Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1Ba, 1, pp. 34-57, FK 1Ba, 1, pp. 119-176.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Viljið tær nú lýða á,
so er mær greint ífrá,
Buðlung kong og Gunnar kong
eg kvøði um báðar tá.

2. Viljið tit nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir báðar kongarnar,
og nú er um teir at røða.

3. So glaðiliga drukku
teir síni jól,
sámiliga sótu teir
sín tignarstól.

4. Sigmundur eitur tann
jalsins son,
lovar hina ungu Hjerdi,
hon var hans kona.

5. Sigmundur kongur
frá henni gekk,
Hjalprekur kongur
hana aftur fekk.

6. Ófriður gekk á ta
heilu høll,
manniliga vardu teir
tá Buðla kongins fjøll.

7. Ófriður gekk á kongins land
eystur á strand,
manniliga vardu teir
tað Buðla kongins land.

8. Riðu teir í bardagin,
eingin kom heim,
eftir livir Hjerdi
bæði við sorg og mein.

9. Riðu teir í bardagin,
lótu teir sítt lív,
eftir livir Hjerdi,
Sigmundar vív.

10. Hjerdi hon akslar sær
kápu blá,
so gekk hon í garðin tann,
sum Sigmundur lá.

11. »Liggur tú her, Sigmundur,
søtin mín,
eru tey nakað grøðandi
sárini tíni?«

12. »Seint manst tú, Hjerdi,
vita tær tey ráð,
gera tey smyrslini,
ið grøða kann míni sár.

13. Sundur gekk mítt svørðið,
sundur gekk mítt spjót,
Hundinssynirnir teir
riðu mær ímót.

14. Hundinssynirnir
skaðan gjørdu tær,
eitur var í svørðinum,
teir bóru móti mær.

15. Tá ið eg tað
fyrsta sárið fekk,
sundur mítt svørð í
tógva lutir gekk.

16. Tá ið eg fekk tað
annað sár,
innarlaga at hjartanum
ið hyggja av tí gár.

17. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smíði at goyma
unga soni okra.

18. Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.

19. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa hesar
svørðslutir tvá.

20. Tað, ið tú hevur í vónunum,
tað er sveinsbarn,
ven tað væl við ærum upp,
og gev tí Sjúrðar navn.

21. Eg fái ikki, Hjerdi,
snakkað longur við teg,
tí tað er mín deyðastund,
ið komin er á meg.«

22. Grátandi snúðist Hjerdi
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni hjá.

23. Allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni við,
tað var frúgvin Hjerdi,
hon fell í óvit niður.

24. Tað er enn, sum oftum var tá,
tað kom til so brátt,
jallin søkti helsótt
á teirri somu nátt.

25. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.

26. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

27. Tað er enn, sum oftum var tá,
dult er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føddi ein ungan svein.

28. Sveipar hon hann í klæði rein,
tá hann kom í heim,
Sjúrða bað hon nevna
tann gæviliga svein.

29. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

30. Hann veks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meiri veks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

31. Hann veks upp hjá síni móður
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistarin kjósa vildi.

32. Hann veks upp hjá síni móður,
tann tíguliga mann,
Hjalprekur kongurin
fostraði hann.

33. Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.

34. Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.

35. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so stórum.«

36. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so sára.«

37. Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum ein mold.

38. Hann kastaði svørð og herklæði
hann lysti ei longur at leika,
so gekk hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

39. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
varð mín faðir við váknum vigin,
ella doyði hann á strá?«

40. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá:
Hundins synir,
ið tín faðir vá.

41. Hundins synir,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av teim fár.«

42. Sjúrður svarar síni móður,
alt tað sum hann kann:
»Ofta veksur í ungum rakka
hvassar tenn í rann.«

43. Sjúrður svarar síni móður,
alt tað sum hann kundi:
»Ofta veksur í ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

44. Hjerdi veit sær
eina breyt,
læsir upp ta kistuna,
full er innan við skreyt.

45. Hon læsir upp ta kistuna,
full var við gull og fæ,
hon tók upp ta skjúrtuna
og kastar honum á knæ.

46. Hon tók upp ta skjúrtuna,
øll var í blóði drigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæðir
hvarí tín faðir er vigin.

47. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smíði,
eitt annað svørð at slá.

48. Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.

49. Regin smiður býr fyri
handan á,
honum skalt tú fáa hesar
svørðslutir tvá.

50. Gakk tú teg at fossinum,
kasta stein í á,
tak so tann av hestunum,
ið ikki víkir frá.«

51. Hann tók tann av hestunum,
ið ikki víkti frá,
um varð hann kallaður,
hann eitur Grani grá.

52. Sjúrður klæðist í síni song
eini morgun snimma:
»Nú lystir meg yvir um á
Regin smið at finna.«

53. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
hann tók sær jarn í hand.

54. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

55. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.

56. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
vita tað, reystur Regin smiður,
eitt annað svørð út slá.

57. Smíða skalt tú mær svørðið
virðiliga væl,
bæði skal eg vega við tí
jarn so sum stál.

58. Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarn so sum stein.«

59. »Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert mær so kærur,
dvølst tú nakað úr ríkinum,
ver í nátt hjá mær!«

60. »Eg fái ikki, Regin smiður,
dvalst her hjá tær,
Hjalprekur saknar mín
úr hásæti frá sær.«

61. Regin gongur at sterkum stiðja,
leggur jarn í eld,
tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð.

62. Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var snari Sjúrður
riðin har á ferð.

63. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
hann tók sær svørð í hand.

64. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær hverki hjarta ei hug,
tú verður til víggja før.

65. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga væl,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið so sum stál.

66. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn so sum stein.«

67. Sjúrður gongur at sterkum stiðja
høggur við ein fart:
»Sundur mítt svørðið
í tógva lutir brast.

68. Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
fyri tú hevur svikið meg
í váknargerð.

69. Smíða skalt tú mær annað,
skal tað verða so,
hoyr tað, reystur Regin smiður,
lív skalt tú ei fá.«

70. »Smíði eg tær annað,
verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
tað leggi eg treytir á.«

71. Regin gongur at sterkum stiðja,
leggur jarn í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.

72. Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var snari Sjúrður
riðin har á ferð.

73. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
hann tók sær svørð í hand.

74. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær hvørki hjarta ei hug,
tú verður til víggja før.

75. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga væl,
bæði kanst tú vega við tí
jarn so sum stál.

76. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði kanst tú vega við tí
jarn so sum stein.«

77. Sjúrður gongur at sterkum stiðja
leggur svørðið til,
sundur kleyv hann stóra stiðja
standandi niður.

78. Sjúrður gongur at sterkum stiðja
høggur við ein fart,
hvørki mátti røkka ei støkka,
so var svørðið hart.

79. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
orna tók hans blóð,
hann kleyv sundur stóra stiðja
niður í hallargólv.

80. Vá hann ormin giltum upp,
annað so sum tá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á hallargólvi lá.

81. »Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
og hvar ríður tú fram?«

82. »Fyrst ríði eg í randarný
Hundins synir at vinna,
síðan aftur á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.«

83. Tað er reystur Regin smiður,
mælir so fyri sær:
»Kvittar tú á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær.«

84. Tað var Sjúrður Sigmundarson
skortar hann ei eyð,
hann reið seg í randarný,
hann hevndi sín faðirs deyð.

85. Hann reið seg í randarný,
væl komin aftur úr teirri,
síðan aftur úr ríkinum
hann kvittar á Glitraheiði.

86. Tað var Sjúrður Sigmundarson
reið fram yvir skeið,
møtir hann einum gomlum manni,
setast niður á leið.

87. Ein kom maður á víðan vøll fram,
eingin ið hann kendi,
eittans eyga í heysi bar,
ein finskan boga í hendi.

88. Ein kom maður á víðan vøll fram,
eyga hevði sum bolli,
eittans hár á hesum dára,
toppur á miðjum kolli.

89. Ein kom maður á víðan vøll fram,
vá við eggjateini,
eittans eyga í heysi ber,
og knepta brók á beini.

90. »Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
og hvar ríður tú fram?«

91. »Fyrst reið eg í randarný
Hundins synir at vinna,
nú lystir meg á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.

92. Eg reið meg í randarný,
væl komin aftur úr teirri,
síðan aftur úr ríkinum
eg kvitti á Glitraheiði.«

93. »Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,
grivið tær gravir tvær?
Deyðan hevur sami maður
ætlað tær.«

94. »Regin, ormins bróðir,
hann mær ráðini ger,
tí hann er mín vinmaður
í hesari ferð.«

95. »Drekk tú, Regin smiður,
spar ei sjálvan meg,
hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg.

96. Hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg,
tí hann hevur svikið
í váknagerð.

97. Tí hann hevur svikið
í váknagerð,
hoyr tú, snari Sjúrður,
samlíkt ger hann við teg.

98. Grav tú enn ta triðju,
grav hana her íhjá,
hoyr tú, snari Sjúrður,
ei her inni stá.

99. Grav tú enn ta fjórðu,
grav hana skamt ífrá,
ein mun av eitrinum
tað lívir hon tær tá.

100. Tríati alin er fossurin,
ið ormurin undir liggur,
uppi standa høvur og sporl,
og bukt á homrum liggur.

101. Uppi standa høvur og sporl,
bukt á homrum lá,
hvør er hann so hugdjarvur,
ið vega hann torir tá?«

102. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjerdi,
hon var hans kona.

103. Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjerdi,
hon bar meg í heim.«

104. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
ríður á heiði Glitra,
hann vil vera kempuførur,
ið møtir hans brandi bitra.

105. Ormurin liggur á gullinum,
ger so stórt eitt skrík,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann býr sítt svørðið til.

106. Ormurin liggur á gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann býr seg til at stríða.

107. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
tað var mikið undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann kleyv hann um miðju sundur.

108. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv henda frænarorm
sundur í lutir tvá.

109. Sjúrður stokti hjartað,
tað var virðin trang,
tríati alin var tann
teinurin lang.

110. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
brá fingrar upp í munn,
fuglar og so villini djúr
tey vórðu honum kunn.

111. Tað søgdu honum villir fuglar,
uppi sótu í eik:
»Sjálvur mást tú, Sjúrður,
eta tína steik.«

112. Sjúrður stokti hjartað,
av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormins blóð.

113. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Regin smið
sundur í lutir tvá.

114. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
bindur upp á Grana bak
gullkisturnar tólv.

115. Bindur upp á Grana bak,
so er mær frásagt,
tólv gullkistur
hvørjumegin klakk.

116. Tólv gullkistur
hvørjumegin tá,
síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná.

117. Síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná,
hann sprakk yvir Lindarnar,
og reiður var hann tá.

118. Grani rendi, heiðin kendi,
honum var leiðin kunn,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn.

119. Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann gisti í Hólmgørðum.

120. Sjúrður klæðist í Hólmgørðum
eina morgun snimma,
hon fylgdi honum so langt á leið
mangir grátir renna.

121. Sjúrður reið á markir út,
ei hans móðir visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.

122. So gongur hann Grani
eftir víðan sand,
tílíkur kemur eingin aftur
á Buðla kongins land.

123. So gongur hann Grani
eftir víðan vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
á Buðla kongins høll.

II. Brynhildar táttur

1. Eg veit eina rímuna,
gjørd í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað brast í Buðlans tíð.

2. Eg veit eina rímuna,
gjørd í grønari lund,
tað var fyrst í fyrndini,
tað brast í Buðlans stund.

3. Í forðum dagar kongur var,
Buðlung vil eg nevna,
átt hevur hann so væna dóttur,
komin til góðar at evna.

4. Átt hevur hann so væna dóttur,
komin til góðar at evna,
hon er bæði vitur og von,
Brynhild skulu vit nevna.

5. Nevnd er hansara onkardóttir
gjøgnum grøna líð,
eitur Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív.

6. Nevnd er hansara onkardóttir
gjøgnum grøna lund,
eitur Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna sprund.

7. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
sigst so til í bragdartátti,
ljómir av henni skugga.

8. Brynhild situr í stólinum
í einum kjóla brúnum,
flættað hár á herðum lá
við silkibondum snúnum.

9. Brynhild situr í stólinum,
ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðladóttur
vera javnlíka sín.

10. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
gingin er hann Buðlung kongur
í sín dóttur stól.

11. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
gingin er hann Buðlung kongur
í stól for dóttur sína.

12. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tú elvar mær nógvan vanda,
at tú noktast hvørjum ráði,
ið tær býðst til handa.«

13. »Tegi, tegi, mín sæli faðir,
snakka ikki so,
ikki er komin tann veldigi harri,
mær er sámi at fá.

14. Ikki er komin tann veldigi harri,
mær er sámi at fá,
eystan fyri londini
har stár mín hugur á.

15. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjerdi,
hon var hans kona.

16. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjerdi,
hon bar hann í heim.«

17. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað sigi eg tær enn:
hvat er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn?«

18. »Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn,
so fellir hann heidningarnar,
hundrað um í senn.

19. Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins sveinar,
saðil hans og hestbúni
glógvar sum gullið reina.

20. Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins garpar,
saðil hans og hestbúni
glógvar sum gullið bjarta.«

21. »Kemur nakar her í dag,
tín stár hugur á,
ikki tínum bróður,
skuldi hann teg fá.«

22. »Hoyrt havi eg frásagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

23. Tá hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
nógv mundi hann gullið
eftir hann fá.

24. Hoyrt havi eg frásagt
snildarbragdi,
tá hann vá tann frænarorm,
við sínum svørði lagdi.

25. Sjúrður vá tann frænarorm,
sum lá á heiði Glitra,
hann vil vera kempuførur,
møtir hans brandi bitra.

26. Tá hann vá tann frænarorm
tí er hann so ríkur,
eingin maður í Húnalandi
honum kann vera líkur.«

27. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tey ráð,
hvussu vit skulu tann mikla riddar
av øðrum londum fá!«

28. »Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir skera.

29. Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir skera,
alt tað góða, í ríkinum er,
tað lat tú til mín bera.

30. Alt tað góða, í ríkinum er,
tað lat tú til mín bera,
og so lítla tænastu
tað lat tú harvið vera.

31. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir skera.

32. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir slá.

33. Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir slá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á.

34. Bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á,
eingin uttan Sjúrður snari
ríður har útá.«

35. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnir skera.

36. Sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnir skera,
alt tað góða, í ríkinum var,
læt hann til hana bera.

37. Alt tað góða, í ríkinum var,
læt hann til hana bera,
og so lítla tænastu
tað læt hann harvið vera.

38. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnir skera.

39. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum stá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brendi á.

40. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum stá,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnir slá.

41. Bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á,
eingin uttan Sjúrður snari
ríður har útá.

42. Hetta frætti Sjúrður
eystur á síni lond:
Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er so biðlavond.

43. Hann vaknar árla um morgunin,
telur sínar dreymar,
so var hann til víggja førur,
sum áin rennur í streyma.

44. »Meg droymdi, at Grani
í reyðum loga stóð,
fyri honum á víðum vølli
rann so mikið blóð.

45. Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
spardi hann ei at koyra,
fyri honum á víðum vølli
rann so mikið droyra.

46. Meg droymdi, tað brast um lindir mínar,
gull við búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á gyltum hjálmi smelti.«

47. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
og mangt varð hann der vís.

48. Tað søgdu honum villir fuglar,
uppi sótu í eik:
»Von er Brynhild Buðladóttir,
stundar á tín leik.«

49. Tað søgdu honum villir fuglar
gjøgnum grøna lund:
»Von er Brynhild Buðladóttir,
stundar á títt fund.«

50. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
hann talar við Viggrím Gunnarsson:
»Tú saðla mær hestin fríða.«

51. Hann talar til Viggrím Gunnarsson
»Tú saðla mær hestin fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðni at ríða.«

52. Út varð loystur gangarin,
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

53. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Sjúrður skuldi á ríða.

54. Saðilin var av gulli,
bokslið út av tann,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram.

55. So ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram,
gullbrúnar handskarnar
dregur hann sær pá hand.

56. Gullbrúnar handskarnar
dregur hann sær pá hand,
so reið hann við gullgrímu,
bokslið út av tann.

57. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.

58. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

59. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
og snakka við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ást vil leiða teg.«

60. »Eg steðgi ikki míni ferð,
mín góði gangari rennur,
eg fari meg á heyggin fram,
sum váðalogin brennur.

61. Eg steðgi ikki míni ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari meg á heyggin fram
at skoða tað væna sprund.

62. Eg steðgi ikki míni ferð,
mín gangari rennur í lið,
eg fari meg á heyggin fram
at skoða tað væna vív.«

63. Sjúrður hann sleit teymarnar,
kinn bar hann so balda:
»Eg visti tað onga kvinnu vera,
mín gangara tordi at halda.«

64. Sjúrður sat á Grana baki,
meðan hans gangari rann,
blankur var tann váðalogin,
um Grana hógvar brann.

65. Sjúrður sat á Grana baki,
meðan hans gangari rendi,
blankur var tann váðalogin,
um Grana hógvar brendi.

66. Eingin reið á Brynhilduheyg,
uttan Sjúrður snari,
gjøgnum royk og váðaloga,
hann og hesturin Grani.

67. So stígur hann Grani
á foldina tá,
hann kleyv sundur heygsdyr,
við sínum svørði brá.

68. Sjúrður reið á Brynhilduheyg,
sum eingin hevði verið fyrr,
við sínum svørðinum
kleyv hann heygsdyr.

69. Við sínum svørðinum
kleyv hann lokur frá,
hann sá, hvar tað væna vív
í herklæðunum lá.

70. Við sínum svørðinum
kleyv hann lokur av,
hann sá, hvar tað væna vív
í herklæðunum svav.

71. Hann sá, hvar tað væna vív
í herklæðunum svav,
Sjúrður tók sín búgvin brand
og spretti brynju av.

72. Vaknaði Brynhild Buðladóttir
hugdi og um seg leit:
Hvør átti tann búgvin brand,
ið brynju av sær beit?

73. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjerdi,
hon var hans kona.

74. Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjerdi,
hon bar meg í heim.

75. Riðin er ein av Húnamonnum
higar í dag til tín,
Sjúrður Sigmundarson,
søtin mín.«

76. »Hvat feilti tær, Sjúrður,
at tú higar reið,
hvør var hann av Húnamonnum,
ið tær vísti leið?«

77. »Tað søgdu mær villir fuglar,
uppi sótu í eik:
von var Brynhild Buðladóttir,
stundaði á mín leik.

78. Tað søgdu mær villir fuglar
gjøgnum grøna lund:
von var Brynhild Buðladóttir,
stundaði á mítt fund.

79. Ørn sat á kvisti,
væntaði hon mín,
hon vísti mær vegarlongdina
haðani og heim til tín.«

80. »Av ókunn' londum higar til mín,
man meg lítið ryggja,
Júkin kongur dóttur eigur,
lystir við tær at byggja.

81. Tú ert ungur á aldrinum,
livið man teg tróta,
tú manst ognast Guðruna,
men meg manst tú ikki njóta.«

82. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhild, venda.«

83. Tað er Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur drotning eigur,
við ástir man teg tøla.«

84. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg ná:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhild, slá.«

85. »Hoyr tað, snari Sjúrður,
ver nú ei so bráður,
gakk teg í mín faðirs garð,
leita við hann ráð!«

86. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
er bæði følin og nipin:
»Eg havi so lítil góðráðini
eftir mín faðir tikið.«

[87-88 vanta í handritinum, sí tó 111-112 í CCF 1 Bb, II]

89. Løgdu sínar ástir saman
innan for benjargátt,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri nátt.

90. Løgdu sínar ástir saman
innan for benjarsprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

91. Tólv gullringar
legði hann henni á hand:
»Hetta skal vera tað fyrsta
elskógins band.«

92. Tólv gullringar
legði hann henni í fang:
»Hetta skal vera tað annað
elskógins band.«

93. Tólv gullkistur
setti hann henni hjá,
tann dýra drotningsringin
hann legði omaná.

94. »Brynhild, tak mær boksl og teym,
ringabrynju fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðni at ríða.«

95. »Sit her heldur, Sjúrður,
og leika við meg í talvi,
Júkin kongur drotning eigur,
sterk í trølskum alvi.«

96. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei fíggja,
hann var seg í moynnasali
mánaðirnar tríggjar.

97. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei eyð,
hann var seg í moynnasali
mánaðirnar sjey.

98. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Heilur og sælur og happadyggur,
og alt gangi tær væl!«

99. Hon fylgdi honum so langt á leið
og bað honum góðan frið:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi við!

100. Bæði heil og happadygg
skiltust vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni.«

101. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
rakti seg úr saðilboga,
kysti frúnna Brynhildu
fast av miklum huga.

102. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Buðlung kongur
fyri honum stóð.

103. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar út til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

104. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
gev mær Brynhild Buðladóttur,
onkardóttur tína.«

105. »Tú ert ungur á aldrinum,
lívið man teg tróta,
tú manst ognast Guðruna,
men Brynhildu ikki njóta.«

106. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg ná:
eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhildu slá.«

107. Tað er reystur Buðlung kongur
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur drotning eigur,
við ástir man teg tøla.«

108. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhildu venda.«

109. »Ríð teg ikki for niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur Grimhild
við so mangan mann.

110. Úti stendur Grimhild
við so mangan mann,
fegin vil hon forvitnast,
íhvar tú ríður fram.

111. Fegin vil hon forvitnast,
ið tú ríður fram,
hon sær ikki á hestbaki
ein tekkiligari mann.«

112. Sjúrður reið á skógvin burt
alt foruttan váða,
hann sá tað hitt illa dýr
berjast við bógvar báðar.

113. Hann sá tað hitt illa dýr
berjast við bógvar báðar,
eldin spýði, eitur goyst',
tá stóð hans lív í váða.

114. Hann sá ein úlv á skógnum fara
'nast til idra stinna',
hesturin leitst for 'idra Spjoud',
hann leitst til ymsa kinna.

115. Grani beitst og illa sleitst,
hann kundi ikki finna leið,
síðan kvittaði Sjúrður
í Júkagarðar heim.

116. Burtur hvarv tað illa dýr,
burt úr Sjúrðar eygum,
hann sær, hvar ið Grimhild situr
leikar við bondum beygum.

117. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.

118. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

119. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
og snakka við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ást vil leiða teg.

120. Von er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
liljur og so rósur
syngja av hennara kinn.«

121. »Von er Guðrun, dóttir tín,
fá er henni betur,
hon er ikki meiri Brynhildu lík,
enn summar er mót vetur.«

122. »Eg bjóði tær at liggja her,
og mangt er tær á vási,
drekk nú dítt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási.«

123. Tey drekka dítt, tey drekka datt
til tann dreingin mæta,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann hava

124. Tað er frúgvin Grimhild,
talar til dóttur sín:
»Gakk tú teg í kjallaran
og blanda mjøð og vín.

125. Gakk tú teg í kjallaran
og blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað lat tú har útí.

126. Og so mikið óminni
tað lat tú har útí,
ber so inn fyri Sjúrð hin unga,
bið hann drekka til tín.«

127. »Teir ríða so mangir higar í dag,
kongasynir og jallar,
girnast tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«

128. Hon hevði upp sína høgru hond,
sló hana yvir lín:
»Skamm fái tú, mín vánda dóttir
sakandi biðil tín.«

129. Hon hevði upp sína høgru hond
og gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sógvu tað mangir menn.

130. Tað var Guðrun Júkadóttir,
tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.

131. So skeinkir hon Guðrun
mjøðin út í vín,
og so mikið óminni
tað læt hon har útí.

132. Og so mikið óminni
tað læt hon har útí,
ber tað inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.

133. Tey drekka dítt, tey drekka dátt
til tann dreingin mæta,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann hava.

134. Tey drekka dítt, tey drekka datt
til tann dreingin dýra,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann . . .

135. Tey drekka dítt, tey drekka datt
til tann dreingin deiga,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann eiga.

136. Tey drekka fort sum droyra dramm,
tey drukku av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt,
og brúður av buðlungs hjarta.

137. Tey drekka fort sum droyra dramm,
tey drukku av hornum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
bata kann honum eingin.

138. Tá hann hevði drukkið
og greitt aftur skál,
mintist ei til Brynhildu
og ei á hennara mál.

139. Tá hann hevði drukkið
og greitt aftur ker,
mintist ei til Brynhildu,
og ei, hvar ið hon er.

140. Guðrun klæðist for síni song
eina morgun snimma,
henni kom einki annað í hug,
uttan Brynhildu vildi hon finna.

141. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru fljóð.

142. Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru vív.

143. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru sprund.

144. Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar,
men onnur harmin sjúka.

145. Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
men onnur harmin tunga.

146. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
hvør sín snótin stríða:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
unna so vonum vívi?«

147. »Tað ið tú neytst tann mikla riddar,
tað var ikki mítt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áðrenn tú hann sá.«

148. »Henda sama reyða ring,
eg beri á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann hann í stríði tínum.

149. Henda sama reyða ring,
eg beri mær armi á,
henda gav mær Buðlung kongur,
mær í tannfæ.«

150. Svaraði Brynhild Buðladóttir
av so tungum stríði:
»Fyri tað orð skal Sjúrður doyggja
um enn eg eri á lívi.«

151. »Eg ræðist ikki eiti títt,
tú hitt væna vív,
hann er eingin av Húnamonnum,
ið liggur um Sjúrðar lív.«

152. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon hevði Sjúrð hin unga,
ið ein yvir allar ríður.

153. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann harður,
hon vildi ikki njóta tað vatn,
ið rann av Brynhildu hári.

154. Brynhild gekk í hallina inn,
sorgarfult var tað fljóð,
Sjúrður rendi sínum fótum
undir frúnnar stól.

155. Sjúrður rendi sínum fótum
undir frúnnar stól,
hvørki mátti mæla ei sita
tað hitt væna fljóð.

156. Vatnið rennur strítt sum streymur
eftir sløttum gróti,
ilt er at leggja ást við tann,
sum ikki leggur ímóti.

157. Grátandi gekk tó Brynhild
í sín stól at sita,
Gunnar kongur fimur og fúsur
ræður ta frú at vitja.

158. Hvørt eitt barn í Júkagørðum
reið á Brynhildu fund,
tí hon hevði for Sjúrð hin unga
so manga møðistund.

159. Hvørt eitt barn í Júkagørðum
reið at Brynhildu sjá,
tí hon hevði for Sjúrð hin unga
manga møðitár.

160. Gunnar kemur av skógnum heim
við gulum og grønum spjóti:
»Hann skal harðan deyðan tola,
tær hevur gjørt ímóti.«

161. Gunnar kemur av skógnum heim
við hvøssum slíðraknívi:
»Hann skal harðan deyðan tola,
snart takast av lívi.«

162. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei gert tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta.«

163. Brynhild liggur í seingini,
og Gunnar stóð fyri stokki,
tað var tá, sum oftum er enn,
at kaldur er kvinnu tokki.

164. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei gert tú tað trá,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint gár angur frá.«

165. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
eg vil tær ikki trúgva,
at tú vildi Sjúrða svein
svik til handa snúgva.«

166. »Tað er Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríðið,
tí hon hevði Sjúrða svein,
tann eina yvir allar ríður.«

167. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tey ráð,
hvussu vit skulu Sjúrð hin unga
av sínum lívi fá!«

168. »Bið hann býta svørðið,
bið hann býta mest,
bið hann býta Grana,
sín góða gangarahest!

169. Bið hann býta svørðið,
bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
og lat sum tú kanst best.

170. Bið hann býta svørðið,
bið hann býta minna,
hav tú svik í hjartanum,
og lat ikki á tær finna.

171. Ríðið so á skógvin burt,
alt foruttan ekka,
gevið Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka.«

172. Riðu teir á skógvin burt,
Sjúrður var í ferðum,
visti ei av svikunum,
teir høvdu í ráðagerðum.

173. Riðu teir á skógvin burt,
alt tað sum teir kundu,
visti ei av svikunum,
teir høvdu samanbundið.

174. Riðu teir á skógvin burt,
glaðir foruttan ekka,
góvu Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka.

175. Drekka teir úr sínum hjálmi
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heimi á Júka lofti.

176. Drekka teir úr sínum hjálmi
alt foruttan ekka,
Sjúrður loysir hjálmbondini,
nú lystir hann at drekka.

177. Drekka teir úr sínum hjálmi,
alt foruttan sút,
Sjúrður loysir hjálmbondini,
hann stígur úr saðli út.

178. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

179. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn rann fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

180. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn rann fyri í á,
har kom Hegnir Júkason,
hann gav honum banasár.

181. Gunnar høgg, men Hegnir stakk
við hvøssum slíðraknívi,
gjørdu so stórt eitt níðingsverk,
teir tóku Sjúrð av lívi.

182. Høvdið tók at tala,
tá tað á vølli lá:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg for báðar.«

183. Høvdið tók at tala,
tungu bar so snjalla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri allar.«

184. Teir skiftu sínum klæðunum
og øllum sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

185. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn tann snari Sjúrður
honum á herðar neig.

186. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
førdu heim á skildri,
mangur hevur reystur lívið latið,
helst av kvinnu veldi.

187. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
vógu á skildrararmi,
Brynhild stóð í glasgluggum,
kyk sprakk hon av harmi.

188. Deyðan tóku teir Sjúrð hin unga,
løgdu Guðrunu hjá,
ikki visti brúður av,
fyrr enn blóð um benjar lá.

189. Deyðan tóku teir Sjúrð hin unga,
løgdu Guðrunu í skeyt,
ikki visti brúður av,
fyrr enn blóð um beðir fleyt.

190. Upp vaknar Guðrun Júkadóttir,
letur so orðum svara:
»Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svikum av tær vara.«

191. »Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
kortar ei gullið reyða.

192. Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
syrg ikki sára leingi,
maður er komin at biðja tín,
reystur yvir allar dreingir.«

193. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um enn eg eri á lívi.«

194. Tað er enn, sum oftum var tá,
mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

III. Høgna táttur

1. Artala kongur í Húnalandi,
brýtur av bragdartátti,
festi frúnna Guðruna,
ið Sjúrður frægi átti.

2. Tá ið tey høvdu í ríki verið
fullar vintur seks,
átti hon við Artala kongi
fullar synir seks.

3. Guðrun eigur sær brøður tveir,
hon vil teir ikki gloyma:
sterkar hurðar for hallardyr,
fast við jarni soyma.

4. Guðrun eigur brøður tveir,
leggur hon teir í seingir,
sterkar hurðar for hallardyr
fast við jarnaleinkjum.

5. Hegnir og hann Gunnar kongur
gjørdu skil fyri landi,
ríða so til Húnalanda
at standa í stórum vanda.

6. Mjáur um miðju og herðabreiður,
so er hann Hegnir reysti,
gyltan hjálm á høvdi á sær,
gjørdur av góðum treysti.

7. Tað er Guðrun Júkadóttir,
blandar mjøð og vín,
býður øllum Júkabrøðrum
heim at drekka til sín.

8. Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar
haðani heim til landanna,
sum Gunnar kongur var.

9. »Væl sitið inni, Gunnar og Hegnir,
drekkið mjøð og vín,
tað er Guðrun systir tykra,
býður tykkum heim til sín.«

10. Tað er Hegnir Júkason,
lyftir av sær hatt:
»Ríðum vær til Húnalanda,
eingin kemur aftur.

11. Ríðum vær til Húnalanda,
ongum lat veitslu gera,
Gislar og hann Bjarnir ungi
teir skulu eftir vera.«

12. Gislar og hann Bjarnir ungi,
seggja brøður báðir,
ríða so til Húnalanda,
standa í stórum váða.

13. Sólin skín á heiðin mark,
yvir teirra skildir fríðar,
so varð sagt, at Gunnar kongur
hann skuldi fyri ríða.

14. Tað var bæði Gunnar og Hegnir,
heim í garðin fór,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri teimum stóð.

15. »Ver vælkomin, Gunnar og Hegnir,«
tað vóru frúnnar orð.
»Kastið vákn og herklæði,
og stígið yvir borð.«

16. Tí svaraði Gunnar kongur:
»Fáan veit eg mín maka,
sjálvur skal eg mínum váknum goyma,
tað man ongan saka.« .

17. Tí svaraði Hegnir sterki,
gerst nú nýtur drongur:
»Sjálvur skal eg mínum váknum goyma
at vita, hvussu gongur.«

18. Kongur klappaði sær á knæ,
leikir ganga á,
Hegnir, Gunnar og allar brøður
setir hann sær íhjá.

19. Kongur klappaði sær á knæ,
leikir ganga hægst,
Hegnir, Gunnar og allar brøður
setir hann sær í næst.

20. Drekka teir í Húnalandi,
fagurt er á at líta,
Artala kongur í Húnalandi
sparir ei mjøðin hvíta.

21. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur teim.

22. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur saman.

23. Drekka teir í Húnalandi
fullar dagar trí,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur í.

24. Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drekka mjøð og kláran vín
so glaðir á hvørjum sinni.

25. Guðrun krevur sín unga son
við alskyns mekt og mæti:
»Eg skal geva tær gull og fæ,
stillar tú Hegna kæti.«

26. Sveinin var ungur á aldrinum,
taldi hon hann og bað,
hann gekk har at borðinum,
sum Hegnir fyri sat.

27. Hann hevði upp sína høgru hond,
sló Hegna høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

28. Hann hevði upp sína høgru hond,
og Hegna á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
at droyrin varð óró.

29. Tað var Hegnir Júkason,
vreiður borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

30. Tað var Hegnir Júkason,
vreiður sprakk borðum frá,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi lá.

31. Tað var Hegnir Júkason,
snarliga hann sær vendi,
snarliga reiddi hann mækan til,
og gjøgnum sveinin rendi.

32. Tað var Hegnir Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.

33. Hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá,
varpaði so kroppin á hallargólv,
so Artala kongur sá.

34. Svaraði Hegnir Júkason,
alt fyriuttan ekka:
»Ikki skal eg av Húnamonnum
fyrstur undan røkka.«

35. Tað er Hegnir Júkason,
bindur upp hjálmin góða:
»Áðrenn dagur at kvøldi er komin
drekki eg vín í blóði.

36. Eg fái ei í Húnalandi
drukkið tann mjøð í blandi,
skamm fái bæði móðir og dóttir,
so sín sonin vandi.«

37. Guðrun gongur for Artala kong,
sigur honum frá:
»Deyður er okra ungi sonur,
helst av Hegna ráð.«

38. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
lat av angist og trá,
vit skulu okkum á skamri stund
ein annan aftur fá.«

39. »Eg skal ei í Húnalandi
leingi for ognum stýra,
darsum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.

40. Eg skal ei í Húnalandi
leingi for ognum gæta,
darsum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin mæta.«

41. »Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
eg vil tær ikki trúgva,
at tú vildi tínum bróður
svik til handar snúgva.

42. Tá teir vógu Sjúrða svein,
voldi í stríði tínum,
tá var Gislar lítið barn
heima hjá móður síni.«

43. »Hoyr tað, mín hin veldigi søti,
tað skal eg nú valda,
Gislar og hann Bjarnir ungi
báðir skulu gjalda.«

44. »Hegnir og hann Gunnar kongur
teir vógu Sjúrða við list,
tá var Gislar lítið barn,
lá pá sín móðurs bryst.

45. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tey ráð,
hvussu vit skulu Hegnir sterka
av sínum lívi fá!«

46. »Taka skal tvinnar aldanshúðir,
smitta í mannablóði,
Hegnir og Gunnar skulu yvir leypa
fast av miklum móði.«

47. Gunnars hestur leyp yvir fyrst,
eykast meiri vandi,
allir sógvu hann niður falla,
men eingin sá hann upp standa.

48. Hegnir leyp yvir húðirnar,
yvir hirðina alla,
so steig hann á foldina fast,
at eingin sá hann falla.

49. Hegnir leyp yvir húðirnar,
hann var ikki deyðan verð,
hann kom niður á grønan vøll,
hann studdist við skjold og svørð.

50. Og so ríður Hegnir
dreingjaliga fram,
kleyv hvønn niður um tvørar,
ímóti honum rann.

51. Hegnir gongur í grasagarði,
bindur upp hjálmaboga:
»Ei koma Gislar og Bjarnir út,
eg havi so vinir fáar.«

52. Hegnir gongur í grasagarði,
bindur upp hjálm á sær:
»Ei koma Gislar og Bjarnir út,
eg fáar vinir fær.«

53. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv.

54. Tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv,
einsamallur Hegnir sterki
ríður teim ímót.

55. Út reið Hegnir Júkason
eina morgunstund,
feldi niður tólv hundrað
so glaður í grønari lund.

56. Út reið Hegnir Júkason
eina morguntíð,
feldi niður tólv hundrað
so glaður í grønari líð.

57. Guðrun kemur út árla morgun,
grumt var henni í hug,
heilan sær hon Hegna standa,
ei vilja ráðini duga.

58. Hon glíggjar við eygum og glettir á tenn,
við kjaftinum man hon gapa,
gjarna hevði hon Hegna gloypt,
men ei kundi tað hana bata.

59. Svaraði Hegnir Júkason:
»Her ræðst nú ikki til bøtur« -
alt tað, ið hann um dagar drap,
tað lívgar hon upp um nætur.

60. Svaraði Hegnir Júkason:
»Her yppist ein illur siður,
nú keðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælar niður.«

61. Svaraði Hegnir Júkason,
hann svór við sína trú:
»Var eg fiskur, sum eg eri maður,
etin var eg nú.«

62. Tað er Guðrun Júkadóttir,
talar til smásvein sín:
»Far eftir Longudigu,
bið hann koma til mín.«

63. »Hoyr tú, Langadiga,
tú ert kempan sterk,
hevði tú Hegna av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk.

64. Hoyr tú, Langadiga,
fullvæl tú tær troystir,
hevði tú Hegna av lívi tikið,
tað var eitt dreingjaroysni.«

65. »Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
hví eykar tú mær tann kvída,
eg kann ikki Hegna av lívi taka,
ið einki svørð kann bíta.«

66. Tað var Langadiga,
reið tá Hegna ímóti,
tað er mær av sonnum sagt,
hann hevði hans høvur á spjóti.

67. Tað er Guðrun Júkadóttir,
talar til smásvein sín:
»Far eftir Tíðriki Tatmarssoni,
bið hann koma til mín.

68. Og so skalt tú siga honum
sanniliga frá,
deyður er mín ungi sonur,
helst av Hegna ráð.«

69. Tað var Guðrunar ungi svein,
heim í garðin fór,
úti Tíðrikur Tatmarsson
fyri honum stóð.

70. »Vælkomin, Guðrunar ungi svein
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

71. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
tað var Guðrun Júkadóttir,
sendi meg til tín.

72. Og so bað hon meg siga tær
sanniliga frá,
deyður er hennara ungi sonur,
helst av Hegna ráð.«

73. Leingi sat Tíðrikur Tatmarsson,
hugsaði so við sær:
»Hvat man Guðrun Júkadóttir
vilja hava av mær?«

74. Tíðrikur leyp á gangaran sín,
ið hann sjálvur átti,
so ríður hann til Hartansborg,
sum føtur bera máttu.

75. Tað var Tíðrikur Tatmarsson,
heim í garðin fór,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stóð.

76. »Og so skal eg siga tær
sanniliga frá,
deyður er mín ungi sonur,
helst av Hegna ráð.«

77. »Tað man ei vera eykarverk
at ríða Hegna ímóti,
hvør honum møtir við skjold og svørð,
so hevur hann høvur á spjóti.

78. Tað man ei vera eykarverk
at ríða Hegna for nær,
hvør honum møtir við skjold og svørð
so hevur hann høvur av.«

79. Tíðrikur hvarv úr sessi burt,
hann var maður versti,
hann kom aftur uttanborgaður
á kolsvørtum hesti.

80. Tíðrikur hvarv úr sessi burt,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttanborgaður
í flogdreka líki.

81. Eitur spýði tann fúli dreki
yvir Hegna brynju,
hann varð ei við váknum vigin,
derfor læt hann synja.

82. Eitur spýði tann fúli dreki
yvir Hegna herðar,
hann varð ei við váknum vigin,
derfor læt hann vera.

83. Svaraði Hegnir Júkason:
»Nú berjist eg ikki longur.«
Eitur gekk at hjartanum,
tá følnaði nýtur drongur.

84. Tungt er tað í verðini,
so tung tann sorgin beið,
eitrið lá í hvørjum seymi,
so fast í hjarta sveið.

85. »Eg havi einki sár á mær,
sjálvur má eg tað tiggja,
læna mær eina jalsdóttur
í nátt á armi liggja!

86. Eg havi einki sár á mær,
sjálvur má eg tað trá,
lænið mær eina jalsdóttur
at liggja hjá.«

87. Svaraði Guðrun systir hans,
hon rekur á hann háð:
»Lænið honum svinna jalsdóttur
at sova armi á!«

88. Teir fingu honum eina jalsdóttur
at sova armi á,
hann gat við henni ungan son,
ið søgur ganga frá.

89. »Vit eiga okkum ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara onkarbarn,
legg í vøggu tína!

90. Vit eiga okkum ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
ver tú teg í øllum klók,
tú gakk teg seinni út.

91. Tak tú hetta rúnarkelvi,
ger tað ei at loyna,
fá tú tínum unga soni,
tá hann kann at goyma!

92. Tak tú hetta rúnarkelvi,
bint um tínar lindar,
tað kann læsa lásir upp
og allar sútir rinda.

93. Vit eiga okkum ein ungan son,
Hegna skalt tú kalla,
eg gevi honum tað góða svørð,
mín faðir søkti úr fjalli.«

94. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
upp stóð unga jalsdóttir,
men Hegnir lívið lót.

95. Ikki kostaði jalsdóttir
minni til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hon honum slá.

96. Børurnar av reyðargulli
læt hon honum gera,
korsið av tað skæra silvur
merkið við at bera.

97. Eystan til undir kirkjuni
dreingir eyka skara:
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.

98. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.

99. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

100. Tað er enn, sum oftum var,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

101. Sveipar hon hann í klæði rein,
tá hann kom í heim,
Hegnir bað hon kalla
tann gæviliga svein.

102. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

103. Sótu tær inni mánað,
sótu tær inni tvá:
»Hoyr tú, unga jalsdóttir,
tú skalt her fyrst út gá.«

104. Svaraði unga jalsdóttir:
»Tað skal eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
tú skalt fyrst út ganga.«

105. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi hann pína,
hon tók hennara unga son
og legði í vøggu sína.

106. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi honum sút,
hon var seg í øllum klók,
hon gekk tá síðri út.

107. Tað var Guðrun Júkadóttir,
elvdi sær meiri harm,
tað varð mær av sonnum sagt,
hon drap sítt egið barn.

108. Hann veks upp í ríkinum,
Gud gav honum vekst,
meira veks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

109. Hann veks upp í ríkinum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistar kjósa vildi.

110. Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.

111. Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.

112. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so stórum.«

113. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at hevnt,
enn berja os so sára.«

114. Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
so gekk hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

115. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
varð mín faðir við váknum vigin
ella doyði hann á strá?«

116. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá:
Artala kongur í Húnalandi,
ið tín faðir vá.

117. Artala kongur í Húnalandi,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.«

118. Sveinin svarar síni móður,
alt tað sum hann kann:
»Ofta veks í ungum rakka
hvassar tenn í rann.«

119. Sveinin svarar síni móður,
alt tað sum hann kundi:
»Ofta veks í ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

120. »Tak tú hetta rúnargull,
bint um tínar lindar,
tað kann læsa lásir upp
og allar sútir rinda.

121. Tak tú hetta rúnargull,
eg geri tað ei at loyna,
tak nú við, mín sæli son,
nú tú kanst at goyma!«

122. Svaraði unga jalsdóttir,
tungu bar hon so snjalla:
»Her hevur tú tað búgvið svørð,
tín faðir søkti úr fjalli.

123. Eg gevi tær bæði gull og silvur,
mangar ringar reyðar,
tak nú við, mín sæli son,
hevn so væl hans deyða!«

124. Hann var ungur á aldrinum,
hann skuldi ljósið skara,
brendi seg gjøgnum fótarblaðið,
hann tók seg ikki vara.

125. Hann var ungur á aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
brendi seg gjøgnum fótarblaðið
niður í hallargólv.

126. Tí svaraði Artala kongur,
rymur í brósti rennur:
»Hvat teinkir tú, svein, so djúpt,
tú gáar ei, at tú brennur?«

127. »Tað teinki eg, Artala kongur,
tú hevur nógvan eyð,
man tað verða á tíni ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«

128. »Bæði havi eg gull og silvur,
hartil nógvan eyð,
tað verður ei á míni ævi,
eg tiggi vatn og breyð.«

129. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða:
»Vilt tú nakað, Artala kongur,
í dag á skógvin ríða?«

130. Tað var reystur Artala kongur,
svarar so frá sær:
»Gjarna vil eg, Hegnir ungi,
at eg fylgi tær.«

131. So riðu teir fyrsta dag,
myrkt var teim fyri eygum,
funnu upp á gullhúsið tað,
ið lagt var við bondum beygum.

132. Tí svaraði Artala kongur:
»Tað skal eg nú valda,
hoyr nú tað, tú Hegnir ungi,
tú skalt her fyrst inn ganga!«

133. Tá svaraði Hegnir ungi:
»Tað skal eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
tú skalt her fyrst inn gá!«

134. Tað var reystur Artala kongur,
inn í hellið sá,
Hegnir smelti hurð í lás,
og síðan snúðist hann frá.

135. Hegnir smelti hurð í lás,
hann snúðist úr kongins veldi,
hann kom ikki á beygagátt
fyrr enn triðja dag at kvøldi.

136. »Hoyr tú, reystur Artala kongur
tú hevur nógvan eyð,
man tað verða á tíni ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«

137. »Bæði havi eg gull og silvur,
hartil nógvan eyð,
gjarna vil eg, Hegnir ungi,
tiggja vatn og breyð.

138. Bæði havi eg gull og silvur,
hartil góðs og garðar,
gjarna tiggi eg vatn og breyð,
um enn tað verri væri.«

139. Hegnir smelti hurð í lás,
síðan snúðist hann frá,
hann kom ikki á beygagátt,
fyrr enn kongurin skarpur lá.

(c) Dansifelagið í Havn