Kvæðasavn
Guttormur í Hattarmóti
Uppskrift: CCF 58C, 2, pp. 388-389, FK 54C, 14, pp. 121-122.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
113. Feldi niður á Holsló
alt tað valdra lið,
sjálvur gekk tá Magnus kongur
undir borgarlið.
114. Sjálvur gekk tá Magnus kongur
undir borgarlið:
»Mín kæri dótturson,
tú gev mær grið!«
115. »Slíkan skalt tú, Magnus kongur,
griðin av mær fá,
sum tú lætst mín sæla faðir
við sínum lívi gá.
116. Slíkan skalt tú, Magnus kongur,
griðin av mær fá,
sum tú lætst mína sælu móður
at rættinum ná.
117. Slíkan skalt tú, Magnus kongur,
griðin av mær tiggja,
sum tú lætst mín sæla faðir
við tínum lívi byggja.«
118. Tað var junkar Magnus,
við sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Magnus kong
sundur í lutir tvá.
119. Hann fór sær til hallar heim,
fellur pá síni knæ,
meðan hann donsku fylgismoy
til ektar festi sær.
120. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Magnus og hans vív.
121. Drukkið varð teirra brúdleypið,
alvæl sum tey máttu,
settust aftur í ríki tað,
ið Magnus kongur átti.
(c) Dansifelagið í Havn