Kvæðasavn
Grimmars kvæði
Uppskrift: CCF 51D, 2, pp. 254-267, FK 48D, 12, pp. 206-237.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
I. Haralds táttur
1. Grimmar kongur í Garðaríki
hann ber høgan krans,
har ríður so mangur í hans garð
til Hildu, dóttur hans.
2. Grimmar kongur í Garðaríki
kókaði sín faðir á skinni,
níggju gjørdi hann blódmørsindur,
tá var eg har inni.
3. Hilda droymdi dreymin tann,
hon duldi hann ikki leingi:
»Sunnan kom ein hvítur fuglur,
hann tók meg undir veingi.«
4. Grimmar ráddi dreymin tann,
tó hann beið tess harm:
»Sunnan kemur ein kristin kongur,
hann leggur teg í sín arm.«
5. Grimmar ráddi dreymin tann,
tó hann beið tess kvíðu:
»Sunnan kemur ein kristin kongur,
hann leggur teg hjá síni síðu.«
6. Grimmar fór á skógvin burtur
at samla gull og fæ,
hann læt Hildu krúnu bera,
meðan hann burtur var.
7. Grimmar fór á skógvin burtur
við so lítlan gleim,
hann læt Hildu krúnu bera,
inntil hann kom heim.
8. Haraldur situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«
9. Haraldur situr í hásæti,
talar til sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.«
10. Sveinar svara sínum harra,
alt er sum tað má:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugin á.
11. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugin á,
hoyrt havi eg gitið, at Grimmar kongur
væna dóttur ár.
12. Grimmar kongur dóttur eigur,
hava menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.
13. Grimmar kongur dóttur eigur
væna og so mæta,
einans er hon arvingin
til góðs og landa at gæta.
14. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
sum fagurt skínur um várið.«
15. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.
16. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Grimmar kong,
tað stendst hvat av ið má.«
17. So letur Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
18. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.
19. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
20. Løgdu har at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
har vóru stræti av reyðargulli
breiddir út at gá.
21. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.
22. Gingu so frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
23. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
24. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hilda drotning for borði sat
við monnum hundrað fimm.
25. Haraldur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
26. Haraldur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður:
»Drotning, gev mær dóttur tína,
bæði von og vitur!«
27. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló so upp í gleim:
»Bíða mín, frægi ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«
28. »Hvørki gull ei Garðaríki
skattar tú við tær,
hoyr tú, Hilda Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!«
29. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló so upp í gleim:
»Bíða mín, frægi ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«
30. »Tú flytur ei gull av Garðaríki,
hvørki borg ei heiða,
vil hann tær onga heimgift geva,
Ongland skalt tú eiga.«
31. Tað er enn sum ofta er,
ilt er á at herja,
sveinar riðu í randarný,
teir vildu frúnna verja.
32. So fór Haraldur, Onglands kongur,
háttliga fram,
tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki mann.
33. So fór Haraldur, Onglands kongur,
háttliga við,
tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki lið.
34. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
elvdi sær meiri harm,
hann tók Hildu gullkrúnu
og setti á borgararm.
35. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
elvdi sær meiri kvíðu,
hann tók Hildu gullkrúnu
og setti á borgarsíðu.
36. Hann tók Hildu gullkrúnu
við frægum armi full,
setti hana so á borgararm,
hon skein sum reyðargull.
37. Svaraði Hilda, Grimmars drotning,
silki situr og tvinnar:
»Far væl, Haraldur, Onglands kongur,
hetta manst tú minnast!«
38. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,
á bara jørðini ganga.
39. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niður til strandar leidd.
40. Millum báðar stavnarnar
skín so fagur litur,
sum hon, Hilda Grimmars dóttir,
í lyftingini situr.
41. Millum báðar stavnarnar
skín so fagurt á,
sum hann Haraldur, Onglands kongur,
frúnni situr hjá.
42. Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
43. Hegar hansara snekkja
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
44. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.
45. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
so hon Hilda, Grimmars dóttir,
undir hans høgru hond.
46. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,
á bara jørðini ganga.
47. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niðan til hallar leidd.
48. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
tók sær frúgv at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
49. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
fall á síni knæ,
meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,
til ektar festi sær.
50. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív.
51. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi tveir sveinar fínar.
52. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi tveir sveinar baldar.
53. Tað er enn, sum ofta er,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir tveir ungar sveinar.
54. Sveipar hon teir í klæði væl,
gott skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Sjúrð og Halgir kalla.
55. Teir vórðu bornir frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta teir
enn alt sítt gull í skrín.
56. Gormundur var tann yngsti alvi,
síðst var borin í heim,
tá leið ikki longur um,
enn tá kom Grimmar heim.
57. Grimmar kemur av skógvum heim,
eykast meiri kvíða,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgarsíðu.
58. Grimmar kemur av skógvum heim,
eykast meiri harm,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgararm.
59. Grimmar kemur av skógvum heim,
sær tey merki stór:
»Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?«
60. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala
uttan hansara dýra drotning,
hon ræð honum aftur at svara.
61. »Her kom kongur av Onglandi
við hvøssum slíðraknívi,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hans líki er ei í lívi.
62. Her kom kongur av Onglandi
við hvøssum slíðrabrandi,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hans líki er ei í landi.
63. Her kom kongur av Onglandi,
klæddur væl í skreyt,
tók burt Hildu, dóttur tína,
borgir upp hann breyt.
64. Her kom kongur av Onglandi,
fór háttliga fram,
tók burt Hildu, dóttur tína,
blóðgaði ikki mann.
65. Her kom kongur av Onglandi,
fór háttliga við,
tók burt Hildu, dóttur tína,
blóðgaði ikki lið.«
66. Tí svaraði Grimmar kongur,
snarliga hann sær vendi:
»Illa var statt í Garðaríki,
teir kundu ikki verja eitt kvendi.«
67. So var reysti Grimmar kongur
sárur og sjúkur av ekka,
hann kundi ei á sjey náttum
tann brúna mjøðin drekka.
68. Tað svaraði Grimmar kongur
av so tungum stríði:
»Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda er á lívi.«
69. Tí svaraði Grimmar kongur,
tung gerst dømin vond:
»Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda ríkir ond.«
70. Haraldur klæðist for sína song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg í Garðaríki
mín verfaðir at finna.«
71. Tað var Hilda, Grimmars dóttir,
svaraði so frá sær:
»Kvittar tú til Garðaríki,
lat meg fylgja tær!«
72. Tað svaraði Haraldur kongur,
skortar ikki fíggja:
»Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki síggja.«
73. Tí svaraði Haraldur kongur
fyrsta orðið tá:
»Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki sjá.«
74. »Tú drístar teg á brynju tína,
gjørd er av silvuri hvíta,
væl kenni eg mín sæla faðir,
so brádliga man hann teg svíkja.«
75. »Gormundur hann skal eftir vera,
goyma gulli og landi,
Sjúrður og Halgir fylgja mær,
fremst í heri at standa.«
76. So læt Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum búgva,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
77. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
og so var segl í topp.
78. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
79. Legði har at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
har vóru strætir av reyðargulli
breiddar út at gá.
80. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fóti á land.
81. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fóti á land,
Sjúrður og Halgir, synir hans,
undir hans høgru hand.
82. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neyst.
83. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
84. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.
85. »Ver vælkomin, Haraldur kongur,
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vetrar,
síðan eg væntaði tín!«
86. Set teg niður, Haraldur kongur,
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vetrar,
síðan eg læt veitslu búgva!«
87. Ófrið vilti hann á sítt land
undan lindarsveita,
vita, um Haraldur, Onglands kongur,
dugnað vildi veita.
88. Ófrið vilti hann á sítt land
undan lindarskildri,
vita, um Haraldur, Onglands kongur,
dugnað veita vildi.
89. Haraldur helt í havið út
mót tann lindarskara,
oyðir skipini tvey og trý,
eftir havi fara.
90. Níggju vann hann herskipini
bæði við gleði og gleim,
síðan sigldi Haraldur kongur
til Garðaríki heim.
91. Svaraði Sjúrður, sonur hans,
fáir finnast slíkir:
»Siglið aftur til Onglanda,
men ikki til Garðaríki!«
92. Tá svaraði Haraldur kongur,
sló so upp í gleim:
»Siglið snart og skundiliga
til Garðaríki heim!«
93. Sjúrður so til orða tekur,
skortar ikki fíggja:
»Svikini vóru Grimmar kongi,
tað kann eg væl síggja.«
94. Tí svaraði Haraldur kongur,
skortar ei gullið reyða:
»Kongurin reystur, í herðum treystur,
óttast ei fyri deyða.«
95. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
96. »Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
har eru stræti av reyðargulli
breiddar út at gá!«
97. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fóti á land.
98. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fóti á land,
Sjúrður og Halgir, synir hans,
undir hans høgru hond.
99. Tað var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi í tí,
hann læt borg av svikum gera,
meðan Haraldur var í stríð.
100. Tað var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi hann har,
hann læt borg av svikum gera,
meðan Haraldur burtur var.
101. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neyst.
102. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
103. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.
104. »Tær gevi eg nú, Grimmar kongi,
herskipini sjey,
eg og frægir ferðagarpar
vit skulu hava tvey.«
105. Tað svaraði Grimmar kongur,
tóktist at vera í vanda:
»Hvør er faðir at ferðagørpum,
her fyri borði standa?«
106. Tá svaraði Haraldur kongur,
sló so upp í gleim:
»Eg eri faðir at ferðagørpum,
Hilda hevur borið í heim.«
107. »Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær,
vil hann tey boð tiggja,
ovast yvir mínum borði at sita,
hjá mær sjálvum at liggja.
108. Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær,
vil hann tey boð lova,
ovast yvir mínum borði at sita,
hjá mær sjálvum at sova.
109. Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær
við alskyns makt og prýði.
Haraldur, gakk í breiða hall
so kátur við dreingjalið!
110. Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær
við alskyns makt og teiti.
Haraldur, gakk í breiða hall
so kátur við dreingjaleiti!«
111. Grimmar biður falsaran
skeinkja eitur í vín,
bera so inn fyri Harald kong,
biðja hann drekka til sín.
112. So skeinkir hann falsarin
mjøðin fram í høll,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur,
síðan hirðin øll.
113. So skeinkir hann falsarin
eitur út í vín,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur
fram úr sessi sínum.
114. Falsarin rópar til kongin:
»Nú er liðið sovnað.«
»Tað skal kosta hálsbein títt,
letur tú mjøðin dovna.«
115. Enntá mintist Grimmar kongur,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.
116. Legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brendi inni Harald kong
við alt hans valdra lið.
117. Haraldur vaknar í bálinum,
tykist at vera í treyt,
hann brá upp sín bitra brand
og takið yvir sær breyt.
118. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
skuldi úr báli ganga,
men so hevði kongurin rúnað hann,
hann slapp ikki upp at standa.
119. Sjúrður klæðist for síni song
henda morgun snimma:
»Nú lystir meg í breiða hall
mín sæla faðir at finna.«
120. Grimmar rópar á falsaran,
biður hann ørvur skjóta:
»Latið ikki Sjúrða unga
Garðaríki njóta!«
121. Falsarin legði ørvu á strong,
tað ið vildi vera,
skeyt so bjartan buðlungsson
ímillum riv og herðar.
122. Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,
alvæl sum hann kann,
sendi hana aftur í Grimmars her,
hann feldi ein merkismann.
123. Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til kníggja,
tykist ongar neyðir kenna,
hann sær sín son ei flýggja.
124. Grimmar rópar á falsaran,
biður hann ørvur skjóta:
»Latið ikki Sjúrða unga
Garðaríki njóta!«
125. Falsarin legði ørvu á strong,
tað ið vildi vera,
skeyt so bjartan buðlungsson
ímillum riv og herðar.
126. Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,
alvæl sum hann kundi,
sendi hana aftur í Grimmars her,
so mangur lívið týndi.
127. Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til handa,
tykir sær ongar neyðir kenna,
hann sær sín son at standa.
128. Grimmar tók upp ørvuna,
honum var ilskan kunn,
eina for strong og aðra í hond,
ta triðju helt hann í munn.
129. Grimmar spenti upp ørvustrong,
slíkt var mikið undur,
skeyt so bjartan buðlungsson,
at hjartað tað brast sundur.
130. Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,
hann sá sína hjartarót:
»Væl hevur faðir mín føðgað meg,
Gud ráði honum bót!«
131. Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,
hann sá sínar hjartarøtur:
»Væl hevur faðir mín føðgað meg,
Gud ráði honum bøtur!«
132. Haraldur stendur í bálinum,
brendur mestur allur:
nú tykist hann sær neyðir kenna,
hann sær sín son at falla.
133. Hilda tók sín glógvahandska,
gjørdur var av fleim,
hon sá Harald í báli standa,
hon sá yvir allan heim.
134. Haraldur tók sín búgvin brand
við trega og tunga sorg,
tíggju favnar og tíati
hann sipar hann út av borg.
135. »Verði hann eingin njótandi,
tað standi hvat váði og stríð,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglands ríki!
136. Verði hann eingin njótandi,
tað standi hvat váði og vandi,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglandi!«
137. Tað svaraðu sveinarnir:
»Burtur er gleði og gleim,
snekkjan brúna for landi flýtur,
farið og siglið heim!«
138. Aftur hildu sveinarnir
við trega og tungan vanda,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
139. Tað var hin ungi Gormundur,
hann kendi sær fullgott alvi,
tá ið snekkjan for landi fleyt,
sat hann í búnum talvi.
140. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand.
141. Tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand:
»Hvar er mín hin sæli faðir,
hann kemur ei fyrstur á land?«
142. »Grimmar kongur í Garðaríki
brendi tín faðir inni,
níggju hundrað á glæstriborg,
ongan háttur minni.
143. Grimmar kongur í Garðaríki
gjørdi os meiri váða,
brendi inni níggju hundrað
og raskar brøður báðar.«
144. »Hvør er hann av mínum monnum,
hartil hevur hjarta
Hildu at siga frá Haralds deyð
for skínandi gullið bjarta?«
145. »Hann er eingin av tínum monnum,
hartil hevur mót
Hildu at siga frá Haralds deyð,
hann býður tað ikki bót.«
146. Gormundur gekk frá strondum niðan
við trega og tungan vanda,
so kroysti hann talvið saman,
at blóð sprakk undan handa.
147. Gormundur gekk for sína móður,
sigur henni frá:
»Mín faðir er komin av Garðaríki
við alt tað lið, hann ár.«
148. »Hoyr tú, Gormundur, sonur mín,
elva mær onga sorg,
hann kemur ikki livandi
aftur í Onglands borg!«
149. Eingin veit á annans hug,
hvat sorgin klemmar fast,
beltið sprakk um Hildu lív,
í níggju lutir brast.
150. »Hoyr tú tað, mín sæla móðir,
lætta av angist og trá,
teg skal eingin kongur forsmá,
so leingi eg liva má!«
II. Sjúrðar kongs táttur
151. Nú skal lætta av um stund,
viljið tær dømin enda,
um Sjúrð kong av Sakslandi
har skal frøðið venda.
152. Nú skal lætta av um stund,
viljið tær dømin trúgva,
um Sjúrð kong av Sakslandi
har skal frøðið snúgva.
153. Sjúrður kongur situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«
154. Sjúrður kongur situr í hásæti,
talar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.«
155. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrja tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
156. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, at Gormundur
væna móður ár.
157. Gormundur ungi móður eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for sínum borði.
158. Gormundur ungi móður eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
tú kanst títt lív væl prísa.
159. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á drotnings kinn,
sum droyrin drýpur á snjó.
160. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon í brún,
flættað hár á herðum lagt,
við silkibondum snúin.
161. Gormundur ungi móður eigur,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðum lagt
við silkibondum reyðum.
162. Gormundur ungi móður eigur,
von er hon og vitur,
hon kann allar fuglalistir,
í høgum trøum situr.
163. Hon kann alt við hondum gera,
ið sámir væl ein kvinna,
hon kann bøkur og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.
164. Hon kann alt við hondum gera,
tann frú væl læra má,
hon kann bæði at lesa og skriva
bøkur og rúnarmál.
165. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
fagurt skínur um várið.«
166. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað standist hvat av ið má.
167. Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað standist hvat av ið vil.«
168. So letur hann Sjúrður kongur
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
169. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.
170. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargull,
har skein sólin á.
171. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráir brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
172. Hegar teirra snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á tann hvíta sand.
173. Lótu síni akker falla
á tann hvíta sand,
fyrstur stígur Sjúrður kongur
sínum fótum á land.
174. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir drógu knørr í neystið.
175. Mitt í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
176. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Gormundur ungi for borði sat
við monnum hundrað fimm.
177. Sjúrður kongur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt á einum orði,
hann heilsar og hann biður.
178. Sjúrður kongur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Gormundur,
gev mær móður tína!«
179. Leingi sat hann Gormundur,
ræður hann so at tala:
»Heinta mína móður í hallina inn
sjálv for seg at svara!«
180. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
fyrst hon hann við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.
181. Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,
rætti fram ljósa hond,
lystiligt var at lýða á
teirra festarbond.
182. Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var at lýða á
teirra festarorð.
183. Tað var reystur Sjúrður kongur
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
184. Tað var brúdleyp, ið boðið varð,
ikki mátti tvørra,
á báðum borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.
185. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
glaður á ljósum degi.
186. Drukkið varð teirra brúdleypið
snart og ikki leingi,
reið so mangur hovmaður
sum fjøður á fuglaveingi.
187. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.
188. Hon bleiv sett á beinkin,
hann á kallbekk,
mangur ríkur riddari
ímillum teirra gekk.
189. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.
190. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
191. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.
192. Tað er enn, sum ofta var,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
193. Sveipar hon hann í klæði væl,
gott skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon kalla.
194. »Haraldur kongur av Onglandi,
hann var hvør mans javni,
so skal kalla mín unga son
og geva honum Haralds navnið.«
195. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sína,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.
196. Hann vaks upp hjá síni móður
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistarin kjósa vildi.
197. Hann vaks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
198. Meistarin læt hann listir læra
bæði við svørð og boga,
hann gekk yvir allar aðrar,
væl mundi drongur duga.
199. Hann var ikki meiri enn tólv ár gamal,
tá bar hann svørð í fangi,
so gjørdist hann í høggum tungum,
hann bardi reystar dreingir.
200. Hilda tók sín unga son,
onga møði spardi,
lærdi hann so tann artikul,
sum Grimmar hana lærdi.
III. Gormunds táttur
201. Gormundur klæðist for sína song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg í Garðaríki
mín sæla ava at finna.«
202. Gormundur klæðist for sína song,
letst í brynju nýggja:
»Nú lystir meg í Garðaríki
mín sæla ava at síggja.«
203. So letur ungi Gormundur
sín faðirs snekkju búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
204. So letur ungi Gormundur
sín faðirs snekkju takla,
virtur, vín og svørðskistur
innan borða prakla.
205. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
206. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skein sólin á.
207. »Sjúrður skal mínum ríki stýra,
inntil eg komi til býggja,
føra skal aftur Grimmar kong
tín sæla faðir at síggja.«
208. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
209. »Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
har eru stræti av reyðargulli,
breiddar út at gá.«
210. Glaður leggur Gormundur
skipini undir land,
høgar sær hann Grimmars borgir
í grønari lund.
211. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig ungi Gormundur
sínum fótum á land.
212. Fyrst steig ungi Gormundur
sínum fótum á land,
sló so sínar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
213. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
214. Gormundur gekk frá strondum niðan,
eykast meiri vandi,
hann sær seg til báðar síður
ongar borgir standa.
215. Gormundur so til orða tekur:
»Nú man lukkan valla,
nú hevur Grimmar hvørvsjón kastað
yvir borgir allar.«
216. Gormundur gekk frá strondum niðan,
myrkt var honum for eygum,
settist niður á grønan vøll,
tóktist vera í neyðum.
217. »Harra Gud av himmaríki
lati meg ikki doy,
eg skal lata kirkju byggja,
komi eg lívs til oy!
218. Eg skal lata kirkju byggja
mitt í Onglands ríki,
eingin tann í Suðurlondum
skal vera hennara líki.«
219. So gekk Gormundur átta dagar,
væl ið tað hann mátti,
tá fekk hann tað búgvið svørð,
sum hans faðir átti.
220. Enn gekk Gormundur átta dagar,
tóktist lætta av vanda,
hann sær seg til høgru síðu
Grimmars borgir standa.
221. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
222. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.
223. Tá svaraði Grimmar kongur,
hann sá ta kempu standa:
»Hvør er faðir at ferðagarpa,
fyri borði standa?«
224. Svaraði ungi Gormundur,
sló so upp í gleim:
»Hetta er tín dótturson,
Hilda hevur borið í heim.«
225. »Ver vælkomin, ungi dótturson,
gott er við frændar at ráða,
eingir tveir í verðini
skuldu vunnið okkum báðar.«
226. Grimmar hvarv úr sessi burt,
hann var maður reysti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti.
227. Kongurin fleyg í loftið upp
fast við sínar veingir,
hagl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
228. Gormundur tekur tann glógvuhandska,
Hilda honum fekk,
hann skuldi tann á hendi hava,
tá ið hann heiman gekk.
229. Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp
og aftur mót honum rendi.
230. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum smella,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur gella.
231. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum banga,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.
232. Tók hann Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
uttan tungan lær so snjøll.
233. Tá svaraði Gormundur,
smílist undir lín:
»Eg havi ongar bøtur tikið
eftir faðir mín.«
234. Tíggju svór hann vrangar eiðir
alt á einum degi,
tá hann kom í loftið upp,
tá var hann hálvum verri.
235. Kongurin fleyg í loftið upp
fast við sínar veingir,
hagl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
236. Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp
og aftur mót honum rendi.
237. Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum smella,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur gella.
238. Gormundur skeyt mót Grimmar kongi,
við sítt nevið byrja:
»Nú man galda um Garðaríki,
tað munnu frægir spyrja.«
239. »Tú ert alt mín dótturson,
so ert tú lættur og ungur,
eg kann ei so snúgva mær,
tí eg eri gamal og tungur.
240. Eg havi mína dóttur lært
tað, hon kann at snakka,
tað tú kanst so snúgva tær,
hevur tú mær at takka.«
241. Tók hann Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
uttan tungan bar so snjøll.
242. Svaraði ungi Gormundur
fyrsta orði tá:
»Nú man eg í Garðaríki
hava vold og ráð.«
243. Svaraði ungi Gormundur,
væl hann tað formátti:
»Nú skal boð til Onglands gera,
tó kaldur er kvinnu tokki.
244. Nú skal boð til Ongland gera
upp á Hildu náðir,
ikki skal eg drepa kongin
uttan við móðurráði.«
245. Hilda gekk í høgaloft,
henni var ilskan kunn,
hon tók upp sín yngsta son
og andaði í hans munn.
246. Haraldur fleyg av Onglandi,
kendi sær fullgott alvi,
hann tók Grimmar kongin
og sleit hann av um nalva.
247. Svaraði ungi Gormundur
av so tungum stríði:
»Hví tókst tú mín sæla ava
so brádliga av lívi?«
248. »Hevði hann dripið mín faðir sum tín
og brent teir ringar reyðar,
eingin kongur í verðini
skuldi tolt so harðan deyða.«
249. Haraldur fór til Onglands aftur
í sín faðirs stól,
Sjúrður kongur ráddi for Onglandi,
er mær á tí hól.
250. Tað er frætt so víða
yvir onnur lond,
deyður er kongur av Garðaríki,
og Gormundur aftur til kong.
(c) Dansifelagið í Havn