Kvæðasavn

Jústinjals kvæði

Uppskrift: FK 68B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

87. Tað er riddarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Sjúrð hin unga
sundur í lutir tvá.

88. Betur hevði hann sitið á Girtlandi,
ei verið so fúsur til orða,
tað er satt, ið talað er,
fátt skal feigum forða.

89. Tað var riddarin Jústinjall
aftur í herin vendi,
tað var mær á sanni sagt,
hann mangan sveitan rendi.

90. Feldi niður for Sjúrð keisara
væl hundraði tólv,
einsamallur Sjúrður keisar
á grønum vølli stóð.

91. »Førum okur til hallar heim,
gull millum okur skifta,
eg veit ikki mætari manni
mína dóttur gifta.«

92. Jústinjall stendur á grønum vølli,
svarar eitt orð for sær:
»Nú skal eg ekta tína dóttur,
eg takki slætt ikki tær.«

93. Tí svaraði Sjúrður keisar
av tí tunga stríði:
»Siga skalt tú mær, hin unga kempa,
allar ættir tínar.«

94. »Landrus kongur mín sæli faðir,
frú Óluva var mín móðir,
Ásmundur í Húnalandi
er mín sæli bróðir.

95. Tá ið eg stýrdi hjá Álvi kongi
tann bratta bylgjan blá,
tá var mær á sanni sagt,
tá var eg trettan ár.

96. Tá eg stýrdi hjá Álvi kongi,
tá Álvur kongur læt lív,
hetta er mín hin tólvta ferð,
nú vinni eg tað væna vív.«

97. Tað var riddarin Jústinjall,
fell upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Kristina
til ektar festi sær.

98. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Jústinjall og hans vív.

99. Tað var riddarin Jústinjall,
reyðargull bar á hand,
síðan fylgdi hann Gormundi kongi
niður til sjóvarstrand.

100. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

101. Tað var riddarin Jústinjall,
reyðargull bar á hand,
síðan fylgdi hann Brandar sterka
niður til sjóvarstrand.

102. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Bretland.

103. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Brandar sterki
sínum fótum á land.

104. Fyrstur steig hann Brandar sterki
sínum fótum á land,
tá var Hildibrand, faðir hans,
riðin niður til strand.

105. Tí svaraði Hildibrand,
sær bar gull á hand:
»Hvar er Elvar, bróðir tín,
hann leyp ikki fyrstur á land?«

106. Tí svaraði Brandar sterki,
kundi sær mál væl skilja:
»Deyðan sigi eg bróður mín,
ilt er satt at dylja.

107. Hoyr tú, mín hin sæli faðir,
hvat ið eg tali til tín,
tað er riddarin Jústinjall,
hevur fest tað væna vív!«

Annar táttur

108. Nú skal taka upp annan tátt,
lata handa fara,
um hann Ring hin sterka
oman av Miklagarði.

109. Ringur er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

110. [Vantar.]

111. Svaraði ein av sveinunum,
stóð honum skamt ífrá:
»Best veitst tú við sjálvum tær,
hvør tín stár hugur á.

112. Best veitst tú við sjálvum tær,
hvør tín stár hugur á,
hevur tú hoyrt, at Sjúrður keisar
væna dóttur ár?

113. Men hoyr tú, Ringur kongins son,
hvat ið eg tali til tín,
tað er riddarin Jústinjall
hevur fest tað væna vív.«

114. Ringur gongur for faðir sín,
fellur for hann í knæ:
»Eina bøn, ið eg teg biði,
faðir, veit tú mær!

115. Hoyr tú, mín hin sæli faðir,
hvat ið eg sigi tær,
eg skal mær til Sakslanda,
tú skalt fylgja mær!«

116. »Líkt komst tær at hyggja upp,
tagað hevur tú leingi,
Jústinjall hevur av lívi tikið
so mangar raskar dreingir.

117. Hoyr tú, Ringur, sonur mín,
hvat ið eg sigi tær,
far tær ikki til Sakslanda,
og ikki fylgi eg tær!«

118. Ringur snúðist av hallini út,
tók tey orð við vreiði:
»Tó skal eg til Sakslanda,
eg komi ikki aftur meiri.

119. Lítið hirði eg um kongins vreiði,«
so ræður Ringur at svara,
»hoyr tú, Gyrðin, bróðir mín,
tú skalt við mær fara!«

120. So letur Ringur kongins son
síni skipin búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

121. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í toppi.

122. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

123. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land.

124. Fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
og hann Gyrðin, bróðir hans,
undir hans høgru hand.

125. Ringur gongur frá strondum niðan,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

126. Uppi í miðjum grasgarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

127. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður keisar á borði sat
við monnum hundrað fimm.

128. Ringur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Sjúrður keisari,
gev mær dóttur tína!«

129. Leingi tagdi Sjúrður keisari,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Ringi unga
hánligt andsvar fá.

130. »Eg havi givið henni mannin tann,
væl kann fyri henni ráða,
kemur tú í ferð við hann,
tá stendur títt lív í váða.

131. Eg havi givið henni mannin tann,
væl kann fyri henni stýra,
kemur tú í ferð við hann,
tá manst tú lívið týna.«

132. Svaraði Ringur, kongins son:
»Nú man tað so vera,
eg skal hann av lívi taka,
Kristin frilla vera.«

133. Svaraði Ringur, kongins son,
fyri breiða borði gongur:
»Jústinjall, gev mær Kristina,
eg biði teg ikki longur!«

134. Svaraði riddarin Jústinjall,
illa kundi hann tiga:
»Skammast tú ikki, ungi maður,
annans konu at biðja?«

135. Svaraði Ringur, kongins son:
»Nú man tað so vera,
eg skal teg av lívi taka,
Kristin frilla vera.«

136. Svaraði riddarin Jústinjall,
hann lýtur upp at hyggja:
»Ei skal frúin Kristin
við frillunavni sitja.«

137. Ringur leyp um borðið upp,
Jústinjall skuldi vega;
Valdimar hendur á svørðið tók:
»Tú vinn ikki frúnni trega!«

138. Jústinjall loypur úr stóli fram,
mongum vekir hann sút,
øvigur snúðist Ringur ungi
av hallardurum út.

139. Ringur rópar í hallina út,
mikil var mannatrongd,
feldi meir enn hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.

140. Roðin settist á himmalin upp
í tí grima vígi,
Ringur og riddarin Jústinjall
møttust teir í stríði.

141. Ringur og riddarin Jústinjall,
møttust teir í móti,
so glumdu á jørðini,
sum tú kastar gróti.

142. Tað var riddarin Jústinjall,
inn í herin vendi,
sparar hann ei sín gylta lúður,
hann mangan sveita hendi.

143. Feldi niður for Ringi unga
væl hundraði tólv,
einsamallur Ringur ungi
á grønum vølli stóð.

144. Tað var riddarin Jústinjall,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Ring hin unga
sundur í lutir tvá.

145. Boðini komu til Miklagarða,
gott er at taka til evna:
»Falnir eru báðir tygra synir,
um tú vilt tað hevna.«

146. Hann letur nú sanka fólkið saman
av trimum konga landi,
sigla so til Sakslanda,
tá var ikki sjógvur á grandi.

147. Møttust teir í havinum,
tá var ikki sjógvur á grandi,
Haraldskjøldur á Miklagarði,
Ringur av Írlandi.

148. Jústinjall situr í hásæti,
tóktist vera komin í vanda:
»Deytt er alt mítt besta fólk,
eg kann honum einki bestanda.«

149. Svaraði frúgvin Kristin:
»Nú man tað so vera,
nú skal lata boðini
til Húnalanda gera.

150. Nú skal lata boðini
til Húnalanda gera
eftir Ásmundi, bróður tínum,
nú skal tað so vera.

151. Valdimar, far til Húnalanda,
legg tað væl í minni,
ongan skalt tú søtan sova,
fyrr enn tú Ásmund finnur!«

152. Út varð leiddur gangarin
undir hallarvegg,
hann var klæddur við skarlak
niður á hóvskegg.

153. Hann var klæddur við skarlak
niður á miðal síðu,
so var allur saðilin,
ið Valdimar skuldi á ríða.

154. Valdimar leyp í saðilin upp
yvir leysum loga,
studdi seg hvørki við skjøld ella svørð,
og ei við saðilbuga.

155. Tað var junkarin Valdimar,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Ásmundur
fyri honum stóð.

156. »Ver vælkomin, junkarin Valdimar,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

157. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvæl minni um vín,
nú skal hann koma, Haraldskjøld,
at hevna synir sínar.

158. Tað er hann Jústinjall, bróðir tín,
nú er hann komin í vanda,
deytt er alt hans besta fólk,
hann kann honum einki bestanda.«

159. So letur hin ungi Ásmundur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

160. So letur hin ungi Ásmundur
byggja skipini sín,
letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín.

161. Bræddar hevði hann brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

162. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

163. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig ungi Ásmundur
sínum fótum á land.

164. Fyrstur steig ungi Ásmundur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans høgru hond.

165. Uppi í miðjum grasgarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

166. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Jústinjall á borði sat
við monnum hundrað fimm.

167. »Ver vælkomin, Ásmundur, bróðir mín,
higar nú til mín,
nú skal hann koma, Haraldskjøld,
at hevna synir sínar!«

168. »Bjóð tú honum tað blanka silvur,
so tað gullið reyða,
tað skal hann í bøtur taka
eftir teirra deyða.«

169. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

170. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Haraldskjøld
sínum fótum á land.

171. Fyrstur steig hann Haraldskjøld
sínum fótum á land,
og hann Ringur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.

172. Haraldur gongur frá strondum niðan,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

173. Uppi í miðjum grasgarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

174. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Jústinjall á borði sat
við monnum hundrað fimm.

175. »Ver vælkomin, Haraldskjøld,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

176. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvæl minni um vín,
hvat havi eg í bøtur tikið
eftir sælar synir mínar?«

177. »Eg bjóði tær tað blanka silvur,
so tað gullið reyða,
tað skalt tú í bøtur taka
eftir teirra deyða.«

178. »Tað verður ei tann skrúður skorin,
ei tað gullið reyða,
ið eg leggi á mín kistubotn
eftir teirra deyða.

179. Tað verður ei tann skrúður skorin,
ei tað hvíta lín,
ið eg leggi á mín kistubotn
eftir sælu synir mínar.«

180. Svaraði keisarin Jústinjall,
illa kundi hann tiga:
»Skammast tú ikki, tú sendi hann út
annans konu at biðja?«

181. »Hoyr tú, keisarin Jústinjall,
eg sigi tær satt ífrá,
eg havi ikki sent hann út,
hann fór av sjálvs síns ráð!«

182. Haraldur leyp um borðið upp,
Jústinjall skuldi vega,
Valdimar hendur á svørðið tók:
»Tú vinn ikki frúnni trega!«

183. Tað var hin ungi Ásmundur
snarliga hann sær vendi:
»Drepur tú Jústinjall, bróður mín,
tú skalt kenna mínar hendur.«

184. Jústinjall loypur úr stóli fram,
mongum vekir hann sút,
øvigir snúðust brøður tveir
so frægir av hallini út.

185. Hopaðu teir av hallini út,
so mikil var mannatrongd,
teir feldu meir enn hundrað mans,
ruddu fyri sær gongd.

186. Tað var keisarin Jústinjall,
inn í herin vendi,
sparar hann ei sín gylta lúður,
vegur á báðar hendur.

187. Sparar hann ei sín gylta lúður,
mangan sveita rendi,
tað var Ásmundur, bróðir hans,
móti honum vendi.

188. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av bar barnagaman,
eldur rýkur av svørðunum,
tá ið eggir bóru saman.

189. Teir høgga títt, teir líva lítt,
lata ikki stríðið lina,
høgga so fast á báðar hendur,
klúgva tað stálið stinna.

190. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann.

191. So høggur hann Ásmundur
fast av miklum móði,
ikki visti Jústinjall av,
fyrr enn heitt rann honum blóðið.

192. Tað var keisarin Jústinjall
hann vildi ikki fíra,
hann høgg niður av Ásmundi
hjálmin tann hin dýra.

193. Svaraði hin ungi Ásmundur,
tá hjálmurin losnar av bondum:
»Slíkar havi eg ongar vegið
fyri mínum hondum.«

194. Tað var keisarin Jústinjall,
hugsar hann so við sær:
»Skal hetta vera bróðir mín,
ið dvørgurin spáddi mær?«

195. Svaraði keisarin Jústinjall
av tí tunga stríði:
»Siga skalt tú mær, hin unga kempa,
allar ættir tínar.«

196. »Landrus kongur mín sæli faðir,
Óluva var mín móðir,
tað var keisarin Jústinjall,
hann er mín sæli bróðir.«

197. »Var Landrus kongur tín sæli faðir,
frú Óluva var hans móðir,
hetta er keisarin Jústinjall,
eg eri tín egin bróðir.«

198. Tað var keisarin Jústinjall,
aftur í herin vendi,
sparir hann ei sín gylta lúður,
mangan sveitan rendi.

199. Feldi niður for Haraldskjøld
væl hundraði tólv,
einsamallir brøður tveir
á grønum vølli stóðu.

200. Feldi niður for Haraldskjøld
alt hans valdra lið,
sjálvar tá á hondum tók,
teimum gav Jústinjall grið.

201. Tað var keisarin Jústinjall,
reyðargull ber á hond,
síðan fylgdi hann Haraldskjøld
niður til sjóvarstrond.

202. Tað er keisarin Jústinjall,
reyðargull ber á hond,
síðan Ásmundi bróður sínum
fylgdi niður til strond.

Triði táttur

203. Brandar var á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

204. Svaraði ein av sveinunum,
stóð honum skamt ífrá:
»Best veitst tú við sjálvum tær,
hvør tín stár hugur á.

205. Best veitst tú við sjálvum tær,
hvør tín stár hugur á,
hevur tú hoyrt, at Gormund kongur
væna dóttur ár?

206. Hevur tú hoyrt, at Gormund kongur
væna dóttur ár?
Tókti mær vera tín javnlíka,
kundi tú hana fá.«

207. Brandar gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
»Hvar veitst tú so fárligt fljóð,
ið mær er sámi at fáa?«

208. »Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
hví spyr tú tað so?
Best veitst tú við sjálvum tær,
hvør ið tín stár hugur á.«

209. »Gormund kongur dóttur eigur,
sveinar siga frá,
hana tókti mær vera sámiliga,
kundi eg hana fáa.«

210. »Líkt komst tær at hyggja upp,
tagað hevur tú leingi,
Gormundur hevur av lívi tikið
so mangar raskar dreingir.

211. Hoyr tú, mín hin sæli son,
hvat ið eg sigi tær,
far til keisaran Jústinjall,
tú bið hann fylgja tær!«

212. So letur Brandar, kongins son,
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

213. So letur Brandar, kongins son,
byggja skipin sín,
letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín.

214. Bræddar hevði hann brandar,
og skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

215. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

216. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Brandar, kongins son,
sínum fótum á land.

217. Fyrstur steig Brandar, kongins son,
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans høgru hand.

218. Uppi í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

219. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Jústinjall á borði sat
við monnum hundrað fimm.

220. »Hoyr tú, keisarin Jústinjall,
hvat ið eg biði teg,
eg skal mær til Írlanda,
tú skalt fylgja meg!«

221. Tað var frúgvin Kristin,
andaði í hans munn,
myntist við keisarin Jústinjall,
henni var svikum kunn.

222. Vundu teir upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

223. Sveinur var á skógum staddur,
goymt hevði smalur og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.

224. Síðan akslar kápu blá,
hann gongur í kongins høll:
»Eg eri mær á einum luti
vísari, enn tit eru øll.

225. Eg eri mær á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll.«

226. »Sært tú skip eftir havi koma,
takt við handalín,
vera man keisarin Jústinjall,
kemur at vitja mín.«

227. Kongurin gongur á grasgarði
við trega og tunga sút,
rammar ristir hann rúnirnar,
sendir í havið út.

228. So vóks tann hin stóra alda,
illgerð mátti kalla,
meðan stýrdi Brandar sterki,
tá tók knørr at halla.

229. Upp leyp riddarin Jústinjall
við sín lætta fót,
so stýrdi hann teirri stóru knørru,
hann vendi henni upp ímót.

230. Jústinjall tekur sítt rúnarkelvi,
kastar út á sjógv,
ikki mátti illgerning vaksa,
slætnaði sum fyri lógv.

231. Jústinjall tók sítt rúnarkelvi
og kastaði út for borð,
ikki mátti illgerning vaksa,
magnaði vóru hans orð.

232. Kasta síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrst steig keisarin Jústinjall
sínum fótum á land.

233. Fyrstur steig keisarin Jústinjall
sínum fótum á land,
og hann Brandar, kongins son,
undir hans høgru hand.

234. Og hann Brandar, kongins son,
undir hans høgru hand,
tá var hin ungi Gormund kongur
riðin til sjóvarstrand.

235. »Ver vælkomin, keisarin Jústinjall,
higar nú til mín,
lidnir eru sjey vetrar,
síðan eg væntaði tín!«

236. Svaraði keisarin Jústinjall,
stóð klæddur í hvíta lín:
»Hetta er Brandar, kongins son,
gev honum dóttur tína!«

237. Tí svaraði Gormund kongur,
sló tað í ein gleim:
»Ver vælkomin, keisarin Jústinjall,
vit førum til hallar heim!

238. Í mínum garði stendur ein borg,
takt við dýrar steinar,
har skalt tú Jústinjall inni sova
við allar tínar sveinar.«

239. Falsarin tann mjøðin skeinkir
teimum aftur í vín,
fyrstur sovnaði Jústinjall
fram úr sessi sínum.

240. So skeinkir hann falsarin
mjøðin inni í høll,
fyrstur sovnaði Jústinjall,
síðan hirðin øll.

241. Falsarin gongur for Gormund kong,
sigur honum frá:
»Nú svevur keisarin Jústinjall
við alt tað lið, hann ár.«

242. Gormundur biður falsaran
leggja eld í borg:
»Fyrr unti mær Jústinjall
tregan og tunga sorg.«

243. Aftur mintist falsarin,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í borgina,
stokkar fyri dyr.

244. Fyrstur vaknaði Jústinjall,
klappar saman hendur:
»Sova tykur nú longur inni,
so eru allir brendir.«

245. Svaraði keisarin Jústinjall:
»Eg havi verið í leikum,
takið várar reyðu skildrar,
berið borg av neipum!«

246. Dreingir gingu á hallargólvi,
braka tók í høll,
hevði borgin staðið við,
tað var sær inni bjøll.

247. Dreingir gingu í hallarkálva,
øllum tókti undur,
borgin brast í tógvar lutir,
neipir gingu sundur.

248. Tað var keisarin Jústinjall,
letur væl av tí sýna,
hann kom út á grønan vøll
við allar dreingir sínar.

249. Svaraði keisarin Jústinjall
fyrsta orðið tá:
»Tað skal standa stríð í dag,
um enn eg liva má.«

250. Svaraði keisarin Jústinjall,
kátur for uttan vanda:
»Hoyr tú, Brandar, kongins son,
tú skalt hjá mær standa!«

251. Árla var um morgunin,
áðrenn upp rann sól,
tá hevði hann Gormund kongur
brynjað út hundrað tólv.

252. Tá hevði hann Gormund kongur
brynjað út hundrað tólv,
Jústinjall við sínum liði
hann reið sær ímóti.

253. Tað var keisarin Jústinjall,
inn í herin rendi,
sparir hann ei sín gylta lúður,
hann mangan sveitan rendi.

254. Feldi niður for Gormund kongi
væl hundraði tólv,
einsamallur Gormund kongur
á grønum vølli stóð.

255. Tí svaraði Gormund kongur:
»Eg vil berjast enn,
ríðið mær til hallar heim,
fáið mær fleiri menn!«

256. Tí svaraði Gormund kongur,
úr skjúrtu vindur hann sveita:
»Nú eru eingi onnur ráð
enn Óðin á at heita.

257. Við kropp og sjel og búk og bein,
tað vil eg tær geva,
drepur tú tann hin sterka her
og skilur meg við tann trega.«

258. Ein kom maður á vørild fram,
eingin ið hann kendi,
eygað hevði hann eitt í heysi,
menskan boga í hendi.

259. Ein kom maður á vørild fram,
høvdið er so ball,
eitt er hár á hasum dára,
toppur í miðjum kalli.

260. Óðin fór um jørðina snart,
dvaldist ikki leingi,
píla feyk av hans hvørji fjøður,
hann feldi raskar dreingir.

261. Jústinjall ríður í herin fram,
nógv eigur gull til fía:
»Tað er mín hin størsta skamm,
eg fái hann ikki at síggja.«

262. Jústinjall ríður í herin fram,
ongum gevur hann grið,
mælir hann tá til sínar menn:
»Setið nú tykur niður!«

263. Brandar tokar í herin fram,
tók seg ikki til vara,
ein kom pílan for hans bróst,
deyður fell hann til jarðar.

264. Jústinjall stendur á grønum vølli,
svarar eitt orð for sær:
»Bannaður veri tú, Gormund kongur,
hetta voldi tú mær!«

265. Roðin settist við himmalin upp
í tí grima víggi,
Óðin og keisarin Jústinjall
møttust teir í stríði.

266. Tað var keisarin Jústinjall,
hann vildi sær ikki líva,
so høggur hann á Óðin kong
og í jørðina at dríva.

267. Hann kleyv av honum oyrað hálvt,
kjøt og kjálkafillu,
svaraði Óðin nasagrái:
»Nú gerast leikir illir.«

268. Óðin stoyttist í jørðina niður
undir vørildar tónan:
»Tær gevi eg nú, Jústinjall,
sigur og allan sóma.«

269. Tá ið Gormundur hetta sá,
hann vildi ikki undan flýggja,
so fleyg hann í luftina
og eitur vildi spýggja.

270. Tað var keisarin Jústinjall,
hann sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Gormund kong
sundur í lutir tvá.

271. »Her liggur tú, Gormund kongur,
mikil vart tú við tær,
enn eri eg í lívinum,
tó tú vildi brenna meg.«

272. Jústinjall stendur á grønum vølli
við so mangan mann,
hann gav Valdimar systur sína,
við henni Girtland.

273. Jústinjall siglir til Sakslanda,
sum sigist í hesum tátti,
Valdimar settist í ríki tað,
ið Gormund kongur átti.

274. Mangar rímurnar gjørdar eru
um mangar heltar ríkar,
Jústinjall og bróðir hans
eingin var teirra líki.

275. Kvøðið havi eg hetta kvæði,
eg fari tað ikki at venda,
hetta kalli eg Jústinjals kvæði,
nú er kvæðið endað.

(c) Dansifelagið í Havn