Kvæðasavn

Viljorm Kornus

Uppskrift: FK 98gA, 25, pp. 126-133.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í hásæti
við knektum sínum og sveinar,
tá var eftir av hansara kempum
Viljorm Kornus og Einar.

2. Keisarin situr í hásætinum
við knektum sínum og jallum,
talar so til Viljorm rádna:
»Grána tekur tín skalli.

3. Grána tekur í høvur títt,
og elli tekur at boyggja,
tá vit stóðu í heidnum stríð,
tá var mong blóðig troyggja.«

4. Viljormur stóð frá borði upp
og út av borgini gongur:
»Vita tað, keisarin Karlamagnus,
eg tæni tær ikki longur!

5. Nú er tíð til frið at venda,
kasta jarn og stál,
eg gangi meg í klostrið inn
at bøta mína sál.«

6. Vreiður var hann Viljormur,
hann gekk av hallini út,
eftir sat keisarin Karlamagnus
bæði við sorg og sút.

7. Ábatin stendur á klostraborg,
hyggur hann út so víða:
»Eg sær Viljorm, keisarans kempu,
her móti klostrinum ríða.«

8. Ábatin stendur í klosturdurum,
reyðan ber hann kinn:
»Vælkomin, Viljormur, keisarans kempa,
stíg í klostrið inn!«

9. »Hoyr tú, ábatin, klosturhøvding,
angur hjartað bindur:
»Eg gangi meg í klostrið inn
at betra mínar syndir.«

10. Har brast eingin dagur út,
hvar klokkur hoyrdust ikki ringja;
Viljormur lærdi í klostrinum
bæði at lesa og syngja.

11. Ábatin talar til Viljorm rádna
alt foruttan ekka:
»Tú skalt fara í staðin burt
at keypa mat og drekka.«

12. »Hoyr tú, ábatin, klosturhøvding,
hvat vilt tú mær ráða,
vil nakar taka mær førslu frá,
tori eg hann at sláa?«

13. »Tú skalt halda klosturboð,
sum allir munkar fáa,
meðan tú hevur títt bringubelti,
mást tú ongan sláa.«

14. Viljormur tekur ein fingurring,
hann setir í beltið inn,
so fór hann við rossi einum,
so ivrigt var hans sinn.

15. Viljormur keypti mat og drekka
og legði á rossið fríða,
røvarum møtti á miðjari leið,
hann mátti ei móti teim stríða.

16. Røvarin tók mat og drekka,
har var einki eftir,
Viljormur hugsar við sjálvum sær:
»Ei verða munkar mettir.«

17. Viljormur rópar á tjóvarnar:
»Tit eru dølskir menn,
tit hava tikið tað ringasta,
tað besta er eftir enn.

18. Síggja tit henda reyða ring,
í mínum belti situr,
meiri er hann verdur nú
enn alt tað, ið rossið flytur.«

19. Tjóvarnir løgdu á Viljorm hond,
tey spenni sundur stukku,
slitu teir av honum brókabelti
sjálvum til ringa lukku.

20. Viljormur treiv um rossabeinið,
so er sagt her frá,
rykti hann tjógvið úr kroppi út,
sum hevði tað verið strá.

21. Viljormur sló við rossatjónum
fast av miklum móði,
niður slerdi hann tjóvarnar,
teir deyðir á vølli lógu.

22. Viljormur sankar førslu saman
í tí sama sinni,
tá ið hann kom at klostrinum,
tá fann hann ongan inni.

23. Viljormur rakar um borgina,
og grimt var honum í huga:
»Her er eingin gudsfriður inni,
ei munnu munkar duga.«

24. Viljormur gekk upp allan dag,
maðurin var at grúa,
hitti so fram á húsið eitt,
har Grímur á skógum búði.

25. »Hoyr tú, Grímur, góður maður,
má eg hjá tær vera,
alt tað góða, sum eg formár,
tað vil eg tær gera!«

26. Svaraði honum Grímur á skóg,
hann letur so orðum falla:
»Eg húsi tær so bróðurliga
aldur og ævi alla.«

27. Trý vóru árini,
Viljormur á skógnum var,
tað er skrivað í Karlskrýniku,
so er greint fyri mær.

28. Viljormur kom á kvøldi heim,
hann gekk í húsið inn,
hann sær Grímur fyri sita,
hann bar bleika kinn.

29. »Hoyr tú Viljormur, reysta kempa,
her eru tíðindi svørt:
Heidningar eru í landið komnir,
keisarin heimsókn gjørt.

30. Keisarin hevur trý stríðini tapt,
tað triðja skal nú standa,
út eru skrivaðir allir menn,
sum eru í hesum landi.

31. Heiðin kongur er kempan sterka,
við honum kann eingin ráða,
allar teir kristnu hevur hann felt,
ímóti honum hava vágað.«

32. »Hoyr tú, Grímur vertin mín,
tú kom ikki í tann vanda,
vilt tú lána mær skjøld og svørð,
so skal eg fyri teg standa!

33. Vilt tú læna mær skjøld og svørð
og ringsbrynju fríða,
so gangi eg í stríð fyri teg,
og tú skalt heima bíða.«

34. »Tá ið tú gongur í stríð fyri meg,
tað mær so væl behagar,
signi teg Gud og Viljorm sterki
allar tínar dagar.«

35. Og Viljormur reið í herin fram
alt foruttan vanda,
gav seg undir tann banara,
sum Grímur átti at standa.

36. Fram kom kongur við heidnum heri,
í stáli var hann klæddur,
ímóti gekk tann kristni herur,
hann er av honum ei ræddur.

37. Viljormur sprakk á oddan fram
við Grimmars svørð í hendi,
høggur so fast á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

38. Viljormur rakar í heidnum heri,
teir kristnu ikki fylgdu,
ræðsla fall á heidningar,
teir drukku har eitt blóðigt gildi.

39. Svaraði keisarin Karlamagnus,
situr á hesti fríða:
»Hvør skuldi tonkt, at Grímur á skógum
hann var so sterkur at stríða.«

40. Svaraði ein av kristnum monnum,
sum stóð keisaranum hjá:
»Eingin honum líkari
enn Viljorm eg hann sá.«

41. Fram trínur heidni kongur,
troðar á kristið blóð,
sundur høgg hann Viljorms skjold,
at oddur í steini stóð.

42. Tað var reystur Viljormur,
hann sínum svørði brá,
sundur høgg hann hjálm og háls,
hans høvur á vølli lá.

43. Heidningar lótu til flukt at taka,
hvør sum mest kundi renna,
eftir fylgdu teir kristnu menn,
teir lótu tá mót sítt kenna.

44. Viljormur tók tá hvørt høvur upp,
hann gekk á Grímurs fund:
»Her skalt tú síggja kongahøvur
av teim heidna hund.

45. Hoyr tú Grímur, vertin mín,
tú ger, sum eg teg biði,
far tú aftur til keisaran
og sig, tú hevur hann sligið!

46. Far tú aftur til keisaran
og bið hann tað til bøn,
hann skal geva tær greivadømi,
tað skal vera tín løn!«

47. Grímur gekk á keisarans borg,
hann gekk í salin inn,
fyri sat keisarin Karlamagnus
við manna hundrað fimm.

48. Grímur stendur á hallargólvi
við heidnum høvur í hondum:
»Her er høvdið av kongi tann,
sum ófrið gjørdi í londum.«

49. Svaraði keisarin Karlamagnus,
litur í andlit lá:
»Hvokkin er hann Grímur á skógum,
síðan hann kongin vá.«

50. Grímur ríður um borgina,
reyður er hann sum blóð:
»Tú hevur lovað greivadømi
honum, sum kongin sló.«

51. »Fyri hans skuld, sum kongin vann,
skalt tú greivi vera,
eg lovi tær eitt greivadømi,
riddaranavn at bera.«

52. Greivin livdi í nøkur ár
bæði í tukt og sinni,
ofta ynskti hann Viljorm væri
í sínum húsi inni.

53. Greivin liggur í søtum svøvni
alt fyri uttan vanda,
tókti hann Viljorm sterka
fyri sær standa.

54. »Minnist tú nakað um svarðirnar,
sum vit á skógnum ótu?
eg liggi deyður á fløtuni,
har sum vit saman sótu.«

55. Greivin tók tað ei til hugsa,
hann vildi ei longur vaka,
aftur kom hann Viljormur,
í hondum bar hann staka.

56. Viljormur gekk at songini
við staka í hendi,
sló hann niður á greivans høvur,
sviðan greivin kendi.

57. Greivin sprakk á gólvið fram,
tá ið hann tað hevði droymt:
»Vreiður er nú Viljormur,
tí eg havi hann gloymt.«

(c) Dansifelagið í Havn