Kvæðasavn

Rings kvæði

Uppskrift: FK 76D.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið nú ljóð og lýðið á,
meðan eg greini frá tátti,
Valdimann kongur í Girtlandi
tvey onkarbørn hann átti.

Orlov um biðjum vær!
Ærligir menn,
dans skulum vær fremja;
er ikki dagur enn.
Orlov um biðjum vær!

2. Ringur eitur sonur hans,
aldur er upp við gavni,
Kristin unga systir hans,
tey bera so fagurt navnið.

3. Ringur eitur sonur hans,
alin er upp við góðum,
so er hann frá monnum 'fliddur'
sum haran frá øðrum djórum.

4. Ringur er á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

5. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan ein av sveinunum,
hann gavst ikki við at svara.

6. »Hoyr tað, tú mín veldigi harri,
hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.

7. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á,
hoyrt hava vær gitið, Sjólands kongur
væna dóttur ár.

8. Sjólands kongur dóttur eigur,
føgur er hon í brún,
flættað hár á herðum lá
við silkibondum snúnum.«

9. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar skal eg streingja míni
bønarorð á.«

10. Tað var Ringur, kongins son,
heim í garðin fór,
úti Valdimann, faðir hans,
fyri honum stóð.

11. »Vælkomin, Ringur, sonur mín,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

12. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálva minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar nú til tín.

13. Sjólands kongur dóttur eigur,
sveinar siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.«

14. »Hvat kom tær av hyggju upp,
tagað hevur tú leingi,
kongurin hevur av lívi tikið
so mangar reystar dreingir.«

15. Upp stóð Ringur, kongins son,
hann tók hans orð við vreiði:
»Tó skal eg til Sjólanda,
eg komi ikki aftur í teirri.«

16. Tað var Ringur, kongins son,
ræður hann so at svara:
»Hoyr tað tú nú, Pætur hin danski,
tú skalt við mær fara!«

17. So letur Ringur, kongins son,
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

18. So letur Ringur, kongins son,
búgva skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

19. Valdimann kongur í Girtlandi
hann tekur sín son at læra:
»Hoyr tú, Ringur, sonur mín,
eftir hyggju skalt tú fara!«

20. Valdimann kongur í Girtlandi
sær bar gull á hand,
fylgdi hann Ringi, soni sínum,
niður til sjóvarstrand.

21. »Far væl, Ringur, sonur mín,
bæði vænur og vísur,
leita væl við kongi ráð,
áðrenn tú brævi lýsir!

22. Far væl, Ringur, sonur mín,
bæði við gleði og gleim,
fært tú ikki tað væna vív,
so far við ærum heim!«

23. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Sjóland.

24. Tar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand.

25. Letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land.

26. Fyrstur steig Ringur, kongins son,
sínum fótum á land,
og hann raski Pætur hin danski
undir hans høgru hand.

27. Gingu teir frá strondum niðan,
vóru við ærum klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
tá vóru teir ongan ræddir.

28. Ringur gekk frá strondum niðan
mitt í mannamúgvu,
kinnan var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

29. Úti í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallar inn.

30. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallar inn,
sum Sjólands kongur á borði sat
við monnum hundrað fimm.

31. Ringur gár í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

32. Ringur stendur á hallargólvi,
bar fram kvøðju sína:
»Sit væl, reysti Sjólands kongur,
gev mær dóttur tína.«

33. Tí svaraði Sjólands kongur,
gyrdi seg við brandi:
»Sig mær ætt og eiti títt,
hvar ert tú nevndur av landi?«

34. »Ringur eri eg á navni nevndur,
sannheit sigi eg tær,
Valdimann kongur í Girtlandi
var sannur faðir at mær.«

35. Leingi sat tá Sjólands kongur,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Ringi unga
eitt háðuligt andsvar fá.

36. »Far tær aftur til Girtlanda,
tú skalt ikki míni boð tiggja,
ver har bryggjari í nakra tíð,
so vanur í árni at liggja!«

37. Tí svaraði Ringur, kongins son,
bæði við gleði og gleim:
»Fái eg ikki tað væna vív,
so fari eg við ærum heim.«

38. Kongurin steig upp skundiliga,
søgur ganga frá,
hann sló tógvar av Rings monnum,
so høvur á gólvi lá.

39. Svaraði Ringur, kongins son,
bæði við gleði og gleim:
»Fái eg ikki tað væna vív,
so fari eg við ærum heim.«

40. Kongurin stóð upp skundiliga,
søgur ganga frá,
hann sló tógvar av monnum Rings,
so høvur á gólvi lá.

41. Svaraði Ringur, kongins son,
bæði við gleði og gleim:
»Fái eg ikki tað væna vív,
eg fari við ærum heim.«

42. Kongurin stóð upp skundiliga,
søgur ganga frá,
hann sló tógvar av Rings monnum,
so høvur á gólvi lá.

43. Ringur stendur á hallargólvi,
tá tekur hans hold at spilla:
»Tað síggi eg á hesi ferð,
nú gerast leikir illir.«

44. Ringur stendur á hallargólvi,
rodnar sum eitt blóð,
síggj tað kempur innanhallar,
ei vóru leikir góðir.

45. Ringur stendur á hallargólvi,
sín faðirs orð hann hugar,
talar hann so til Pætur hin danska:
»Hvat munnu dreingir duga?«

46. Til tað svaraði Pætur hin danski,
á hallargólvi stóð:
»Sjáldan kongur Valdimaður
ørindisleysur fór.«

47. Ringur stóð upp skundiliga,
søgur ganga frá,
hann sló tíggju av kongins monnum,
so høvur á borði lá.

48. »Eg kom mær av Girtlandi,
býst mær við frið;
kongurin, kom av hallini út,
tú brynja út alt títt lið!«

49. Ringur stendur á borgararmi,
kinn bar hann so reyðar:
»Áðrenn eg eri av Sjólondum,
skal mangur síggja sín deyða.«

50. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði reysti Sjólands kongur
brynjað út hundrað tólv.

51. Tá hevði reystur Sjólands kongur
brynjað út hundrað øll,
setti sínum bardøgum
so skamt frá kongins høll.

52. Tað var Ringur, kongins son,
talar til sínar seggjar:
»Standið nú so manniliga,
roynið bitrar eggjar!

53. Standið nú so manniliga,
roynið raskar brandar,
sjálvur skal eg mín bannara føra,
eg óttist ongan vanda!«

54. Vænir vóru Girtlands menn,
í víggi har teir standa,
eingin veik av sporunum,
teir klúgva bitrar brandar.

55. So reið Ringur, kongins son,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann.

56. So reið raski Pætur hin danski
víðan vegin fram,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann.

57. Klúgva hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann,
eftir stóð tá Sjólands kongur
við sín triðja mann.

58. Tí svaraði Sjólands kongur,
nú er av tað versta:
»Fara mást tú til hallar heim
mína dóttur at festa.«

59. Tí svaraði Ringur ungi,
talar eitt orð for seg:
»Nú skal eg festa tína dóttur,
eg takki slætt einki tær.«

60. Feldi niður av Sjólondum
alt hans valdra lið,
sjálvan kongin á hondum tók,
honum gav Ringur grið.

61. Tað var Ringur, kongins son,
tók sær frúu at festa,
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ei longur fresta.

62. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Ringur og hans vív.

63. Drukkið varð teirra brúdleypið,
herin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.

64. Nú skal lætta av um stund,
viljið tit dømum trúgva,
um Sjúrð keisar á Sakslandi
hagar skal frøðið snúgva.

65. Keisarin er á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

66. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan ein av sveinunum,
hann gavst ikki við at svara.

67. Uttan ein av sveinunum,
hann stóð har skamt ífrá:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á.

68. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvønn tín stár hugur á,
Valdimann kongur í Girtlandi
væna dóttur ár.

69. Valdimann kongur í Girtlandi
hann eigur dóttur vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.

70. Valdimann kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
hennara stólur av gulli gjørdur
fram yvir kongins borði.«

71. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar skal eg streingja míni
bønarorð á.«

72. So letur hann Sjúrður keisar
búgva skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

73. So letur hann Sjúrður keisar
búgva skipin stór,
hann læt laða í bæði borð
virtur og so bjór.

74. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

75. Ein kom maður í hallina inn,
sigur teim øllum frá:
»Eg síggi so miklan skipaflota
higar stevna á.«

76. Tí svaraði Valdimann kongur
bæði við gleði og gleim:
»Tað er Ringur, sonur mín,
hann kemur frá Sjólondum heim.«

77. Valdimann kongur í Girtlandi
niður til strandar rendi,
vendi aftur á miðjari leið,
tá hann fólkið kendi.

78. Vendi aftur á miðjari leið,
tá hann fólkið kendi,
tað er mær av sonnum sagt,
hann burtur av vegnum vendi.

79. Tar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand.

80. Letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand,
fyrstur steig tá Sjúrð keisar
sínum fótum á land.

81. Fyrstur steig hann Sjúrð keisar
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans hvørji hand.

82. Úti í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallar inn.

83. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallar inn,
sum Girtlands kongur á borði sat
við monnum hundrað fimm.

84. Keisarin gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
hann heilsar og hann biður.

85. Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reysti Valdimann kongur,
gev mær dóttur tína!

86. Vilt tú ikki tína dóttur
mær til ektar gifta,
eg bjóði tær ei onnur kor
enn lív frá londum skifta.«

87. »Vit skulu binda ráðini góð,
faðir og hartil móðir,
til hann kemur av skógnum heim,
Ringur, hennara bróðir.

88. Ringur er á Sjólondum,
elvar so stórt eitt stríð
um hana frúnna Kristina,
hon var so vænt eitt vív.«

89. Tí svaraði Sjúrð keisar
bæði við gleði og gleim:
»Kristin skal mín frilla vera,
eg komi til Saksland heim.«

90. »Eg havi rátt for Girtlandi,
tað munnu flest øll vita,
ei skal frúgvin Kristin
við frillunavni sita.«

91. Valdimann kongur í Girtlandi
hann talar til sínar sveinar:
»Eg kann ongar sømdir gera,
tí liðið er ikki heima.«

92. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Girtlands kongur
brynjað út hundrað tólv.

93. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongins høll.

94. So reið reystur Sjúrð keisar
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann.

95. Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð tá Valdimann kongur
við sín triðja mann.

96. Bardust tógvar fullar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann.

97. Inntil tann hin triðja,
tá sól til viðar rann,
tá fell kongurin Valdimann,
tann hin reysti mann.

98. Tá fell kongurin Valdimann
undir silkikneptari húgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

99. Tá fell kongurin Valdimann,
tann fagrasta rósinsblóma,
voldi tað aldur og elli mest,
hann var ikki dreingja sómi.

100. Tað var Kristin, kongins dóttir,
hon leyp eftir høgaloftsbrú:
»Hvar er hann Ringur, bróðir mín,
og saknist eg teg nú?«

101. Kristin gár úr høgaloft
við nakið svørð í hendi,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hon mangan sveitan rendi.

102. Sparir hon ei sín gylta brand,
hon vegur á báðar hendur,
tað er mær av sonnum sagt,
hon mangan sveitan rendi.

103. Tí svaraði Sjúrð keisar,
ræður hann so at svara:
»Vær skulu frúu við hondum taka,
ikki við váknum særa.«

104. Síðla var um aftanin,
teir tóku hana tólv,
førdu hana burtur í ókunn lond,
hon mátti ikki ráða sær sjálv.

105. Gingu teir til strandar oman
mót teirri bylgju blá,
ófegið var tað kongabarn,
tá hon fór londum frá.

106. Hann tók av sær skikkjuna,
ið yvir honum hekk,
tá hon keisaran við eygum sá,
hon yndi til hans fekk.

107. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

108. Tar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand.

109. Letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand,
fyrstur steig tá Sjúrður keisar
fótum á land.

110. Fyrstur steig tá Sjúrður keisar
fótum á land,
og hon Kristin, kongins dóttir,
undir hans høgru hand.

111. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Kristin
á baru jørðini ganga.

112. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Kristin, kongins systir,
upp í hallina leidd.

113. Tað var reystur Sjúrð kongur,
tók sær frúu at festa,
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ei longur fresta.

114. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.

115. Drukkið varð teirra brúdleypið,
herin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.

116. Tað var Ringur, kongins son,
hann kom frá Sjólondum heim,
hans var faðir við váknum vigin,
hann stóð har eftir ein.

117. Tar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand.

118. Letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Ringur, kongins son,
fótum á land.

119. Fyrstur steig Ringur, kongins son,
fótum á land,
og hon Katrin, kongins dóttir,
undir hans høgru hand.

120. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Katrin
á barum jørðum ganga.

121. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Katrin
upp í hallina leidd.

122. Ringur kemur frá Sjólondum,
sær tey merki stór:
»Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?«

123. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan hansara sæla móðir,
betur hon hevði tagað.

124. »Sjúrð kongur í Sakslandi
hann tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.«

125. Tað var Ringur, kongins son,
við trega og tunga sorg
leitar nú eftir faðir síns líki
at leggja tað inn í borg.

126. Tað var Ringur, kongins son,
skundar síni ferð
hagar aftur til Sakslanda
bæði við skjøld og svørð.

127. Skipini hildu í havið út,
tað var ei sjógvur á grandi,
frúgvin syrgir nátt og dag,
tí Ringur er reistur av landi.

128. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Saksland.

129. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg síggi so miklan skipaflota
higar stevna á.«

130. »Sært tú skip eftir havi koma,
beint á landið stevna,
tað er Ringur, kongins son,
sín faðirs deyð at hevna.«

131. Svaraði Kristin, kongins systir,
stóð har skamt ífrá:
»Er tað Ringur, bróðir mín,
tú vinn honum einki háð!

132. Gakk tú tær til strandar oman,
tú kanst bæði tukt og sinni,
tala við Ring, bróður mín,
sig, Kristin vil hann finna!«

133. Tar ið hansara snekkja'
kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand.

134. Letur hann síni ankar falla
á tann hvíta sand,
fyrst steig Ringur, kongins son,
fótum á land.

135. Fyrstur steig Ringur, kongins son,
fótum á land,
og hann reysti Pætur hin danski
undir hans høgru hand.

136. Og hann reysti Pætur hin danski
undir hans høgru hand,
tá var sjálvur Sjúrð keisar
riðin niður til strand.

137. Tí svaraði Sjúrður keisar,
lært hevði tukt og sinni:
»Vælkomin, Ringur, kongins son,
tín systir vil teg finna!«

138. Tí svaraði Pætur hin danski,
talar so for seg:
»Eg skal hann av lívi taka,
Kristina gev tú mær!«

139. Tí svaraði Ringur, kongins son,
letur so orðum byrja:
»Vit skulu fara til hallar heim
frúu eftir at spyrja.«

140. Upp leyp reysti Pætur hin danski,
keisaran vildi vega,
Ringur svørð í hendur treiv:
»Vinn ikki frúnni trega!«

141. Tí svaraði reysti Pætur hin danski,
á grønum vølli stóð:
»Sjáldan kongur Valdimann
ørindisleysur fór.«

142. Tí svaraði Ringur, kongins son,
skortar ikki fíggja:
»Eg man hvørki sorg ella sút
av míni systur síggja.«

143. Tað var Ringur, kongins son,
heim í garðin fór,
úti hansara sæla systir
fyri honum stóð.

144. »Vælkomin Ringur, bróðir mín,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

145. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálva minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar nú til tín.

146. Hoyr tú, Kristin, systir mín,
lætta angist og trá,
eg skal Sjúrða av lívi taka,
skilja teg honum frá!«

147. Tí svaraði Kristin, systir hans,
tár á kinnar rjóta:
»Um tú gevur mær Pætur hin danska,
hann skal meg ikki njóta.«

148. Leiddi hon hann at seingini,
sum barnið fyri lá:
»Her skalt tú síggja mín unga son,
ið Sjúrður frægi ár.«

149. Hann tók teirra unga son
setir á lógva fram,
sjálvur gav honum navnið tað,
kallaði hann Valdimann.

150. Hann tók teirra unga son,
læt sær á lógva leggja,
beyð honum so til Girtlanda
í fostri hjá sær byggja.

(c) Dansifelagið í Havn