Kvæðasavn
Sella ríma
Uppskrift: FK 79B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Viljið tit nú lýða á,
ljóð geva mær,
Ella nevni eg kongin tann,
yvir tí landi ræður.
Gangari rennur, maðurin situr,
brandurin bítur brynjur av,
loypur so glattur í mansins hond
sum stríður streymur í á.
Mín gangari rennur.
2. Átt hevur hann ein ungan son,
Sella skulu vit nevna,
vænur er hann og vøksturligur,
kann væl dreingjum stevna.
3. Átt hevur hann ein ungan son,
Selli nevndur á navni,
vænur er hann og vøksturligur,
kann væl skeiðar stavni.
4. Hann var ikki meir enn tólváraður,
hann læt gera svørð,
legði seg í hernaðin út,
hann skoytir ei, hvat hann ger.
5. Hann var ikki meir enn tólv ár gamal,
hann læt gera skip,
legðist so í hernaðin út
at samla góðan grip.
6. »Betri var tær inni at ligið
og samlað gull til landa
enn at leggjast í hernaðin út
at standa í stórum vanda.«
7. Svaraði hansara sæli faðir
mót tann sævarbylgja:
»Eg skal tær, mín sæli son,
til hesa ferðu fylgja.«
8. Hálvdan sigldi av Danaveldi
norð fyri Kongahell,
stýrir so sínum stoltarskipi,
hvørgum borði hell.
9. Hálvdan sigldi av Danaveldi,
tá ið upp rann sól,
stýrir so sínum stoltarskipi,
forgylt upp frá sjó.
10. Hálvdan sigldi av Danaveldi
norðan av Oyrarsundi,
tá kom Selli sunnan at,
teir hittust í skeiðarfundi.
11. Hálvdan sigldi av Danaveldi
við hundraði fimm,
stýrdi so sínum stoltarskipi,
hvørgum borði inn.
12. Hálvdan eigur tógva synir,
báðar kann eg væl nevna,
Hákun og hann Høgni
teir kunnu væl dreingjum stevna.
13. Høgni er tann yngri,
eingin veit hans megi,
gevur hann gull á báðar hendur,
tá verður hirðin fegin.
14. Høgni er tann yngri,
fer hann um við gavni,
gevur hann gull á báðar hendur,,
sparir ei av tí ranni.
15. Mjáur um miðju og herðabreiður
so er Høgni reystur,
gevur hann gull á báðar hendur,
fullvæl gerst hann treystur.
16. Svaraði Selli kempan reyst,
hann er drongur fróður:
»Íhvør stýrir hasum skipi,
forgylt upp frá sjó?«
17. Svaraði Sella høvuðsmaður,
hann er drongur fróður:
»Hálvdan stýrir hesum skipi,
Danakongur góður.«
18. »Hoyr tú, reystur Hálvdan kongur,
sel mær góðan grip,
sámir ikki gomlum manni
gull við búgvið skip!«
19. Tá svaraði Hálvdan kongur,
við tað varð hann vreiður:
»Tað er í øllum lutum satt,
tað sámir honum best, ið eigur.«
20. Selli tokar í herin fram,
spennir upp gyltar gjarðar,
so hjó hann til Hálvdan kong,
deyður fell hann til jarðar.
21. Øvigan hevði hann brandin upp,
blóðigan hinum á loft:
»Her skalt tú, Hákun, síggja tað blóð,
teg man ryggja ofta.«
22. Hákun tokar í herin fram,
spennir upp gyltar gjarðar,
so hjó hann til Sella faðir,
deyður fell hann til jarðar.
23. Øvigan hevði hann brandin upp,
blóðigan honum á loft:
»Her skalt tú, Selli, síggja tað blóð,
teg man ryggja ofta.«
24. Selli tokar í fylking fram,
spennir upp gyltar gjarðar,
so hjó hann til Hákun kong,
deyður fell hann til jarðar.
25. Øvigan hevði hann brandin upp,
blóðigan honum á loft:
»Her skalt tú, Høgni, síggja tað blóð,
teg man ryggja ofta.«
26. »Eg sá manga frægðarkempu
standa her og falla,
eg haldi tað einki roysni vera
at vega gamlar kallar.
27. Vit skulu okkum á landið upp,
tað er frægdin meiri,
vit skulu ikki av okra monnum
oyða garpar fleiri.«
28. Gingu teir á landið upp,
reystar kempur tvær,
hann var eingin av teirra liði,
nakað játtast har.
29. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar gekk.
30. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
31. Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tá fell Selli Ellason,
tann hin raska mann.
32. Konurnar og kvendini
tóku so sárt at gráta
um hann Sella Ellason,
hann mundi lívið láta.
33. Konurnar og kvendini
nú er um tey at røða,
løgdu allar listir til
Sella í lund at grøða.
34. Grøddu hann um dagin,
grøddu hann í tvá,
inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá.
35. Inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá,
so gekk hann í hallina inn,
so vænur var garpur at sjá.
36. Eingin siglir so suður og norð,
teir leggja jú skip til líka,
finnast ikki á Suðurlondum
fostbrøður aðrir slíkir.
37. Finnast ikki á Suðurlondum
fostbrøður aðrir slíkir
uttan Sjúrður frægi og Gunnar kongur
og Høgni, kempan ríka.
(c) Dansifelagið í Havn