Kvæðasavn

Jómsvíkinga kvæði

Uppskrift: NK 17, 1.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Jómsvíkingar sigla út,
teim tykir ei vert at loyna:
»Ramar gjørdu vit heitstreingir,
norðmenn skulu vit royna.«

Tøkum lætt her í lundum,
leikum vár' menn,
latum váran dans væl falla.

2. Halda norð um Heroyalond,
leið mundu teir væl finna.
»Fella skulu vit Hákun jall,
og Noregi skulu vit vinna.«

3. Seksti sigla drekaskútur,
tað skyggir á silvurhøvdum,
reyðir leika veðurringar
við gyltum mastraknøttum.

4. Fyrstur siglir Sigvaldur,
Jómsborgar jallur,
hann er høgur og hábærsligur,
snildur og tungusnjallur.

5. Næstur siglir ein mikil kappi,
kallaður Búi hin digri;
mangir gingu í stríð mót honum,
eingin kom frá við sigri.

6. Siglir so Vagnur Ákason,
unglingin hin fríði,
sterkur sum hin hvíta bjørn
og fremstur í hvørjum stríði.

7. Hákun hevur fregnir fingið,
ymist tíðindi ljóða,
kallar til sín mangan mann,
ið væl kann randir rjóða.

8. Løgdu teir út sín sævarflota
fagur á at líta.
Sunnan siglir høvdingin,
teir kalla Ímund hvíta.

9. »Heilur sigli tú Hákun jall!
Nú verður illa vorðið;
komnir eru jómsvíkingar
at leggja undir seg Noreg.«

10. »Mangt er frætt, sum ei er satt!
Hvar hevur tú tað spurt?«
Ímundur rætti upp sín arm,
og hondin hon var burt.

11. »Her er prógv, sum munar nógv,
rist av teirra brandi!«
»Eya meg!« segði Hákun jall,
»nú gerst ilt á landi.«

12. »Kongar allar í grannalondum
munnu vit norðmenn vinna,
minni fýsir meg jómsvíkingar
í hildarleiki at finna.«

13. »So eru teir í hernað harðir
sum svangir úlvar í snjógvi,
so eru teirra øksnahøgg,
sum eikir fella í skógvi.«

14. »Gamal gerst nú faðir mín,«
Eirikur hevur á orði.
»Nær hevur spurst, at danir vunnu
kapparnar í Noreg!«

15. Jallurin letur sanka lið
av øllum Noregis landi,
har kom mangur maður til,
ið væl kundi beita brandi.

16. Har kom mangur maður til;
eg teir ei kann telja; -
altíð hevur Noregi átt
hetjur í at velja.

17. Har kom Tórstein miðjulangi,
høvdingin hin sterki,
hvar hann er í víggi staddur,
ristir hann blóðugt merki.

18. Har kom Vígfús Víggja-Glímsson,
íslendingurin prúði;
hann hevur mongum manni givið
skein av hamarskúvi.

19. Mælti tað Tórleiv íslendingur:
»Løtt er øksin hvassa.
Eg skal mær av skógi taka
eikirót til gassa.«

20. Har kom Sigmundur Brestisson
vestan av Føroya fjøllum,
royndur í mongum ítróttum,
og ramastur í øllum.

21. Løgdu út sín sævarflota,
seglini reyð og blá.
Lítið frættu jómsvíkingar
teirra ferðum frá.

22. Hittust teir í Hjørungavág, -
sólin skein so blíða, -
klæddust í hjálm og ringabrynju
og ruku saman at stríða.

23. Har var brak og lúðragangur,
áraskrambl á flotum,
brestur hart í bogastreingjum,
tað skýmir av ørvaskotum.

24. Hvassur gjørdist ørvaskúrur,
hetjur mót hetjum herja;
so skjóta harðir jómsvíkingar,
at ei kunnu skjaldar verja,

25. Ravnar krumma í homrum hátt,
teir vænta fong at njóta;
so eru sterkir jómsvíkingar,
teir gjøgnum skjaldar skjóta.

26. Búi og so Vagn' Ákason
sterkastir eru at stríða,
ramir og reystir Noregis menn
máttu teim undan skríða.

27. Eirikur jall hin garpur frægur
fúsur hevur á orði:
»Vit skulu leggja at Vagni fram,
Jarnbarð móti hans borði.«

28. Høgga hart og stinga snarpt,
av munni søgur reypa;
Áslakur og Vagn' Ákason
yvir á Jarnbarð leypa.

29. Báðir kundu væl brandar beita,
teir ristu blóðugt bað,
allan ruddu teir Eiriks dreka
aftur at siglutræ.

30. Áslaki við sínum bera bolla
eingin stendur ímóti,
so bítur høgg á skalla hans
sum royðrartákn í gróti.

31. Ramur er Vigfús Víggja-Glímsson,
hann reitast við tann vanda,
sær ein rustnan smiðjusteðja
stóran á bunka standa.

32. Reiggjar hann tann tunga steðja
niður í Áslaks skalla,
nevið gekk so djúpt í heila,
tá mátti frægur falla.

33. Mætir vildu Vagni møta,
allir lív teir lótu;
fram steig Tórleiv íslendingur
við síni eikiklótu.

34. Sló so fast á gyltan hjálm,
at Vagnur á fóti gleið,
stiklaði so um skerstokk út
og niður á sína skeið.

35. Hans var hjálmur á høvdi brotin,
líka ramur hann stríðir.
»Tað kendi eg, at brandur mín
bar við Tórleivs síðu.«

36. Hákun stendur í lyftingini:
»Nú gerast sóknir harðar!
missa man eg her ogn og lið
og so mínar snekkjur snarar.

37. Missa man eg land og lív,
áðrenn leikir enda!
- Trøllið Tórgerð Hørgabrúður
hon kann lagnum venda.«

38. »Hørgabrúður og systir prúð,
jatnagívrar tvær!
eg gevi tykkum fullgott blót,
vilja tit dugna mær.«

39. Trøllið Tórgerð Hørgabrúður
mikið kravdi hon,
ikki tók hon minni við
enn hans unga son.

40. Hákun jall tann heidningin
nýtti mangt í neyð,
træli fekk sín fagra son
at svæva sum ein seyð.

41. Buldra tekur á bjørgum tá
øðismikil tora,
brestur mangur hamarsklettur,
sum tey snarljós sora.

42. Eitt kom æl av rustum oman
skramblandi sum grót,
rýkur harður heglingur
jómsvíkingum ímót.

43. Mælti tá Hávarð høggandi,
hann vá til beggja handa:
»Eg síggi eina so grima gívur
uppi á reynum standa.«

44. Sóu tá mangir tað grima trøll
uppi ímillum fjalla,
ørv av hvørjum fingri fleyg,
og hvør fekk mann at falla.

45. Veðrið hart mót jómsvíkingum
hvast í ennið rýkur,
hvørt eitt spjót og ørv, teir skjóta,
aftur á teir fýkur.

46. Mælti tá Hávarð høggandi
óttaleysur í neyð:
»Versna tekur nú vandi vár,
tí nú eru trøllini tvey.«

47. Sigvaldur heitir á liðið alt:
»Ilt er her at bíða!
Leggjum nú allar árar út
og suður í havið skríða.

48. So havi eg tær heitir strongt
heima í kongsins høllum,
at eg skuldi móti monnum stríða,
men ikki ímóti trøllum.«

49. Rópar tá Vagn' Ákason,
reiður er hann nú:
»Eg svíki ikki orði mínum.
Fari til heljar tú!«

50. Sendir hann spjót á stýrismannin
og hann til ólívs sárar;
ætlað var tað Sigvaldi,
men hann var setstur til árar.

51. Hildu so í havið út
seggjalið at síggja.
Búi og Vagn' Ákasonur
vildu hvørgin flýggja.

52. Ramur fram um ramar allar
roynist hann Búi hin føri,
mangan rennir hann sveitan nú
við sínum breiða svørði.

53. Hákun jallur úr lyfting síni
heitur at stríðnum hyggur,
sær, so mangur reyður kroppur
runt um Búa liggur.

54. »Stórur gerst nú skaði vár,
versna tekur í hvørjum;
hvar er Sigmundur Brestisson
høvdingin í Føroyum?

55. Heiti mær Sigmund Brestisson
at bjarga okkum úr vanda,
einans hann av monnum várum
kann mót Búa standa.«

56. Sigmundur stýrir dreka sínum
fram við jalsins borð:
»Hvat vilt tú mær Hákun jall,
tú hevur sent mær orð?«

57. »Vilt tú móti Búa fara
og fella tann garpin har,
mangir av mínum bestu monnum
fylgja skulu tær.

58. »Hetta er mikið váðaverk,
ið tú manst meg um bøna;
mangan hevur tú væl mær gjørt,
tað skal eg royna at løna.«

59. Leggur so tætt at Búa borði
bæði við brak og brestir,
lupu so upp á dreka hans
Sigmund' og sveinar reystir.

60. Brandar gella á brynjuringar,
øksir á hjálmar dunka,
Búi og Sigmund' Brestisson
hittast á hálum bunka.

61. Hart var stríð og vápnagný,
kappar vóru báðir,
neistar fuku so høgt í ský,
hvørgin gevur náðir.

62. Høggini bæði mong og tung
hart á skjøldrar dynja;
so fleyg eldur úr svørðum teirra,
at loga tóktist brynja.

63. Risasterkur Búi var
og víða gitin hans høgg,
Sigmundur nú at sanna fær,
at tað var ikki skrøgg.

64. »Roynt havi eg í hildarleiki
manga hetju prúða,
aldri eg hitti nakran mann,
ið metast kann mót Búa.

65. Ikki hitti eg nakran mann,
ið so var í høggum tungur;
nú er at royna kynstrið tað,
ið eg havi nomið ungur.«

66. Floygdi svørð av høgru hond
og vinstru tók tí við;
báðar høgdi hann Búa hendur
av um skøvnings lið.

67. Skrýddar stóðu við gyltum ringum
kistur hjá Búa tvær.
»Eingin skal óvinur rósa av,
mítt reyðargull hann fær.«

68. Stingur hann sínar handastubbar
gjøgnum kisturingar;
hoyrdu menn hann kalla hátt,
tá út um stokk hann springur:

69. »Fyri borð nú Búa liðar,
allir í bylgju blá!« -
Eftir av øllum jómsvíkingum
eittans langskip lá.

70. Búi søkk í djúpan vág;
meina tað mangir menn,
alt tað mikla reyðargull
liggur á botni enn.

71. Einans Vagn' við sínum monnum
berjist enn sum áður. -
Reyður sum í grindadrápi
brýtur Hjørungavágur.

72. Náttin køld og niða svørt
fellur yvir vág,
ei kann maður annan hóma,
enda stríðið má.

(c) Dansifelagið í Havn