Kvæðasavn

Dvørgamoy IV

Uppskrift: CCF 8D, 1, pp. 295-296, FK 9D, 4, pp. 228-232.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Hálvdan kongur og Heiðrikur
hildu saman leingi,
kvittaðu norður í Ásgarðar
at hitta Óðins dreingi.

2. Teir komu har so síðla tá,
seint til dags í skými,
leiddi á fagran moyarsal,
gull bar litur á túnið.

3. Eg reið mær á skógvin fram,
síðla dags í skými,
leiddi á fagran moyarsal,
gull brann har í túni.

4. Eg stóð líð og langa tíð,
mín var lítið kunni,
frúgvin bar upp orðum sjálv,
legði mær mál í munnin.

5. Eg stóð líð og langa tíð,
mín var lítil hyggja:
»Hvar eru fleiri fljóðini tey,
ið henda heygin byggja?«

6. »Mær er faðir og móðir frá deyð,
so mínir brøður sjey,
eg havi ongan forløgsmann,
eina byggi eg her heyg.

7. Mær er faðir og móðir frá deyð,
so mínar systrar báðar,
eg havi ongan forløgsmann,
so eina má eg her ráða.«

8. »Enntá skalt tú siga mær,
tú dvørgamoyin snjalla,
hvussu het frúgvin, móðir tín,
og hvussu skal eg teg kalla?«

9. »Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags á kvøldi,
Ásla nevndi mín faðir meg,
hann ráddi í Óðins veldi.

10. Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags í skými,
sokti hann mær tann teknar ring,
hann leiddi av rúnarstreymi.

11. Mikil ódn og eystanduni
mínum var faðir at deyða,
Gunhild kallaðist móðir mín,
ið nógv átti gullið reyða.«

12. Vatnið rennur á víðum vølli,
tað gekk fljóði í dreymi:
»Gullið liggur á botni niðri
á bráðum rúnarstreymi.«

13. Legði eg hendur á frúnnar háls,
lat so orðum byrja:
»Hví situr tú so eina her,
tað er um fyrst at spyrja?«

14. »Vatnið rennur á víðum vølli
niður av høgum fossi,
fyrri unti mær Sjúrður svein
gull og góðar kossir.«

15. »Enntá skalt tú siga mær,
dvørgamoyin fríða,
hvussu heita garpar teir,
á henda skógin ríða?

16. Silvur heitur sá kongason,
á henda skóg hevur troytt,
Álvur ber hans orð fyri meg,
eg havi honum einki skoytt.

17. Vatnið rennur av høgum fjøllum
eftir hvøssum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti.

18. Tað er so vont í tínum landi,
har er veður og vindur,
betri er í glastriborg
tú ástir við meg bindur.

19. Tað er so vont í tínum landi,
har er vindur og veður,
kemur so mangur ómildur
at ræna tykkara fæ.«

20. Gingu tey í glastriborg,
hans var lítil hyggja:
»Her manst tú fyri eygum sjá,
hvussu mong ið heimin byggja.«

21. Gingu tey í glastriborg,
hildu sær í hendur:
»Her manst tú fyri eygum sjá,
hvør vítt ið sólin rennur.«

22. Gingu tey í glastriborg,
hildu sær at teiti:
»Her manst tú fyri eygum hava
minni lutir og meiri.

23. Her er klæði og føðsla mín,
gull og annar geiri,
her er hvat ið ynskjast vil,
minni lutir og meiri.«

24. »Tú fært einki yndi av mær,
ei mást tú tess stunda,
eg skifti ikki óðal mítt
burt á heidnar grundir.

25. So kom eg í henda heyg,
tað var mikil villa,
dvøljist eg her nakra tíð,
mann eg kristni spilla.«

26. »So komst tú í henda heyg,
hann er av ongum illur,
eg skal telja tær dagatal,
so fert tú ikki villur.

27. Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmanns deyða,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gullinum reyða.

28. Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmann dýra,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gulli fríða.«

29. Tí svaraði sveinurin,
sló tað upp í gleim:
»Frúgvin, líggja mær fljótan hest,
meg lystir at ríða heim.«

30. »Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tær at grandi,
sjáldan loysti faðir mín
henda falk úr bandi.

31. Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tær at meini,
tá ið tú kemur av skógi út,
tú vís mínum fola heim.«

32. Frúgvin sat í gullstóli,
hon hevði harm og pínu,
hin væna feldi møðig tár
á báðar armar sínar.

33. Fylgdi hon honum so langt á leið,
til gøtur tóku at skilja:
»Tað ið eg vendi aftur frá tær,
tað er ei við mín vilja.«

34. So rann folin alla nátt,
glaður á geklar slóð,
eldur feyk úr gronum hans,
tað gjørdi ljós í skóg.

35. So reið sveinur alla nátt,
hans var gangari móður,
eldur dreiv úr nøsum hans,
tað bar ljós í skóg.

36. Sveinur kom til hallar heim,
hann letur síni orð væl sníða:
»Frúgvin lænti mær fljótan hest,
hin dvørgamoyin fríða.«

37. Frúgvin situr í gullstóli,
hon vekir harm og pínu,
møðig fellir hon blóðig tár
á báðar armar sínar.

(c) Dansifelagið í Havn