Kvæðasavn
Ívar á Bretlandi
Uppskrift: FK 64B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Gevið ljóð og lýðið tará,
gangið nú í dans,
kvøði um Ívar Bretlands kong
og trettan brøður hans.
2. Nú tá hesir trettan brøður
allir vóru sterkir,
tað er mær fyri sannheit sagt,
allir kallaðust kempur.
3. Ívar var tann sterkasti
av teim øllum,
tá ið hann var fimtan ár,
stóð hann móti øllum.
4. Ísmal hann var honum næst,
tann hin sterki alvi,
eftir honum kom Raðal jallur,
hann leikti ofta í talvi.
5. Teir tíggju, sum nú eftir eru,
teir nevnast ikki við navni,
tað er so víða um allar røtt,
allir kallast javnir.
6. Ívar hugsar við sjálvum sær,
javnt er um tí ráð,
hvar hann skuldi fara sær
javngott vív at fá.
7. Ívar talar til faðir og brøður:
»Vær kunnu ikki longur tiga,
lystir mær til Messulanda
hertugans dóttur at biðja.«
8. Svaraði ein av Ívars frændum,
hoyrt hevði frá og sagt:
»Ein kempa er í hertugans ríki,
hann tekur á frúnni akt.«
9. Tað var reystur Ívar kongur,
hvessir brandar bjartar:
»Ikki orð frá nakrari kempu,
ikki náða mítt hjarta.«
10. So letur hann Ívar kongur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
11. So letur hann Ívar kongur
búgva skipini sín,
bæði letur hann á tey leggja
virtur og so vín.
12. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
13. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Messuland.
14. Føgur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
15. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Ívar á Bretlandi
sínum fótum á land.
16. Ívar gekk frá strondum niðan,
honum fylgdu brøður fimm,
og so búgvin gongur hann
í høgu hallir inn.
17. Og so búgvin gongur hann
í høgu hallir inn,
sum hertug Óli við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
18. Ívar stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, reysti Óli hertug,
gev mær dóttur tína!«
19. Hertugin so til orða tekur:
»Ei skal slíkum spara,
heintið frúnna frá hallarslotti
sjálv fyri seg at svara!«
20. Tá ið hann kom at hallarslotti,
talaði til Elin frú:
»Her er Ívar av Bretlandi,
vil hava tína trú.«
21. Til tað svaraði heidningurin,
Gloddur eitur hann:
»Tú fært ikki Elin frú,
fyrr enn eg havi barst við hann.«
22. Sendiboðið aftur fór,
talar til Ívar helt:
»Tú fært ikki Elin frú,
fyrr enn tú hevur Glodda felt.«
23. Elin gekk í hallina inn,
starir upp á dreingir.
»Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
hvar hevur tú verið leingi?«
24. Ívar leyp úr hásæti,
læt síni orð so byrja:
»Tað eru míni ørindi
Elin frú at gilja.«
25. Elin kemur í borgina
við fylgismoyggjar fimm,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn.
26. Ívar leyp úr hásæti,
læt síni orð so bráð:
»Tað eru míni ørindi
Elin frú at fá.«
27. Svaraði frúgvin Elin,
hugsaði um tað leingi:
»Eg vil hava Glodda,
sum raskari er av dreingjum.«
28. Tað var reystur Ívar kongur,
skortar hann ikki fíggja:
»Hvar er kempan Gloddur?
Nú vil eg hann síggja.«
29. Svaraði frúgvin Elin,
mælir hart og skarpt:
»Ríður tú mót Glodda,
hann doyvir teg snart.«
30. Svaraði frúgvin Elin
Ívari satt at siga:
»Hann er høgur átta alin,
breiður hálvatriðju.«
31. Gloddur kom í hallina inn,
slerdi fót í gólv:
»Eg skuldi vegið átta sum tú,
um enn teir vóru tólv.«
32. Tá ið hertugin hetta hoyrdi,
sprakk hann yvir borð,
Ívar tykti, kongins vinur
skal hava tað væna flóð.
33. Ívar klæðist árla morgun,
dregur brynju pá:
»Tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«
34. Svaraði kempan Gloddur,
mál ber yvir allar:
»Tá ið tú kemur á vøllin út,
tá krýpur tú undir stallar.«
35. Svaraði Ívar av Bretlandi,
grimmur og harður til víggja:
»Tá ið tú kemur á vøllin út,
fært tú annað at síggja.«
36. Til svaraði heidningurin,
mælir, sum hundar goyggja:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hví vilt tú her doyggja?«
37. Ívar so til orða tekur,
hann stendur í brynju ljósa:
»Hoyr tú, Gloddur, kempan sterk,
enn hevur tú einki at rósa.«
38. Svaraði kempan Gloddur,
lítið man hann hann virða:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hvar skal eg teg hirða?«
39. »Tú gert einki, Gloddur,
at mæla her so títt,
hesin sami búgvin brand
skal skera høvur títt.
40. Tú gert einki, Gloddur,
so spottliga at tala,
hesin sami búgvin brand
skal leggja títt høvur í dvala.«
41. Gloddur talar til hertugan:
»Væl má tað so vera,
tú skalt allar Ívars brøður
í myrkastovu seta.«
42. Mælti tað kempan Ísmal,
fyri breiða borði stóð:
»Áðrenn eg fari í myrkastovu,
vekja skal eg blóð.«
43. Gloddur talar til Ísmal,
rættir armin langa:
»Tá ið Ívar er fallin frá,
tú skalt á gálga hanga.«
44. Tað var Ívar av Bretlandi,
gat ikki hoyra tey orð:
»Her skalt tú hava tað fyrsta høgg
alt fyri tað væna flor.«
45. Gloddur kendi høggið stórt,
tað var ikki undur,
hjálmurin og brynjan brast,
fyri herðum gekk sundur.
46. Gloddur hyggur at Elinu frú,
vildi megi royna,
høgdi so á Ívar,
ætlaði hann at doyva.
47. Ívar loftaði høgginum,
tá frættist tað í høll,
Gloddur misti svørðið sítt
niður á grønan vøll.
48. »Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
tú lat meg svørðið fá,
illa er tað spott fyri teg
meg vápnaleysan at slá!«
49. Ívar honum svørðið fekk,
tað var ikki undur,
hjálmurin og brynjan brast,
fyri honum gekk sundur.
50. Ívar høgdi annað høgg,
øllum tókti undur,
tá fekk Gloddur sárið stórt,
at brynjan hon gekk sundur.
51. Gloddur høgdi annað høgg,
ymsar litir fekk,
høgdi so á Ívars heys,
hjálmur av høvdi gekk.
52. Tað var Ívar av Bretlandi,
gav tá høggið triðja,
tá fekk Gloddur banasár,
hann kleyv hann av um miðju.
53. Elin gekk í hallina inn
alt for uttan sorg,
sigur sínum faðiri frá:
»Ívar vann sigur í borg.«
54. Ívar sprakk av sínum hesti,
væl man drongur duga,
høgdi høvur av Glodda
og bant við saðilbuga.
55. Ívar gekk til hertugan,
honum man einki bella:
»Her er høvur av Glodda,
sum ætlaði meg at fella.«
56. Hertugin so til orða tekur,
ei skal slíkum spara:
»Heintið frúnna í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!
57. Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
her tekur ráð at svara,
her er Ívar av Bretlandi,
vil teg við ástum hava!«
58. Elin gekk í hallina inn
við fylgismoyggjar tólv:
»Eg vil hava Ívar kong,
má eg ráða mær sjálv.«
59. Tað svaraði hertugin
undir tað hvíta lín:
»Hoyr tú tað, mín veldiga dóttir,
tað stendur alt til tín!«
60. Elin so til orða tekur,
heldur á ringi reyða:
»Eg vil hava Ívar kong,
sum Glodda var á deyða.«
61. Lótu tá til brúdleyps ætla
við so mikið meingi,
kom so mangur høgur maður
sum fjøður á fuglaveingi.
62. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív.
63. Gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív,
fór so hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
64. Elin klæddist árla morgun,
tílíka eingin sá,
henni fylgdu vinir og frændur,
tá hon fór londum frá.
65. Elin klæddist árla morgun,
tekur gull á hond,
henni fylgdu vinir og frændur
niður til sjóvarstrond.
66. Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
67. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
so stýrdi hann Ívar sterki,
snart gekk londum frá.
68. Bræddir vóru brandar,
forgylt var lyfting hálv,
so helt Ívar í havið út
við brúður og brøður tólv.
69. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Bretland.
70. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Ívar av Bretlandi
sínum fótum á land.
71. Fyrstur steig Ívar av Bretlandi
sínum fótum á land,
so hon frúgvin Elin
undir hans høgru hand.
72. Tað var frúgvin Elin,
tekur til orða so:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg komi á vegskál.«
73. Ganga teir frá strondum niðan,
fullvæl vinir kendu,
møtti teim ein fjallatussi
við tigultalv í hendi.
74. Tá var eingin gleði
og einki hop at elva,
risin býður Ívar kongi
um bjørtu brúður at telva.
75. Ívar svaraði og segði nei:
»Ei man tað so vera,
eg havi ikki lært at leika talv,
ei nakran skemtan gera.«
76. Ívar so til orða tekur,
hann sortnaði sum ein mold,
býður risanum høgga við seg,
nú tekur hann svørð í hond.
77. Risin so til orða tekur,
hevur tað á máli:
»Eg kann betri við talvi leika
enn við jarn og stáli.«
78. Ívar so til orða tekur,
mælir so fyri seg:
»Hoyr tað, ungi Raðal,
tú leika talv fyri meg!«
79. Risin so til orða tekur,
sjálvur hann vívið kjósa:
»Kosta skal tað brúður bjørtu
ella sprundið ljósa.«
80. Risin talar til Raðal,
mælir við hann títt:
»Kosta skal tað brúður bjørtu
ella hálsbein mítt.«
81. Lótu teir tá leika talv,
tað var sum tað skuldi,
risin tapti fyrsta talv,
tó hann tað treyðugt vildi.
82. »Hoyr tú, breiði Bjarnatussi,
hvat hevur tú nú at rósa?
Nú skal eg høgga høvur av tær,
sjálvur tú vildi kjósa.«
83. Risin talar til Raðal
við reyðar kinnar og bleikar:
»Vit skulum osum at telva nú
tríterningaleik.«
84. Lótu teir tá leika talv
væl í tímar sjey,
bjarnatussi mátið fekk,
nú eru talvini tvey.
85. Risin setir upp triðja talv,
sukkar hann so títt:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg missi høvur mítt.«
86. Leiktu teir við terningum,
satt er tað at siga,
Bjarnatussi mátið fekk,
tað er talvið triðja.
87. »Hoyr tú Ívar, bróðir mín,
nú havi eg fyri teg telvað,
risin hevur fingið sorg,
einki batti at elva!«
88. Ívar svaraði honum and
alt fyri uttan vreiði:
»Nú skal eg við brandi bjarta
hans høvur frá búki sneiða.
89. Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum ja,
eg skal nú við svørðinum
títt høvur høgga frá.«
90. Risin bað um frið og lív,
svór undir reyðum skildri:
»Tú skalt fáa bæði gull og silvur,
hvat tú meira vildi.«
91. »Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum vilja,
eg skal nú á somu stund
teg við lívið skilja.«
92. Tekur hann hendur um Ívars háls,
kallar hann søtan sín:
»Eg skal tær av víggi hjálpa,
loysir tú mítt lív.
93. Tú skalt fáa hornið tað,
sum goymt er heim í høll,
tað gevur bæði buldur og ljóð
yvir dalar og fjøll.«
94. Risin lovaði lyftið stórt,
sum er eftir tað besta,
hestar tveir og brynjur tvær,
og hjálm, sum ei kann bresta.
95. »Tú skalt fáa hestar tveir,
sum tú kanst væl á líta,
tú skalt fáa hjálmin tann,
einki svørð kann bíta.
96. Tú skalt fáa svørðið tað,
mikið er tað vert,
tað er av tí bara stáli,
í eitri er tað hert.«
97. »Kanst tú mær tað geva,
kanst tú mær tað fá,
eg skal svørja trygdareið,
lívið skalt tú fá.«
98. Risin tekur talv í hond,
talar tá so frítt,
býður Ívar og alt hans lið
heim í helli sítt.
99. Ísmal so til orða tekur:
»Ei man tað so vera,
uttan tú svørt osum trygdareið,
tú skalt osum einki gera.«
100. Risin so til orða tekur:
»Væl má tað so vera.«
Hann svór teimum trygdareið,
hann skuldi teim einki gera.
101. Risin skundar síni ferð,
heim í hellið vildi,
Ívar kongur og alt hans lið
honum eftir fylgdi.
102. Risin gekk í hellið inn
við so lítið veldi,
gomul kona á beinki sat
við trimum monnum á eldi.
103. Tók hon hesar tríggjar kroppar,
át allar á eini stund.
»Eya meg,« segði Ísmal,
»her er ikki frítt í lund!«
104. Tekur nú tríggjar jarnteinar,
harum vil eg kvøða,
leggur teir í heita bál,
í reyðan loga at gløða.
105. »Aftur latist helli mítt
við sítt sterka lás,
verið vælkomnir, ungir menn,
mær til øskukrás!«
106. Risin heilsar síni konu:
»Hvat er nú á vási?
Gev tú Ívari gull og silvur,
sum liggur undir lási!«
107. Risin heilsar síni konu:
»Ei má tað so vera,
eg havi svorið teim trygdareið,
tú skalt teim einki gera.
108. Hann skal fáa gull og silvur
alt við góðum happi,
fyri hann frelsti lívið mítt,
tá eg talvið tapti.«
109. Kelling seg so harmiliga
niður á beinkin setti:
»Gevur tú Ívari gull og silvur,
armari verður tú eftir.«
110. Kelling leyp av beinki upp,
bæði tjúkk og høg,
tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
setir sær á knæ.
111. Tók hon hann á fang sítt upp,
tað var alt við blíðum,
klappaði honum við trimum fingrum,
tað brotnaði riv í síðu.
112. »Tú gert einki, gamla kona,
mær so hart at klappa,
tú skalt ikki við miklum alvi
meg í árnin stappa.«
113. Tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
leiðir í eina vrá,
leggur hann so í myrka krók,
so risin ikki sá.
114. Lagdi hon hann í myrka krók,
so risin ikki sá,
síðan fór hon eftir sjálv
og legðist honum hjá.
115. Risin reikar um borgina,
tað var ei við lagi,
saknaði Ísmal og sína konu,
horvin vóru bæði.
116. Risin reikar um borgina,
tungt er slíkt at tiggja,
hann sær tá í myrka króki
bæði saman liggja.
117. Dregur hann Ísmal úr myrka króki,
tekur hans kropp at strúka:
»Hevði eg ikki svorið trygdareið,
so skuldi eg teg slúkað.«
118. Risin tekur skarpa rís
sína konu at slá,
Ísmal sprakk tá frægur á føtur
henni burtur frá.
119. Risin berjir hart og skarpt
bæði um kropp og síðu:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
nú leingist tær at bíða!«
120. Risin samlar gullið saman,
leggur í eina vrá,
brynjur tvær og hjálmin ein
og svørðið omaná.
121. »Tær skal bæði gull og silvur
koma væl til handa,
tú skalt fáa hestar tveir,
bak við hellið standa.«
122. Ívar tekur upp brynju og hjálm
og so gullið reyða,
risin sjálvur gullkistuna
sær á herðar legði.
123. Ganga teir av hellinum
glaðir fyri uttan sorg,
løgdu so gull á gangarar tveir,
riðu so glaðir av borg.
124. Risin setir kistu av sær
niður á grønan vøll:
»Eftir liggur tað hvølla lúður
heima í míni høll.
125. Eftir liggur tað hvølla lúður,
tað skal eg tær siga,
hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
vilt tú nakað bíða?«
126. Ívar saktar síni ferð,
lystir ikki longur at ríða,
setti seg so á grønan vøll
eftir Bjarna at bíða.
127. Tá kom risin koyrandi
á einum kolsvørtum hesti:
»Her hevur tú tað hvølla lúður,
tað man vera tað besta.«
128. Riðu teir við gullinum
gjøgnum grøna lund,
møttu teir ein stóran mann,
ei var fríður um stund.
129. Møtti teim ein stóran her,
víðum fyri sær bróta,
skundaðu sær til Ívar kong,
vildu gullið njóta.
130. Risin rívur upp eik við rót,
tekur til at berja,
setir kistu bak við seg
gullið alt at verja.
131. Setir hann gullið bak við seg,
Ívars drotning hjá,
berjir so við eikirót,
mangur deyður lá.
132. Har kom ein stórur maður fram,
hann æt Viljorm svinni,
hann drap Ívars brøður tólv
allar á einum sinni.
133. Uttan kempan Ísmal,
hann tók til at kvetta,
risin berjir við eikirót,
so har var eingin eftir.
134. Viljormur sprakk tá fimur á føtur,
læt ikki á sær finna,
tó hann høgg av risanum fekk,
bardist ikki minni.
135. Ívar brá tí góða svørði,
hann frá risanum fekk,
høgdi so á Viljorm,
at høvur av herðum gekk.
136. Riðu teir úr vígginum
glaðir foruttan sorg,
risin hann ber gullkistuna,
setir heim í borg.
137. »Nú havi eg tær til hallar borið
tað silvur og gullið reyða,
eg havi tær av víggi hjálpið,
eingin varð tær at deyða.«
138. Ívar gekk í hallina inn
alt fyri uttan ekka,
skeinkir mjøð og kláran vín,
bað Bjarnatussa drekka.
139. Risin tekur gullkistuna,
lyftir hana á loft,
tann, ið inniliga frú hava vil,
sorgir fær hann ofta.
140. Ívar svav á síni song
kátur á brúðrararmi,
risin fór í hellið aftur
troyttur og tungur av harmi.
141. Ívar talar til bróður sín:
»Gott er sprund at eiga,
hvar stendur tær hugur á
javngott sprund at biðja?«
142. Ísmal svaraði aftur:
»Hvar skal eg hana fá?
Hoyr tú Ívar, bróðir mín,
legg mær bestu ráð!«
143. »Hoyr tú Ísmal, bróðir mín,
ger eftir mínum vilja,
far tú tær til Fraklanda
Viljorms konu at gilja!«
144. Til tað svaraði Ísmal:
»Eg tað gjarna vil,
læna mær tað skipið frítt,
hagar at sigla til!«
145. So letur hann Ísmal
búgva skipini sín,
bæði letur hann á tey leggja
virtur og so vín.
146. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
147. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Fraklands ríki.
148. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ísmal
sínum fótum á land.
149. Fyrstur stígur Ísmal
sínum fóti á land,
so hann Ívar, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
150. Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir settu sín knør í neystið.
151. Uppi í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
152. Og so búgvin gongur hann
í høgu hallir inn,
sum Margreta á borði sat
við monnum hundrað og fimm.
153. Ísmal stendur á hallargólvi,
tílíkan eingin sá:
»Tað eru míni ørindi
teg Margretu at fá.«
154. Svaraði frúgvin Margreta,
heldur á ringi reyða:
»Tú skalt ikki ekta meg,
Viljormur er ikki deyður.
155. Viljormur var á Bretlandi,
honum fylgdu nógvir sveinar,
riðu teir mót Bretlands kongi,
tólv ímóti einum.«
156. Svaraði Ívar av Bretlandi,
hann stóð har skamt ífrá:
»Hoyr tað, frúgvin Margreta,
sjálvur eg hann vá.«
157. Ísmal stendur á hallargólvi,
heldur á glavint og spjóti:
»Hoyr tað, frúgvin Margreta,
hevur tú nakað ímóti?
158. Hoyr tað, frúgvin Margreta,
kann eg teg ikki fá,
tað skal mangur deyður liggja,
tú skalt borgini frá!«
159. Margreta hugsar við sjálvum sær:
»Ei skal slíkum spara,
tungt er at seta lív í váða
og so frá borgum fara.
160. Hoyr tað Ísmal, kempan reyst,
her hevur tú mítt ja,
tungt er mær frá borgum at fara
og seta lív í váða!«
161. Lótu tey til brúdleyps ætla,
ikki mátti tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.
162. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ísmal og hans vív.
163. Ísmal hevur konu fest,
sigst í hesum tátti,
settist aftur í stólin tann,
sum Viljormur frægi átti.
164. Ívar fór til Bretlands aftur,
tá ið brúdleypið hevði enda,
síðan livdi við frið og rógv
aldur og ævi til enda.
165. Ísmal var á Fraklandi,
fyri góðan øll hann kendu,
síðan livdi við frið og rógv
aldur og ævi til enda.
(c) Dansifelagið í Havn