Kvæðasavn

Grímur á Bretlandi

Annað heiti:
Løðar jall

Uppskrift: CCF 53E, 2, pp. 312-321, FK 50E, 13, pp. 101-124.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg veit eina rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um Grím av Bretlandi
og aðrar reystar dreingir.

Orlov um biðum vær.
Ærligir menn,
dans skulum vær fremja,
er ikki dagur enn.
Orlov um biðum vær.

2. Grímur er á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

3. Svaraði ein av sveinunum,
hann honum stóð íhjá:
»Best veitst tú við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.

4. Best veitst tú við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á,
hoyrt hava vær gitið, Svøríkis kongur
væna dóttur ár.

5. Tað er Margata, Svøríkis dóttir,
føgur er hon í brún,
flættað hár á herðum lá
við silkibondum snúið.

6. Tað er Margata, Svøríkis dóttir,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðum lá
við silkibondum reyðum.

7. Tað er Margata, Svøríkis dóttir,
hava hana menn við orði,
hennara stólur av gulli gjørdur
fram at kongins borði.«

8. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.«

9. So letur Grímur av Bretlandi
búgva skipin sín,
bæði letur hann á teim laða
virtur og so vín.

10. So letur Grímur av Bretlandi
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

11. Bræddar hevði hann brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.

12. Bræddar hevði hann brandar,
skorin var lyfting blá,
bari toppur av reyðargulli,
so fagurt skein sólin á.

13. Grímur gár til strandar oman,
hann var við ærum klæddur,
reyðargullhjálm á høvdi hevði,
tá var hann ongan ræddur.

14. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Svøríkis land.

15. Løðar jall er á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

16. Svaraði ein av sveinunum,
honum stóð íhjá:
»Best veitst tú við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.

17. Best veitst tú við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Svøríkis kongur
væna dóttur ár.

18. Tað er hon Margata, Svøríkis dóttir,
hava hana menn við orð,
hennara stólur av gulli gjørdur
framman at kongins borð.«

19. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.

20. Hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá,
biðja Margatu, Svøríkis dóttur,
tað stendst hvat av ið má.«

21. So letur hann Løðar jall
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

22. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.

23. Bræddir vóru brandar,
skorin var lyfting blá,
barur toppur av reyðargull,
har skein sólin á.

24. Løðar jall gár til strandar oman
mitt í mannamúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

25. Løðar jall gár til strandar oman
mót teirri bylgju blá,
borðini vóru av reyðargulli,
tey skinu for honum um sjó.

26. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Svøríkis land.

27. Møttust teir í havinum,
tá var ei sjógvur at grandi,
Løðar jall av Seggjaríki,
Grímur av Bretlandi.

28. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Grímur av Bretlandi
sínum fótum á land.

29. Fyrstur steig Grímur av Bretlandi
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans høgru hand.

30. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fótum á land.

31. Fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans høgru hand.

32. Grímur gár frá strondum niðan,
var hann við ærum klæddur,
reyðargullhjálm á høvdi bar,
tá var hann ongan ræddur.

33. Løðar jall gár frá strondum niðan
mitt í mannamúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

34. Mitt í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

35. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Svøríkis kongur á borði sat
við mann til hundrað fimm.

36. Løðar jall gár í hallina inn,
glaður í gulli glæstur,
Grímur settist í hásæti,
kongarnir raskir.

37. Løðar jall stendur á hallargólvi,
ber fram bønarorð sín:
»Sit væl, reysti Svøríkis kongur,
gev mær dóttur tína!«

38. Upp steig Grímur á Bretlandi,
gull bar sær á hand:
»Kongur, gev mær dóttur tína
ella rým av land!«

39. Tí svaraði Løðar jall,
fyri breiða borði gekk:
»Kongurin, gev mær dóttur tína,
hon er bæði von og tekk!«

40. Svaraði Grímur av Bretlandi,
fyri breiða borði gongur:
»Kongurin, gev mær dóttur tína,
eg biði teg ikki longur!«

41. Leingi tagdi Svøríkis kongur,
tyktist at vera komin í vanda,
visti ikki hvørgum at svara,
fyri breiða borði standa.

42. Tí svaraði Svøríkis kongur,
læt síni orð so fara:
»Leiðið mína dóttur í hallina inn,
sjálva for seg at svara!«

43. Tólv vóru teir sveinarnir,
ið eftir frúnni gekk,
Løðar jall stendur á hallargólvi,
ymsar litir fekk.

44. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
biðlum hevur at svara,
síðan kanst tú kjósa tær
hvønn kappan, tú vilt hava.«

45. »Takka vil eg, mín sæli faðir,
korið gavst tú mær,
Løðar jall av Seggjaríki
vil eg kjósa mær.

46. Løðar jall av Seggjaríki
hann vil eg mær kjósa,
Grím ikki við eygum síggja«, -
segði tann liljan ljósa.

47. »Hoyr tú tað nú, Løðar jall,
tú mundi ognast vív,
eg bjóði tær á hólm við mær
um eina so lítla tíð!

48. Hoyr tú tað nú, Løðar jall,
tú mundi ognast sprund,
kom á hólm og berst við meg
um eina lítla stund!«

49. Tí svaraði Løðar jall,
loynir ei sínum alvi:
»So glaður eri eg at berjast við teg,
sum leika við frú í talvi.

50. Vit skulu berjast á slættum sandi,
ikki uppi á mýri,
frú skal stá og síggja á,
hvør vit kunnu váknum stýra.«

51. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
settu teir sínum bardøgum
skamt frá kongins høll.

52. Teir bardust tógva fullar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann.

53. Inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann,
tað var Grímur av Bretlandi,
kendi sær møði á hand.

54. Grímur rendi til strandar oman
mót teirri bylgju blá:
»Ikki verði tær eyðið
frú Margatu at fá!«

55. Grímur rendi til strandar oman,
rætt sum bylgjur bróta:
»Ikki verði tær eyðið
frú Margatu at njóta!«

56. Tað var enntá Løðar jall,
heim í garðin fór,
úti Margata, Svøríkis dóttir,
fyri honum stóð.

57. Tað var enntá Løðar jall,
fell upp á síni knæ,
meðan hann Margatu, Svøríkis dóttur,
til ektar festi sær.

58. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Løðar jall og hans vív.

59. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
var á ljósum degi.

60. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Margata, Svøríkis dóttir,
niður til strandar leidd.

61. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Margata
á baru jørðum ganga.

62. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Seggjaríki.

63. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fótum á land.

64. Fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fótum á land,
og hon Margata, Svøríkis dóttir,
undir hans høgru hand.

65. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
hugsar so við sær:
»Gud og milda Maria moy
hon verði nú við mær!«

66. Silki og so perlur
var á stræti breitt,
so varð frúgvin Margata
upp í hallina leidd.

67. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fríðan.

68. Sveipar hon hann í klæði væl,
tá hann kom í heim,
Grím bað hon nevna
tann hin gævuliga svein.

69. Untust saman í ríkinum,
so er greint ífrá,
eingin tað livdi teirra son
nema eina nátt ella tvá.

70. Untust saman í ríkinum,
so er greint for mær,
eingin livdi teirra son
nema eina nátt ella tvær.

71. Hann vaks upp á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið sjálvur kjósa vildi.

72. Hann vaks upp á leikvøllum,
vant sítt svørð í droyra,
alskyns mál og fuglalist
lærdi, sum fekk at hoyra.

73. Grímur er á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

74. Svaraði ein av sveinunum,
hann honum stóð íhjá:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.

75. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Grimmar kongur
væna dóttur ár.

76. Tað er hon Silvurlín Grimmars dóttir,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðum lá
við silkibondum reyðum.

77. Tað er hon Silvurlín Grimmars dóttir,
føgur er hon í brún,
flættað hár á herðum lagt
við silkibondum snúnum.

78. Tað er hon Silvurlín Grimmars dóttir,
hava hana menn við orði,
hennara stólur av gulli gjørdur
framman at kongins borði.«

79. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.

80. Hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá,
biðja Silvurlín Grimmars dóttur,
tað stendst hvat av ið má.«

81. Grímur gár for faðir sín
at leita við hann ráð:
»Hvat veitst tú so væna jomfrú,
ið mær er sámi at fá?«

82. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
hví spyrt tú tær so,
best veitst tú við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.«

83. »Grimmar kongur dóttur eigur,
sveinar siga frá,
hana tókti mær sámiligt,
kundi eg hana fá.«

84. »Lætt kom tær at hyggja upp,
tagað hevur tú leingi,
kongurin hevur av lívi tikið
mangar reystar dreingir.«

85. Grímur snúðist av hallini út,
hann tók tey orð við reiði:
»Tó skal eg til Bretlanda,
eg komi ikki aftur í teirri.«

86. Løðar jall gár í hallina inn
fyri tað væna fljóð:
»Nú skal eg til Bretlanda fara
við okkara soni góð.«

87. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
heldur hon gyltu brondum:
»Hann má minnast tær verkið tað,
tú tókst teir av hans hondum.«

88. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
heldur á ringinum reyða:
»Fara tit til Bretlanda,
syrgi eg meg til deyða.«

89. So letur Grímur av Seggjaríki
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

90. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.

91. Grímur gár til strandar oman,
var hann við ærum klæddur,
reyðargullhjálm á høvdi bar,
hann var for ongum ræddur.

92. Løðar jall gár til strandar oman
mitt í mannamúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.

93. Tað var Margata, Svøríkis dóttir,
andaði í hans munn,
myntist við yngsta alva sín,
tí henni var ilskan kunn.

94. Tað var Margata, Svøríkis dóttir,
hevði bæði angist og mein,
fylgdi hon Løðar jall, harra sín,
ytst á flotastein.

95. Legði hann hendur um frúnnar háls,
myntist við hana blíðan,
skiltust tey á Lindiniborg
og sóust ikki síðan.

96. Vindur hann upp síni silkisegl
við gull í vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Bretland.

97. Sveinar vóru á skógnum staddir,
goymt høvdu smalur og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.

98. Sveinur rekur smalur tá
saman á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.

99. Síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri mær á einum luti
vísari, enn tær eruð øll.

100. Eg eri mær á einum luti
vísari, enn tær eruð øll,
eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll.«

101. »Sært tú skip eftir havi koma,
takt við hvíta lín,
vera man Grímur av Seggjaríki
at biðja dóttur mína.«

102. Svaraði Grímur av Bretlandi,
læt síni orð so fara:
»Eg gevi Regini dóttur mína,
Grím av lívi taka.«

103. Svaraði hin ungi Hildibrandur,
heldur á ringinum reyða:
»Fyrstur mundi hann av Bretlands monnum
síggja sín egin deyða.«

104. Regin gongur at grasagarði
við trega og tunga sút,
hann tók upp tá ørvur tvær,
sendi á havið út.

105. Hann tók upp tá ørvur tvær
og sendir á havið fram,
Grímur tók á báðum teimum,
hann steig í lyfting fram.

106. Grímur tók við báðum teimum,
hann steig í lyfting fram,
sendi tær so á landið upp,
hann feldi merkismann.

107. Svaraði hin ungi Hildibrand,
tá stóð ikki til bóta,
sær hann, hvar ið Regin liggur
og kastar fótum.

108. Kongurin gár at grasagarði
við trega og tunga sút,
hann tók upp tær ørvurnar,
hann sendi á havið út.

109. Hann tók upp tær ørvur tvær,
hann sendi á havið fram,
Grímur tók við báðum teim,
hann steig í lyfting fram.

110. Grímur tók við báðum teim,
hann steig í lyfting fram,
sendi tær aftur á Bretland,
hann feldi merkismann.

111. Kongurin gongur at grasagarð
við trega og tunga sút,
hann tók upp tær triðju tvær
og sendi á havið út.

112. Hann tók upp tær ørvur tvær,
gitið tað man verða leingi,
eitur dró hon í kjafti fram
og eldur undir veingir.

113. Tá varð brak í súðunum,
øllum tykti undur,
seglini fóru fyri borðið út,
togini brustu sundur.

114. So vaks veður á sjónum hart,
undur mátti kalla,
stýrir Løðar jall, faðir hans,
at ikki náar at halla.

115. Níggju dagar Grímur ungi
í eysturmála stendur,
so stýrir Løðar jall, faðir hans,
blóðið úr skjúrtu vindur.

116. Níggju dagar Grímur ungi
í eysturmála stóð,
meðan Løðar jall, faðir hans,
úr skjúrtu vant hans blóð.

117. Tegar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni ankør falla
á tann hvíta sand.

118. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrst steig Grímur av Seggjaríki
fótum á land.

119. Fyrst steig Grímur av Seggjaríki
fótum á land,
og hann Løðar jall, faðir hans,
undir hans høgru hand.

120. Grímur gongur frá strondum niðan,
hann var við ærum klæddur,
reyðargullhjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

121. Løðar jall gár frá strondum niðan
mitt í mannamúgvu,
kinnin reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.

122. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

123. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grímur kongur á borði sat
við mann til hundrað fimm.

124. Grímur gár í hallina inn,
glaður og gulli glæstur,
Løðar jall settist í hásæti
konginum har næstur.

125. Løðar jall situr í hásæti,
bar fram bønarorð síni:
»Hatta er Grímur, sonur mín,
gev honum dóttur tína!«

126. Svaraði Grímur av Bretlandi
í fyrsta orði tá:
»Eg gevi ikki Grími dóttur mína,
tað stendst hvat av ið má.«

127. Svaraði hin ungi Hildibrand,
fyri breiða borði stóð:
»Svara dreingi høviskliga,
á moynni hevur tú ráð!«

128. Svaraði hann so høviskliga,
øllum tókti undur:
»Far teg aftur til Seggjaríki
verri enn nakar hundur!«

129. Grímur stóð á hallargólvi,
vildi ei megi loyna,
ætlaði kongi banasár
og odd í hjálma royna.

130. Tað var Grímur av Seggjaríki,
snarliga hann sær vendi,
hann tók eitt stykki úr kongins borði,
gjøgnum gólvið rendi.

131. Upp leyp hin ungi Hildibrandur,
svørðið vildi fá,
Løðar jall rann at durunum,
so er greint ífrá.

132. Tað var Grímur av Bretlandi,
hann fleyg í loftið við veingir,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.

133. Tað var Grímur av Seggjaríki,
hann fleyg í loft við veingir,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
tað feldi reystar dreingir.

134. Bardust teir í loftinum,
gjørdu so hvøllar brestir,
Grímur hin við hondum tók,
hann læt ei longur fresta.

135. Løðar jall og Hildibrand
hvør reið øðrum ímóti,
fullu so búkar á jørðina niður,
sum tú varpar gróti.

136. Teir høgga títt, teir líva lítt,
teir lata ei svørðið linna,
teir høgdu títt á báðar hendur,
teir klúgva tað stálið stinna.

137. So reið hin ungi Hildibrandur
við so frítt eitt mót,
feldi meiri enn hundrað mans
niður for Løðar jals fót.

138. So reið hann Løðar jall
við so frítt eitt mót,
feldi meiri enn hundrað mans
niður for Hildibrands fót.

139. Roðin settist á himmalin upp
í tí grima vígi,
Løðar jall og Hildibrand
møttust teir í stríði.

140. Teir bardust tógva fullar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann.

141. Inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann,
tá fell sjálvur Løðar jall,
tann hin raski mann.

142. »Tá eg bardist við faðir tín
um tað væna vív,
vita tú, Hildibrand Grimmars son,
tá helt eg kært mítt lív!

143. Tá eg bardist við faðir tín
um Margatu, Svøríkis dóttur,
vita tað, Hildibrand Grimmars son,
eg fór ei undan á fløtu!

144. Tá eg bardist við faðir tín,
tá ið eg var ungur,
ikki hevði tú sigrað meg,
tó nú gerst skjøldurin tungur.

145. Tá eg var so ungur sum tú,
so tordi eg óræddur renna,
nú tekur elli at boyggja meg,
sjálvur má eg tað sanna.«

146. Tað var hin ungi Hildibrand,
sínum svørði brá,
síðan hjó hann Løðar jall
sundur í lutir tvá.

147. Grímur reikar um grønan vøll
høvdingalið at kanna,
saknar hann Løðar jall, faðir sín,
og aðrar fleiri manna.

148. »Tú hevur dripið faðir mín
og gjørt mær tað ímóti,
harfyri skalt tú tín deyða tola
av hesum hvassa spjóti.«

149. Eingin hestur var so fljótur
fram eftir slættum sandi,
sum hann Grímur Løðars son
var eftir kongins landi.

150. Tað var hann Grímur Løðars son,
honum var leiðin kunnig,
meirum ørvum skeyt hann við,
eina helt hann í munni.

151. »Tú tarvt ikki, ungi maður
tínar ørvur oyða,
um tú skjýtur í allan dag,
tú fært meg ikki deyðan.«

152. Niður legði hann ørvurnar,
hann tók til brandin bjarta,
rendi hann so for kongins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.

153. Svaraði Grímur av Seggjaríki
av tí tunga stríði:
»Vita tað, Hildibrand Grimmars son,
at vit eru javnir nú!«

154. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir settu sínum bardøgum
skamt frá kongins høll.

155. Teir bardust tógva fullar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann.

156. Inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann,
tá fell hin ungi Hildibrand,
tann hin reysti mann.

157. Svaraði hin ungi Hildibrand:
»Tað skal eg nú valda,
tó at vit hava roysni roynt,
at lata nú hvønngan gjalda.«

158. Teir svóru seg í stálbrøðralag,
tað fell so væl í lag,
síðan tókust teir handaband
á tann sama dag.

159. Svaraði Grímur av Seggjaríki,
hann sá faðir sín:
»Hevði ikki verið lóvatak,
skuldi tú látið lív.«

160. Tað vóru hesar miklu kempur,
heim í garðin fór,
úti Silvurlín Grimmars dóttir
fyri teimum stóð.

161. Svaraði hin ungi Hildibrand
við alskyns spekt og meingi:
»Vilt tú handa riddara lova,
so raskur yvir allar dreingir?«

162. Svaraði Silvurlín Grimmars dóttir
fast av miklum móði:
»Hann kemur ikki í mína song,
tað ræður tú ei, mín bróðir.«

163. Hon blandar honum
tað eitur í vín,
ber so inn for Grím hin unga,
biður hann drekka til sín.

164. Ber so inn for Grím hin unga,
biður hann drekka til sín,
enntá hugdi Grímur ungi
at fingurgulli sín.

165. »Tú tarvt ikki blanda mær
eitur í tasku tína,
vilt tú ikki við mær fara,
tá skalt tú láta títt lív.«

166. Svaraði ungi Hildibrand
av tí tunga stríði:
»Hoyr tú, Grímur av Seggjaríki,
gev mær systur tína!«

167. Gingu teir til strandar oman
mót teirri bylgju blá,
ófegið var tað kongabarn,
teir firraðu londum frá.

168. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Seggjaland.

169. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Grímur av Seggjaríki
fótum á land.

170. Fyrstur steig Grímur av Seggjaríki
fótum á land,
og hon Silvurlín Grimmars dóttir
undir hans høgru hand.

171. Og hon Silvurlín Grimmars dóttir
undir hans høgru hand,
tá var Margata, Svøríkis dóttir,
riðin niður til strand.

172. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
gull bar sær á hand:
»Hvar er Løðar jall, faðir tín,
hví leyp hann ei fyrst á land?«

173. Svaraði Grímur av Seggjaríki,
sára ið hann græt:
»Faðir mín fall á Bretlandi,
for meg hann lívið læt.«

174. Sára græt Margata, Svøríkis dóttir,
tó hon var ikki hvøll,
henni runnu blóðug tár
niður á grønan vøll.

175. »Hoyr tú tað, mín sæla móðir,
grát ikki so leingi,
komin er kongur Signhild at biðja,
so raskur yvir allar dreingir!«

176. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
møðig fellir tár:
»Mær er meiri um harra mín,
ið hiðani fór í vár.«

177. Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,
sára ið hon grætur:
»Mær er meiri um harra mín,
ið hiðani fór í vetur.«

178. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Silvurlín Grimmars dóttir
upp í hallina leidd.

179. Tað var Grímur í Seggjaríki,
heim í garðin fór,
úti Signild systir hans
fyri honum stóð.

180. Svaraði Grímur í Seggjaríki
við miklum spekt og meingi:
»Vilt tú henda riddara lova,
so raskur yvir allar dreingir?«

181. Svaraði Signild, kongins dóttir,
fyrsta orði tá:
»Eg hevði unnað Hildibrandi,
áðrenn eg hann sá.«

182. Tað var Grímur í Seggjaríki
fell upp á síni knæ,
meðan hann Silvurlín Grimmars dóttur
til ektar festi sær.

183. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Grímur og hans vív.

184. Tað var hin ungi Hildibrand
fell upp á síni knæ,
meðan hann Signild, kongins dóttur,
til ektar festi sær.

185. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Hildibrand og hans vív.

186. Hildibrand sigldi til Bretlanda,
sigist í hesum tátti,
Grímur settist í ríkið tað,
ið hans faðir átti.

(c) Dansifelagið í Havn