Kvæðasavn

Haraldskjøldur av Miklagarði

Uppskrift: FK 58B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg flyti fram,
Harald nevni eg kongin tann,
ið allar listir kann.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa væl.

2. Gevið ljóð og lýðið á,
mín man ríman falla,
Harald nevni eg kongin tann,
ið listir kundi allar.

3. Giðin kongur og Digdin kongur
hilmir eita gjøld,
kongur ráddi for Miklagarði,
eg nevni hann Haraldskjøld.

4. Haraldskjøldur á Miklagarði,
hildarmálmurin sterki,
av silvur er hansara borðbúni,
hann ber sítt orlógmerki.

5. Haraldskjøldur á Miklagarði
fer við spekt og náði,
bøndur og so búkallar
letur hann sínum ráða.

6. Haraldskjøldur á Miklagarði
ræður hann hvørjum manni,
hann vil ongan herja á,
sum eina situr í ranni.

7. Saman búgvast kongar tólv,
hvør av síni borg,
góðan høvdu teir viljan til
at herja á Haraldskjøld.

8. »Hvat hevur Haraldur á Miklagarði
gjørt teim mest til sút,
teir vilja har av skattir taka,
kongin at dríva út?«

9. »Tað hevur Haraldur á Miklagarði
gjørt os mest til saka,
tak við unga Hilming jall,
kong av lívi taka.

10. Tað hevur Haraldur á Miklagarði
gjørt os helst til mein,
hann ber allar prýðirnar,
her ganga í heim.

11. Tað hevur Haraldur á Miklagarði
gjørt os mest til sút,
hann kann allar listir tær,
ið mann kann prýða út.«

12. Teir hildu upp undir Miklagarð
eina morguntíð,
sjógvurin var sum bál at líta,
skeiðir dynja í.

13. Teir hildu upp undir Miklagarð
eina morgunstund,
sjógvurin var sum bál at líta,
skeiðir dynja í lund.

14. Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,
siga honum frá,
so er avtakið á Miklagarði,
ikki fæst tølur á.

15. Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,
spenna tann búgvin brand,
so er avtakið á Miklagarði,
ei náar helvtin á land.

16. Út reið Haraldur á Miklagarði,
vreiður var hann tá,
fimm hyggi eg hann Hilmings jallar
í fyrstu atreiggj vá.

17. Út reið Haraldur á Miklagarði
eina morgunstund,
feldi niður tólv hundrað
í grønari lund.

18. Út reið Haraldur á Miklagarði
eina morguntíð,
feldi niður tólv hundrað
í grønari líð.

19. Út reið Haraldur á Miklagarði,
bæði av ilsku og bræði,
vunnið fekk hann kongar tólv,
tá rivnaðu buðlungs klæði.

20. Út reið Haraldur á Miklagarði,
hildarmálmurin sterki,
vunnið fekk hann kongar tólv,
og brotið buðlungs merki.

21. Út reið Haraldur á Miklagarði,
mongum vann hann sorg,
glaður snúðist Haraldskjøldur
aftur í sína borg.

22. Út reið Haraldur á Miklagarði,
mongum vann hann sút,
glaður snúðist Haraldskjøldur
aftur í sína búð.

23. Haraldur situr í hásæti,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

24. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala
uttan ein so lítil svein,
betur hevði tagað.

25. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

26. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Valind keisar,
væna dóttur ár.

27. Valindur keisar dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

28. Valindur keisar dóttur eigur
væna og so mæta,
einans er hon arvingin
til góðs og landa at gæta.

29. Valindur keisar dóttur eigur
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.

30. Valindur keisar dóttur eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrúkinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

31. Hon førir ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

32. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.

33. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Valind keisar,
tað stendst hvat av ið má.«

34. Haraldskjøld letur snekkju smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvri vóru bitar.

35. Haraldskjøld letur snekkju smíða,
við so lítla ró,
av gulli málar hann borðini,
tey glógva for oman sjó.

36. Haraldskjøld letur snekkju smíða,
so er greint fyri mær,
forgyltir ringar av reyðargulli
í hans homlum var.

37. Bræddir vóru brandar,
skorin hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

38. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin í.

39. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frakland.

40. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

41. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldskjøldur
sínum fótum á land.

42. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

43. Gingu teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
vóru av ongum ræddir.

44. Mitt í midjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

45. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Valindur keisar við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

46. Haraldur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

47. Haraldur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Valindur keisar,
gev mær dóttur tína!«

48. Leingi sat hann Valindur keisar,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Haraldskjøld
eitt hániligt andsvar fá.

49. Tí svaraði Valindur keisar,
gyrdur situr við brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvaðan ert tú av landi?«

50. Tí svaraði Haraldskjøldur,
svarar so frá sær:
»Giðin kongur av Miklagarði
var sannur faðir at mær.«

51. Haraldskjøld stendur á hallargólvi,
allur í gulli skín:
»Ringur kongur av Íralandi
hann er bróðir mín.«

52. »Ringur kongur av Íralandi
kappar eigur hann sær,
hoyr tú, Haraldur á Miklagarði,
væl troystar tú tær.«

53. Keisarin tók sín búgvin brand
alt fyri uttan sút,
øvigar bardust reystar kempur
av hallardurum út.

54. Mangari veittu teir móðurini
bæði angist og sút,
øvigar bardust reystar kempur
av hallardurum út.

55. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Valindur keisar
brynjað út hundrað tólv.

56. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja sínar bardagar
skamt frá kongins høll.

57. Valindur tokar í herin fram,
hann oyðir Haralds menn,
høggur so tungt pá báðar hendur,
hann vegur væl tveir í senn.

58. Haraldur tokar í herin fram,
hann oyðir Valinds menn,
høggur so tungt pá báðar hendur,
hann vegur væl fimm í senn.

59. Valindur tokar í herin fram,
hann oyðir Haralds menn,
høggur so tungt pá báðar hendur,
hann vegur væl tíggju í senn.

60. Haraldur tokar í herin fram,
hann oyðir Valinds menn,
høggur so tungt pá báðar hendur,
hann vegur væl tjúgu í senn.

61. Og so ríður Haraldskjøldur
lystiliga skjótt,
feldi niður frá Valinda keisar
hundraðini tólv.

62. Tí svaraði Valindur keisar
við sítt gæviga meingi:
»Sláið mær garð um reystar kempur,
her hava ligið leingi!«

63. Tóku teir reystan Haraldskjøld,
bundu hann so fast,
ei var smáur líntvongur,
ið honum á beini brast.

64. Settu teir hann í myrkastovu,
einum manni at ráða,
hann hevur so mangan óvinin,
tí stendur hans lív í váða.

65. Settu teir hann í myrkastovu,
einum manni til handa,
hann hevur so mangan óvinin,
tí stendur hans lív í vanda.

66. Keisarin og hirðin øll
vóru gingin tá at sova,
ein snúðist maður av durum út,
hann festi hurð í klova.

67. Deydligt er í ríkinum,
eingin gleði elvar:
»Hoyr tú, hin svinna Silkieik,
vit skulu fara at telva!

68. Hoyr tað, hin svinna Silkieik,
sig mær satt ífrá,
er hann nakar í hesum ríki,
tín stár hugur á?«

69. »Her er eingin í hesum ríki,
mín stár hugur á,
uttan Harald á Miklagarði,
hann kann eg ikki fá.

70. Faðir tín er so mikil maður,
mikla ilsku rín,
Haraldskjøld í myrkastovu
tolir so harða pínu.«

71. »Honum gevi eg silvurring,
gullringin av mín hand,
Haraldskjøld úr myrkastovu
loysir av fjøturband.«

72. Keisarin og hirðin øll
vóru gingin aftur at sova,
ein snúðist maður av durum út,
hann festi hurð í klova.

73. Tað var ungi Sjúrður,
gull ber seg á hand:
»Hoyr tú, Haraldur á Miklagarði,
vilt tú av fjøturband?«

74. »Eg fari ei úr myrkastovu,
hóast eg toli pínu,
fyrr enn tú sigur mær, gævigi garpi,
allar ættir tínar.

75. Eg fari ei úr myrkastovu,
hóast eg toli trá,
fyrr enn tú sigur mær, gævigi garpi,
allar ættir frá.«

76. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
kynjaður eri eg av Sjólondum,
eg eri tín systurson.«

77. Tað var ungi Sjúrður
roynt hevði í víggi stál,
so beit hansara bitri brandur
rætt sum streymur í á.

78. Hann klývur hurðar av seigum jarni,
loysir reystan fanga:
»Kom út, Haraldur á Miklagarði,
ert tú førur at ganga!«

79. Haraldur fór í moynnasal
henda vetur við gamni,
tá varð hin svinna Silkieik,
keisarans dóttir, við barni.

80. Tað er hin svinna Silkieik,
er gingin fyri Harald at standa:
»Eg veit tær eingi svinri ráð,
tú sigl teg burt av landi!«

81. Haraldur stendur á hallargólvi,
komin til góðar at evna:
»Ognast tú ein ungan son,
Giðin skalt tú nevna.«

82. Burtur sigldi Haraldskjøldur
á tann sama dag,
aftur er gingin Valindur keisar
í sín dóttur sal.

83. Gingin er sjálvur Valindur keisar
for sínar dóttur seingi:
»Hoyr tú, hin svinna Silkieik,
hví svevur tú so leingi?

84. Tín er allur blómin fallin,
mælir av tungum harmi,
sum tú hevði, mín sæla dóttir,
sovið í kallmans armi.

85. Tín er allur blómin fallin,
mælir av tungum treysti,
sum tú hevði, mín sæla dóttir,
blíant borið for brósti.«

86. Svaraði hennara ternan,
stóð har skamt ífrá:
»Hon hevur fingið ein undarligan sting,
hann má frá brósti gá.«

87. Valindur er so mikil maður,
letur á reiði renna,
salin og sjálva hana
hann biður á báli brenna.

88. Sveinar fóru at kynda bál
av so tungum stríði,
heldur vildu reystar kempur
latið sínum lívi.

89. Sveinar fóru at kynda bál,
av so tungum harmi,
heldur vildu reystar kempur
latið lív við gamni.

90. Hilda kemur handan um á,
tekur við fótum at renna:
»Ei skal hin svinna Silkieik
á hesum báli brenna.«

91. Hilda kemur handan um á,
fell pá síni knæ:
»Hoyr tú, reystur Valindur keisar,
fljóðið gev tú mær!«

92. »Ríð teg burtur, vesalavætti,
eg vil teg ikki hoyra,
sámir ei mínum bitra brandi
at leika í kvinnu droyra!«

93. »Fái eg ikki foldargávu,
dømin ið eg tær sigi,
ikki skalt tú, Valindur keisar,
stýra lív og liði.

94. Fái eg ikki foldargávu,
tað verður ikki betur,
tú hevur sovið hjá konu kals
í allan henda vetur.

95. Tú hevur sovið hjá konu kals,
ikki sagt honum frá,
harfyri skalt tú, Valindur keisar,
missa lív og liði.

96. Tú hevur ligið hjá konu kals,
ikki sagt honum til,
harfyri skalt tú, Valindur keisar,
missa lív og lið.«

97. Studdist hann fram á blóman tann,
allur í gulli skín:
»Ótakk havi tú, Hilda,
for higarkoming tín!«

98. Sveinar fóru at sløkkja bál,
prestar at lesa lestur,
tóku hana svinnu Silkieik,
teir gjørdu við sum best.

99. Møttust teir í havinum,
kundu væl beita brandi,
Haraldur á Miklagarði,
Ringur av Íralandi.

100. »Vælkomin, mín sæli bróðir,
higar nú til mín,
tí fór eg av Írlandi
so frægur at hevna tín.

101. Vælkomin, mín sæli bróðir,
yvir hildarval,
tí fór eg av Írlandi,
so frægur tín hevna skal.

102. Brynja út av Miklagarði
tólv hundrað í her,
annaðslíkt hevði Ring kongur
til hesa somu ferð!«

103. Ringur sigldi av Íralandi,
ei var ferðin greið,
kvittar miðjum Írlands hav,
nálin vísti leið.

104. Vundu upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frankaríki.

105. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

106. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Ringur
sínum fótum á land.

107. Fyrstur stígur Ringur
sínum fótum á land,
so hann Haraldur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.

108. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

109. Gingu teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
vóru av ongum ræddir.

110. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

111. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Valindur keisar við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

112. Haraldur stendur á hallargólvi,
hyggur niður for seg:
»Keisarin, gev mær tína dóttur,
eg biði ikki longur teg!«

113. Haraldur stendur á hallargólvi,
mælir so úr minni:
»Keisarin, gev mær tína dóttur,
eg biði ikki triðja sinni!

114. Vilt tú mær ikki tína dóttur
geva og so gifta,
eg bjóði tær eitt annað boð,
lív skal londum skifta.«

115. Tí svaraði Valindur keisar,
litir man hann skifta:
»Eg kann ikki mætari manni
mína dóttur gifta.«

116. Tað var reystur Valindur keisar,
tók sær frú at festa,
snarliga læt hann til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

117. Tað var brúdleyp, ið boðið var,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.

118. Fjøruti vóru kerti tendrað,
var so mikil logi,
fylgdu teirri ríku frú
fyrstu nátt at sova.

119. Drukkið varð teirra brúdleypið
við so mikið meingi,
keisarin og hirðin øll
fylgdu teim til seingir.

120. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív.

121. Gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

122. Eg kann ikki kvøða longur,
enn kvøðið er fyri mær,
Ringur sigldi til Íraland,
men hin til Miklagarð.

(c) Dansifelagið í Havn