Kvæðasavn

Raðals kvæði

Uppskrift: FK 75A.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Raðal kongur á Miklagarði
letur sær moyggjum kjósa,
hann vil ikki aðra frúgv,
enn væl kann ráðum loysa.

Troðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komin á hægsta summarið.

2. Raðal kongur á Miklagarði
letur sær moyggjar biðja,
hann vil ikki aðra frúgv,
enn væl kann skera og sýa.

3. Raðal kongur á Miklagarði
letur sær moyggjum kjøra,
hann vil ikki aðra frúgv,
enn hansara klæði kann skera.

4. Raðal kongur á Miklagarði
gjørdi tað aleina,
setti hann seg í hásæti
við øllum sínum sveinum.

5. Setti hann seg í hásæti
við øllum sínum sveinum:
»Vitið tær nakra skjønna jomfrú,
tað ikki fyri mær loynið!«

6. Svaraði ein av sveinunum,
sum reyðargull bar á hond:
»Væna veit eg frúnna tá,
hon er biðlavond.

7. Eg veit um ta væna frúgv,
til biðil er hon vond,
Hakil kongur av Spania,
sum dóttur hevur í hond.

8. Hakil kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram av kongins borði.

9. Hakil kongur dóttur eigur
væna og so vísa,
bæði klók og kynsturlig,
hon kann sítt lív væl prísa.

10. Hon má vera vond og vitug,
so er frá at siga,
henni kann ikki sól pá skína
uttan um páskatíðir.

11. Hon má vera vond og vitug,
satt at siga frá,
henni kann ikki sól pá skína
uttan um páskadag.

12. Skarlak hon á jørðini dregur,
so er við at fara,
ikki skínur á henni sól
meir enn tríggjar ferðir um árið.

13. Tá ið hon ríður á víðan sal,
henni fylgja tretivu moyggjar,
reytt skarlak undir føtur breitt,
silki sum av nýggjum.

14. Henni buðust mangir menn,
kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond,
segði tá burtur allar.

15. Henni buðust mangir menn,
riddarar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond,
bað teir sita heima.«

16. Svaraði reysti Raðal kongur,
so tók hann uppá:
»Hana streingi eg eiti mítt,
tað stendur mær hugur á.

17. Hana skal eg biðja,
tað stendur mær hugur á,
biðja dóttur Hakil kong,
tað standist hvat av ið má!«

18. So letur hann reysti Raðal kong
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

19. So letur hann Raðal kong
búgva skipin stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

20. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetur,
fattast hann ei fóður.

21. Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr var drigið úr neysti.

22. Bræddu reyðar brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðal ský.

23. Bræddu reyðar brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
so var segl í topp.

24. Vant hann upp síni silkisegl,
gull og 'glaskar' brandar,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Spania land.

25. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Raðal kongur
sínum fótum á land.

26. Raðal kongur fagur og fúsur
stígur fyrstur á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

27. Raðal kongur á Miklagarði
hevur tann ótta og vanda,
hann sær Stól á Upplandi
við hallarslotið standa.

28. Stól rópar á Raðal kong:
»Hvat vilt tú her at landi?
Hevur tú nøkur 'Refectiv' ørindi,
tá sig mær satt frá sonnum!«

29. »Tí eri eg her at landi komin
at eggja gyltum spjóti,
sita vil eg frúnni næst,
hvør tann Silborg njóta.«

30. Svaraði Stól á Upplandi,
tyktist tó at gesta:
»Fyrr skal rivna garð og grund,
enn tú skalt frúnna festa.«

31. Tað var Raðal á Miklagarði,
gav tí ódnar mál:
»Mangan havi eg saltan sjó
givið 'gialda' skál.«

32. Svaraði Stól á Upplandi,
hann óttast ongan vanda:
»Við aðri míni hendini
vil eg móti tí standa.

33. Við aðri míni hendini
tað skal eg móti tí standa,
so skulu vit við búnum skjøldi
upp á slotið ganga.«

34. Svaraði Raðal á Miklagarði,
grimmur og harður til víggja:
»Ikki kann eg vákn og svørð,
fyrr enn eg fái frúnna at síggja.«

35. Frúgvin situr í høgalofti,
gull um hárið flettað,
tað er eingin so listilærdur,
á hennara sal kann sleppa.

36. Frúgvin situr í høgalofti,
gullið glimrar á kníggja,
tað er eingin so listilærdur,
hana við eygum kann síggja.

37. Svaraði Raðal á Miklagarði:
»Ei tú lúta skal,
takið báðir vápn í hond
og brótið so inn á sal!«

38. »Hoyr tað, Raðal á Miklagarði,
har skulum vit royna verk,
har fyri hallini standa vektir tríggjar,
hundrað í hvønn herin sterk.

39. Búgvið ei við friðum har
og gangið at tí vekt,
fyrr skal rapla kongins slot,
enn vit sleppa ikki inn í telt.«

40. Fyrsta teir at vektu komu,
og blikna tók at víggja,
tróðu so í herin fram,
ei óttaðist teim at síggja.

41. Tróðu so í herin fram,
hvør um annan gekk,
blóðið dreiv um slotið,
men Raðal sigur fekk.

42. Tá ið teir høvdu vektina vunnið,
eftir var meiri vandi,
garpar tveir fyri hallardurum,
búnir við rúnir at ganga.

43. Raðal brá sín bitra brand
av so miklum vreiði,
høgdi so til garpar tveir,
fyri hallardurum stóðu.

44. Raðal brá sín bitra brand,
so er tað at siga,
høgdi so til garpar tveir
og kleyv teir av um miðju.

45. Garpar duttu á vøllin niður
undan brynju nýggja;
snarliga svaraði Raðal kongur:
»Nú fáa vit frúnna at síggja.«

46. Hartil svaraði Stól sterki
av so góðum sinni:
»Deyðir eru garpar tveir,
nú munnu vit frúnna vinna.«

47. Garpar ganga í hallina inn,
sum fyrr hevur verið siður,
hava nú alt í einum orði,
heilsa og teir biðja.

48. Tað var frúgvin Silborg,
letur so orðini falla:
»Hvat vilja hesir garpar tveir
inn á mínar hallar?«

49. Tað vóru hesir garpar tveir,
ei mundu leingi tiga:
»Tað eru okkara sinna ørindi
sjálvan teg at biðja.«

50. Til svaraðu garpar tveir,
og so tóku teir uppá:
»Hetta eru vára sinna ørindi
sjálva teg at fá.«

51. Svaraði frúgvin Silborg,
tyktist hart at standa:
»Sigið mær navn og eiti tykkara,
hvar eru tit av landi?«

52. »Raðal er av Miklagarði,
kongasonur bold,
Stól er kongur frá Upplandi,
við hørðum ristir skjøld.«

53. Leingi tagdi Silborg frúgv
av tí stóra váða,
hvøssu hon skuldi høviskum monnum
andsvarið aftur fá.

54. »Farið tit av hallini út,
kátum bjóðast elva,
heintið inn eitt skákgulltalv,
vilja tit um meg telva!

55. Heintið inn eitt skákgulltalv
bæði við gleði og gleim,
hvør, sum sigur í talvi fær,
hann vinnur sigur heim.«

56. Stól førdi fót í gólv,
hart á bergið strongdi,
salurin raplaði tíggju alin,
tá bivaðust Raðals dreingir.

57. Svaraði reysti Stól sterki,
sá, salurin tók at skelva:
»Setum nú upp tann káta leik,
vit skulum um frúnna telva!

58. Setum okkum at telva talv,
ei verður av tí kátt,
síðstir verða bardagar,
vit skiljast ikki betur brátt!«

59. So lótu teir leika talv,
tað stóð tímar seks,
Raðal kongur á Miklagarði
sigur á talvborð fekk.

60. »Standi eg betur í øðrum stríð,
verður mær nakað tá lovað,
annaðhvørt at láta lív
ella hjá Silborg at sova.«

61. Stól tekur talv í hand
og kastar á hallargólv:
»Ikki akti eg megi títt,
eg berjist mót tær sum tólv.«

62. Raðal kongur á Miklagarði,
fer hann um við gavni:
»Haldið okkum so gudiliga,
vit eru hvør annans javni.«

63. »Vit eru eingir javnlíkar tveir,
snart at bregda frá,
ikki skalt tú frúnna njóta,
um lívið geldur á.

64. Førum vit í markina burt
við gyltum skjøld at kanna,
setum í veður tað væna vív,
tá líkst mær at vinna!«

65. Frúgvin fór í høgaloft
av tungari sorg at sova,
henni lá hugur á Raðal kongi,
tordi hann ikki at lova.

66. So sat frúgvin í høgum sal,
sorg var mesta 'krousa',
ikki tordi hon Raðal kong
í nøkrum stykki at rósa.

67. So sat frúgv í høgum sal
bæði við sorg og ekka,
ikki kundi fatna nakað
til brúnan mjøð at drekka.

68. »Mangan havi eg biðil havt,
snarpan 'treckier' víggja,
tungt er at hava í hjarta ker,
ikki við eygum síggja.

69. Raðal legst mær hugur á,
og hann kann eg ikki nýta,
Stól rekkir svørðið út,
harav býðst sorgin 'qvuida'.

70. Árla var um morgunin,
tá ið sólin roðar í fjøllum,
løgdu teir sínum bardøgum
skamt fyri kongins høllum.

71. Høgga títt, teir líva lítt,
dreingir leikaðu á vølli,
har hoyrdist høgg og harða ljóð,
hvør vildi annan fella.

72. Høgga títt, teir líva lítt,
tá maktast teirra megi tunga:
»Nú stendur hart um harðan leik,
vit eru tó báðir ungir.«

73. Høgga títt, teir líva lítt
av makt og frægum sinni,
tá leikar sum knívur á hørðum steini,
hvørgin kann annan vinna.

74. »Takið nú okkara breiðu skjøldir,
leggið saman í vond,
snarpir eru garpar tveir,
nú skal ráðast á hondum!

75. Kastið frá okkum vákn og svørð,
spjót og hartil verju,
nú skulum vit á grønan vøll
hondum saman at berjast!«

76. Kastaðu frá sær vákn og svørð,
tyktist einki at bella,
ryktust hart og mikið skarpt,
hvør vildi annan fella.

77. Bardust teir á grønum vølli
við ilsku og grummum bræði,
rivu av sær stálbjálvar
rætt sum brent klæði.

78. So bardust teir á grønum vølli,
braka tók í beini,
lótu so sterkar rúnir lesa,
sundur brustu steinar.

79. Stríddust hart og stríddust skarpt,
ei varð skemtað við gaman,
ikki bóðu teir Gud til hjálpar,
sjálvan hin svarta traman.

80. Lystiligt at lýða var,
mangar vóru tungur snjallar,
løgdu sínum bardøgum
skamt fyri kongins hallar.

81. Bardust teir í dagar,
og bardust teir í tvá,
ljóðaði hart av hørðum leiki,
hvørgin vinna má.

82. Bardust teir í dagar,
og bardust teir í tríggjar,
hart gekk í teirra harða leiki,
hvørgin vildi flýggja.

83. Bardust teir í dagar,
og bardust teir í fýra,
tá varð ei skemtað við barnagaman,
hvør vildi annan hýra.

84. Bardust teir í dagar,
og bardust teir í fimm,
formaktaðir vóru av hitanum,
sum sveittin dreiv um skinn.

85. Bardust teir í dagar,
og bardust teir í seks,
tá gekk kálvi um miðjum bein,
báðum við hørðum gekst.

86. Bardust teir tann sjeynda dag,
og har var mikið at valda,
tá vann Stól á Upplandi
Raðal kongin hin balda.

87. Raðal datt á vøllin niður,
tað mundi honum baga:
»Flytið meg burtur av hesum landi,
og latið meg einki skaða!

88. Hoyr tú, Stól á Upplandi,
slepp mær úr hesum vanda,
eg skal svørja tær trygdareið,
frá frúnni skal eg ganga!«

89. Stól sterki á Upplandi,
sum ei vildi mannin spara,
slerdi so til Raðal kong,
at hann fell niður í dvala.

90. »Nú liggur tú, Raðal kongur,
deyður av mínari hond,
ikki havi eg frægari kempu
fyrr lagt niður í bond.

91. Nú liggur tú, Raðal kongur,
deyður á grønum vøll,
eg skal meg á slotið fara,
inn á kongins høll.«

92. Stól reikar á slotið upp
við sítt breiða skjøld,
brúkti eingi linfeld orð,
men tók tá frúnna við vold.

93. Hvørki spurdi faðir ei móður,
hann læt tað burtur sovna,
hann tyktist hará at hava góð ráð,
sum tað hevði verið hans kona.

94. Stól sterki av Upplandi
tók vonu slíka frúu,
so læt hann til brúdleyps reiða,
mikin mannamúga.

95. Upp tá reisist tann deyði maður,
á grønum vølli lá,
fer at hinka so saktiliga
burtur av garði frá.

96. Raðal hinkar í skógin burt
við sorg og onga gleði;
so var Stól av frúnni kátur
sum fuglur á ljósum degi.

97. Raðal hinkar við annað bein,
sjúkur og illa sárur,
Stól læt til brúdleyps reiða
stóran mannaskara.

98. Stól sær á vøllin út,
sum bardagar hildust á,
burtur er tann deyði kroppur,
á grønum vølli lá.

99. »Burtur er hvorvin Raðal kongur,
sum eg feldi niður til jarðar,
ongan av teim móðurfrændunum
skal eg longur spara.«

100. »Hoyr tú, Stól á Upplandi,
ger tú ei tað vold,
Raðal er grivin í djúpan heyg
fimtan favnar í mold!«

101. Ei var satt, sum frá var sagt,
Stól til at trúgva,
Raðal hinkar í skógin burt,
hann kom til risan at búgva.

102. Raðal kemur fyri hellisdyr
at tí stóru reiði,
fimtan favnar og átjan alin
vóru tær stórar og breiðar.

103. »Mangan havi eg harðan møtt,
snarpan og stóran skara,
antin her búgva fólk ella trøll,
eg skal í hellið fara!«

104. Raðal gekk í hellið inn
av so miklum veldi,
inni sat ein bjarnarisi,
hann stokti sær krás á eldi.

105. Inni sat ein bjarnarisi
við stoktum krás í hendi,
so leyp hann á gólvið upp
og sær mót honum vendi.

106. »Vælkomin, tú vesæligi drongur,
sjálvum mær til handa,
eg skal tó við mínum megi
seta teg út á brandar.

107. Vælkomin, tú vesæligi drongur,
her av so miklum meini,
eg skal nú við mínum megi
sprita teg upp pá teinar.«

108. »Hoyr tú, breiði bjarnin,
tú tak meg nú ikki við bræði,
eg eri keri sonur tín,
tú mín søtasti faðir!«

109. »Ert tú keri sonur mín,
sprettur av mínum bjálva,
Rádnagapa er móðir tín,
eg havi teg við henni álvað.«

110. »Rádnagapa er móðir mín,
tað kann ikki dylja,
tú ert keri faðir mín,
nú munnu vit betri skiljast.«

111. So runnu tár av risans kinn,
sum fossur súgar úr streymi:
»Ei visti eg, tú vart sonur mín,
hvørki av huga ei dreymi.«

112. Risin tekur í Raðal kong
við teim hørðum ríði,
strýkur hann um lendar hart,
tá brotnaðu riv í síðu.

113. Við blíðum tók hann Raðal kong
og strýkur hann við rappa:
»Fáum kanst tú hondum hógv,
so ómjúkliga at klappa.

114. Hoyr tú, breiði bjarnafaðir,
klapp ikki av megi tínum,
Stól bardi meg sjúkan og sáran,
grøð mær hesa pínu!

115. Eg bardist við Stól í dagar sjey
um ta frúgv í vali,
hann slerdi meg við síni høgru hond,
so eg fell niður í dvala.

116. Grøð meg, grøð meg, bjarnafaðir,
við tínum kunstri so vísa,
eg fekk sár av Stóls hond,
tað skal aftur neisa.«

117. Risin tekur Raðal kong
og setir á síni kníggja,
og klæðir hann so úr bjálvanum,
valdan drong at síggja.

118. So smurdi hann Raðal kong
við tí besta, hann hevði,
gav honum at drekka úr svørtum horni,
tá fekk hann litir reyðar.

119. Upp tá rekkist Raðal kongur
úr sínum sessi, hann sat,
tykist at fáa sær megi aftur,
sum risin í hann læt.

120. Upp tá rekkist Raðal kongur,
úr sínum sessi hann vendi,
tykist at fáa sær megi aftur,
sum risin í hann sendi.

121. Sterkar setir hann rúnirnar
inn í Raðals sinni:
»Aldrin komi tú livandi heim
uttan tú Stól vinnur!«

122. Sterkar lesur hann rúnirnar
í sín sæla son:
»Eg havi tó við hondum grøtt,
tí seti eg góða vón.

123. Hav tú hjá tær hornið svarta
við tað gullið alt,
ótøkk fær hvør bjarnafaðir
við alri síni hjálp.

124. Tú skalt hava tann svarta hest,
gull á gangara laða,
royna tá títt egið skjøld,
teg man einki skaða.«

125. So runnu tár av risans kinn
sum roykur av heitum eldi,
við hondini leiddi hann sæla søta,
heim at garði fylgdi.

126. Hann kom á ta somu leið,
sum vant var fyrr at byggja,
gekk so risin í herbúð sítt,
sum sámi hansara at liggja.

127. Tað var Stól á Upplandi
varð seg so illa við,
fyrsta hann sá Raðal kong,
hann fell í óvit niður.

128. »Eg man tó við ódnum gapa
og seta so góða vón,
nú tykir mær fyri eygum síggja
eina so ríka sjón.

129. Gjølliga kenni eg henda træl,
eg vil tó um hann vita,
hann er líkur svarta brúsa,
vil meg gloypa og bíta.«

130. 'Feagne' læt hann orðini tá
ljóða av fornum vana:
»Sjálvur hin svarti fányti
hann hevur teg aftur manað.«

131. »Eg eri eingin fányti,
tó komi eg tær aftur um bak,
nú skal hevna síðstu stund
fyri títt meina tak.«

132. »Tú ríður og rennur um landanna,
eg havi teg harðan kent,
sjálvur hann hin fányti
hann hevur nú aftur sent.«

133. »Meg hevur eingin fani sent,
um enn tú tykist bráð,
aftur amast tann deyði maður,
sum síðst á vølli lá.

134. Nú skulu okkara bardagar halda
á tí somu leið,
ei verður nú sum ognast strítt,
tí 'gierst man huivan vraii'.«

135. Lystiligt var at líða á,
hvøssu mong var tungan snjøll,
løgdu teir sínum bardøgum
skamt fyri kongins høll.

136. Raðal kongur av Miklagarði
hann spenti sínum alva,
hann kleyv Stóls breiða búk
miðjan av um nalva.

137. Glað var jomfrú Silborg,
tá ið Stól spruttar í blóði:
»Nú legst mær á Raðal kongi,
hann var mær 'bleckna' góða.«

138. So tók hann tann deyða kropp,
ei var hond við hógv,
varpar hann við hørðum alvi
út á saltan sjógv.

139. »Takka má eg bjarnafaðir
fyri hansara rúnir sterkar,
eg fekk aftur megi tólv,
gott skal hann av mær merkja.«

140. Raðal slaktar neyt og seyð,
feitar oksar og hestar,
so læt hann at skógum reiða
bjarnafaðir til kostar.

141. Hann læt tríggjar ammur laða
við alskyns besta velli,
letur sterkt so á stongum ríða
burt í risans helli.

142. Hann fekk tá frá risanum
væl fimtan merkur gull,
í hvør var tríggir edilsteinar,
inni vóru við full.

143. Hann læt honum til laga føra
bollaskál og vín,
ikki gloymdi hann bjarnafaðir,
alt hann var í lívi.

144. Raðal kongur av Miklagarði
læt ikki longur fresta,
tók sær frúgv í blíðan favn,
aftur hana festi.

145. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

146. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var,
og tólv hundrað á hvørjum.

147. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Raðal og hans vív.

148. Gingu so bæði í eina song
Raðal og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

149. Fór so aftur til Miklagarð
við fagur brúð og meingi,
hevði slíkt ráð og kongaveldi,
sømdi væl tí dreingi.

150. Frúgvin fór frá Spania
við fylgismoyggjaskara,
síðan varð hon drotning
for ríka Miklagarði.

(c) Dansifelagið í Havn