Kvæðasavn
Jústinjals kvæði
Uppskrift: FK 68A.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
Fyrsti táttur
1. Hildibrand kongur á Bretlandi,
gott er at taka til evna,
átt hevur hann sær tógvar synir,
báðar kann eg væl nevna.
Nú siglir edilingur av Noreg,
blíður rennur byrur millum borða.
2. Átt hevur hann sær tógvar synir,
báðar kann eg væl nevna,
Elvar og hann Brandar sterki
kunnu væl dreingjum stevna.
3. Elvar er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«
4. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
5. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Sjúrður keisar
væna dóttur ár.
6. Sjúrður keisar dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.«
7. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.«
8. Elvar gongur for faðir sín,
fellur for honum í knæ:
»Eina bøn, ið eg teg biði,
hana vita tú mær!
9. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
hvat eg sigi tær,
eg fari meg til Sakslanda,
tú skalt fylgja mær!
10. Sjúrður keisar dóttur eigur,
søgur ganga frá,
hon er bæði vitur og von,
kundi eg hana fá.«
11. »'Lykingst' er at hyggja upp,
tó hevur tú tagað leingi,
keisarin hevur av lívi tikið
so mangar reystar dreingir.
12. Hoyr tú, Elvar, sonur mín,
hvat eg sigi tær:
far tú teg til Sakslanda,
men ikki fylgi eg tær!
13. Hoyr tú, Elvar, sonur mín,
tað skal eg tær gera,
Brandar og riddarin Jústinjall
teir skulu við tær fara!«
14. So letur Elvar, kongins son,
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
15. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
16. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
høgt í miðjan ský.
17. Inn kemur Ringur árla morgun,
mælir av tungum inna:
»Nú lystir meg til Sakslanda
mín svágurbróður at finna.«
18. Svaraði ein av sveinunum,
heldur á ringi reyða:
»Verði eg eftir á Girtlandi,
skal mangur síggja sín deyða.«
19. Svaraði annar av sveinunum,
væl kann brandi rjóða:
»Verði eg eftir á Girtlandi,
skal eingin standa til bótar.«
20. Svaraði junkarin Valdimarur,
honum stóð so nær:
»Kvittar tú til Sakslanda,
eg skal fylgja tær.«
21. Svaraði Ringur, Girtlands kongur,
var hans móðurbróðir:
»Eg meini, tykur ungu menn
allir eru óðir.«
22. So letur Ringur, Girtlands kongur,
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
23. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
24. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
hátt í miðjan ský.
25. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.
26. Kasta síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig Ringur, Girtlands kongur,
sínum fótum á land.
27. Fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
so hann junkarin Valdimarur
undir hans høgru hand.
28. Ringur gekk frá strondum niðan
mitt í mannamúgva,
kinnin reyð sum hummarsklógv
og eyga sum í dúgvu.
29. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
30. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður keisar við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
31. Ringur stendur á hallargólvi,
svarar so frá sær:
»Her er Valdimar, sonur tín,
til Girtlands fór við mær.«
32. »Vælkomin, Valdimar, sonur vár,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
33. Smaludrongur í líðum
goymir smalugeit,
hann sær skip av havi koma,
havnir vilja leita.
34. Smaludrongur geitum rekur
út á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.
35. Síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.
36. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«
37. »Sært tú skip av havi koma,
seglini ovurblá,
vera man onkur høvdingur
at biðja dóttur vár.«
38. Kongurin gongur í grasagarð
við trega og tunga sút,
tekur hann upp tær illgerningar,
sendir í havið út.
39. So vóks tá hin stóra alda,
sandur á tiljum breyt,
so stýrdi hann Jústinjall,
beinur knørrur fleyt.
40. So vóks tann hin stóra alda,
illgerð mátti kallast,
so stýrdi hann Jústinjall.
at hvørgum borði hallar.
41. Átta dagar Elvar ungi
í eysturmáli stendur,
so stýrdi hann Jústinjall,
at blóðigar vindur hann hendur.
42. »Hoyr tú, riddarin Jústinjall,
hvat eg sigi tær,
hvat ið eg tilgevi nú,
tú takka ikki mær!
43. Hoyr tú, riddarin Jústinjall,
tað skal eg tær veita,
tá ið tú kemur í størstu neyð,
tá skalt tú á meg heita!
44. Hoyr tú, riddarin Jústinjall,
akt væl orðum mín,
tú fært ikki í víggi sár
uttan av bróður tín!
45. Tak tú hetta rúnarkelvi,
hav ikki fleiri orð,
tá ið tú kemur í størstu neyð,
tú kast tað út for borð!«
46. Hann tók upp tað rúnarkelvi,
kastar út for borð,
ikki mátti gerning vaksa,
megnaði vóru hans orð.
47. Hann tók upp tað rúnarkelvi,
kastaði út á sjó,
ikki mátti gerning vaksa,
slætnaði sum á ló.
48. Elvar situr og klæðir seg
eina morgunstund,
glaður leggur Jústinjall
skipum undir lund.
49. Elvar situr og klæðir seg
eina morguntíð,
glaður leggur Jústinjall
skipum undir líð.
50. Kasta síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig Elvar, kongins son,
sínum fótum á land.
51. Fyrst steig Elvar, kongins son,
sínum fótum á land,
Brandar og riddarin Jústinjall
undir hans høgru hand.
52. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
53. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður keisar við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
54. Jústinjall stendur á hallargólvi
væl í góðan tíma:
»Komin er Elvar, kongins son,
at biðja dóttur tína.«
55. Upp steig ungi Gormundur,
gull bar seg á hand:
»Kongurin, gev mær tína dóttur,
ella rým av land!«
56. Svaraði ein av monnum hans,
for breiðum borði stóð:
»Hoyr tað, ungi Gormundur,
feya væl tíni orð!«
57. Leingi sat hann Sjúrður keisar,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Jústinjall
eitt hóvligt andsvar fá.
58. Svaraði junkarin Valdimarur
fyrsta orðið tá:
»Svara dreingjum høviskliga,
á moynni hevur tú ráð!«
59. »Far teg aftur til Bretlanda,
vilt tú míni orðin tiggja,
ver har bryggjari nakra tíð,
so vanur í árni at liggja!«
60. Tað er riddarin Jústinjall,
svarar so for seg:
»Eg kann ikki at bera út øsku,
uttan tú lærir meg.«
61. Kongurin steig upp skundiliga,
søgur ganga frá,
sló so tríggjar av Elvars monnum,
høvur á gólvi lá.
62. Jústinjall stendur á hallargólvi,
sló so upp í gleim:
»Fært tú ikki tað væna vív,
so sigl við ærum heim!«
63. Kongurin steig upp skundiliga,
søgur ganga frá,
sló so seks av Elvars monnum,
høvur á gólvi lá.
64. Jústinjall stendur á hallargólvi,
sló so upp í gleim:
»Fært tú ikki tað væna vív,
so sigl við ærum heim!«
65. Svaraði riddarin Jústinjall,
á hallargólvi stóð:
»Sjaldan frægur faðir mín
ørindaleysur fór.«
66. Jústinjall stendur á hallargólvi,
slíkt er mikil villa,
tá tonktu kempur innanhallar:
»Nú gerast leikir illir.«
67. Jústinjall stendur á hallargólvi,
søgur ganga frá,
sló so tólv av Sjúrðar monnum,
høvur á gólvi lá.
68. »Tá eg fór av Bretlandi,
búddist eg við frið,
kongurin, kom av hallini út,
brynja út alt títt lið!«
69. Kongurin leyp um hallargólv,
mongum vann hann sút,
øvigur snúðist Elvar ungi
av hallardurum út.
70. Kongurin snúðist av durum út,
hann hevði so lættan fót,
setti stokkar for hallardyr,
so eingin náddi út.
71. Jústinjall stendur á hallargólvi,
kongins lið hann fellir,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gellir.
72. Jústinjall stendur á hallargólvi,
tykist vera í vanda,
burtur var hans góða svørð
millum hans beggja handa.
73. Tretivu sló hann kempur deyðar,
allar við sínum neva,
tá fell riddarin Jústinjall
niður á síni knæ.
74. Upp leyp ungi Gormundur
Jústinjall at vega,
Valdimar svørð yvir herðum treiv:
»Tú eyka ikki moynni trega!«
75. Svaraði riddarin Jústinjall,
meðan hann lá á knæ:
»Bannaður verði tú, illi dvørgur,
annað spáddi tú mær!«
76. Aftur kom hans góða svørð
millum hans tveggja handa,
tá leyp riddarin Jústinjall
aftur á føtur at standa.
77. Upp leyp riddarin Jústinjall
við sín lætta fót,
fimmti sló hann kempur deyðar,
eingin stóð til bót.
78. Tað var riddarin Jústinjall,
vildi ei lata seg fongsla,
spenti fót á hallardyr,
so hurðin fleyg av hongslum.
79. So ríður hann Sjúrður keisar
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.
80. Fylgdi honum Ringur, Girtlands kongur,
royndi góðar gripir,
feldi niður av Elvars monnum
tíggju for hvørja sipu.
81. So ríður Elvar kongins son
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.
82. Fylgdi honum Brandar, bróðir hans,
royndi góðar gripir,
feldi niður frá Sjúrð keisar
tíggju for hvørja sipu.
83. So ríður riddarin Jústinjall,
hevur ei hondum hóv,
klývur hvønn um tvøra
og varpar út á sjó.
84. Elvar ríður í herin fram
við sínar gulmur gjarðar,
ein fleyg ørvin fyri hans bróst,
deyður fell hann til jarðar.
85. Tá ið Elvar kongins son
deyður til jarðar fell,
standsaði fyrstur Jústinjall,
síðan hirðin øll.
86. Svaraði riddarin Jústinjall,
sær á ringin reyða:
»Tað skal standa eitt stríð í dag
eftir vár harras deyða.«
87. Tað er riddarin Jústinjall,
inn í herin rendi,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann vegur á ymsar hendur.
88. Eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann vegur á ymsar hendur,
tað er Ringur, Girtlands kongur,
móti honum rendi.
89. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
Ringur og riddarin Jústinjall,
tá bar báðum saman.
90. Tað var riddarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Girtlands kong
sundur í lutir tvá.
91. Tað var riddarin Jústinjall,
aftur í herin vendi,
tað var Sjúrður kongins son,
ímóti honum rendi.
92. Tað var riddarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
hann kleyv Sjúrð kongins son
sundur í lutir tvá.
93. Betur hann sat á Girtlandi
enn verið so fúsur til orða,
tí er satt, hvat talað er,
at fátt kann feigum forða.
94. Feldi niður á Sakslandi
væl hundraði tólv,
einsamallur Sjúrður keisar
á grønum vølli stóð.
95. »Ríðum nú til hallar heim,
gullið skulu vit skifta,
eg man ikki mætari manni
mína dóttur gifta!«
96. Tað er riddarin Jústinjall,
svarar so frá sær:
»Nú skal eg festa tína dóttur,
so lítið at takka tær.«
97. Tí svaraði Sjúrður keisar
av so tungum stríði:
»Sig mær, riddarin Jústinjall,
allar ættir tínar!«
98. »Landrus var mín faðir,
frú Óluva hans móðir,
Ásmundur kongur í Húnalandi
er mín sæli bróðir.
99. Tá eg stýrdi hjá Álvi kongi
yvir tann bylgja blá,
var eg ungur á aldrinum,
ei yvir fimtan ár.
100. Tá eg stýrdi hjá Álvi kongi,
tá ið hann læt lív,
hetta er nú tað tólvta stríð,
nú vann eg tað væna vív.«
101. Tað var riddarin Jústinjall,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
102. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Jústinjall og hans vív.
103. So letur ungi Gormundur
síni skipin búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
104. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.
Annar táttur
105. Nú skal taka upp annan tátt,
lata henda fara,
um hann Ring hin sterka
oman av Miklagarði.
106. Ringur er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
»Hvat vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«
107. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
108. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Sjúrður keisar
væna dóttur ár.
109. Sjúrður keisar dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.«
110. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.«
111. Ringur gongur for faðir sín,
fell for honum í knæ:
»Eina bøn, ið eg teg biði,
hana veit tú mær!
112. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
hvat eg sigi tær,
eg ætli mær til Sakslanda,
tú skalt fylgja mær!«
113. »'Lykynskt' er at hyggja upp,
tú hevur tagað leingi,
Jústinjall hevur av lívi tikið
so mangar reystar dreingir.
114. Hoyr tú, Ringur, sonur mín,
hvat eg sigi tær:
far teg ikki til Sakslanda,
og ikki fylgi eg tær!«
115. Ringur snúðist av hallini út,
tók hans orð við reiði:
»Tó skal eg til Sakslanda,
eg komi ikki aftur úr teirri.«
116. »Lítið virði eg kongins vreiði,«
so læt Ringur svara,
»hoyr tú, Herint, bróðir mín,
tú skalt við mær fara!«
117. So læt Ringur, kongins son,
síni skipin gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.
118. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
119. Bræddir vóru brandar,
stavnar av reyðargull,
stýrir hann Ringur, kongins son,
so frægur í huga full.
120. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.
121. Kasta síni ankør
á so hvítan sand,
fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land.
122. Fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
so hann Herint, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
123. Svaraði frúgvin Kristin,
'gjespa hidgin' vitra:
»Er hatta Ringur, kongins son,
so man eg einkja sita.«
124. Ringur gekk frá strondum niðan,
mitt í mannamúgva,
kinnin reyð sum hummarsklógv,
eygað sum í dúgvu.
125. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
126. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður keisar við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
127. Ringur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Sjúrður keisar,
gev mær dóttur tína!«
128. Leingi sat hann Sjúrður keisar,
hugsaði um tey ráð,
hvøssu hann skuldi Ringi
eitt háðuligt andsvar fá.
129. »Eg havi givið henni mannin tann,
væl kann fyri henni ráða,
kemur tú í ferð við hann,
tá stendur títt lív í váða.
130. Eg havi givið henni mannin tann,
væl kann fyri henni stýra,
kemur tú í ferð við hann,
so manst tú lívið týna.«
131. Tá svaraði Ringur ungi:
»Nú man tað so vera,
Jústinjall skal eg av lívi taka,
Kristin mín frilla vera.«
132. Ringur so til orða tekur,
gerst so nýtur drongur:
»Jústinjall, gev mær tína drotning,
eg biði nú ikki longur!«
133. Svaraði keisarin Jústinjall,
kundi ei longur tiga:
»Skammast tú ikki, ungi maður,
annans konu at biðja!«
134. Ringur so til orða tekur:
»Nú man tað so vera,
eg skal teg av lívi taka,
Kristin mín frilla vera.«
135. Svaraði keisarin Jústinjall:
»Ei man tað so vera,
ei skal Kristin drotningin
frillunavnið bera.«
136. Ringur leyp um borðið fram
Jústinjall at vega,
Valdimar hendur um svørðið treiv:
»Eyka ikki frúnni trega!«
137. Jústinjall leyp um borðið fram,
mongum elvir hann sút,
øvigar bardust reystar kempur
av hallardurum út.
138. Ringur snúðist av hallini út,
mikil var mannatrongd,
feldi niður hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.
139. Roðin settist á himmalin upp
í tí grumma vígi,
Ringur ungi og Jústinjall
møttust teir í stríði.
140. Ringur ungi og Jústinjall
møttust hvør øðrum ímóti,
glumdi so á jørðini,
sum tey varpa gróti.
141. So ríður Ringur, kongins son,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.
142. Fylgdi honum Herint, bróðir hans,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
143. So ríður hann Brandar sterki
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
144. Fylgdi honum junkarin Valdimarur
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
145. Eftir kom keisarin Jústinjall,
hevur ei hondum hóv,
klývur hvønn um tvøra
og varpar út á sjó.
146. Feldi niður frá Ringi unga
væl hundraðini tólv,
einsamallur sjálvur hann
á grønum vølli stóð.
147. Tað var keisarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Ring hin unga
sundur í lutir tvá.
148. Boðini fóru til landanna,
gott er at taka til evna:
»Falnir eru brøður tveir,
um faðir vil synir hevna.«
149. Letur hann samla fólkið saman
av trimum konga landi,
sigldu so til Sakslanda,
teim var ikki sjógvur at grandi.
150. Boðini fóru til Sakslanda,
gott er at taka til evna:
»Koma skal sjálvur Haraldskjøldur
sínar synir at hevna.«
151. Jústinjall situr í hásæti,
tykist vera í vanda:
»Fallið er alt mítt besta fólk,
eg kann honum ei bestanda.«
152. Svaraði hansara dýra drotning:
»Nú man tað so vera,
nú skal lata boðini
til Húnalanda gera.
153. Nú skal lata boðini
til Húnalanda bera,
vita um Ásmundur, bróðir tín,
vil nakran dugnað gera.
154. Valdimar, far til Húnalanda,
legg tær væl í minni,
ongan skalt tú søtan sova,
fyrr enn tú Ásmund finnur!«
155. Tað var junkarin Valdimarur
heim í garðin fór,
úti sjálvur Ásmundur
fyri honum stóð.
156. »Ver vælkomin, Valdimarur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
157. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
koma skal sjálvur Haraldskjøldur
at hevna sonin sín.
158. Nú er Jústinjall, bróðir tín,
staddur í stórum vanda,
deytt er alt hans besta fólk,
hann kann honum ei bestanda.«
159. So letur ungi Ásmundur
síni skipin búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
160. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.
161. Kasta síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig ungi Ásmundur
sínum fótum á land.
162. Fyrst steig ungi Ásmundur
sínum fótum á land,
so hann junkarin Valdimarur
undir hans høgru hand.
163. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
164. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Jústinjall fyri borði sat
við monnum hundrað fimm.
165. »Vælkomin, Ásmundur, bróðir mín,
higar nú til mín,
koma skal sjálvur Haraldskjøldur
at hevna sonin sín!«
166. »Bjóð tú honum tað blanka silvur,
so tað gullið reyða,
tað skal hann í bøtur taka
eftir sonar deyða!«
167. Møttust teir í havinum,
kundu væl beita brandi,
Haraldskjøldur á Miklagarði
og Ringur av Íralandi.
168. Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.
169. Kasta síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig reystur Haraldskjøldur
sínum fótum á land.
170. Fyrst steig reystur Haraldskjøldur
sínum fótum á land,
so hann Ringur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
171. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
172. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Jústinjall fyri borði sat
við monnum hundrað fimm.
173. »Ver vælkomin, Haraldskjøldur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
174. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hvaðna minni um vín,
ongar havi eg bøtur tikið
eftir synir mínar!«
175. »Eg bjóði tær tað blanka silvur,
so tað gullið reyða,
tað skalt tú í bøtur taka
eftir sonar deyða.«
176. »Tað verður ei tað blanka silvur,
ei tað gullið reyða,
eg leggi á mín kistubotn
eftir sonar deyða.«
177. Svaraði keisarin Jústinjall,
kundi ei longur tiga:
»Er tað siður í tínum landi
annans konu at biðja?«
178. »Hoyr tú, keisarin Jústinjall,
eg sigi tær satt ífrá,
eg havi ikki sent hann út,
hann fór av sjálvs síns ráð.«
179. Haraldur leyp um borðið fram
Jústinjall at vega,
Valdimar svørð yvir herðum treiv:
»Tú eyka ikki frúnni trega!«
180. Tað var ungi Ásmundur,
snarliga hann sær vendi:
»Drep ikki keisaran Jústinjall,
hann er mín nærskyldur frændi!«
181. Jústinjall leyp um borðið fram,
mongum elvir hann sút,
øvigar bardust kempur tvær
av hallardurum út.
182. Snúddust teir av hallini út,
mikil var mannatrongd,
feldu meiri enn hundrað mans
teir ruddu fyri sær gongd.
183. Tað var keisarin Jústinjall,
inn í herin rendi,
tað var mær av sonnum sagt,
hann mangan sveita rendi.
184. So ríður Ásmundur, bróðir hans,
hevur ei hondum hóv,
klývur hvønn um tvøra
og varpar út á sjó.
185. So ríður Haraldur á Miklagarði
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
186. Fylgdi honum Ringur av Íralandi
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
187. Tað var keisarin Jústinjall,
aftur í herin vendi,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann mangan sveita rendi.
188. Eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann mangan sveita rendi,
har kom Ásmundur, bróðir hans,
hann móti honum vendi.
189. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá eggjar bórust saman.
190. Teir høgga títt, teir líva lítt,
lata ei háttri linna,
høgga so títt pá báðar hendur,
klúgva tað stálið stinna.
191. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
192. So høggur hann Ásmundur
fast av miklum móði,
ikki visti Jústinjall,
fyrr enn heitt rann honum blóðið.
193. Tað var keisarin Jústinjall,
vildi ikki fíra,
klývur burt av Ásmundi
hjálmin tann hin dýra.
194. Svaraði ungi Ásmundur,
hjálmur losnar av bondum:
»Tílíkt havi eg einki høgg
fingið av nakran mans hondum.«
195. Tað er keisarin Jústinjall,
hugsar so við sær:
»Hetta er sárið tað,
ið dvørgurin spáddi mær.«
196. Svaraði keisarin Jústinjall
av so tungum stríði:
»Siga skalt tú mær, ungi maður,
allar ættir tínar!«
197. »Landrus kongur er faðir mín,
frú Óluva var hans móðir,
tað er keisarin Jústinjall,
hann er mín næsti bróðir.«
198. »Var Landrus kongur faðir tín,
frú Óluva hans móðir,
illa er borið til í dag,
eg eri tín sæli bróðir.«
199. Tað er keisarin Jústinjall,
aftur í herin vendi,
tað er mær av sonnum sagt,
hann mangan sveitan rendi.
200. Feldi niður for Haraldskjøld
væl hundraðini tólv,
einsamallir brøður tveir
á grønum vølli stóð.
201. Feldu niður for Haraldskjøld
alt hans valdra lið,
báðar teir á hondum tók,
men teimum gav hann grið.
202. Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Miklaland.
203. Ásmundur gekk til strandar oman,
gull ber seg á hand,
fylgdi honum Jústinjall
niður til sjóvarstrand.
204. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Húnaland.
Triði táttur
205. Jústinjall situr í hásæti,
tá rann honum í sinni:
»Nú lystir meg til Girtlanda
Gormund kong at finna.«
206. Tað er frúgvin Kristin,
hon andar í hans munn:
»Minst væl, keisarin Jústinjall,
honum eru svikini kunn!«
207. So letur keisarin Jústinjall
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
208. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
209. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargull,
har skín sólin á.
210. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.
211. Sveinin var á skógnum staddur,
goymdi smalugeit:
»Eg sær skip av havi koma,
havnir vilja leita.«
212. Allar rekur hann smalurnar
út á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.
213. Síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.
214. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«
215. »Sært tú skip av havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man keisarin Jústinjall,
kemur at vitja mín.«
216. Kongurin gongur í grasagarð
við tregan og tunga sút,
ramar ristir hann illgerningar,
sendir í havið út.
217. So veks veður á sjónum snart,
illgerð mátti kallast,
so stýrdi hann Brandar sterki,
knørrurin tók at halla.
218. Upp leyp keisarin Jústinjall
við sín lætta fót,
so stýrdi hann tann stóra knørr,
hann legði hann upp ímót.
219. So var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kallast,
so stýrdi keisarin Jústinjall,
hvørgum borði hallar.
220. Jústinjall tók sítt rúnarkelvi,
kastar út for borð,
ikki mátti gerning vaksa,
megnaði vóru hans orð.
221. Jústinjall tók sítt rúnarkelvi,
kastar út á sjó,
ikki mátti gerning vaksa,
slætnaði sum á ló.
222. Kastar hann síni ankørini
á so hvítan sand,
fyrst steig keisarin Jústinjall
sínum fótum á land.
223. Fyrst steig keisarin Jústinjall
sínum fótum á land,
tá var sjálvur Gormundur kongur
riðin niður til strand.
224. »Vælkomin, keisarin Jústinjall,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!
225. Ver vælkomin, Jústinjall,
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vintur,
síðan eg læt veitslu búgva.
226. Í grasagarði stendur ein borg,
takt við marmorsteini,
har skalt tú, Jústinjall, inni sova
við allar tínar sveinar.
227. Í grasagarði stendur ein borg,
takt við marmor hin dýra,
har skalt tú, Jústinjall, inni sova
við allar rekkar tínar.«
228. Falsarin teim mjøðin
skeinkir út í vín,
fyrstur sovnaði Jústinjall
fram úr sessi sín.
229. So skeinkir hann falsarin
mjøðin fram í høll,
fyrstur sovnaði Jústinjall,
síðan hirðin øll.
230. Gormundur so til orða tekur,
nú er hirðin sovnað:
»Tað skal kosta hálsbein títt,
letur tú mjøðin dovna.«
231. Falsarin gongur for kongin,
sigur honum frá:
»Nú svevur keisarin Jústinjall
og alt tað lið, hann ár.«
232. Kongurin biður falsaran
snúgva eld í borg:
»Fyri unti mær Jústinjall
trega og tunga sorg.«
233. Vaknar upp keisarin Jústinjall,
slær hann saman hendur:
»Sovið ei longur, mínir menn,
tit eru nú inni brendir!«
234. Svaraði keisarin Jústinjall,
verið hevði í leikum:
»Tøkum várar reyðu skjøldrar,
berum borg úr neipum!«
235. Dreingir sprungu í borgarkálva,
øllum tókti undur,
borgin brast í tógvar lutir,
neipur gingu sundur.
236. Tað var keisarin Jústinjall,
væl mundi honum skína,
hann slapp út á víðan vøll
við allar rekkar sínar.
237. Svaraði keisarin Jústinjall
fyrsta orðið tá:
»Tað skal standa eitt stríð í dag,
um enn eg liva má.«
238. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Gormundur kongur
brynjað út hundrað tólv.
239. Tá hevði reystur Gormundur kongur
brynjað út hundrað tólv,
Brandar og keisarin Jústinjall
riðu har ímót.
240. Brandar ríður í herin fram,
fáum kann hann hóv,
klývur hvønn um tvøra
og varpar út á sjó.
241. So ríður junkarin Valdimarur
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.
242. So ríður keisarin Jústinjall,
hevur ei hondum hóv,
klývur hvønn um tvøra,
og varpar út á sjó.
243. Kongurin gongur í grasagarði,
úr skjúrtu vant hann sveita,
visti sær eingi svinri ráð,
enn tá var á Óðin at heita.
244. »Við kropp og sjel, við búk og bein,
tað vil eg tær geva,
drepur tú tann sterka her
og skilur meg við tann trega.«
245. Ein kom maður á víðan vøll fram,
eingin ið hann kendi,
eittans eyga í heysi bar,
ein finskan boga í hendi.
246. Ein kom maður á víðan vøll fram,
vá við eggjateini,
eittans eyga í heysi bar,
knept var brók at beini.
247. Óðin reikar um grønan vøll
snart og ikki leingi,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
248. Jústinjall tokar í herin fram,
nógv átti gull og fíggja,
møtti honum Óðin nasagrái,
hvørgin vildi flýggja.
249. Jústinjall tokar í herin fram,
gevur nú ongan grið:
»Vandi er í hesi ferð,
sitið tit allir niður!«
250. Brandar tokar í herin fram,
hann tók seg ikki í vara,
ein kom ørvin fyri hans bróst,
deyður fell hann til jarðar.
251. Jústinjall stendur á grønum vølli,
svarar so frá sær:
»Bannaður verði tú, Gormundur kongur,
ið hetta voldi mær!«
252. Roðin settist á himmalin upp
av so grummum vígi,
Óðin og keisarin Jústinjall
møttust teir í stríði.
253. Hann kleyv av honum herklæði,
kjøt og kjálkafillur,
svaraði Óðin nasagrái:
»Nú gerast leikir illir.«
254. Óðin stoyttist í jørðina
undir vørildar vís:
»Tær gevi eg nú, Jústinjall,
sigur og fagran prís.«
255. Tá ið Gormundur hetta sá,
at Óðin undan flýggjar,
tá fór hann í luftina upp
eitur á hann at spýggja.
256. Tað var keisarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Gormund kong
sundur í lutir tvá.
257. »Her liggur tú, Gormundur,
annað ætlaði tú tær,
enn eri eg á lívi í dag,
deyðan ætlaði tú mær.«
258. Jústinjall stendur á grønum vølli
við so mangan mann,
hann gav Valdimar systur sína,
teimum Girtland.
259. Mong er ríman í forðum gjørd
um mangar heltar ríkar,
Jústinjall og brøður hans
fáir finnast slíkir.
(c) Dansifelagið í Havn