Kvæðasavn

Rings kvæði

Uppskrift: FK 76B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

1. Vilja tit nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
kongur ráddi for Girtlandi,
hann eitur Valdimann.

Inni ræður dansin,
fingið sín rætt,
komin er tann leikalund,
sum tar vær høvum frætt.

2. Gevið ljóð og lýðið á,
eg bróti av bragdartátti,
Valdimann kongur av Girtlandi
tvey onkarbørn hann átti.

3. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini tvey,
áðrenn tey gótu á gólvi ganga,
drógu skarlak reyð.

4. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini bæði,
áðrenn tey gótu á gólvi ganga,
drógu skarlaksklæði.

5. Ringur eitur kongins son,
alin upp við gavni,
Kristin eitur systir hans,
hon bar so fagurt navnið.

6. Ringur eitur kongins son,
alin upp við góðum,
so er hann frálíkur øðrum monnum
sum hjørtur frá øðrum djórum.

7. Ringur eitur kongins son,
bæði vænur og tvistur,
so er hann frálíkur øðrum monnum
sum fuglur á villum kvisti.

8. Ringur er á leikvølli
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.

9. Ringur er á leikvølli
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð, teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.

10. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær konu at biðja
enn berja os so stórum.«

11. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tær konu at biðja
enn berja os so sára.«

12. Ringur er á leikvølli,
talar við sínar sveinar:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

13. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

14. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Sjólands kongur
væna dóttur ár.

15. Sjólands kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman av kongins borði.

16. Sjólands kongur dóttur eigur
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.«

17. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á.

18. Hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á,
biðja dóttur Sjólands kong,
tað stendst hvat av ið má!«

19. Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
so gekk hann fyri faðir sín
við reyðar kinnar og bleikar.

20. Ringur gongur for faðir sín,
leggur við hann ráð:
»Nú lystir meg til Sjólanda
kongins dóttur at fá.«

21. Ringur gongur for faðir sín,
snakkar um tann trega:
»Nú lystir meg til Sjólanda
kongins dóttur at biðja.«

22. »Fátt er tær í huga komið,
tú hevur tagað leingi,
kongurin hevur av lívi tikið
mangar reystar dreingir.

23. Fátt er tær til huga komið,
tú hevur tagað enn,
kongurin hevur av lívi tikið
so mangar reystar menn.«

24. Tí svaraði Valdimann kongur,
letur so orðum svara:
»Hoyr tað, Ringur, sonur mín,
eftir hyggju skalt tú fara!«

25. Tí svaraði Valdimann kongur,
sló so upp í gleim:
»Fært tú ikki tað væna vív,
so sigl við ærum heim!«

26. Tí svaraði Valdimann kongur,
tykir í tí tattur:
»Fært tú ikki tað væna vív,
so sigl við ærum aftur!«

27. So letur Ringur kongins son
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

28. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.

29. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

30. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Sjóland.

31. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

32. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land.

33. Fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
so hann Pætur hin danski
undir hans høgru hand.

34. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

35. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

36. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjólands kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

37. Ringur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

38. Ringur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Sjólands kongur,
gev mær dóttur tína!«

39. Leingi sat hann Sjólands kongur,
hugsaði um tey ráð,
hvøssu hann skuldi Ringi
eitt hániligt andsvar fá.

40. »Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokanslíð,
ikki kemur til Sjólanda
at biðja sær vív.

41. Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokanslund,
ikki kemur til Sjólanda
at biðja sær sprund.

42. Tað er ikki tann rennari
og ei tann rennara son,
ikki kemur til Sjólanda
at biðja sær konu.«

43. Svaraði Ringur, kongins son,
sló so upp í gavni:
»Hesin sami rennari
hann tykist vera tín javni.«

44. Svaraði Ringur, kongins son,
á hallargólvi stóð:
»Kongurin, gev mær tína dóttur,
tað hitt væna fljóð!«

45. Upp steig reystur Sjólands kongur,
hevði ei fleiri orð,
sló so tríggjar av Rings monnum,
høvur fell for borð.

46. Ringur stendur á hallargólvi,
hyggur niður for seg:
»Kongurin, gev mær tína dóttur,
eg biði ikki longur teg!«

47. Upp steig reystur Sjólands kongur,
hevði ei fleiri orð,
sló so seks av Rings monnum,
høvur fell for borð.

48. »Sit væl, reystur Sjólands kongur,
legg tær væl í minni:
sigið mær antin nei ella ja,
eg biði ikki triðja sinni!«

49. Upp steig reystur Sjólands kongur,
hevði ei fleiri orð,
sló so níggju av Rings monnum
at høvur fell for borð.

50. Upp stóð Ringur, kongins son,
hevði ei fleiri orð,
sló so tólv av kongins monnum
høvur fell for borð.

51. Ringur stendur á hallargólvi,
síni faðirs orð hann hugar,
talar nú til Pætur hin danska:
»Hvat monnu dreingir duga?«

52. Tí svaraði Pætur hin danski,
rodnaði sum eitt blóð:
»Sjáldan kongurin Valdimaður
ørindaleysur fór.«

53. Tí svaraði Pætur hin danski,
leit fram undan skildri:
»Sjáldan kongurin Valdimaður
ørindaleysur sigldi.«

54. Ringur stendur á hallargólvi,
orna tók hans blóð,
tá tonktu kempur innanhallar:
»Ei gerast leikir góðir.«

55. »Tá eg fór av Girtlandi,
tá búddist eg við frið,
men kongurin, kom av hallini út,
brynja út alt títt lið!«

56. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Sjólands kongur
brynjað út hundrað tólv.

57. Tá hevði reystur Sjólands kongur
brynjað út hundrað tólv,
Ringur og hann Pætur hin danski
ríða har ímót.

58. Ringur og hann Pætur hin danski
ríða har ímót,
búkar fullu á jørðina niður,
sum teir varpa grót.

59. Ringur rópar á sínar menn,
biður teir manniliga standa:
»Sjálvur skal eg mín bannara føra,
mens eg havi lív og anda.«

60. Ringur tokar í herin fram,
mátturin við honum veks,
sparir hann ei sín gylta lúður,
hann vegur væl fimm og seks.

61. Ringur tokar í herin fram,
letur á randir rúka,
náar ei á jørðina niður,
hann treður á mannabúkar.

62. So ríður Ringur, kongins son,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ið móti honum rann.

63. Klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann,
eftir stóð tá Sjólands kongur
við sín triðja mann.

64. Tað er frúgvin Katrin,
søgur ganga frá,
hon stóð seg í glasgluggum,
fullgjølla hon tað sá.

65. Tað er frúgvin Katrin,
snarliga hon sær vendi,
letur nú skriva loynibræv,
Ringi ið hon sendi.

66. Tað er frúgvin Katrin,
gull ber seg á hand,
letur nú skriva loynibræv,
Ringi sendi til handa.

67. Hann var fimur á fótunum,
ið tey brøvini bar
haðan í valin fram,
sum Ringur fyri var.

68. Tað var Ringur, kongins son,
tá hann brævið sá,
allur hansara fagri litur
burtur úr kinnum brá.

69. Upp leyp Pætur hin danski,
kongin vildi vega,
Ringur svørð yvir herðum treiv:
»Tú eyka ikki frúnni trega!«

70. Tí svaraði Sjólands kongur:
»Nú er av tað versta,
nú er einki annað at gera
uttan mína dóttur at festa.«

71. Tað er Ringur, kongins son,
svarar so frá sær:
»Nú festi eg frúnna Katrina,
eg takki so lítið tær.«

72. Tað var Ringur, kongins son,
tók sær frúu at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

73. Drukkið varð teirra brúdleypið
snart og ikki leingi,
reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

74. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ringur og hans vív.

75. Gingu bæði í eina song
Ringur og hans vív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

Annar táttur

76. Nú skal falla niður um stund,
vilja tit dømin trúgva,
um Sjúrð keisar á Sakslandi
hagar man frøðið snúgva.

77. Nú skal falla niður um stund,
vilja tit dømin enda,
um Sjúrð keisar á Sakslandi
hagar man frøðið venda.

78. Sjúrður situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

79. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

80. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Valdimann kong,
so væna dóttur ár.

81. Valdimann kongur dóttur eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrúkinn
sum droyrin drýpur á snjó.

82. Valdimann kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

83. Valdimann kongur dóttur eigur,
væna og so mæta,
annar er hon arvingin
til góðs og landa at gæta.

84. Valdimann kongur dóttur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til drotning fá,
hon kann títt lív væl prísa.

85. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

86. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á.

87. Hagar skal eg streingja
míni bønarorðini á,
biðja dóttur Valdimann kong,
tað stendst hvat av ið má!«

88. Sjúrður letur snekkju smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvuri vóru bitar.

89. Sjúrður letur snekkju smíða
við so lítla ró,
av gulli málar hann borðini,
tey glógva for oman sjó.

90. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

91. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.

92. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

93. Smaludrongur í líðum
goymir at smalugeit,
hann sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.

94. Smaludrongur geitum rekur
út á grønan vøll,
síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll.

95. Síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.

96. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«

97. Tí svaraði Valdimann kongur,
sló so upp í gleim:
»Tað er Ringur, sonur mín,
hann kemur av Sjólondum heim.«

98. Tí svaraði Valdimann kongur,
heldur at tí tattur:
»Tað er Ringur, sonur mín,
hann kemur av Sjólondum aftur.«

99. Tí svaraði Valdimann kongur
alt fyri uttan vanda:
»Eg skal fara til strandar oman
fyri honum at standa.«

100. Tað var reystur Valdimann kongur,
oman til strandar rendi,
vendi aftur á miðjari leið,
áðrenn hann fólkið kendi.

101. Hegar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni ankør falla
á so hvítan sand.

102. Lótu síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Sjúrður keisar
sínum fótum á land.

103. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

104. Gingu teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
vóru av ongum ræddir.

105. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

106. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Valdimann kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

107. Sjúrður gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

108. Sjúrður stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Valdimann kongur,
gev mær dóttur tína!«

109. Tí svaraði Valdimann kongur,
sló so upp í gleim:
»Bíða til Ringur, sonur mín,
hann kemur av Sjólondum heim!«

110. Tí svaraði Valdimann kongur,
tykir í tí tattur:
»Bíða til Ringur, sonur mín,
hann kemur av Sjólondum aftur!

111. Ringur er á Sjólondum
í tí tunga stríði
um hana frúnna Katrina,
tað hitt væna vívið!«

112. Tá svaraði Sjúrður keisar,
gat ikki longur sita:
»Nú skal Kristin vera mín frilla,
burtur av borgum flyta.«

113. Tá svaraði Valdimann kongur:
»Ikki skal tað so vera,
ei skal frúgvin Kristin
frillunavnið bera.«

114. Tí svaraði Valdimann kongur,
bæði vænur og vitur:
»Ikki skal frúgvin Kristin
við frillunavni sita.«

115. Kongurin steig upp skundiliga,
hevði ei fleiri orð,
sló so tríggjar av Sjúrðar monnum,
høvur fell for borð.

116. Svaraði ein av sveinunum,
sló úr sínum gavni:
»Yvri voldi tað alramest,
hann var ikki dreingja sómi.«

117. Tað var reystur Sjúrður keisar,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Valdimann kong
sundur í lutir tvá.

118. Hann kleyv reystan Valdimann kong
sundur í lutir tvá,
Kristin stóð í glasgluggum,
fullgjølla hon tað sá.

119. Tá fell kongurin Valdimaður,
høvur fram um borð,
sóu tað allir, ið inni vóru,
tað var eitt níðingsmorð.

120. Tá fell kongurin Valdimaður,
hann var ein kempa sterk,
søgdu tað allir, ið inni vóru,
tað var eitt níðingsverk.

121. Tá fell kongurin Valdimaður
undir silkihúgvu,
kinnin reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.

122. Tað var frúgvin Kristin,
leyp eftir loftisbrú:
»Vit tað, Ringur, bróðir mín,
eg saknist teg nú!«

123. Kristin leyp eftir loftisbrú
við naknum svørð í hendi,
so reið hon í hernaðin út
og mangan sveitan rendi.

124. So ríður frúgvin Kristin
víðan vegin fram,
klývur hvønn av um tvøra,
ímóti henni rann.

125. Sjúrður rópar á sínar menn,
biður teir váknum varða:
»Tit skulu frúnna á hondum taka,
men ikki váknum særa!«

126. Kristin ríður í herin fram,
mátturin við teim veks,
sparir nú ei sín gylta lúður,
hon vegur væl fimm og seks.

127. Kristin ríður í herin fram
sum aðrir menskir menn,
høggur so tungt pá báðar hendur,
hon vegur væl tíggju í senn.

128. Sjúrður rópar á sínar menn,
biður teir váknum varða:
»Tit skulu frúnna á hondum taka,
men ikki við váknum særa!«

129. Síðla var um aftanin,
frúgvin hon var móð,
tóku teir og bundu hana
keisaramenninir tólv.

130. Tóku teir og bundu hana
keisaramenninir tólv,
førdu hana so í ókunn lond,
hon mátti ikki ráða sær sjálv.

131. Hann lyfti av sær skikkjuna,
yvir høvdi hekk,
fyrst hon hann við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.

132. Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

133. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

134. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Sjúrður keisar
sínum fótum á land.

135. Fyrstur stígur Sjúrður keisar
sínum fótum á land,
so hon frúgvin Kristin
undir hans høgru hand.

136. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi frúgvin Kristin
á berum jørðum ganga.

137. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Kristin
niðan til hallar leidd.

138. Tað var reystur Sjúrður keisar
tók sær frúu at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

139. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sjúrður keisar og hans vív.

Triði táttur

140. Ringur klæðist á Sjólondum,
søgur ganga frá:
»Statt upp, frúgvin Katrin,
tú skalt fylgja mær!«

141. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Katrin
niðan til hallar leidd.

142. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei skuldi frúgvin Katrin
á berum jørðum ganga.

143. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

144. Millum báðar stavnarnar
skín so fagur litur,
sum hon frúgvin Katrin
í lyftingini situr.

145. Millum báðar stavnarnar
brá so fagurt á,
sum hann Ringur kongins son
frúnni situr hjá.

146. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

147. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Ringur
sínum fótum á land.

148. Fyrstur stígur Ringur
sínum fótum á land,
so hon frúgvin Katrin
undir hans høgru hand.

149. Ringur kemur av Sjólondum,
eykast meiri vandi,
hann sær faðir við váknum vigin,
systir flutt av landi.

150. Ringur kemur av Sjólondum,
eykast meiri treyt,
hann sær faðir við váknum vigin,
systir flutt av breyt.

151. Ringur kemur av skógnum heim,
sær tey merki stór:
»Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?«

152. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala
uttan hansara sæla móðir,
betur hevði tagað.

153. »Her kom kongur av Sakslandi
við hvøssum slíðraknívi,
tók burt Kristina, tína systur,
hans líki er ei í lívi.

154. Her kom kongur av Sakslandi
við hvøssum slíðrabrandi,
svørji eg tann eið við mína trúgv,
hans líki er ei í landi.

155. Her kom kongur av Sakslandi
bæði við skart og skreyt,
tók burt Kristina, tína systur,
borgir upp hann breyt.

156. Her kom kongur av Sakslandi,
sløkti gleði og gleim,
hann tók Kristina, tína systur,
førdi til Saksland heim.«

157. Svaraði Ringur kongins son
bæði við ilsku og bræði:
»Eg skal meg til Sakslanda,
eg komi ikki aftur úr teirri.«

158. Svaraði Ringur kongins son,
heldur at tí tattur:
»Tó skal eg til Sakslanda,
um eg komi ikki aftur.«

159. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

160. Smaludrongur í líðum
goymir smalu og geit,
hann sær skip av havi koma,
havnir vilja leita.

161. Smaludrongur geitum rekur
út á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.

162. Síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.

163. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip av havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«

164. »Sært tú skip av havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man Ringur, kongins son,
at hevna faðir sín.«

165. Sjúrður so til orða tekur,
heldur á brúnum knívi:
»Eg skal ríða til strandar oman
at taka hann burt av lívi.«

166. Svaraði frúgvin Kristin
av so tungum vanda:
»Er tað Ringur, bróðir mín,
tú kanst honum ei bestanda.

167. Far tú teg til strandar oman,
kunna væl tukt og sinni,
heilsa Ringi, bróður mínum,
sig, Kristin vil hann finna!«

168. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

169. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land.

170. Fyrst steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
tá var reystur Sjúrður keisar
riðin niður til strand.

171. Sjúrður gekk til strandar oman,
lært hevði tukt og sinni,
heilsaði Ringi, kongins syni,
segði, Kristin vildi hann finna.

172. Upp leyp Pætur hin danski,
kongin vildi vega,
Ringur svørð yvir herðum treiv:
»Tú eyka ikki frúnni trega!«

173. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

174. Gingu teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
gullreyðan hjálm á høvdi bóru,
vóru for ongum ræddir.

175. Tað var Ringur, kongins son,
heim í garðin fór,
úti Kristin, systir hans,
fyri honum stóð.

176. »Vælkomin, Ringur, bróðir mín,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

177. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar heim til tín.«

178. Svaraði Ringur, kongins son,
alt fyri uttan trega:
»Eg skal sláa Sjúrða í hel,
teg øðrum manni geva.«

179. Svaraði Ringur, kongins son,
alt fyri uttan vanda:
»Eg skal sláa Sjúrð í hel,
teg øðrum geva til handa.«

180. »Um enn tú gevur meg Pætri danska,
meg skal hann ei njóta,
eg skal syrgja meg sjálv í hel,
so tú derpá skal tróta.

181. Um enn tú gevur meg Pætri hinum danska,
tó skal hann meg mista,
eg skal syrgja meg sjálv í hel
sum fuglin pá villan kvist!«

182. »Tá eg fór av Girtlandi,
búddist eg ei við frið,
Sjúrður, kom av hallini út,
brynja út alt títt lið!«

183. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Sjúrður keisar
brynjað út hundrað tólv.

184. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja sínar bardagar
skamt frá kongins høll.

185. Leggja sínar bardagar
eftir slættum gróti,
Ringur og hann Pætur hin danski
ríða har ímóti.

186. Ringur og hann Pætur hin danski
ríða har ímóti,
búkar fullu á jørðina niður,
sum tú varpar grót.

187. Ringur rópar á sínar menn,
biður teir manniliga standa:
»Sjálvur skal eg mín bannara føra,
mens eg havi lív og anda.«

188. Ringur tokar í herin fram,
mótið við honum veks,
sparir ei sín gylta lúður,
hann vegur fimm og seks.

189. Ringur tokar í herin fram,
letur á randir rúka,
náar ei á jørðina niður,
treður á mannabúkar.

190. So ríður Ringur, kongins son,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.

191. Klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann,
eftir stóð tá Sjúrður keisar
við sín triðja mann.

192. Tað var reystur Sjúrður keisar,
kreyp undir borgarlið:
»Mín keri Ringur,
gev mær grið!

193. Mín keri Ringur,
gev mær grið,
hetta bað eg ongan
kongasonin fyrr!«

194. Upp leyp Pætur hin danski,
kongin vildi vega,
Ringur svørð yvir herðum treiv:
»Tú eyka ikki frúnni trega!«

195. Hann legði niður á Sakslandi
alt tað valdra lið,
sjálvan kongin á hondum tók,
honum gav Ringur grið.

196. Hann legði niður á Sakslandi
alt tað fólkameingi,
sjálvan kongin á hondum tók,
honum gjørdi hann einki.

197. Fóru teir til hallar heim
fast av miklum móði,
úti stendur Kristin,
tað hitt væna fljóðið.

198. »Ver vælkomin, Ringur,
sæli bróðir mín,
gakk tú teg í hallina inn
og drekk bæði mjøð og vín!«

199. Hon leiddi hann at vøgguni,
sigst í hesum tátti,
vísti honum ein ungan son,
sum Sjúrður keisar átti.

200. Tað er Ringur, kongins son,
leikar við lógvum tveim,
hann tók hennara unga son
og førdi til Girtland heim.

201. Hann tók hennara unga son
bæði við gleði og gavni,
førdi hann so til Girtlanda,
hann gav honum Valdimans navnið.

(c) Dansifelagið í Havn