í báli standa.

120. Sjúrður klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg í breiðar hall
mín sæla faðir at finna.«

121. Grimmar rópar á falsaran,
biður hann ørvur skjóta:
»Latið ikki Sjúrð hin unga
Garðaríki njóta!«

122. Falsarin legði ørv á strong,
tann ið vildi verða,
skeyt so bjartan buðlungsson
millum rivs og herða.

123. Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
alt væl sum hann kann,
sendi tær aftur í Grimmars her,
hon feldi ein merkismann.

124. Grimmar rópar á falsaran,
biður hann ørvur skjóta:
»Latið ikki Sjúrð hin unga
Garðaríki njóta!«

125. Falsarin legði ørvu for strong,
tann ið vildi verða,
skeyt so bjartan buðlungsson
millum rivs og herða.

126. Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,
alt væl sum hann kundi,
sendi hana aftur í Grimmars her,
so mangur lívið týndi.

127. Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til kníggja,
tykist sær ongar neyðir kenna,
hann sær sín son ei flýggja.

128. Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til handa,
tykist sær ongar neyðir kenna,
hann sær sín sonin standa.

129. Grimmar tók upp ørvuna,
honum var ilskan kunnig,
eina for strong og aðra í hond,
ta triðju helt hann í munni.

130. Grimmar spenti ørvustrong,
øllum tókti undur,
skeyt so bjartan buðlungsson,
at hjartað tað gekk sundur.

131. Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
hann sá sína hjartarót:
»Væl hevur faðir føðgað meg,
Gud ráði honum bót!«

132. Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
hann sá sínar hjartarøtur:
»Væl hevur faðir mín føðgað meg,
Gud ráði honum bøtur!«

133. Haraldur stendur í bálinum,
brendur mestur allur,
nú tykist hann til neyðir kenna,
hann sær sín sonin falla.

134. Hilda tekur sín glógvuhandska,
gjørd var út av flein,
tá sá hon, hvar Haraldur stóð,
og sá yvir allan heim.

135. Haraldur tók sín búgvin brand
við trega og tunga sorg,
tíggju favnar og tíggjuti
hann sipar hann út av borg.

136. »Verði hann eingin njótandi,
tað standi hvat vá og vandi,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglandi!

137. Verði hann eingin njótandi,
tað standi hvat vá og stríð,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglands ríki!«

138. Tí svaraðu sveinarnir,
burtur er gleði og gleim:
»Snekkjan brún for landi flýtur,
førum og siglið heim!«

139. Aftur sigla Haralds menn
við trega og tungan vanda,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.

140. Tað er ungi Gormundur,
hann kendi sær fullgott alvi,
tá ið snekkjan for landi fleyt,
sat hann í búnum talvi.

141. Kastaðu síni ankørini
á so hvítan sand,
tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand.

142. Tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand:
»Hvar er mín hin sæli faðir,
hann kemur ei fyrst á land?«

143. »Grimmar kongur í Garðaríki
brendi tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg,
og ongan hóttur minni.

144. Grimmar kongur í Garðaríki
gjørdi os verri váða,
brendi inni níggju hundrað
og raskar brøður báðar.«

145. »Hvør er hann av mínum monnum,
hartil hevur hjarta,
Hildu sigur frá Haralds deyð
for skínandi gullið bjarta?«

146. »Hann er eingin av tínum monnum,
hartil hevur mót,
Hildu sigur frá Haralds deyð,
hann býður tað ikki bót.«

147. Gormundur gekk frá strondum niðan
við trega og tungan vanda,
so kroysti hann talvið saman,
at blóð sprakk undan handa.

148. Gormundur gár for sína móður,
sigur henni frá:
»Mín faðir er komin av Garðaríki
við alt tað lið, hann ár.«

149. »Hoyr tað, Gormundur, sonur mín,
elv mær onga sorg,
hann kemur ikki livandi
aftur í Onglands borg!«

150. Eingin veit í annans hug,
hvat sorgin klemmar fast,
beltið breitt um Hildu lív
í níggju lutir brast.

151. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
lætta angist og trá,
teg skal eingin kongur biðja,
so leingi eg liva má!«

II. Um Sjúrð kong

152. Nú skal lætta av um stund,
viljið tær dømin enda,
um Sjúrð kong á Sakslandi,
hagar man frøðið venda.

153. Nú skal lætta av um stund,
viljið tær dømin trúgva,
um Sjúrð kong á Sakslandi,
hagar man frøðið snúgva.

154. Sjúrður kongur situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

155. Sjúrður kongur situr í hásæti,
talar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.«

156. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

157. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
men hoyrt havi eg gitið, Gormundur,
so væna móður ár.

158. Gormundur ungi móður eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

159. Gormundur ungi móður eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.

160. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á drotnings kinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

161. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon í brúnum,
flættað hár á herðum lagt
við silkibondum snúnum.

162. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðum lagt
við silkibondum beygum.

163. Gormundur ungi móður eigur,
von er hon og vitur,
hon kann allar fuglalistir,
í høga torni situr.

164. Hon kann alt við hondum gera,
sámir væl ein kvinna,
hon kann bøkur og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.

165. Hon kann alt við hondum gera,
tann frúa læra má,
hon kann bæði lesa og skriva
bøkur og rúnarmál.

166. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

167. »Er hon so í øllum lutum,
sum tú sigur til,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið vil.

168. Er hon so í øllum lutum,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.«

169. So letur hann Sjúrður kongur
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

170. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

171. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.

172. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Garðaríki.

173. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

174. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig ungi Sjúrður
sínum fótum á land.

175. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

176. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

177. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Gormundur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

178. Sjúrður kongur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

179. Sjúrður kongur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Gormundur,
gev mær móður tína!«

180. Leingi sat hann Gormundur,
áðrenn hann tordi tala:
»Heinta mína móður í hallina inn
sjálv for seg at svara!«

181. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
fyrst hon hann við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.

182. Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,
rætti fram ljósan hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.

183. Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.

184. Tað var reystur Sjúrður kongur
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

185. Tað var brúdleyp, ið boðið varð,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.

186. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.

187. Drukkið varð teirra brúdleypið
snart og ikki leingi,
reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

188. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sjúrður kongur og hans vív.

189. Hon varð sett á beinkir,
hann á kallbekk,
mangur ríkur riddari
ímillum teirra gekk.

190. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so var hann borin í heim.

191. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fríðan.

192. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

193. Tað er enn sum oftum var,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

194. Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon nevna.

195. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon kalla.

196. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

197. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður song,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull og lond.

198. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður knæ,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull og fæ.

199. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri veks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

200. Hann vóks upp hjá síni móður
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistarin kjósa vildi.

201. Hann vóks upp hjá síni móður
snart og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi reystar dreingir.

III. Um Gormund

202. Gormundur klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg til Garðaríkis
mín sæla faðir at finna.«

203. Gormundur klæðist for síni song,
letst í brynju nýggja:
»Nú lystir meg til Garðaríkis
mín sæla ava at síggja.«

204. So letur ungi Gormundur
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

205. So letur ungi Gormundur
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

206. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.

207. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.

208. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
hátt í miðjan ský.

209. Tað var Hilda, Grimmars dóttir,
gull bar seg á hand,
fylgdi Gormundi, soni sínum,
niður til sjóvarstrand.

210. Hilda tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi:
»Tak við, Gormundur, sonur mín,
slepp honum ei av hendi!«

211. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Garðaríki.

212. »Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
her eru strætir av reyðargulli,
breiddar út av stál.«

213. Glaður leggur Gormundur
skipum undir lund,
høgar sær hann Grimmars borgir
í grønari lund.

214. Kastaðu síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig ungi Gormundur
sínum fótum á land.

215. Fyrst steig ungi Gormundur
sínum fótum á land,
sló so sínar herbúðir
fram við sjóvarstrand.

216. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

217. Gormundur gekk frá strondum niðan,
eykast meiri vandi,
hann sær seg pá báðar síður
ongar borgir standa.

218. Gormundur gekk frá strondum niðan,
eykast meiri trá,
hann sær seg til báðar síður
ongar borgir stá.

219. Gormundur gekk frá strondum niðan,
myrkt var honum for eygum,
settist niður á grønan vøll,
hann tóktist vera í neyðum.

220. »Harra Gud í himmiríki
lati meg ikki doy,
eg skal lata kirkju gera,
komi eg aftur í oy!

221. Eg skal lata kirkju gera
mitt í Onglands ríki,
eingin tann á Suðurlondum
skal vera hennara líki.«

222. So gekk Gormundur átta dagar,
væl ið tað hann mátti,
tá fann hann tað góða svørð,
hans sæli faðir átti.

223. Enn gekk Gormundur átta dagar,
tekur at lætta av vanda,
hann sær seg til høgru síðu
Grimmars borgir standa.

224. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

225. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.

226. Tí svaraði Grimmar kongur,
tóktist vera í vanda:
»Hvør er faðir at ferðagarpa,
ræður for borði standa?«

227. Svaraði ungi Gormundur,
sló so upp í gleim:
»Hetta er tín dótturson,
Hilda hevur borið í heim.«

228. »Ver vælkomin, mín dótturson,
so gott er við frændur at ráða,
eingir tveir í verðini
skuldu vunnið okkum báðar!«

229. Grimmar hvarv úr sessi burt,
hann var maður versti,
hann kom aftur uttan borgs
á kolsvørtum hesti.

230. Kongurin fleyg í loftið upp
fast við sínar veingir,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.

231. Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp,
aftur mót honum rendi.

232. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bróta,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur skjóta.

233. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bella,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum svørð á brynju gella.

234. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum banga,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.

235. Tók hann Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
men tungan bar so snjøll.

236. Tí svaraði Gormundur,
smílist undir lín:
»Eg havi ongar bøtur tikið
eftir faðir mín.«

237. Tríggjar svór hann rangar eiðir,
allar á einum degi,
tá hann kom í loftið upp,
tá var hann hálvum verri.

238. Grimmar fleyg í loftið upp
fast við sínar veingir,
píla fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.

239. Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp,
aftur mót honum rendi.

240. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bróta,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur skjóta.

241. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bella,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gella.

242. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum banga,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.

243. Tók hann Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
men tungan bar so snjøll.

244. Svaraði ungi Gormundur
fyrsta orðið tá:
»Ikki skal drepa kongin,
uttan Hildu spyrja til ráð.«

245. Svaraði ungi Gormundur,
væl ið tað hann mátti:
»Nú skal boð til Onglands gera,
tó kaldur er kvinnu tokki.

246. Nú skal boð til Onglands gera
upp á Hildu náðir,
ikki skal eg drepa kongin
uttan við móður ráði.«

247. Hilda gekk í høgaloft,
henni var leiðin kunn,
hon tók upp sín yngsta alva
og andaði í hans munn.

248. Haraldur fleyg úr Onglandi,
hann kendi sær fullgott alvi,
hann tók Grimmar kongin,
hann sleit hann av um nalva.

249. Svaraði ungi Gormundur
av so tungum stríði:
»Hví tókst tú mín sæla ava
so brádliga burt av lívi?«

250. »Hevði hann dripið mín faðir sum tín
og brent teir ringar reyð,
eingin kongur í verðini
skuldi tolt so harðan deyð.

251. Hevði hann dripið mín faðir sum tín
og brent teir ringar reyðar,
eingin kongur í verðini
skuldi tolt so harðan deyða.«

252. Tað er frætt so víða
yvir onnur lond,
deyður er kongur av Onglandi,
Gormundur aftur til kong.

(c) Dansifelagið í Havn