Kvæðasavn
Nornagests ríma
Uppskrift: CCF 4A, 1, pp. 248-249, FK 4A, 4, pp. 100-102.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Eitt er frøðið um Nornagest,
- tú tarvt einki ráð geva í vanda -
tílíkum góðum gekk tað best.
- Hvør tann svein geri so. -
2. Oksar tólv vóru leiddir á torg,
og so fram á fríðu borg.
3. Kongurin aktar at høgga teim,
tílíkum góðum gekk tað við gleim.
4. Kongurin hjó so mikið høgg,
eitt bragdarbrá við benjardøgg.
5. Allir duttu deyðir niður,
øksin stóð í stokki við.
6. Allir lovaðu hilmar høgg,
og blóð dreiv um benjardøgg.
7. Kongurin krevur kallin blítt:
»Hví lovar tú ikki høggið mítt?«
8. »Yvrið, harri, var høggið títt,
í forðum sá eg vænari slíkt.«
9. »Kanst tú siga frá Sjúrða svein,
hann var seg frægur av fornum ein?«
10. »Tað kann eg siga Sjúrða frá,
tílíkan ongan við eygum sá.
11. Tá skalv bæði leyv og lundur,
ormin høgg hann í miðjum sundur.
12. Høgni var ein heiðursmann,
ljótan av lit so kendi eg hann.
13. Høgni var ein heiðursmann,
døkkan av liti kendi eg hann.
14. Gunnar var so reystur og ríkur,
fróður og blíður og Grimhild líkur.
15. Gamal og gráur og Grimhild líkur,
seint man føðast annar slíkur.
16. Riðu teir um díkið heim,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
17. Gunnars hestur sprakk um fyrst,
gjørdi so Gunnari góða list.
18. Høgna hestur sprakk um tá,
Grani fastur í feni lá.
19. Ofta havi eg inn um díkið trott
bæði dag og døkka nátt.
20. Allir stóðu úr søðlum teir,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
21. Allir toga á dýran hest,
Sjúrður togar á teymar mest.
22. »Gestur, ger mær viljan ein,
tú fá mín góða gangara rein!«
23. Riðu so fram at eini á,
eingin kundi til manna sjá.
24. Eg tváaði hans bróst og bringugrein,
hans lær og legg og longu bein.
25. Góðan gangara gjørdi eg rein,
síðan hevði Sjúrður svein.
26. Riðu so fram á Fávnis ból,
har skein gull, sum geisar av sól.
27. Eitt var hár í hala á hest,
tað var favn og feti mest.
28. Tað var favn og feti sítt
og glógvaði rætt sum silvur hvítt.
29. Kongurin gav honum skaft og skeið,
og sjálvur segði hann kalli leið.
30. Frakkaland við váknum vítt
tað er longd úr lívið mítt.
31. Tað er longd úr lívið mítt,
tí havi í forðum farið vítt.
32. Leingi kavaði kurtis mann,
beint á blýggið niður hann fann.
33. Kørnar prestur skýrdi hann,
tann læt lív, sum ljósið brann.
34. Tá ið ljós í lyktu var brent,
tá var lív og levnað ent.«
(c) Dansifelagið í Havn