Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1Bb, 1, pp. 57-86, FK 1Bb, 1, pp. 177-248.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
harum vil eg røða.

2. Viljið tær nú lýða á,
so er mær greint ífrá,
Buðlin kong og Gunnar kong
eg kvøði um báðar tá.

3. So glaðiliga drukku
teir síni jól,
so sámiliga settu teir
sín tingarstól.

4. Sigmundur var
ein jalsins son,
tað var hin unga Hjerdis,
hon var hans kona.

5. Ófriður gekk
á ta heilu høll,
so manniliga vardu teir
tá Buðla kongins fjøll.

6. Ófriður gekk á
eystur á strand,
so manniliga vardu teir
tað Buðla kongins land.

7. Riðu teir í bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjerdis
bæði við sorg og mein.

8. Stendist tað av bardøgum,
lótu teir sítt lív,
eftir livir Hjerdis,
Sigmundar vív.

9. Tað var frúgvin Hjerdis,
hon akslar kápu blá,
so gekk hon í garðin,
sum Sigmundur lá.

10. »Liggur tú her, Sigmundur,
søtin mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.

11. Hoyr tað, Sigmundur,
søtin mín,
eru tey nakað grøðandi
sárini tíni?«

12. »Seint manst tú, Hjerdis,
fáa til tess ráð,
gera tey smyrslini,
ið grøða kunnu míni sár.

13. Sundur gekk mítt svørðið,
sundur gekk mítt spjót,
Hundsins synir
riðu mær ímót.

14. Hundsins synir
skaðan gjørdu mær,
eitur var í svørðinum,
teir bóru at mær.

15. Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt svørðið
í tógva lutir gekk.

16. Tað annað sárið,
teir góvu mær tá,
illa neit í hjartanum,
tað hyggi av tí gár.

17. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera,
ungan son vit ár.

18. Tað, ið tú hevur í vónum,
tað er sveinsbarn,
ven tað væl og virðiliga,
gev tí Sjúrðar navn.

19. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.

20. Fræni eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður
fáum er hann dyggur.

21. Eg fái ikki, Hjerdis,
snakkað longur við teg,
hetta er mín deyðastund,
ið komin er á meg.«

22. Grátandi snúðist Hjerdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
stóðu henni hjá.

23. Allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni við,
tað var frúgvin Hjerdis,
hon fell í óvit niður.

24. Grátandi fór Hjerdis
í sín sal at sitja,
Hjalprekur kongur fyrstur var,
ið frúnna kom at vitja.

25. Tað er enn, sum oftum var,
tað kom til so brátt,
jallurin søkti helsótt
á teirri somu nátt.

26. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.

27. Tað er enn, sum oftum var tá,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

28. Sveipaði hon hann í klæði væl,
tá hann kom í heim,
Sjúrð bað hon kalla
tann geviliga svein.

29. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur til móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

30. Sveipar hon hann í klæði væl,
gott er til góðan at evna,
síðan bað hon presti bera,
Sjúrð bað hon nevna.

31. Hann vaks upp í ríkinum,
Gud gav honum vekst,
meiri vaks hann í ein vetur
enn onnur børn í seks.

32. Hann vaks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Hjalprekur kongur
fostraði hann.

33. Hann vaks upp í ríkinum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið riddarar kjósa vildu.

34. Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.

35. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so sára.«

36. Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum ein mold.

37. Hann kastar svørð og herklæði,
lystir ei longur at leika,
so gekk hann fyri sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

38. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
varð mín faðir við váknum vegin
ella doyði hann á strá?

39. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
vita má eg av tær:
varð mín faðir við váknum vegin?
Dult er tað fyri mær.

40. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
er hann enn í vørildini,
ið mín faðir vá?«

41. »Um hann er í vørildini,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fær.

42. Hundsins synir í randarný
teir tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sigur av teim fær.«

43. Sjúrður svarar síni móður,
alt tað sum hann kundi:
»Ofta vaksa á ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

44. Sjúrður svarar síni móður,
alt tað sum hann kann:
»Ofta vaksa á ungum rakka
hvassar tenn í rann.«

45. Hjerdis veit sær
eina breyt,
læsir upp ta kistuna,
full var innan við skreyt.

46. Læsir upp ta kistuna,
full var við gull og fæ,
hon tók upp ta skjúrtuna,
kastar honum á knæ.

47. Hon tekur upp ta skjúrtuna,
øll var í blóði drigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæði
tín faðir varð í vegin.«

48. Hon tekur upp teir svørðslutir,
Sjúrða hon teir fær:
»Hetta gav mær tín sæli faðir,
mikið gott unti mær.

49. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju senda
eitt annað svørð út slá.

50. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.

51. Honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá,
smíða væl og virðiliga,
til tú ríða má.

52. Fræni eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.«

53. Tað var hin ungi Sjúrður,
fátt mundi honum fresta:
»Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
vís mær á veldugan hest!«

54. »Gakk tú tær at fossinum,
kasta stein í á,
kjós tær tann av hestunum,
sum ikki víkir frá!«

55. Hann gekk sær at fossinum,
kastar stein í á,
tók so tann av hestunum,
sum ikki víkti frá.

56. Hann var í tí ríkinum
ein tann allarbesti,
síðan varð hann kallaður
Grani, Sjúrðar hestur.

57. Árla var um morgunin,
man meg rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.

58. Sjúrður leyp á Grana bak
sama morgun snimma,
so ríður hann sær yvir um á
Regin smið at finna.

59. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíðina,
tekur sær jarn í hond.

60. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

61. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.

62. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú mær eitt annað
javngott svørð út slá!

63. Smíða tú mær svørðið
virðiliga og væl,
bæði skal eg vega við tí
jarnið og so stál.

64. Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarnið og so stein.«

65. »Hoyr tað, snari Sjúrður,
tú ert mær so kær,
dvølst tú nakað í ríkinum,
tú ver í nátt hjá mær!«

66. »Eg fái ikki, Regin smiður,
dvølst í nátt hjá tær,
Hjalprekur saknar meg
úr hásæti hjá sær.«

67. Regin gongur at stórum stiðja
leggur jarn í eld,
einans náttina
hevði hann tað í gerð.

68. Einans náttina
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin har á ferð.

69. Sjúrður er riðin fyri
dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tekur sær svørð í hond.

70. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ikki, hugdjarvi,
tú verður til víggja før.

71. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga og væl,
bæði skalt tú við tí
vega jarnið og so stál.

72. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði kanst tú við tí vega
jarnið og so stein.«

73. Sjúrður gongur at sterkum stiðja,
høggur alvæl fast,
sundur svørðið
í tógva lutir brast.

74. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
fyri tú hevur svikið meg
í váknagerð.«

75. Tekur hann hesar svørðslutir,
leggur á Regins knæ,
tá skalv reysti Regin smiður
sum eitt leyvarblað.

76. »Smíða skalt tú mær annað,
verður tað nú so,
hoyr tað, Regin smiður,
lív skalt tú ei fá.

77. Tú skalt gera tað
so alvæl hart,
bæði skal tað vera
tolið og skarpt.«

78. »Smíði eg tær annað,
verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
leggi eg treytir á.

79. Hoyr tað, ungi Sjúrður,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum
vil eg hava til verð.«

80. Regin gongur at sterkum stiðja,
leggur jarn í eld,
tríati nætur
hevði hann tað í gerð.

81. Tríati nætur
hevði hann tað í gerð,
hugurin var um Sjúrða unga
og um hansara ferð.

82. Tað var um ein árla morgun,
man meg rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.

83. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tekur sær svørð í hond.

84. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ikki, hugdjarvi,
tú verður til víggja før.

85. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga og væl,
bæði kanst tú við tí vega
jarnið og so stál.«

86. Sjúrður gongur at sterkum stiðja
leggur svørðið til,
sundur kleyv hann stiðjan
og stabban við.

87. Sjúrður gongur at sterkum stiðja,
høggur við ein fart,
hvørki mátti røkka ei støkka,
tá var svørðið hart.

88. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
orna tók hans blóð,
hann kleyv sundur stóra stiðja
niður í hallargólv.

89. Vann hann ormin giltan upp,
annan so sum tá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á hallargólvi lá.

90. »Hoyr tað, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
hvar ríður tú fram?

91. Hoyr tað, frægi Sjúrður,
siga mást tú mær,
nær tú ríður á Glitraheiði,
eg vil fylgja tær.«

92. »Fyrst fari eg í randarný
Hundins synir at vinna,
síðan aftur á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.

93. Fyrst fari eg í randarný
Hundins synir at fella,
síðan aftur á Glitraheiði,
meg man einki bella.«

94. Tað er reysti Regin smiður,
mælir so fyri sær:
»Kvittar tú á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær.«

95. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ikki eyð,
hann reið seg í randarný,
hann hevndi sín faðirs deyð.

96. Allar vá hann Hundins synir,
væl kom hann aftur úr teirri,
skamri stund í ríkinum var,
hann kvittar á Glitraheiði.

97. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
reið fram yvir skeið,
møtir hann einum gomlum manni,
setast niður á leið.

98. Ein kom maður á víðan vøll fram,
eingin mannin kendi,
eittans eyga í heysi bar,
ein finskan boga í hendi.

99. Ein kom maður á víðan vøll fram,
eyga hevði sum bolli,
eittans hár á heysi darrar,
toppur á miðjum kolli.

100. »Hoyr tað, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
hvar ríður tú fram?«

101. »Fyrst reið eg í randarný
Hundins synir at vinna,
nú lystir meg á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.

102. Eg reið meg í randarný,
væl kom eg aftur úr teirri,
síðan aftur í ríkinum
eg kvitti á Glitraheiði.«

103. »Hoyr tað, snarpi Sjúrður,
siga skalt tú mær:
hvør er hesin vesæli maður,
í fylgi er við tær?«

104. »Tað er Regin smiður,
ormins bróðir hann er,
tí man hann við mær vera
ein í hesari ferð.«

105. »Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,
grava tær gravir tvær?
Deyðan hevur sami maður
ætlað tær.«

106. »Regin, ormins bróðir,
hann mær ráðini ger,
tí er hann mín fylgismaður
í hesari ferð.«

107. »Grav tú enn ta triðju,
grav hana har íhjá,
ein mun av eitrinum
man tað liva tá.

108. Grav tú enn ta fjórðu,
grav hana skamt ífrá,
hoyr tað, snari Sjúrður,
ei har inni stá!«

109. Tríati alin er fossurin,
ormurin undir liggur,
uppi standa høvur og sporl,
og búkur á homrum liggur.

110. Uppi standa høvur og sporl,
og búkur á homrum lá,
hvør er hann so hugdjarvur
ið vega hann torir tá?

111. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjerdis,
hon bar meg í heim.«

112. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
ríður á heiði Glitra,
hann skal vera kempuførur,
ið møtir hans brandi bitra.

113. Ormurin liggur á gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
býr seg til at stríða.

114. Ormurin liggur á gullinum,
ger so stórt eitt ýl,
Sjúrður situr á Grana baki,
býr sítt svørðið til.

115. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
tað var mikið undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann hjó hann í miðju sundur.

116. Tað var Sjúrður Sigmundarson
sínum svørði brá,
hann kleyv henda frænarorm
sundur í lutir tvá.

117. Tá spurdi ormurin,
í tógva lutir lá:
»Hvør var hann so hugdjarvur,
ið vega tordi so?«

118. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
Hjerdis drotning móðir
nevnd verður hon.«

119. »Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
hvat eg sigi til tín:
hvør vísti tær vegin
higar nú til mín?«

120. »Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er tann versti svíkjari,
svíkja vildi hann teg.«

121. Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
»Drepa mást tú Regin smið,
tóast hann er mín bróðir.

122. Veg nú Regin smið,
sum tú hevur vigið meg,
hann er tann størsti svíkjari,
deyða vil sjálvan teg.«

123. Stokti hann hjartað,
vegin var so trongur,
tríati alin
var teinurin langur.

124. Sjúrður gjørdist um hendur heitur,
drap hann sær um munni,
fuglar og so villini dýr
vórðu honum á máli kunnug.

125. Tað var Regin smiður,
talar so fyri sær:
»Fái eg nú, Sjúrður,
tað, tú lovaði mær?«

126. Til tess svaraðu villini fuglar,
uppi sótu í eik:
»Sjálvur mást tú, Sjúrður,
eta tína steik.«

127. Sjúrður stokti hjartað,
tað av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð.

128. Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banahøgg
í spori, sum hann stóð.

129. Tað var ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Regin smið
sundur í lutir tvá.

130. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
bindur hann upp á Grana bak
gullkistur tólv.

131. Bindur upp á Grana bak,
so er frásagt,
tólv gullkistur
hvørjumegin klakk.

132. Tólv gullkistur
hvørjumegin tá,
síðan settist Sjúrður
at ríða omaná.

133. Tólv gullkistur
hvørjumegin á,
sprakk hann yvir Lindará,
vreiður var hann tá.

134. Grani rendi, heiðin kendi,
honum var leiðin kunn,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn.

135. Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hann svav í Hólmgørðum.

136. Sjúrður reið á markir út,
ei hans móðir visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.

137. So gongur hann Grani
eftir sløttum sandi,
tílíkur kemur ikki aftur
í Buðla kongins land.

138. So gongur hann Grani
eftir víðum vølli,
tílíkur kemur ikki aftur
í Buðla kongins høll.

II. Brynhildar táttur

1. Eg veit eina rímuna,
gjørd í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað barst í Buðlans tíð.

2. Eg veit eina rímuna,
gjørd í grønari lund,
tað var fyrst í fyrndini,
tað barst í Buðlans stund.

3. Eg veit eina rímuna,
Buðla skulum vær kalla,
hon er bæði mild og mæt,
um Júka synir allar.

4. Kongur ræður fyri langari lund
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málmaringar
við sínar hirðir allar.

5. Í forðum døgum kongur var,
Buðlin vil eg nevna,
átt hevur hann so væna dóttur,
komin til góðar at evna.

6. Átt hevur hann so væna dóttur
komin til góðar at evna,
hon er bæði vøn og vitur,
Brynhild skulu vit nevna.

7. Nevnd er hansara onkardóttir
gjøgnum grøna lund,
eitur Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna sprund.

8. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
sigst so til í bragdartátti,
ljómur av henni skyggja.

9. Brynhild situr í stólinum
í einum stakki brúnum,
flættað hár á herðum hekk
við silkibondum snúnum.

10. Brynhild situr í stólinum,
kembir hon sítt hár,
frítt er tað sum silki,
gull ber litur á.

11. Brynhild situr í stólinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðladóttir
vera javnlíka sín.

12. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
gingin er hann Buðlin kongur
í sín dóttur stól.

13. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
gingin er hann Buðlin kongur
í stól fyri dóttur sína.

14. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
sig mær satt ífrá:
ríður so nakar higar í dag,
ið tín stár hugur á?«

15. »Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá:
tað ríður eingin higar í dag,
sum mín stár hugur á.«

16. »Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvørjum manni,
higar kemur í borg?

17. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tú elvir mær miklan vanda,
at tú noktast hvørjum manni,
ið tær býðst til handa.«

18. »Tegi tú, mín sæli faðir,
tala ikki so,
ikki er komin tann veldugi harri,
ið mær er sámi at fá.

19. Ikki er komin tann veldugi harri,
ið mær er sámi at fá,
eystan fyri londini
stendur mín hugur á.

20. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað tykir mær vera mín sámi
at vera hans kona.«

21. »Undarliga hevur tú
tær ástirnar við tær lagt,
at tú unnar manni tann,
ið tú hevur ikki sætt.«

22. »Tað hava mær nornir sagt,
vita tað Gud og menn,
níggju vetrar unti eg Sjúrða,
ósæddan enn.

23. Tað hava mær nornir sagt,
liggur í brósti trá,
níggju vetrar Sjúrða unga
eg ei við eygum sá.«

24. Til tess svaraði kongurin,
drekkur tann mjøðin reina:
»Hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins sveinar?

25. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn?«

26. »Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn,
so fellir hann heidningarnar,
hundrað um í senn.

27. Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins sveinar,
saðil hans og hestbúni
glógvar sum gullið reina.

28. Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins garpar,
saðil hans og hestbúni
glógvar sum gullið bjarta.

29. Hoyrt havi eg frásagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

30. Hoyrt havi eg frásagt
tað sama sjáldan bragdið,
tá ið hann tann frænarorm
við sínum svørði lagdi.

31. Sjúrður vá tann frænarorm,
sum lá á heiði Glitra,
hann skal vera kempuførur,
ið møtir hans brandi bitra.

32. Tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
nógv mundi hann gullið
eftir hann fá.

33. Tí hann vá tann frænarorm,
tí er hann so ríkur,
eingin maður í Húnalandi
honum kann vera líkur.«

34. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu tann mikla mann
av øðrum londum fá!«

35. »Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum skera.

36. Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum skera,
alt tað gull í ríkinum
lat tú til mín bera.

37. Alt tað gull í ríkinum
lat tú til mín bera,
og so lítla tænastu
lat tú harvið vera.

38. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá.

39. Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á.

40. Hesin sami váðalogi
hann man meg so varða,
har man eingin ríða á
uttan Sjúrður snari.«

41. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera.

42. Sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera,
alt tað gull í ríkinum
læt hann til hana bera.

43. Alt tað gull í ríkinum
læt hann hartil bera,
og so lítla tænastu
læt hann harvið vera.

44. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum stá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á.

45. Stríða teir í Húnalandi
við útdragin knív,
hevur so mangur edilingur
fyri kvinnu latið lív.

46. Árla var um morgunin
sólin skein so víða,
tað vóru teir Húnakongar,
teir búðu sær út at ríða.

47. Tað vóru teir Húnakongar,
búðu sær út at ríða,
frægari vóru Júkagarpar,
ið teir komu at stríða.

48. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongins høll.

49. Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongins tún,
Brynhild situr í stólinum,
hon ber gull á brún.

50. Buðlin kongur í salin gongur,
biður frúnna svara:
»Komin er hann Gunnar kongur
niðan úr Júkagarði.

51. Hoyr tað, Brynhild dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja.«

52. Buðlin kongur á gólvi stendur
styðjar seg við borð,
Brynhild unga dóttir hans
hon talar ikki eitt orð.

53. Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlins borg,
hon gongur á Hildarheyg.

54. Grímur og Høgni Júkason,
teir møttust á grønum vølli,
moyggjar hvukku í Hildarsal,
tá skelvur Buðlins høll.

55. Grímur og Høgnir Júkason
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga
mitt í faðirs landi.

56. Settist aftur í gyltum stóli,
hon smílist undir lín:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal verða mín.«

57. Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrða av Norðlondum
sær til sorgartíð.

58. Hetta frætti Sjúrður
eystur í síni lond:
Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er so biðlavond.

59. Sjúrður vaknar árla morgun,
telur sínar dreymar,
so var hann til víggja førur,
sum áin rennur í streyma.

60. »Meg droymdi, at Grani
í reyðum loga stóð,
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið blóð.

61. Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
spardi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið droyra.

62. Meg droymdi, tað brast um lindir mínar
gull við búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
í gyltum hjálmi gelti.«

63. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
mangt varð hann har vís.

64. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
»Vøn er Brynhild Buðladóttir,
stundar á tín leik.«

65. Tað søgdu honum villini fuglar
gjøgnum grøna lund:
»Vøn er Brynhild Buðladóttir,
stundar á tín fund.«

66. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar til Viggrím Gunnarsson:
»Tú saðlar mær hestin fríða.«

67. Hann talar til Viggrím Gunnarsson:
»Tú saðlar mær hestin fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðar at ríða.«

68. Sjúrður kvittar at ríða
á Buðla kongins land,
gullbúnar handskarnar
dró hann sær á hond.

69. Gullbúnar handskarnar
dró hann sær á hond,
so reið hann við gullgrímu,
bokslið var av tann.

70. Saðilin var av gulli,
bokslið var av tann,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtuna fram.

71. So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongins land.

72. So gongur hann Grani
á gróti sum á vølli,
slíkur kemur ikki aftur
í Buðla kongins høll.

73. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.

74. Gjarna vil hon forvitnast,
hvar Sjúrður ríður fram,
hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.

75. Tí hon vildi forvitnast,
hvar Sjúrður ríður fram,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

76. »Sjúrður, støðga tíni ferð,
og snakka við meg,
eg eigi eina so væna dóttur,
við ást vil leiða teg.«

77. »Eg støðgi ikki ferðini,
mín góði gangari rennur,
eg fari mær á heyggin fram,
sum váðalogin brennur.

78. Eg støðgi ikki ferðini,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heyggin fram
at finna tað væna sprund.

79. Eg støðgi ikki ferðini,
mín gangari rennur í líð,
eg fari mær á heyggin fram
at finna tað væna vív.«

80. Sjúrður hann sleit teymarnar,
kinn bar hann so balda:
»Eg visti tað onga kvinnu vera,
mín gangara tordi halda.«

81. Tað var enn sum oftum fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur til
enn váðalogan at síggja.

82. Merkismaður orðum talar,
tungan mælir á inni:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal frúnna vinna.«

83. Grímur ríður á grønum vølli,
kinn bar hann so balda,
hann vendi sín hest frá váðan, tá
hann skuldi í bálið halda.

84. Gunnar kongur til orða tekur
heldur at tí gleim:
»Nú skal taka tað væna vív
og føra til hallar heim.«

85. Gunnar ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so baldan,
hann vendi sín hest frá váðan, tá
hann skuldi í bálið halda.

86. Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Eg beri tað merki í mítt skjold,
eg skal nú harí ríða.«

87. Eingin reið á Brynhildu heyg
uttan Sjúrður snari,
gjøgnum royk og váðaloga,
hann og hesturin Grani.

88. So steig hann Grani
á foldini fast,
innarlaga í heygnum
tað hóvslagið brast.

89. So stígur hann Grani
drístuliga fram,
heitur var tann eldurin,
um Sjúrðar lendar brann.

90. So stígur hann Grani
gjøgnum roykin svarta,
hann kom at tí portrinum,
tað glógvar sum gullið bjarta.

91. Sjúrður reið tann váðaloga,
eingin hevði verið fyrr,
og við sínum svørðinum
kleyv hann niður dyr.

92. Og við sínum svørðinum
klývur hann lokur frá,
hann sær, hvar tað væna vív
eina í songum lá.

93. Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
hann sær, hvar ið tað væna vív
eina í songum liggur.

94. Sær hann, hvar tað væna vív
í herklæðum svav,
Sjúrður tók sín bitran brand
og spretti brynju av.

95. Vaknaði Brynhild Buðladóttir,
víða um seg leit:
»Hvør átti tann bitra brand,
ið mína brynju beit?«

96. »Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
Hjerdis drotning
hon bar meg í heim.«

97. »Riðin er ein av Húnamonnum
higar í dag til mín,
Sjúrður Sigmundarsonur,
søtin mín.«

98. Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
»Ver vælkomin av øðrum londum,
Sjúrður søtin mín!

99. Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
hvør vísti tær leið
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?

100. Hvat feilti tær, Sjúrður,
at tú higar reið,
hvør var hann av Húnamonnum,
ið tær vísti leið?«

101. »Tað søgdu mær villini fuglar,
uppi sótu í eik:
vøn er Brynhild Buðladóttir,
stundar á tín leik.

102. Tað søgdu mær villini fuglar
gjøgnum grøna lund:
vøn er Brynhild Buðladóttir,
stundar á tín fund.

103. Ørn sat á kvisti,
væntaði hon mín,
hon vísti mær vegarlongd
haðan heim til tín.«

104. »Av ókunn' londum higar til mín
man meg einki ryggja,
Júkin kongur dóttur eigur,
lystir við tær at byggja.

105. Tú ert ungur av aldrinum,
lívið man tær tróta,
tú manst ognast Guðruna,
mín manst tú ikki njóta.«

106. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, venda.«

107. Tað er Brynhild Buðladóttir,
tekur nú til at køla:
»Júkin kongur drotning eigur,
við ástir man teg tøla.«

108. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal mær ná,
at eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, slá.«

109. »Hoyr tað, snari Sjúrður,
ver nú ei so bráð,
far teg heldur til faðir mín,
tak av honum ráð!«

110. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
er bæði følin og nipin:
»Tú hevur so lítil góðráðini
av tínum faðiri tikið.

111. Tú hevur so leingi, Brynhild,
stundað á mítt mál,
eg fari ikki til faðir tín
at taka av honum ráð.

112. Tú hevur so leingi, Brynhild,
stundað á mítt fund,
tað søgdu mær alsingarnir
gjøgnum grøna lund.«

113. Løgdu sínar ástir saman
innan for benjarfund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

114. Løgdu sínar ástir saman
innan fyri mentargátt,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri nátt.

115. Blíðar legði hann armarnar
yvir frúnnar háls,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
tað býr ikki undir falsk.

116. Tólv gullringar
dró hann frúnni á hond:
»Hetta skal vera tað fyrsta
elskógsband.«

117. Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
»Hetta skal vera tað annað
elskógsband.«

118. Tólv gullkistur
setti hann henni hjá,
og tann dýra drotningsring
legði hann omaná.

119. Sjúrður situr í stólinum,
niður fyri seg sær:
»Hvat mundi hon Grimhild
vilja mær?

120. Brynhild, tak mær saðil og boksl,
ringabrynju fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðar at ríða.«

121. Til tess svaraði Brynhild,
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur dóttur eigur,
við ástir man teg tøla.

122. Sit her heldur, Sjúrður,
og leika við meg í talvi,
Júkin kongur dóttur eigur,
full í trøllsku alvi.«

123. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei fíggja,
hann var seg í moynnasali
mánarnar tríggjar.

124. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei eyð,
hann var seg í moynnasali
mánarnar sjey.

125. Hon fylgdi honum so langt á leið
bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl!«

126. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan frið:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við!

127. Bæði heilur og happadrúgvur,
skiljast vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
legg tey væl í minni!«

128. Tað var frægi Sjúrður,
rætti seg úr saðilboga,
kysti frúnna Brynhildu
fast av miklum huga.

129. Tað var um ein árla morgun,
hann frá Brynhild reið,
møtti hann hennara sæla faðiri
skamt frá sínari leið.

130. »Ver vælkomin, Sjúrður,
tú tørvt ikki boðini senda,
fulla veit eg tín forløg út,
í hvat ið tær skal henda.

131. Tú ert ungur av aldrinum,
lívið man tær tróta,
tú manst ognast Guðruna,
Brynhildu ikki njóta.«

132. »Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg henda,
at eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhildu venda.

133. Tað tykir mær undarligt,
at slíkt skal meg ná,
at eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhildu slá.«

134. »Ríð tú ikki so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur Grimhild
við so mangan mann.

135. Fegin vil hon forvitnast,
hvar tú ríður fram,
hon sær ikki á hestabaki
tekkiligari mann.«

136. Sjúrður reið á skógvin burt
alt fyriuttan váða,
hann sær tað hitt illa dýr
berjast við bógvar báðar.

137. Hann sær tað hitt illa dýr
berjast við bógvar báðar,
eldin spýði, eitur goyst',
tá stóð hans lív í váða.

138. Hann sær ein úlv á skógnum fara
'nast til idra stinna',
hesturin leitst fyri eiturspý,
hann leit til ymsar kinnar.

139. Grani beitst og illa sleitst,
hann kundi ikki finna leið,
síðani kvittar Sjúrður
við Júkagørðum heim.

140. Burtur hvarv tað illa dýr,
burt frá Sjúrðar eygum,
hann sær, hvar ið Grimhild situr,
leikar við bondum beygum.

141. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.

142. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

143. »Sjúrður, støðga tína ferð,
og snakka við meg,
eg eigi eina so væna dóttur,
við ást vil leiða teg.

144. So er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
rósur og so liljur
skyggja av hennara kinn.

145. Vøn er Guðrun dóttir mín,
lág er hon í gøtu,
hon er ikki Brynhildu lík,
heldur enn summar er mót vetur.

146. Eg bjóði tær at liggja her,
mangt er tær á vási,
drekka títt av dýrum krúsi,
tín gangari stendur í lási.«

147. Út kom frúgvin Guðrun
við einum stakki bláum,
flættað hár á herðum hekk,
við silkibondum smáum.

148. Tað var frúgvin Grimhild,
talar til dóttur sína:
»Gakk tú tær í kjallaran,
tú blanda mjøð og vín.

149. Gakk tú tær í kjallaran,
tú blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat tú har útí.

150. Og so mikið óminni
lat tú har útí,
ber so inn fyri Sjúrða unga,
bið hann drekka til tín.«

151. »Tað ríða so mangir higar í dag,
kongasynir og jallar,
girnast tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«

152. Hon hevði upp sína høgru hond,
sló hana yvir lín:
»Skamm fái tú, mín vánda dóttir
sakandi biðil tín.«

153. Hon hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

154. »Tegi, Guðrun dóttir mín,
mangt man smæin lissa,
betri man vera sjálv at biðja
enn góðan mann at missa.«

155. Tað var Guðrun Júkadóttir,
tók sær ker í hond,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.

156. So skeinkir hon Guðrun
mjøðin út í vín,
og so mikið óminni
læt hon har útí.

157.Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjøð í ker,
bæði snart og skundisliga
inn fyri Sjúrða ber.

158. Og so mikið óminni
læt hon har útí,
bar so inn fyri Sjúrða unga,
bað hann drekka til sín.

159. Tey drekka fram sum dýran dramm,
drekka av horninum bjarta,
mildingur misti minni alt,
og brúður úr buðlungs hjarta.

160. Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum leingi,
mildingur misti minnið alt,
og bøta man honum eingin.

161. Tá hann hevði drukkið
og greitt aftur skál,
mintist hann ei til Brynhildu,
og ei á hennara mál.

162. Tá hann hevði drukkið
og greitt aftur ker,
mintist hann ei til Brynhildu
og ei, hvar hon er.

163. Tey drekka títt, tey drekka datt
til tann dreingin mæta,
honum kom einki annað í hug
uttan Guðruna vildi hann hava.

164. Tey drekka títt, tey drekka datt
til tann dreingin skjóta,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann njóta.

165. Tey drekka títt, tey drekka datt
til tann dreingins deyða,
honum kom einki annað í hug
enn Guðruna vildi hann eiga.

166. Drakk hann drykk og drakk hann tvá
til tann dreingin snimma,
haðani út í skemmu gongur
Guðruna at finna.

167. Sjúrður gekk í skemmu upp,
Guðrun vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ónt í sinni.

168. Brynhild gekk av Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðruna,
Sjúrður misti lív.

169. Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinn man flóta:
»Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta.«

170. Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
»Ognast tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«

171. Guðrun klæðist fyri síni song
eina morgun snimma,
henni kom einki annað í hug,
uttan Brynhildu vildi hon finna.

172. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
gingu út til vatn at taka,
føgur vóru flóð.

173. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
fóru út til vatn at taka,
føgur vóru sprund.

174. Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar,
onnur harmin sjúka.

175. Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
onnur harmin tunga.

176. Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
hon vildi ikki njóta tað vatn,
sum rann av Brynhildu hári.

177. Guðrun leyp at ánni upp,
sum fossurin rann snarur,
tí hon eigur Sjúrða svein,
sum høvd yvir allar bar.

178. Guðrun leyp at ánni upp,
sum fossurin rann stríður,
tí hon eigur Sjúrða svein,
sum ein yvir allar ríður.

179. Mælti tá Guðrun Júkadóttir
fyrsta orðið tá:
»Hvør gav tær tað fingurgull,
eg síggi tínum fingri á?«

180. Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at møða:
»Vit munnu ognast eina reið,
vit hava so mangt at røða.

181. Hetta sama fingurgull,
tú sært á fingri mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tú vilti við ástum tínum.«

182. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
fast er snótin stríð:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei ognast so vænt eitt vív?«

183. Til tess svaraði Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
»Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í einari høll.«

184. »Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlins frama,
ríkum kongi givið í vold,
og nú havi eg tann sama.«

185. »Tú tørvt ikki, falssnóta,
brigda mær tað so,
fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,
um enn eg liva má.«

186. »Ikki óttist eg hóttur tínar,
tú ert í orðum stív,
tað er eingin í Júkagørðum,
ið ríður um Sjúrðar lív.«

187. Grátandi snúðist Brynhild
í sín sal at sita,
Gunnar kongur fyrstur og fremstur
hana kom at vitja.

188. »Tú fært einki yndi av mær,
seint mást tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man angur lætta.«

189. Brynhild gongur til seingina
av teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrða
so ónda eina stund.

190. Hvørt eitt barn í Júkagørðum
reið á Brynhildu fund,
tí hon hevði fyri Sjúrða
so manga møðistund.

191. Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
tað ynniliga sprund.

192. Vatnið rennur strítt sum streymur
eftir sløttum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið ikki leggur ímóti.

193. Sjúrður rendi sínum fótum
undir frúnnar stól,
hvørki mátti mæla ei tala
tað hitt væna flóð.

194. Tað fyrsta sum hon mundi
Sjúrða sjá,
tá mundi hon Brynhild
eina unga dóttur fá.

195. Til tess svaraði Brynhild
fyrsta orðið tá:
»Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá.«

196. Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
førdu hana londum frá.

197. Brynhild gekk á Hildarheyg,
nú bar hon kinn so reyðan,
nú á teirri sorgartíð
voldi hon Sjúrðar deyða.

198. Brynhild gekk í hallina
av so miklum móði,
ikki mundi mæla ei tala
tað ynniliga flóðið.

199. Gunnar kemur av skógnum heim
við hvøssum slíðraspjóti:
»Hann skal harðan deyðan tola,
ið tær hevur gjørt ímóti.«

200. »Tað er Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
eg man ongan søtan sova,
meðan Sjúrður er á lívi.«

201. Gunnar so til orða tekur:
»Lat nú tað so vera,
Sjúrður er mín fostbróðir,
eg kann honum einki gera.«

202. »Tú fært einki yndi av mær,
seint manst tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man sorgin lætta.«

203. »Tað er einki eykarverk
at ríða Sjúrða ímót,
hvør honum møtir við skjold og svørð,
hevur hann høvur á spjóti.

204. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
eg vil tað ikki trúgva,
at tú vildi Sjúrða sveini
svik til handar snúgva.«

205. Brynhild liggur í seingini,
Gunnar stóð fyri stokki,
tað var tá, sum oftum er enn,
kaldur er kvinnu tokki.

206. »Hoyr tað, Brynhild Buðladóttir,
hví eykar tú os tann vanda,
hann er eingin í Húnalandi,
ið Sjúrða kann bestanda.«

207. Brynhild situr í sínum stóli,
leikar við gyltum knívi:
»Tit fáa einki yndi av mær,
fyrr enn Sjúrður er av lívi.«

208. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu Sjúrða unga
av sínum lívi fá!«

209. »Bið hann býta svørðið,
bið hann býta mest,
bið hann býta Grana,
sín góða gangarahest!

210. Bið hann býta svørðið,
bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
lat sum tú kanst best.«

211. Brynhild fyri munni mælir,
sorgin hjarta man røkka:
»Gevið Sjúrða salta krás
og hartil lítið drekka!«

212. Tá var rómur í Buðla høll,
sveinar ríða út,
Brynhild situr í Hildarstóli,
feldi tár á klút.

213. Tá var rómur í Buðla høll,
sveinar drukku vín,
Brynhild situr í Hildarstóli,
feldi tár á lín.

214. Út riðu teir Júkakongar,
Sjúrður var í ferð,
visti ei av svikunum,
teir høvdu í ráðagerð.

215. Riðu teir úr Buðla borg,
sum teir gjørdu ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heimi á Júka lofti.

216. Ríða teir á skógvin burtur,
glaðir fyri uttan ekka,
góvu Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka.

217. Drekka teir úr sínum hjálmum
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heimi á Júka lofti.

218. Drekka teir undan sínum hjálmum,
alt fyri uttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir honum at drekka.

219. Sjúrður sá ikki svikini,
hann steig úr saðli út,
skundaði sær at kelduni
glaður for uttan sút.

220. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

221. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

222. Gunnar høgg, og Hegnir stakk
við hvøssum slíðraknívi,
gjørdu so stórt níðingsverk,
teir tóku Sjúrða av lívi.

223. Gunnar høgg, og Hegnir hjó,
mest av Brynhildu ráðum,
hevði hann vitað av svikunum,
maður var hann fyri báðum.

224. Upp slapp hann undan øllum teim,
tungu bar hann so snjalla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri allar.«

225. Sjúrður knýtir neva sín
saman av miklum treysti,
sipar so til Gunnar kong,
hann fell av sínum hesti.

226. Sjúrður so til orða tekur:
»Nú hava tit meg svikið.
Hevði eg havt mítt svørð í hond,
tað mundi betri tikið.«

227. Sjúrður følnaði á grønum vølli,
var bæði følin og nipin,
hevði hann havt sítt svørð í hond,
tað hevði betri tikið.

228. Gunnar kongur til orða tekur,
heldur at tí gleim:
»Nú skal taka Sjúrðar lík
og føra til hallar heim.«

229. Teir skiftu sínum klæðunum,
øllum sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

230. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snarpi Sjúrður
honum á herðar neig.

231. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
førdu inn á skildri,
hevur so mangur latið lív,
helst av kvinnu veldi.

232. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
vógu á skildraarmi,
Brynhild stóð í glasgluggum,
kyk sprakk hon av harmi.

233. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Guðrunu hjá,
ikki visti brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð um lendar lá.

234. Upp vaknaði Guðrun Júkadóttir
letur so orðum fara:
»Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svikum av tær vara.«

235. Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann
á Sjúrðar høvdi lá.

236. Blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá:
»Hetta skal eg, Gunnar, hevna,
um eg liva má.«

237. Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakki reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.

238. »Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða.

239. Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
syrg ikki sára leingi,
maður er komin at biðja tín,
reystari finst her eingin.«

240. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði á lívi.«

241. Tað er satt, ið talað er,
mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

III. Høgna táttur

1. Artala kongur í Húnalandi,
brýtur av bragdartátti,
festi frúnna Guðrunu,
ið Sjúrður frægi átti.

2. Artala kongur í Húnalandi
vekur upp dreingir snarar:
»Nú skal eg festa Guðrunu,
vit ríða í Júkagarðar.«

3. Artala kongur í Húnalandi
ríður fram yvir skóg,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stóð.

4. »Statt væl, Guðrun Júkadóttir,
tú hitt væna sprund,
nú skínur sól á heiðin land
gjøgnum grøna lund.«

5. Artala kongur í hallina gongur
sigst í bragdartátti,
festi frúgv og førdi heim,
sum Sjúrður í forðum átti.

6. Guðrun var leingi í Húnalandi,
kinn ber hon so reyðan,
nú legði hon ráðini
at hevna Sjúrðar deyða.

7. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
býður øllum Júkagørpum
at drekka heim til sín.

8. Guðrun býður brøðrum sínum,
letur ikki seinka,
sterkar hurðar fyri hallini,
fast við jarni leinkja.

9. Guðrun gongur út og inn,
letur blanda vín,
Hegnir og Gunnar og allar brøður
letur hon bjóða til sín.

10. Hegnir gekk í hallina inn,
heldur á búnum brandi:
»Nú lystir meg á Húnaland
at drekka tann mjøð í blandi.«

11. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí táttur:
»Um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.«

12. Hegnir stendur fyri breiða borði,
tungan mælir snimma:
»Tó skal eg á Húnaland,
sigur av kappum vinna.«

13. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí mein:
»Um tit fara á Húnaland,
eingin kemur heim.«

14. Hegnir stendur á hallargólvi,
klæddist í brynju blá:
»Tó skal eg á Húnaland,
tað standist hvat av ið má.«

15. »Meðan tú fert á Húnaland,
lat tú tað so gera:
Gislir og hann Bjarnir ungi
teir skulu heima vera.

16. Meðan tú fert á Húnaland
at drekka mjøð og vín,
Gislir og Bjarnir verða eftir
báðir hjá móður síni.«

17. Gislir og hann Bjarnir,
Júkungarnir báðir,
fara sær á Húnaland
móti móðurs ráðum.

18. Gislir og hann Bjarnir ungi
goymdu ei móðurs orð,
fóru sær á Húnaland,
fátt man feigum forða.

19. Upp steig Grimhild drotningin,
hin svinna og hin sæla:
»Kvittar tú á Húnaland,
lat meg fylgja tær!«

20. »Eg kann ei síggja, mín sæla móðir
at tíni eygun gráta,
báran brýtur á blómin tín,
tað kann eg ei sjá.«

21. Svaraði Grimhild drotningin
fyrsta orðið tá:
»Tak tú hetta rúnarkelv,
passa væl uppá.

22. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.«

23. Tað var Hegnir Júkason,
ríður út við strand,
møtti honum ein sævarkvinna
á tann hvíta sand.

24. »Hoyr tú indi, sævarkvinna,
sig mær dømin mein,
kvitti eg á Húnaland,
komi eg heilur heim?«

25. »Hoyr tú, Hegnir Júkason,
eg sigi tær dømin mein,
um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú heim.«

26. Tað var Hegnir Júkason,
sínum svørði brá,
hann hjó hesa sævarkvinnu
sundur í lutir tvá.

27. Tekur hann hennara blóðiga høvur,
kastar út á sund,
kroppurin fylgdi eftir,
tey sukku bæði til grund.

28. Tað var Hegnir Júkason,
ríður út við strand,
møtti hann einum sævarmanni
á tann hvíta sand.

29. »Hoyr tað inda, sævarmaður,
sig mær í tí satt,
fari eg á Húnaland,
komi eg heilur aftur?«

30. »Hoyr tað, Hegnir Júkason,
tað man eg siga satt,
fert tú tær á Húnaland,
um tað kemur tú aftur.«

31. Hann læt knør av lunni draga
oman úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalarborðum,
fram leyp knørur reysti.

32. Hegnir læt av lunni draga
eina glæstriskeið,
skipini hildu í havið út,
fálkurin vísti leið.

33. Hegnir vindur segl í rá,
býður seg til at fara,
grátandi vendi Grimhild drotning
aftur í Júkagarðar.

34. Tá græt Grimhild drotningin,
tað hitt væna vív:
»Far væl, Hegnir sonur mín,
eg síggi teg ei í lívi.«

35. Grimhild fyri munni mælir,
Hegnir er á ferð:
»Eg kenni væl Guðruna dóttur mína
er ónd í ráðagerð.«

36. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Húnaland.

37. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig Hegnir Júkason
sínum fótum á land.

38. Fyrst steig Hegnir Júkason
sínum fótum á land,
Gislar og Bjarnir og Gunnar kongur
undir hans hvørji hand.

39. Gingu teir frá strondum niðan,
so er greint fyri mær,
síðan allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.

40. Uppi í miðjum grasagarði
teir klæddust í brynju dýra,
gingu so í høgar borgir
Júkagarpar fýra.

41. Tað var Hegnir Júkason,
inn um dyrnar steig,
hann sá tað á Guðrunu,
at ilt undir brúnum beið.

42. Tað var Hegnir Júkason,
hann inn um dyrnar hyggur,
hann sær tað á Guðrunu,
at ilt undir brúnum byggir.

43. »Ver vælkomin, Gunnar og Hegnir,«
tað vóru frúnnar orð.
»Kastið nú vákn og herklæði,
stígum yvir borð.«

44. Guðrun so til orða tekur:
»Vit eru nú her eina,
fáið mær bæði skjold og svørð
øllum tykkum at goyma.«

45. Tí svaraði Gunnar kongur:
»Fáan veit eg mín maka,
sjálvur skal eg mínum váknum goyma,
tað man einki saka.«

46. Tí svaraði Hegnir sterki,
gerst so nýtur drongur:
»Sjálvur skal eg mínum váknum goyma
at vita, hvussu gongur.«

47. Guðrun so til orða tekur,
tungu bar hon snjalla:
»Minnist tú nakað til Sjúrða unga,
tú førdi heim til hallar?«

48. Guðrun so til orða tekur,
ber um hjarta trá:
»Enn var Sjúrður frægari,
í gullsaðili lá.«

49. Hegnir mælir fyri sær,
lítur á ringar sínar:
»Ei er blítt á brúnarskoru,
minnist á Sjúrðar lík.«

50. Guðrun kemur inn árla morgun,
ilt er skap at eggja,
borð stóð breitt við silkidúk,
og bjór fyri reystar seggjar.

51. Kongurin klappar sær á knæ,
leikir ganga á,
Hegnir og Gunnar og allar brøður
setir hann sær íhjá.

52. Drukku teir í Húnalandi,
fagurt er á at líta,
Artala kongur í Húnalandi
sparir ei mjøðin hvíta.

53. Drukku teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur teim.

54. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at eingin nertur saman.

55. Guðrun lokkar sín unga svein
við alskyns mekt og mæti:
»Eg skal geva tær gull og fæ,
stillar tú Hegna kæti.«

56. Guðrun lokkar sín unga son,
í duldum hon hann bað,
hann gekk sær at borðinum,
sum Hegnir fyri sat.

57. Guðrun lokkar sín unga son,
í duldum hon hann dró,
hann hevði upp sína høgru hond,
Hegnir á nasar sló.

58. Sveinur var ungur av aldrinum,
hann taldist tað hon bað,
hann gekk aftur at borðinum,
sum Hegnir fyri sat.

59. Hann gekk aftur at borðinum,
Hegnir á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
droyrin varð óró.

60. Hegnir rann tað heita blóð
bæði úr nasum og munni,
kappin varð so illa við,
hann ikki við slíkt kundi.

61. Tað var Hegnir Júkason,
vreiður borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

62. Tað var Hegnir Júkason,
vreiður sprakk borðum frá,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi lá.

63. Hegnir sprakk um borðið fram,
vreiður hann sær vendi,
snarliga reiddi hann mækan til,
gjøgnum sveinin rendi.

64. Tað var Hegnir Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.

65. Svaraði Hegnir Júkason,
alt fyriuttan ekka:
»Ikki skal eg av Húnamonnum
fyrstur undan røkka.«

66. Tað er Hegnir Júkason,
letur upp hjálmin góð:
»Áðrenn dagur at kvøldi er,
drekka vit vín og blóð.

67. Eg fái ikki í Húnalandi
drukkið tann mjøð í blandi,
ótøkk havi tann móðirin,
ið so sín sonin vandi.«

68. Guðrun gongur fyri Artala kong
sigur honum frá:
»Deyður er okkara ungi sonur,
helst av Hegna ráð.

69. Eg man ei í Húnalandi
longur við tær stýra,
um enn tú ongar sømdir tekur
eftir tann dreingin dýra.«

70. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
eg vil tað ikki trúgva,
at tú vildi tínum brøðrum
svik til handar snúgva.

71. Tá ið teir vógu Sjúrða svein,
Guðrun søtan mín,
tá var Gislir og Bjarnir børn
heima hjá móður síni.

72. Hegnir og hann Gunnar kongur
vógu Sjúrða við list,
tá var Gislir lítið barn,
lá við sín móðurs bróst.

73. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu Hegnir sterka
burt av lívi fá!«

74. »Taka skal tríggjar aldirshúðir,
rýða í manna blóði,
Hegnir og Gunnar skulu yvir leypa
fast av miklum móði.«

75. Guðrun stendur fyri breiða borði,
mælir um tann vanda:
»Nú skulu tit, Júkagarpar,
á aldirshúðir ganga.«

76. Upp steig Hegnir Júkason,
tungu bar hann so snjalla,
talar yvir breiða borð
fyri teir brøður allar.

77. Upp steig Hegnir Júkason,
blandað hevði vín:
»Gislir og Bjarnir fara aftur
báðir til móður sína.«

78. Upp steig Hegnir Júkason,
letur so orðum svara:
»Gislir og Bjarnir fara báðir
aftur í Júkagarðar.«

79. Guðrun stendur fyri breiða borð.
mælir um tann vanda:
»Gislir og hann Bjarnir ungi
báðir skulu ganga.«

80. Gislir og hann Bjarnir ungi
mundu á húðir ganga,
allir sóu teir niður falla,
eingin sá teir upp standa.

81. Gunnars hestur leyp yvir tá,
eykast meiri vandi,
allir sóu niður falla,
eingin sá hann upp standa.

82. Betri var í Júkagørðum
drekka mjøð í blandi,
enn at ganga á aldirshúðir
og standa í stórum vanda.

83. Hegnir leyp yvir húðirnar,
yvir húðir allar,
so steig hann á foldina fast,
eingin sá hann falla.

84. Hegnir leyp yvir húðirnar,
hann var ei deyðan verð,
hann kom niður standandi,
hann studdist við skjøld og svørð

85. Tað var Hegnir Júkason,
hann ræð yvir húðir støkka:
»Eg man ei í Húnalandi
fyrstur undan røkka.«

86. Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Hegnir standa,
ei mundu ráðini duga.

87. Hegnir stendur í grasagarði,
bindur upp hjálmin sín:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur
drekka vit blóð og vín.«

88. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reysti Artala kongur
brynjað út hundrað tólv.

89. Árla var um morgunin,
sólin skein á grótið,
tað var Hegnir Júkason,
hann reið teim øllum ímóti.

90. Út reið Hegni Júkason
eina morguntíð,
feldi niður tólv hundrað
glaður í grønari líð.

91. Vigið fekk hann Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Hegnir Júkason,
hann hopar til hallarveggjar.

92. Guðrun kemur út árla morgun,
sól tók fagurt at branda,
heilan sær hon bróður sín
á leikvøllum standa.

93. Guðrun so til orða tekur,
sólin brá so víða:
»Hoyr tað, Hegnir bróðir mín,
tú skalt á skógvin ríða.

94. Tú skalt ríða á skógvin burtur,
eystur um Lindará,
har skalt tú tey undur síggja,
tú í forðum vá.«

95. Árla var um morgunin,
sólin fagurt rann,
tað var Hegnir Júkason,
hann reið á skógvin fram.

96. Hegnir ríður á skógvin fram,
eystur um Lindará,
har mundi hann tey undur síggja,
hann í forðum vá.

97. Har sá hann tann stóra hest
leypa sær á grunnum,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
ið illgerningar kundi.

98. Hegni ríður á grønum vølli,
víða um seg sá,
mikið var tá Sjúrðar lík,
í gullsaðlinum lá.

99. Tungan tekur at tala,
letur so orðum víkja:
»Illa gjørdi tú, Hegnir, tað,
tú vart við meg at svíkja.

100. Mær unti Brynhild Buðladóttir
tað hitt væna vív,
mær unti Guðrun Júkadóttir,
harfyri læt eg lív.

101. Tað var Brynhild Buðladóttir,
sprakk eftir mín deyð,
skifti Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

102. Hoyr tú, Hegnir Júkason,
ríð til hallar heim,
eg fari mær á heiðin skógv,
so tung eru míni mein.«

103. Guðrun kemur út árla morgun,
sólin brandar so víða,
sær hon Hegnir Júkason
aftur av skógnum ríða.

104. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði Guðrun Júkadóttir
brynjað út hundrað tólv.

105. Hegnir ríður í bardøgum,
hetta man lítið bata,
tað, ið hann um dagar drepur,
lívgar hon upp um nætur.

106. Hegnir ríður í bardøgum,
tað yppast ein illur siður:
»Nú leiðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælir niður.«

107. Tað var Guðrun Júkadóttir,
heitir á sveinin sín:
»Far eftir Langadiga,
bið hann koma til mín.«

108. »Hoyr tað, Langadiga,
tú ert kempan sterk,
hevði tú Hegnir av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk.

109. Hoyr tað, Langadiga,
fullvæl eg tær troysti,
hevði tú Hegnir av lívi tikið,
tað var eitt dreingjaroysni.«

110. »Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
hví eykar tú mær tann kvíða,
eg kann ei Hegnir av lívi taka,
sum einki svørð kann á bíta.«

111. Tað var Langadiga,
reið tó Hegnir ímót,
tað var mær av sonnum sagt,
hann hevði hans høvur á spjót.

112. Tað er Guðrun Júkadóttir,
talar til smásvein sín:
»Far eftir Tíðriki Tatlarasyni,
bið hann koma til mín.

113. Og so skalt tú siga honum
sanniliga frá,
deyður er okkara ungi sonur,
helst av Hegna ráð.«

114. Tað var Guðrun Júkadóttir,
blandar mjøð og vín,
býður so Tíðriki Tatlarasyni
heim í høll til sín.

115. »Ver vælkomin, Tíðrikur Tatlarason,
fullvæl eg tær troysti,
hevði tú Hegnir av lívi tikið,
tað var eitt dreingjaroysni.«

116. »Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
eyka mær ei tann vanda,
hvussu skal eg mót Hegna stríða,
einki svørð kann granda?«

117. »Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,
tú ert ein kempa sterk,
hevði tú Hegnir av lívi tikið,
tað var eitt avreksverk.«

118. »Tað er ikki ein ella tveir
staddur í tí verki,
eingin møtir honum á jørð,
deyður er Sjúrður sterki.«

119. Tíðrikur upp frá borði stígur,
hann tekur um brandin svarta:
»Eg vinni einki av Hegniri.«
Tá gránaði drotning bjarta.

120. »Hoyr tað, Tíðrikur Tatlarason,«
brúður mælir av kvíðu,
eg gevi tær bæði gull og fæ,
vilt tú mót Hegna ríða.«

121. Upp steig Tíðrikur Tatlarason,
hann heldur á dragið svørð:
»Flúgva skal eg í loftið fram
og vita, hvussu fer.«

122. Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,
hann er maðurin versti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti.

123. Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan hallar
í flogdreka líki.

124. Hegnir ríður á grønum vølli
tað harða stál at klúgva,
sær hann Tíðrik Tatlarason
í loftið fram at flúgva.

125. Hegnir tók sítt góða svørð,
skjýtur tað lið av hendi,
hann vendi sítt svørð í loftið fram,
gjøgnum Tíðrik rendi.

126. Tá hann eftir jørðini fór,
var hann sum sótið svarta,
hann hevði mongum manni banað,
nú stóð oddur í hjarta.

127. Eitur spýði tann fúli dreki
yvir Hegna bringu,
hann varð ei við váknum vigin,
harfyri læt hann synja.

128. Tungt er tað í heiminum
stórar sorgir at bíða,
eitur bar hann í brynju síni,
so fast í hjarta man svíða.

129. Hegnir so til orða tekur:
»Nú berjist eg ikki longur,
eitur gongur at hjartanum.«
Tá følnaði nýtur drongur.

130. Falnir eru Júkagarpar
við svørð og bitrar eggjar,
tá hopaði frægi av Júkagørpum
fast til hallarveggja.

131. Hegnir hopaði at hallarveggi,
brandin yvir seg bar,
Guðrun stendur í grasagarði
hon tennur saman skar.

132. »Hoyr tað, Guðrun systir mín,
tað skalt tú mær lova,
læna mær Helvík jalsins dóttur
í nátt á armi at sova!

133. Ikki havi eg fingið sár,
grið vil eg ikki tiggja,
læna mær eina jalsdóttur
í nátt á armi at liggja!«

134. Guðrun fyri munni mælir,
kinn ber hon so reyðan:
»Fáa skalt tú jalsins dóttur,
tú gongur nú snart til deyða.«

135. »Tú manst ognast ungan son,
Aldrias skalt tú kalla,
eg gevi honum tað góða svørð,
mín faðir søkti úr fjalli.

136. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
hvat eg sigi til tín,
sí so til um nakra tíð,
hann hevnir faðir sín.

137. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tey orðin hátt,
nú hevur kongurin sveinbarn gitið
á hesi somu nátt.

138. Tú manst ognast ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara unga son
og legg í vøggu tína!

139. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
brúka nakra list,
lat mína systur Guðruna
um dyrnar ganga fyrst!

140. Hoyr tað, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tær satt ífrá:
tá ið svein er tólv vetrir,
tú gakk fyri Lindará!

141. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
eg telji tey orð til tín,
tá ið svein er tólv vetrir,
kennir hann móður sína.

142. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.«

143. Svaraði Hegnir Júkason:
»Nú verður ikki longur,
eitur gongur at hjartanum.«
Tá følnaði nýtur drongur.

144. Hegnir leyt tá lata lív,
búðu um hann sum dreyg,
vældu nú um so virðiliga,
løgdu nú lík í heyg.

145. Helvík leyt tá síggja á,
Hegnir mundi doya,
síðan gróv hon tann dreyg í heyg
sum dreingir dalir hoya.

IV. Aldrias táttur

1. Tær ganga sær við børnunum
níggju mánar sínar,
til at teirra stundum líður,
tær føða sveinar fríðar.

2. Helvík ungan sonin ár,
tung man sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Aldrias bað hon kalla.

3. Guðrun ungan sonin eigur,
tung man sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Svein bað hon kalla.

4. Lógu tær í sínari song,
lætta tekur vandi,
nú er liðið at teirri tíð,
báðar skuldu út ganga.

5. Tað er Guðrun Júkadóttir,
brúkar miklan list,
býður Helvík jalsins dóttur
um dyrnar ganga fyrst.

6. Guðrun so til orða tekur,
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tað, Helvík jalsins dóttir,
tú skalt fyrst út gá.«

7. Svaraði Helvík jalsins dóttir,
lætti angist og vandi:
»Tú bert hægri høvur enn eg,
tú manst út fyri ganga.«

8. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi hann pína,
hon tók Guðrunar unga son
og legði í vøggu sína.

9. Inn kom Guðrun árla morgun,
fell so væl í lag,
hon hevði upp sín lítil knív
og sneiddi høvur av.

10. So er sagt frá Aldrias,
miklan tók hann vekst,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

11. Hann vaks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Artala kongur
fostraði hann.

12. Árla var um morgunin,
sólin fagurt brá,
tað var Helvík jalsins dóttir,
hon ríður fyri Lindará.

13. Tað var Helvík jalsins dóttir,
so ganga søgur frá,
møtti hon sínum unga soni
eystan fyri Lindará.

14. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Tað svørji eg á mína trúgv,
at tú ert sonur mín.«

15. Svaraði Aldrias Hegnirsson,
hann stendur í mannamúgvu:
»Eg havi ei sætt eina kvinnu
kunna so væl at lúgva.«

16. »Tak tú út tín lítin knív,
hygg, ið væl hann bítur,
tína móður í armin sker,
vita, um í hjarta nítur!«

17. Hann tók út sín lítin knív,
fullvæl ið hann beit,
sína móður í armin skar,
so fast í hjarta neit.

18. Svaraði Aldrias Hegnirsson,
sólin á hann skín:
»Tað síggi eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín.«

19. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Sí so til um nakra tíð,
tú hevnir faðir tín!«

20. Hon tekur upp tað rúnarkelv,
sínum soni fær:
»Hetta gav tín sæli faðir,
mikið gott unti mær.«

21. Sveinin tók við rúnarkelvi,
niður fyri seg sá,
brast hansara belti,
litur ið hann brá.

22. Brast hansara belti,
litur ið hann brá,
hann sá sín sæla faðirs deyða
standa hará.

23. »Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.

24. Tá ið tú kemur til hallir heim,
síðla ella snimma,
sí so til um langa stund,
lat ikki á tær finna!«

25. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað var Aldrias Hegnirsson,
hann vildi til hallar ríða.

26. Sveinur gekk í hallina inn,
skuldi ljósið skara,
brendi gjøgnum fótarblað,
hann tók seg ikki vara.

27. Sveinur var ungur av aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
brendi gjøgnum fótarblað
niður í hallargólv.

28. Artala kongur til orða tekur,
mjøður í blandi rennur:
»Hvat hugsar tú, svein, so djúpt,
tú gætir ei, at tú brennur?«

29. »Tað hugsi eg, Artala kongur,
tú hevur nógvan eyð,
man tað verða á tínari ævi,
at tú tiggur vatn og breyð.«

30. Tí svaraði Artala kongur:
»Eg havi miklan eyð,
tað verður ikki á mínari ævi,
eg tiggi vatn og breyð.«

31. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína:
»Vilt tú nakað, Artala kongur,
í dag á skógvin ríða?«

32. Árla var um morgunin,
fell so væl í lag,
lysta teir á skógvin burtur,
sveinur og kongurin báðir.

33. Tað er enn sum oftum fyrr,
mangur skortar fíggja,
gingu teir til gullbjørgið
tað mikla gull at síggja.

34. Ríða teir á skógvin burtur,
frægir í huga full,
hann vísti honum á húsið tað,
takt var innan við gull.

35. Tí svaraði Artala kongur
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tú tað, tú harra svein,
tú skalt her inn gá.«

36. Tí svaraði harra svein
í annað orðið tá:
»Tú bert hægri krúnuna,
tú skalt inn fyri gá.«

37. Artala kongur í Húnalandi
inn um dyrnar sá,
tað var indi harra svein,
smelti hurð í lás.

38. »Tað hugsi eg, harri mín,
hóast tú eigur miklan eyð,
vilt tú nakað, Artala kongur,
tiggja vatn og breyð.«

39. »Tað hugsi eg, harra svein,
at eg eigi nógvan eyð,
gjarna vil eg, harra svein,
tiggja vatn og breyð.«

40. Aldrias gekk av gullbjørginum
eina morgun snimma,
og eg svørji tann eið á mína trúgv,
har læsti hann kongin inni.

41. Tað var Aldrias Hegnirsson,
mikið gull hann fekk,
hann kom ikki aftur í gullbjørgið,
fyrr enn kongurin skarpur hekk.

42. Aldrias gisti sína móður
síðla dag á kvøldi,
síðan reið hann haðan burtur
til kongin í Danaveldi.

(c) Dansifelagið í Havn