Kvæðasavn
Emunds ríma
Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma
Uppskrift: FK 98eB, 24, pp. 150-160.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi í dans,
kvøða um keisaran Karlamagnus,
tólvjavningar hans.
2. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi at ríma,
kvøða um keisaran Karlamagnus,
tólvjavningar sína.
3. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi á gólv,
kvøða um keisaran Karlamagnus,
hans javningar tólv.
4. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma,
setir hann hann í glæstriborg
við fimtan sveinum at goyma.
5. Keisarin eigur ein flótan hest,
slíkur er ei í landi,
so loypur hann yvir dalir og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.
6. Keisarin var í stríð í dag,
mongum vann hann mein,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá reið hann sjálvur heim.
7. Keisarin var í stríð í dag,
mongum vann hann sút,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá reið hann sjálvur út.
8. »Eg sá kempu í stríð í dag,
bæði við gleði og gaman,
sannur faðir av himmiríki
sendi okkum saman.
9. Eg sá kempu í stríð í dag,
tílíka onga sá,
sannur faðir av himmiríki
lati meg honum ná.«
10. So reið keisarin Karlamagnus
alt upp á hans fund,
tríggjar steinar í barm á sær,
hvør stóð meir enn pund.
11. So reið keisarin Karlamagnus,
alt tað ið hestur sprakk,
hann kom fram á kelduna,
sum heiðin lá og drakk.
12. So reið keisarin Karlamagnus
alt upp á hans fund:
»Reis teg upp frá kelduni,
tú ert ein heiðin hund!«
13. Heiðin leysur á vøllin niður,
komu so tíðindi heim,
níggju áir í vatnið runnu,
tað fjaraði úr øllum teim.
14. Svaraði keisarin Karlamagnus,
studdist á skjøldin fríða:
»Statt upp, heiðin, og verj títt lív,
eg vil ikki á teg níða!«
15. Heiðin leyp frá keldu upp,
gav honum onga takk,
øvigur eftir grønum vølli
upp í saðilin sprakk.
16. Heiðin upp frá keldu leyp,
mælti ikki mál,
saðilin og brynja hans
alt var gjørt av stál.
17. Heiðin leyp frá keldu upp,
settist á ørsið stinna:
»Eg sá manga frægari kempu,
kundi meg ikki vinna.«
18. Heiðin upp frá keldu sprakk,
glaður foruttan ekka:
»Hvussu eitur tú, mikli maður,
forðaði mær at drekka?«
19. »Karlamagnus eiti eg,
so eri eg nevndur á sonnum,
kongur og so keisari
yvir kristnum monnum.«
20. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað tali eg til tín,
gev mær handa fríða hjálm
í umbót skaða mín!«
21. Svaraði keisarin Karlamagnus
av so tungum stríði:
»Henda hjálm fær eingin av mær,
so leingi eg eri á lívi.«
22. Kastaði hann øllum váknunum,
øllum silvurbondum,
sá sær eingi skemri ráð,
enn tók so kongin á hondum.
23. Bardust teir um hjálmin tann,
tað var mest av sút,
pá tann sama fagra dag
tá reið Rólant út.
24. Rólant reikar um borgina,
heldur á ringi reyða:
»Tað síggi eg á sjálvum mær,
at frændi mín er í neyð.«
25. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
hann talar til ein av sveinunum,
biður hann lova sær út.
26. Svaraði ein av sveinunum,
hinar hevði í valdi:
»Tú fert ei av hallini út,
tú ert for ungur á aldri.«
27. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
hann talar til annan av sveinunum,
biður hann lova sær út.
28. Svaraði annar av sveinunum,
heldur á brúnum knívi:
»Tú fert ikki av borgini út,
tú ert for ungur á lívi.«
29. Rólant reikar um borgina,
tað gjørdi hann treyður,
hann tók ein av sveinunum,
sló allar hinar deyðar.
30. Rólant slapp av borgini út
í tí sama sinni,
hann fann sær ein fataborðshest,
legði sær í minni.
31. Rólant slapp av borgini út
við so mikil ómak,
hann hevði ikki fleiri orð,
hann setti seg á hans bak.
32. So reið Rólant fyrsta dag,
ikki vildi hestur gá:
»Sannur faðir av himmiríki
lati meg stríðið ná.«
33. So reið Rólant annan dag,
ikki vildi hestur ganga:
»Sannur faðir av himmiríki
lati meg stríðið fanga.«
34. So reið Rólant triðja dag,
mangt var honum ímóti,
tá hann kom á skógvin fram,
tá fann hann eitt skaft av spjóti.
35. So reið Rólant fjórða dag,
hann sá fram yvir skógva,
tá hann kom tá betur fram,
tá sá hann fuglar tógva.
36. So reið Rólant fimta dag,
honum leiðist ikki enn,
tá hann kom í skógvin burt,
tá sá hann tógva menn.
37. Svaraði Amin, kempan reyst,
tykist hava kent:
»Sjálvur tann hin fányti
hann hevur teg higar sent.«
38. Svaraði keisarin Karlamagnus,
eyguni at honum rendi:
»Signaður veri tann dýri drottur,
teg nú higar sendi.«
39. Svaraði Amin, kempan reyst,
heldur sær á gleim:
»Mætari gud hava tit, enn eg,
koma tit livandi heim.«
40. Hann hevði einki at verja seg við
uttan eitt spjótaskaft,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hann sipaði til so fast.
41. Eg svørji tann eið við mína trúgv,
hann sipaði til so fast,
sundur í tann heidna hund
tann høgra hondin brast.
42. Niður fell tá Dýrindal,
Rólant upp hann treiv:
»Hvør var nærri arvinum,
ei var eg hann feig.«
43. Tað var reystur Rólant jall,
sínum svørði brá,
hann kleyv Amin, kempan reyst,
sundur í lutir tvá.
44. Tað var reystur Rólant jall
heldur sær á gaman,
við hvørt stykki hann av honum høgg,
við hvørt rann hann saman.
45. Svaraði reystur Rólant jall:
»Hetta eru størstu undur,
nú skal taka stólp og stein,
føra hann víða sundur.«
46. Tað var reystur Rólant jall,
glaður foruttan ekka,
hann tók vatn í gyltan lúður,
frænda sínum at drekka.
47. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tá hann vatnið sá,
við báðum sínum eygunum
hann upp til himla sá.
48. Við báðum sínum eygunum
hann upp til himla sá:
»Hvar er nú tann mikla kempa,
mær var her íhjá?«
49. Svaraði reystur Rólant jall,
tað var mest av sonnum:
»Bannaður veri búkur hans,
bæði av Gudi og monnum.«
50. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Vit skulu ikki skaða hann,
hvørki hans gull ei fæ.«
51. Svaraði reystur Rólant jall:
»Ei man tað so vera,
Amins høvur og Dýrindal
vit skulu í heimi bera.«
52. Frættist tað til hallar heim,
at Amin sigur fekk,
so var møddur keisarin,
at skúm um nasar gekk.
53. Riðu teir á brekkuna upp,
sum Amins høvur lá,
stríðir runnu blóðfossar,
so er mær greint ífrá.
54. Tað var keisarin Karlamagnus,
heim í garðin fór,
úti Olgar danski
fyri honum stóð.
55. Svaraði Olgar danski,
heldur sær á gleim:
»Tað mást tú takka frænda tínum,
at tú komst livandi heim.«
56. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tað var mær so líkt:
»Tað verður ikki á míni ævi,
eg bjóði mær slíkt.«
57. Svaraði reystur Rólant jall,
mælir so fyri sær:
»Hvør skal fara við høvdinum,
harri, sig tú mær?«
58. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Hann skal fara við høvdinum,
tú vilt nevna á stað.«
59. Svaraði reystur Rólant jall
alt fyri uttan sút:
»Gýðing jall av ríkinum
hann nevni fyrstan út.«
60. Svaraði reystur Rólant jall,
fell so væl í lag:
»Gýðing jall av ríkinum,
eg nevni fyrst á stað.«
61. »Fari eg fyri Onglands borð,
komi eg ikki heim,
tað skal verða á tíni ævi,
onkur fellir gleim.
62. Fari eg fyri Onglands borð,
komi eg ikki aftur,
tað skal verða á tíni ævi,
mangur fellir tættur.
63. Fari eg fyri Onglands borð,«
Gýðing jall mælir av bræði,
»tað skal verða deyði tín,
so mangur mannaskaði.«
64. Hann fór seg til Onglands kong
við Amins høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
ið Karlamagnus sendi.«
65. Kastar hann øllum váknunum,
øllum silvurbondum:
»Hann skal harðan deyða tola,
snart takast á hondum.
66. Taka skal vánda Gýðing jall,
leggja hann í jarn,
skyldur var eg Amint at hevna,
hann var mítt onkarbarn.«
67. »Tað tykir mær einki vera,
tóast tú letur meg vega,
heldur skal eg ráða tær,
hvøssu tær skuluð gera.
68. Heldur skal eg ráða tær,
hvøssu tær skuluð gera,
hálvt skal liðið í Runsival,
hálvt skal eftir vera.
69. Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
tílíka onga spurt,
hann verður ei við váknum vigin,
mógvast hann ikki burt.
70. Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
eystan úr øðrum londum,
teir verða ei við váknum vignir,
valla takast teir hondum.«
71. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Tað man Gud ikki tilsteða
at taka Rólant hondum.«
72. »Tú skalt fara á heiðin lond
at samla saman djór,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín í sól.
73. Tríggjar skalt tú herirnar
av tínum landi gera,
í tann allarseinasta
skalt tú sjálvur vera.
74. Eg fái ikki, Onglands kongur,
snakkað við teg longur,
tí at keisarin Karlamagnus
gerst so nýtur drongur.«
75. »Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga teim so til handa,
undir lindini Osparmót
har skal stríðið standa.
76. Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga honum so ífrá,
undir lindini Osparmót
har skal stríðið stá.«
77. Tað var vándur Gýðing jall,
heim í garðin fór,
úti keisarin Karlamagnus
fyri honum stóð.
78. »Ver vælkomin, Gýðing jall,
higar nú til mín,
hvussu tók hann Onglands kongur
við høvur av syni sín?«
79. »Hann bað meg tey boð tær bera,
siga tær so til handa,
undir lindini Osparmót
har skuldi stríðið standa.«
80. Tað var keisarin Karlamagnus
tekur til sítt svørð:
»Nú skal ríða í Runsival
at vita hvøssu fer.«
81. »Eg skal leggja tær ráðini góð,
hvussu tær skuluð gera,
hálvt skal liðið í Runsival,
og hálvt skal eftir vera.«
(c) Dansifelagið í Havn