Kvæðasavn

Jatvarðs ríma

Uppskrift: FK 66A.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tit nú lýða á,
ljóð geva mær,
jallin ráddi for Noregi,
tvey onkarbørn átti sær.

Glymur dansur í høll,
dans sláið í ring!
Glaðir ríða Norðmenn
at halda várting.

2. Einki gjørdi Niklas
uttan sang av síni bók,
tað var hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló.

3. Tað var ungi Jatvarð,
ið saltrið sló,
møtti honum føgur fylgismoy,
áðrenn upp rann sól.

4. »Hví vakir tú so árla,
hví vakir tú so snimma?«
»Míni eygu vatn at taka,
tað eru ørindini.«

5. Svaraði ungi Jatvarð
í glentari sín:
»Mong er føgur skikkjan,
men falskt býr undir lín.«

6. »Tú kanst ongar skikkjur spotta,
ei hvat undir býr,
líkari var tær, Jatvarð,
at hevnt faðir tín.

7. Tú kanst ongar skikkjur spotta,
ei hvat undir stár,
líkari var tær, Jatvarð, at vita,
hvør tín faðir vá.

8. Líkari var tær, Jatvarð, at vita,
hvør tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.«

9. »Hoyr tú, føgur fylgismoy,
sig mær satt ífrá,
hvøssu var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá?«

10. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
tað var reystur Spaniakongur,
ið tín faðir vá.«

11. »Hoyr tað, føgur fylgismoy,
tú kanst mítt mál væl skilja,
eg eigi hvørki vinir ei frændur,
mær til kongin fylgja!

12. Honum gevi eg
míni silvdragin skinn,
mær vil bera boðini
for Ívar hólmin inn.«

13. »Hav tú sjálvur
tíni silvdragin skinn,
eg skal bera boðini
for Ívar hólmin inn!

14. Tú kemur at tí fyrsta portri,
býst tær ei við frið,
liggja har tólv hvítabjarnir
bundnar við.

15. Higar at tær hvítabjarnir
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

16. Tá ið tær síggja
svørðseggjar við,
allar detta hvítabjarnir
steindeyðar niður.

17. Tú kemur at tí øðrum portri,
hellir inn á gólv,
liggja har í bondunum
úlvhundarnir tólv.

18. Higar ið teir úlvhundarnir
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

19. Tá ið teir síggja
svørðseggjar við,
allir detta úlvhundarnir
steindeyðir niður.

20. Har sært tú Spaniakongins
fyrsta eyð,
har stendur manshøvur
á hvørji jarnsteyg.«

21. So læt ungi Jatvarð
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

22. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

23. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
stavn og stýri av reyðargulli
har skín sólin í.

24. Letur laða í bæði borð
virtur og so bjór,
um enn hann siglir fimtan vetur,
ei kortar hann stórt.

25. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Spanialand.

26. Sigldu upp tann boðafart,
so tann breiða fjørð,
vistu ikki, hvar teir vóru,
á himli ella á jørð.

27. Sigldu upp tann boðafart,
so tað breiða hav,
tá ið teir drukku ervi
eftir faðir Jatvarð.

28. Smaludrongur í líðum situr,
goymir smalugeit,
hann sær skip av havi koma,
havnir vilja leita.

29. Allar rekur hann smalurnar
út á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.

30. Síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.

31. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«

32. »Sært tú skip av havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man ungi Jatvarð
at hevna faðir sín.«

33. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

34. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Jatvarð
sínum fótum á land.

35. Fyrstur stígur Jatvarð
sínum fótum á land,
so hin ungi Ívar hólm
undir hans høgru hand.

36. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

37. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Spaniakongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

38. Hann kom at tí fyrsta portri,
búddist ei við frið,
stóðu har tólv hvítabjarnir
bundnar við.

39. Higar ið tær hvítabjarnir
vildu at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

40. Higar ið tær sóu
svørðseggjar við,
allar duttu hvítabjarnir
steindeyðar niður.

41. Hann kom at tí øðrum portri,
heldi inn á gólv,
lógu har í bondunum
úlvhundarnir tólv.

42. Higar ið teir úlvhundarnir
vildu at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

43. Hann sá Spaniakongins
fyrsta eyð,
hann sá standa manshøvur
á hvørji jarnsteyg.

44. Tá ið hann loysti
sítt faðirs høvur niður,
tað var hansara fagra kinn,
hon bliknaði við.

45. »Vælkomin, ungi Jatvarð,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

46. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
onnur havi eg ørindi
higar í dag til tín.

47. Onnur havi eg ørindi
higar í dag til tín,
eg havi ongar bøtur tikið
eftir faðir mín.

48. Tá eg fór av Noregi,
búddist eg ei við frið,
kongurin, kom av hallini út,
brynja út alt títt lið!«

49. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Spaniakongur
brynjað út hundrað tólv.

50. Tá hevði reystur Spaniakongur
brynjað út hundrað tólv,
Jatvarð og hann Ívar hólm
riðu har ímót.

51. So ríða teir frændur tveir
beinan vegin fram,
klúgva hvønn um tvøra,
móti teimum rann.

52. Klúgva hvønn av um tvøra,
móti teimum rann,
eftir stóð tá Spaniakongur
við sín triðja mann.

53. Tað var reystur Spaniakongur,
kreyp undir borgarlið:
»Mín keri Jatvarð,
gev mær grið!«

54. »Slíkan skalt tú griðin
av mær fá,
sum tú lætst mín sæla faðir
av sínum lívi gá.

55. Slíkan skalt tú griðin
av mær tiggja,
sum tú lætst mín sæla faðir
av sínum lívi byggja.«

56. Tað var ungi Jatvarð,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Spaniakong
sundur í lutir tvá.

57. Hann kleyv sjálvan Spaniakong
sundur í lutir tvá,
báðar hansara sveinarnar
legði hann honum hjá.

58. Tað var ungi Jatvarð,
smílist undir lín:
»Nú havi eg nakrar bøtur tikið
eftir faðir mín.«

59. Tað var ungi Jatvarð,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
for Spaniadrotning inn.

60. Drotningin hon blandar honum
eitur út í vín,
enntá hugdi Jatvarð
at fingurgulli sín.

61. Enntá hugdi Jatvarð
at fingurgulli góð,
sveitkast hansara fingurgull,
tað rodnaði sum eitt blóð.

62. Drotningin hon blandar
eitur út í vín,
ber so inn fyri Jatvarð,
læt hann drekka til sín.

63. Tað er ungi Jatvarð,
svarar so frá sær,
sjálva bað hann ríku frú
skálum drekka av.

64. Tað var Spaniadrotningin
av skálunum drakk,
sundur gekk lindin,
og hennara hjarta sprakk.

65. Tað var ungi Jatvarð,
sínum svørði brá,
hann kleyv Spaniadrotningina
sundur í lutir tvá.

66. Hann kleyv Spaniadrotningina
sundur í lutir tvá,
allar hennara moyggjarnar
legði hann henni hjá.

67. Tað var ungi Jatvarð,
smílist undir lín:
»Nú havi eg nógvar bøtur tikið
eftir faðir mín.«

68. So ríða teir frændur tveir
gjøgnum grøna lund,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ella hund.

69. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.

70. Tað var ungi Jatvarð,
fell pá síni knæ,
meðan hann frúnna fylgismoy
til ektar festi sær.

(c) Dansifelagið í Havn