Kvæðasavn

Emunds ríma

Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma

Uppskrift: FK 98eD, 24, pp. 172-180.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið leingi,
Janimund er á leikvøllum,
stríðist við reystar dreingir.

Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum rósum sæl,
blás í hornið Óluvart,
'ta Ramsaje væl'.

2. Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið enn,
Janimund er á leikvøllum,
stríðist við reystar menn.

3. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma,
setir hann hann í glæstriborg,
væl fimtan sveinar at goyma.

4. Keisarin setir sín systurson,
vanur er hann at berja,
situr inni í glæstriborg,
væl fimtan sveinar at verja.

5. Keisarin eigur ein fljótan hest,
slíkur er ikki í landi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.

6. Keisarin var í stríð í gjár,
mongum manni til mein,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
leið tá tann heidni heim.

7. Tað var hesin heidni hundur,
møddur var av ekka,
tá ið hann kom at kelduni,
tá legði hann seg at drekka.

8. Tað var hesin heidni hundur,
og tystur var av neyð,
so drakk hann tá drykkin stíva,
hann turkaði áir sjey.

9. Tað var keisarin Karlamagnus,
reið fram á hans fund:
»Statt nú upp frá kelduni,
tú tín heidni hundur!«

10. Tað var tá tann heidni hundur,
møddur var av ekka:
»Hvør er henda kempan sterk,
sum forðaði mær at drekka?«

11. Svaraði hesin heidni hundur
mælir á tungum sinni:
»Er hendan kempan sterk,
sum aktar meg at vinna?«

12. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Tað sigi eg fyri sonnum,
eg eri kongur og keisari
yvir øllum kristnum monnum.«

13. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fáir finnast slíkir:
»Eg eri kongur og keisari
yvir teim kristnum ríki.«

14. »Hoyr tað, tú keisarin,
tað sigi eg tær enn:
tú hevur dripið fyri mær
væl átjan túsund menn!

15. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað sigi eg tær svá:
tú hevur dripið fyri mær,
sum ei koma tølur á!

16. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
hvat eg tali til tín:
gev mær henda fríða hjálm,
undir skaða mín!«

17. Svaraði keisarin Karlamagnus
av so tungum stríði:
»Henda hjálm fær eingin av mær,
so leingi eg eri á lívi.«

18. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tekur til orða svá:
»Henda hjálm fær eingin maður,
so leingi eg liva má.«

19. Bardust teir um hjálmin tann
fast av tungum vanda,
hvørgin tá til jarðar seig,
so væl tá tyktist standa.

20. Bardust teir um hjálmin tann,
tað var helst av sút,
henda sama fríggjadag
tá slapp Rólant út.

21. Rólant talar fyrstu ferð,
og teir sveinar tvá:
»Lovið mær av hallini út,
frænda mín at sjá!«

22. Rólant talar til sveinarnar
tógva ella tríggjar:
»Lovið mær av hallini út,
frænda mín at síggja!«

23. Svaraði fyrsti av sveinunum
av tí riddara valdri:
»Tú fert ei av hallini út,
tú ert for ungur á aldri.«

24. Svaraði annar av sveinunum
av so tungum stríði:
»Tú fert ei av borgini út,
so leingi eg eri á lívi.«

25. Svaraði triði av sveinunum,
so tók hann uppá:
»Tú fert ei av borgini,
so leingi eg liva má.«

26. Tað var reystur Rólant jall,
ei var lítið verð,
so leyp hann á borgina
øvigur við búgvið svørð.

27. Tað var reystur Rólant jall,
tað gjørdi hann treyður,
hann tók ein av sveinunum,
slerdi so hinar deyðar.

28. Rólant reikar um borgina
í hesum sama sinni,
hann fekk sær ein fljótan hest,
hann legði sær væl í minni.

29. Rólant reið tann fyrsta dag,
hestinum treyt at ganga:
»Harra Gud av himmiríki
lati meg stríðið fanga.«

30. So reið Rólant annan dag,
næstan læt hestur lív:
»Harra Gud av himmiríki
hann vísi mær á stríð.«

31. So reið Rólant triðja dag,
ei leiðist honum enn:
tá ið hann kom í skógin fram,
tá sá hann tógva menn.

32. Tað var reystur Rólant jall,
hann talar til gangara sín:
»Stíg nú fram so drístiliga,
nú síggi eg frænda mín!«

33. Tað var reystur Rólant jall,
hann sín frænda sá,
tað var hesin heidni hundur,
lá honum omaná.

34. Tað var reystur Rólant jall,
hann høgg til so fast,
sundur á tí heidna hundi
tann høgra hondin brast.

35. Niður fall tá Dýrindal,
Rólant um tað treiv:
»Hvør var nærri arvinum?
ei var tá eg feigur.«

36. Rólant brá tá Dýrindali
tí bitra eggjatal,
pá Ólivals hjálm,
so oddurin stóð í saðli.

37. Rólant brá tá Dýrindali,
tí bitra eggjateini,
so høgg hann pá Ólivals hjálm,
oddurin stóð í beini.

38. Tað var reystur Rólant jall,
hann høgg til so fast,
sundur á tí heidna hundi
høgra hondin brast.

39. Niður fell tá Dýrindal,
Rólant um tað treiv:
»Eg var nærri arvinum,
ei var eg tá feigur.«

40. Tað var reystur Rólant jall,
tá ið hann svørðið brá,
so mundi hann Janimunds
høvur skilja frá.

41. Tað var reystur Rólant jall,
møddur var av ekka,
hann tók vatn og vegligt horn,
gav frænda sín at drekka.

42. Tað var keisarin Karlamagnus,
kom honum tað í huga:
»Hoyr, Rólant, frændi mín,
hvar er Janimund nú?«

43. Svaraði reystur Rólant jall
av so tungum stríði:
»Hoyr, keisarin Karlamagnus,
eg tók hann av lívi!«

44. Svaraði keisarin Karlamagnus,
kom honum tað í huga:
»Hoyr tú Rólant, frændi mín,
hvar er Janimund nú?«

45. Svaraði reystur Rólant jall
av so tungum stríði:
»Hoyr, keisarin, harri mín,
eg tók hann av lívi.«

46. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Tað sigi eg fyri sonnum,
bannaður verður búkur hans
bæði av Gudi og monnum.«

47. Tað var keisarin Karlamagnus,
tað fell ei í lag:
»Vit skulu einki av hann taka
hvørki gull ei fæ.«

48. Tað var reystur Rólant jall,
hann sló tað í ein gleim:
»Dýrindal og Óluvars horn
tað skulu vit føra heim.«

49. Svaraði Olgar danski,
hann sló tað í ein gleim:
»Takka mást tú Rólanti,
at tú komst heilur heim.«

50. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Lat tað nú so vera,
Rólant hann skal fyri ráða,
hvør sendiboðið skal vera.«

51. Svaraði reystur Rólant jall,
hann slær tað í ein gleim:
»Gýðin jallur hann skal fara
Marsilius kongi heim.«

52. Svaraði reysti Rólant jall
glaður foruttan sút:
»Gýðin jall í ríkinum
hann nevni eg fyrstan út.«

53. Tað var reystur Gýðin jall,
tá ið hann fekk hetta svar:
»Tú manst allar illar vegir
javnan vísa mær.

54. Fari eg fyri Fraklands kong,
og komi eg ikki heim,
tað skal verða í tykkara ævi,
onkur hendir mein.«

55. Riðu teir upp á brekkuna,
sum Janimunds høvur lá,
teir førdu tað heim á reyðum skildri,
sum søgur ganga frá.

56. Jallurin dró fyri Fraklands kong
við Janimunds høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.«

57. Marsilius kongurin
hann allar gleðir misti,
tríggjar reisir á einum sinni
blóðigt høvur kysti.

58. »Taka skal 'Benia' mín systurson,
geva honum konganavn,
vit skulu hevna Janimunds deyð,
hann var mítt onkabarn.

59. Taka skal vánda Gýðin jall
og leggja hann í bond,
harðan skal hann deyðan tola,
hann førdi hans høvur í hand.

60. Taka skal vánda Gýðin jall,
vit minka hansara prís,
hann skal verða hongdur upp
í hægsta runnarís.«

61. »Tað ið tit lata heingja meg,
tað haldi eg einki at vera,
heldur skal eg leggja ráð,
í hvat tit skulu gera.

62. Tríggjar skulu tit herirnar
út av landi gera,
í tí seinasta herinum
skuluð tær sjálvur vera.

63. Tríggjar skulu tit herirnar
út av landi ríða,
tann seinasti má vera størstur og sterkur,
tá skuluð tær sjálvur stríða.«

64. Jallurin dró fyri keisaran
alt pá tann sama dag,
tað fell øllum illa í lag,
men Rólant hendi skaða.

65. »Kong Marsilius sendi meg
við boðum og brævum til tín,
hann vil halda stríðið
og hevna sonin sín.

66. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
nú býst meiri vandi,
kong Marsilius vil halda stríð
í Runsival at standa!«

(c) Dansifelagið í Havn